Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-05-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. mai 1990síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 80 — 29. maí 1990 - tíðindablaðið Amnesty mótmælir ræðuleikunum í Kina International heitir á kinesisku stjórn- ina um at avdúka hvat er Amnesty hent við teimum túsund tals énevndu fangunum, ið eru handtiknir síðan blóðbaðið í Beijing í juni hevur sent for sætisráðharranum Li fjør og Peng ein lista vid meira nn 650 fangum sum tad borid til at 10VnInI á finna Nevnini á hesum fang inum vórðu kunngjørd tann 16. mai, og er hetta longsti listi yvir fangar í Kina, sum felagsskapurin nakrantíð hevur gjert Einki er vitað um, hvar flestu av fangunum sita, um teir eru ákærdir, settir fyri rættin ella domdir. Myndugleikarnir hava ført fram, at handtøkur- nar eru eitt innanhysis mål, og hava einans upp- lýst at eini 6.000 fólk vórðu handtikin og at fleiri hundrað eru latin leys. Ymiskar keldur meta at sanna talið á handtek- um er fleiri tíggjutals tús- und. nekur av teimum handtiknu eru sett fyri rættin og demd, men frá- greiðingar eru einans giv- nar um eitt lítið tal av hes- um málum. „Eitt ár eftir drápini í Beijing er lagnan hjá hes- um fangunum framvegis duld av almennu tegnini — men teir eru ikki gloymdir«, sigur Amnesty International. >Vit kenna nevnini á nøkrum teirra og vilja fáa at vita, hvat er hent við teimum øllum« Nógvir av teimum, sum listanum, eru samvitskufangar, sum eru finnast á handtiknir einans orsakað av friðarligum virksemi Ein teirra er Liu Xiaobo, sum var ein av teimum fýra, ið byrjaðu hungurs- verkfall á torginum tann 2. juni seinni samráddist við I menninar um afturtøku av studentunum av torg inum. Fyri hetta varð hann ákærdur fyri tilelv ing til mótmælini og stuð- ul til vápnaða mótsteðu, hóast Amnesty Inter- national hevur fingið fleiri váttanir um, at hann ikki eggjaði til ófrið og bað studentar um at lata vápn frá sær, sum teir høvdu fingið hendur á. Eftir hvat frætt er, situr hann í Qin- cheng fongslinum, og so vítt Amnesty Internatio- nal veit, er hann ikki sett- ur fyri rættin enn. Ein annar fangi, ið varð handtikin um somu tíð, er Long Xianping, sum er lærari og ikki hevði tikið lut í fólkaræðisrersluni áð- renn 4. juni, men varð handtikin eftir at hon hevði hildið eina reðu, har hon fordemdi blóðbaðið í Beijing. Hon varð ákærd fyri mótkollveltingarligt virksemi, og tað kostaði henni tvey ára fongsul. Amnesty International hevur samstundis kunn- gjørt eina frågreiding, ið ” Að he FO gjøllari lysir målini hjå 16 fangum, teirra millum tibetanskar loysingar- menn, átrúnaðarligar leið- arar og stuðlar hjá fólka- ræðisrersluni frá sjeytiár- unum, sum framvegis sita í fongsli. >Sum tað sæst av hesum málunum, eru handtekurnar aftan á hendingina á Tiananmen torginum partur í einum mynstri av kúging, sum gongur fleiri tíggjuár aft- ur í tidina«, sigur Am- nesty International. Í fjor vórðu eini 60 fólk dripin og 1.000 handtikin í Tibet fyri lutteku í mót- mælisgongum fyri frælsi. Sekstan nunnur vóru mill- um teirra, ið vórðu hand- tikinfyri lutteku í friðar- ligum kravgongum. Nak- rar teirra vórðu sendar í arbeiðslegur uttan ákæru ella dóm, meðan aðrar vórðu fongslaðar fyri ákærur um mótkollvelt- ingarligt virksemi. Ymiskir átrúnaðarbólk- ar verða framhaldandi jagstradir og limirnir handtiknir fyri at halda gudstænastur uttan al- menna góðkenning. Tveir átrúnaðarligir leiðarar, sum vórðu handtiknir í 1984, sita framvegis í fongsli. Fleiri framstandandi stríðsmenn fyri fólkaræði frá sjeytiárunum sita framvegis í fongsli, teirra millum Xu Wenli, stovn- ari og útgevari av fleiri Síða 5 óalmennum tíðarritum. Hann varð handtikin í 1981 undir einari atsókn móti tílíkum tíðarritum og varð seinni demdur í 15 ára fongslul; harafturat misti hann politisku rætt- indi síni í fýra ár. Amnesty International sigur, at tegnin hjá myndugleikunum um tey, ið vórðu handtikin sein- asta ár, er serliga ódámlig orsakað av at píning og órættiligur rættargangur eru vanlig fyribrigdi í Kina. Verndartiltek móti píning eru ófullfíggjað og eingin regla er í kinversk- ari lóg um at maður er ósekur inntil hann hevur fingið dóm. Rættarsakir eru ofta eitt eiti, og dóm- urin er mangan sagdur frammanundan. Loyniligar avrættingar hava eisini verið framdar í stórum tali. Sambært summum keldum vórðu fleiri hundrað fólk loyni- liga tikin av degum í Bei- jing millum juni og august í fjer. »Dråpini og handtøkur- nar i fjør eru bert tey sein- astu ógvisligu dømini um umfatandi og varandi for- fylging i Kina«, sigur Am- nesty Interantional. »Okkara orå til stjørnina eru at hesi mannarætt- indabrot koma altjóða samfelagnum við, og at al- tjóða trýst ferð at vara viðÉ. Ymiskt um P-talið Í álvarsmálinum, sum P- talið er fyri mangar feroy- ingar, er drepandi at síggja hvussu málið verð- ur viðfarið av fjøld politik- aranna. Sendingin »Litlating« tyskvøldid var ein skillig undirstrikan av hvussu litla føling politikararnir hava vidvikjandi ti, sum rørist i følkinum. Føroyar verða kallaðar eitt demo- kratiskt samfelag, og tinglimsins lagnutunga tíma fjórða hvert ár hevur atkveða borgaranna stór- an týdning fyri hin fólka- valda, sum við ellum eyð- mjúkleikans benum fellur veljaranum til kniggja fyri at biðja um stuðulin. Í hverjum feri kann hin fólkavaldi sjálvandi ikki koma ynski veljaranna á meti, tí tinglimur hevur annað, hann skal rætta seg eftir. Kanska er hann ein av mongum í sama flokki og kanska hevur hann eisini bundið seg til eitt samgongu- skjal. Allir veljarar skilja vandamálið, tinglimurin er í og av teirri orsek ger- ast vit ikki firtnir um av- gerð og steða tinglimsins nógv stundum stríðir ímóti hugsan okkara. Men um tinglimirnir duga at lesa barometur- standin ímillum fólk hvat P-talinum viðvíkur, áttu teir, ikki bert út frá einum fólkaræðisligum sjónar- miði, men serstakliga út frá einum samvitsku- sjónarmiði, fyri langari tíð síðani samsintir at verið farnir til verka, tí uttan iva er mótsteðan móti P- talinum javnt býtt ímill- um fólk floksliga. Heldur er eingin ivi um, at nakað annað mál nakrantíð hev- ur havt slíka mótsteðu, sum lógin viðvíkjandi P- talinum. Men gakk. Ting- limirnir skoyta bert hver eftir eðrum og tveita skuldina yvir á hvenn annan. »Litlating« týskveldið var eitt valademi um, hvussu stutt tinglimirnir eru at sær komnir. Fólka- floksumboðið, sum segði seg at hava ein samdan fólkaflokk aftan fyri seg, virkaði minni steðufastur enn væntað, havandi í huga tann samda fólka- flokkin, hann sigur seg hava í rygginum, og tá tjóðveldisumboðið sum rímuligt var, kom við spurninginum um hví fólkaflokkurin tá íkki hevði gjørt meira við mál- ið í samgonguni, virkaði fólkafloksumboðið tíverri sera óupplagt. Sambands- umboðið endurtók seg sjálvt fleiri ferðir, og vísti á hvussu neyðugt tað var fyri hann sum landsstýris- mann at halda lógina, sum um vit veljarar ikki vita at allar lógir skulu haldast. Javnaðarumboðið kom sum hann er vanur við frasuni um øll hini, sum blåsa vid mjøli i munnin- um, sum um hansara flokkur var eitt undantak i so måta. Har sótu teir so fittir, fýra fólkavaldir menn, hver í sínum lag skyld- andi og skoytandi hver uppá annan. Soleiðis verður veljarin hildin fyri gjøldur í navni demokratisins, har ein samanvavstur av sjónar- miðum telur meira enn at hava eina greiða steðu, tí so langt kemur ein ting- limur aldrin, at hann ikki kann greiða frá sínum sjónarmiðum uttan at blanda alheimin uppí. Men ein hálvur sannleiki, sum er verri enn ein heil lygn, telur meira tá ið ræð- ur um at negdgera allar partar. Vónsvíkjandi = kennist tað tá ið slík sending, sum Framhald á síðu 8