mikudagur 30. mai 1990síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða6 |
John Dam, reiðar:
Framtíð í skeljaveidu
Fame fer til Svalbard í næstu viku
Hóast byrjunartrupulleikar
av ymsum slag, so hevur
John Dam, reiðari á
skeljatrolaranum Fame,
ikki mist vónina.
-Ikki alt hevur gingið,
sum vit høvdu ætlað, men
eg trúgvi framvegis, at tað
er framtíð í skeljaveiðu
við tílíkum skipi sum
Fame sigur John Dam,
sum er ein av veteran-
unum í føroyskari fiski-
vinnu seinastu hálvthundr-
að árini.
Fame hevur nú ligið fyri
teym í Havn í meira enn
ein mánað, men hetta skal
á ongan hátt skiljast sum,
at skipið er lagt med alla.
Vit fara til Svalbard
um eina góða viku sigur
John og vísir á, at teir har
fara at royna á nøkrum
nýggjum leiðum, har
skeljatrolarar ikki hava
roynt fyrr.
Tað hevur verið nógvur
ísur á leiðunum við Sval-
bard, men nú fer at rigge
betur. John Dam sigur
víðari, at tað eru nógvar
leiðir við Svalbard, har
skip ikki hava roynt eftir
skeljum.
Annnars fara teir so
undir Føroyar aftur til
heystar. Teir hava dregg)-
að eftir skeljum undir
Føroyum í nakrar mánaðir
tilsaman og gav tað rætti-
liga fitt
skeljar eru næstan alla-
staðni
-Frá
Tað vísir seg, at
fiskirannsóknar
LLC
-
*
stovuni fingu vit at vita, at
ongar skeljar eru at fáa
nordanfyri Føroyar. Men
vit fóru so at leita kortini
og vísti tað seg, at har eru
skeljar líka frá Mýlingi og
eystur um Enniberg.
John Dam er ikki samd-
ur við teimum, sum siga,
at skeljaveiðan fer illa við
tíðindablaðið
Fame fer til fiskiskap við
Svalbard í næstu viku
fiskigrunnunum.
-Tað er beint tvørt-
urímóti. Vit rudda fyri
gýungarfiskinum og kann
tað bara vera gott. Tað
kann bara vera gott fyri
fiskin, at vit rudda tey
mongu løgini av skeljum,
sum hava lagt seg á botn-
in.
Nr. 81 — 30. mai 1990
John roknar ikki við, at
tað verður nakar trupul-
leiki at sleppa undir
Føroyar til heystar, men
helst verður kvota sett á.
Hann heldur tað vera rætt
leita eftir nýggjum
skeljamiðjum kring
oyggjarnar við slíkum
góðum og stórum skipi.
Og gott skip er tað. Tað
er John ikki í iva um.
Fame man vera eitt av
teimum bestu skipunum í
flotanum. Hann er er
omanfyri hægsta ísklassa,
hann hevur sera sterkan
motor og er einasta før-
oyska fiskiskipið, sum er
dupultdekkað.
-So tað vildi verið spell,
um vit skuldu sloppið
okkum av við slíkt
megnarskip leggur hann
aftrat.
Og hvat framtíðini
viðvíkur, so er John bjart-
skygdur. Hann viðgongur,
at teir hava kent seg eitt
sindur lumpaðar av ætlaðu
veiðuni í sovjettiskum
sjógvi. Her hava teir møltt
nógvum trupulleikum, ser-
liga tí at russar ikki hava
viljað loyvt Fame at
dreggjað á økjum, har
skeljar eru.
Hetta er so ein spur-
ningur, sum landsstýrið og
sovjettiskir myndugleikar
samráðast um. Júst í
hesum døgum verður enn
einn roynd gjørd frá
føroyskari síðu, at fáa hesi
viðurskifti í rætt lag, tí vit
hava jú eina skeljakvotu
frá russum.
Uppá fyripsurning
hvussu tað ber til, at hann
hevur góðar framtíðar-
vónir, nú næstan allur
norski skeljaflotin er
horvin sigur John Dam, at
norðmenn gjørdu tað stóra
mistakið at byggja og
útgera tilsamans 30 skip
til skeljaveiðu nøkur ár
herfyri og øll hesi skip
troyttu tær somu leiðirnar.
Tað sigur seg sjálvt, at
hetta kundi ikki ganga, og
í dag hava norðmenn bert
ein skeljatrolara efur,
hann eitur Leiranger.
-Eg havi so avgjørt ikki
slept vónini. Vit fiskaðu
fyri 23 mill. kr. í fjør og
hava higartil í ár fiskað
fyri 14 mill. kr. harav
meginparturin er komin
undan Føroyum. Nú vit
skulu til at rinda avdráttir
er neyðugt, at skipið fiskar
fyri millum 30 og 40 mill.
kr. Hetta vóni eg vit fara
at megna sigur John Dam
at enda.
jan
Teir báðir, gamli og nýggi
Fame við bryggju í havn
Gamli Fame er seldur til
Kanada
John Dam, reiðari: -Tað
skal nokk fara at ganga
| er at fara yvirum
bert undir
gr grenum ljósi