fríggjadagur 25. mai 1990síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
TN
Nr. 78 — 25. mai 1990
—
Fríggjadagin kl. 20.30:
Matador
Hr. Stein og Varnæs
Vit eru komin til maj-juni 1945. Tað kem-
ur fram, at Misse hevur havt sítt egna
frælsisstríð, og dóttir Skjern, Ellen, er
ikki so væl gift, sum pápi hennara helt.
Hóast Rede vendir heimaftur, koma teir
góðu gomlu dagarnir kortini ikki aftur
hjá grísahandlaranum og Fede. Iben ger
av at liva sítt egna lív og onkur kemur at
búgva hjá Varnæs, nú kríggið er av.
Fríggjadagin kl. 22.25:
Síðsta freist
“7 A På 4
! 1 !
--
Humphrey Bogart
Í filminum Síðsta freist (Deadline USA)
er Humphrey Bogart ein blaðútgevari.
Tá ið eigarin av blaðnum >The Day«
doyr, ætla arvingarnir at selja, og so má
blaðið halda uppat. Men Ed Hutchinson,
sum Bogart eitur í filminum, vil prógva,
at blaðið hevur ein týdningarmiklan boð-
skap, tað er vert at varðveita ... Hann
vil vísa, hvussu týdningarmikil ein frí
tíðindatænasta er fyri amerikanska sam-
felagið.
Leygardagin kl. 21.20:
Kanska í kvold
Hesin amerikanski filmurin er um loyni-
ligar dreymar: ynski um at finna sær ein
góðan vin, kanska bara fyri eitt kveld,
men helst ein fyri lívið.
Staðið, har fólk koma, sum hava vónir
og dreymar, eitur Bandini. Tað er ein
dansirestaurant i USA. Øll, sum koma,
eru einsamøll, og tey vóna ikki at fara
einsamøll útaftur.
Fólkini eru ymisk. Vinkonurnar
Bootsie og Dee, lærarinnan Elsie, og so
eru tað menninir, Gabe, sum sveik
Frankie og nú vil hava hana aftur, og hin
ungi Lionel, sum lesur til prest
Nógvir ungir leikarar eru við í filmin-
um, sum Michael Bortman hevur skrivað
og Harry Winer hevur leikstjórnað.
Sunnudagin kl. 19.00:
Blóðbandið
Tamilar
Sega tamilanna um veg teirra til Dan-
markar. Fólk frá Danmarks Radio hava
verið í Sri Lanka og India fyri at kanna,
hvat tað var sum hendi við teimum
tamilsku familjunum, sum í meira enn
eitt ár vórðu hildnar fyri seg sjálvar.
Meðan pápin sat sum flóttafólk í Dan-
mark, upplivdu konan og bernini í Sri
Lanka borgarastríðið. Tamilarnir fluttu
fyri 2500 árum síðani frá fastlandinum í
India til Sri Lanka. DR hevur fylgt fimm
tamilskum familjum, sum greiða frá
»tamil-sakini« sæð frá teirra eygum.
Alex Larsen hevur lagt sendingina til
rættis.
Sunnudagin kl. 22.50:
Almenna hugsanin
Ein fyritøka á Sjællandi hevur kravt, at
alt starvsfólkið skal ikki bert lata vera at
roykja á arbeiðsplássinum, men heldur
ikki aðrastaðni. Tey skulu leggja av at
roykja, um tey framhaldandi skulu ar-
beiða har.
Ymsar meiningar eru um hesa avgerð.
Er tað vorðið soleiðis, at roykjarar eru
diskrimineradir — er hetta næstan
apartheid?
Í dag verður sæð niður á roykjarar á
sama hátt, sum vit fyrr sóu niður á fólk
við aðrari religión og húðarliti, sigur
Tage Elmholdt, sum hevur lagt sending-
ina til rættis.
Týsdagin kl. 21.10:
Pínslaváttar
Hesin filmurin er svenskur, men upp-
tikin í 1987 í Libanon við libanesiskum
leikarum.
Filmurin er um politisk sjálvmorð —
tað sokallaða kemikaza, og hendingarnar
fara fram í Libanon.
Nadia er ein 19 ára gomul kristin
genta. Hon fjalir útyvir politiska lív sítt
Síða 7
Libanesiskir leikarar í filminum »Pinsla-
váttara
fyri familjuni. Hon gevur alt hon eigur í
sær í bardaganum móti Ísrael.
Vegur hennara móti pínslaváttadeyð-
anum byrjar, tá ið hon livir sum flótta-
fólk í egnum landi og endar tann dagin,
hon fyllir bil sín við trotyl og koyrir á
eina ísraelska avbyrging. Sjey ísraelskir
hermenn doyggja samstundis sum hon,
tá ið bilurin spreingist.
Leikstjórin Leyla Assaf-Tengroth er
fødd og uppvaksin i Libanon. Hon er rit-
hevundur og hevur gjert nógvar sjón-
varpssendingar.
Týsdagin kl. 22.25:
Donsk lív
Tvey privat sjúkrahús eru í Danmark:
The Mermaid Clinic í Ebeltoft og Privat
Hospitalet í Borup. Kjakið um hesi
sjúkrahús heldur fram í sjónvarpi og í
blødum.
Spurningarnir eru nógvir: Hvi eru
privat sjúkrahús? Er brúk fyri teimum?
Hverjir sjúklingar fara har? Er hugskot-
ið gott? Hesir spurningar verða viðgjerd-
ir í hesi sending >Donsk liv«. Jette Sachs
leggur til rættis.
Hósdagin kl. 21.15: -
Peningur
Joey
Abbin er keddur, tí kanariufuglurin er
horvin. Elsti sonurin í familjuni, Joey,
finnur ein oyraring, sum hann heldur
tjóvurin eigur. Tann yngsti sonurin hev-
ur keypt ein ring við opali í til gentuna
hjá sær, Julie, og hann verður kløkkur, tá
ið hann hoyrir, at opalar elva til van-
lukkur.
Line Arlien-Søborg og onnur skålabørn
Søgan er frá 1950-unum í teimum »finu«
skulunum i Århus. Nils Malmros byggir
á egna vitan um skúlatíðina. Barna-
forelskilsi, klandur og strid, vinalag og
einsemi.
Vit síggja børn i skúlastovuni, á dansi-
skeiði, í veitslum o.ø.
Í byrjanini i filminum eru børnini 13 ár
og ganga í 7. flokki, og tå ið filmurin er
liðugur eru børnini tvey år eldri.
Millum leikararnar er Line Arlien-Se-
borg, sum fekk hevuðsleiklutirnar í
tveimum teimum næstu Malmros-filmu-
num, »Skønheden og udyret« og »Århus
by Night«.
Lagt til rættis
Ella Smith Clementsen
Hittist å tif. 15616
Antin — ella—
Ikki bæði