mikudagur 30. mai 1990síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 81 — 30. maí 1990
Maskinskúlin hevur,
Síða 7
ft 1147 >
"I . Sidse
GL
hóast sera
vånaligar arbeiðsumstýður, virka væl, og vil halda fram sum
sjálvognarstovnur, ístaðin fyri at fara undir Landsskúlafyri-
sitingina.
Vit fingu ongan føroyskan
maskinskúla á hesum
sinni, sum landsstýrið
ynskti. Málið var ov stórt
og alt ov illa fyrireika til at
verða vidgjørt eftir einari
lítlari løtu leygamåttina,
hildu tingmenn. Eftir hetta
vard avgjørt, at senda
málið í Skúlaneyndina til
nærri viðgerð.
Tað var landsstýrismað-
urin í skúlamálum, Signar
Hansen, sum legði málið
fyri tingið. Hetta gjørði
hann eftir at freistin at lata
tinginum uppskot, var úti.
Fyrstu ferð tingid atkvøddi
um at geva undantaksloyvi
miseydnaðist royndin hjá
landsstýrismanninum, men
aðru ferð gekk betri. Tá
var meiriluti fyri at málið
kundi fáa viðgerð. Men tá
tingmenn varnaðust
hvussu stórt hetta mál í
veruleikanum var, og eftir
at skúlastjóri, lærarar og
stýrið fyri Maskinskúlan
høvdu mótmælt, varð
málið beint í nevnd og
varð ikki avgreitt á hesum
sinni.
FØROYSKUR
SKULI
Ein av orsøkunum til, at
landsstýrið vil hava
nýggja maskinmeist-
aralóggávu er, at løgtingið
fyri tveimum árum síðani
samtykti nýggjar lógir um
sjóvinnu og manning á
skipum. Hetta bar í sær, at
neyðugt er at gera broyti-
ngar í galdandi maskin-
meistaralóg. Eisini heldur
landsstýrið, at neyðugt er
at fáa gjørt eina lóg, sum
betur hóskar til føroysk
viðurskifti.
Landsstýrið heldur, at
tørvur er á hesum útbúgv-
ingum: Dugnaskaparút-
búgving, motorpassara-
útbúgving, maskinistút-
búgving, maskinmeistara-
útbúgving og el- install-
atør útbúgving og sterks-
streymsteknikara útbúgv-
ing. Uppskot landsstýris-
ins ber í sær, at vit fáa
greiðari reglur fyri sjálvari
útbúgvingini, samstundis
sum altjóða krøvini, ið sett
verða, verða lokin. Ætlan-
in hjá landsstýrinum var,
at lógin skal koma í gildi
1. august í ár, soleiðis at tá
skúlin byrjar eftir summar-
frítíðina, verður farið fram
eftir nýggju lógini. Um
hetta fer at eydnast er
meira ivasamt nú.
ALTJÓÐA
VIÐURKEND
Bæði skúlastjóri, lærarar
og sjálvt stýrið fyri
Maskinskúlan mótmæltu,
at nýggja lógin varð
samtykt í tí líki hon var í
frá landssstýrinum.
Um sjálva útbúgvingini,
sum hon er í dag, verður
sagt, at hon er á sama
høga stødi sum tann
danska og er eisini altjóða
viðurkend. Frá skúlanum
verður sagt, at tey kenna
ongan føroyskan maskin-
meistara, sum hevur havt
trupulleikar av, at prógvið
og vinnubrøvini ikki verða
vidurkend i gðrum lond-
um. Hetta må eisini havast
i huga tá nýggj lóg verður
gjørd.
RINGAR
ROYNDIR AV
LANDSSKULA-
FYRISITINGINI
Í dag verður Maskin-
skúlin ríkin sum sjálv-
ognarstovnur við partvísari
játtan gjøgnum blokkstuð-
ulsskipanina. Skúlin er
ongantíð yvirtikin frá
dønum, men sambært
nýggja uppskotinum skal
skúlin verða rikin av
landsskúlafyrisitingini.
Hetta heldur skúlin ikki
vera beint og vísir á, at
hóast arbeidsumstødurnar
eru sera vánaligar, virkar
skúlin væl. Tað verður
ikki hildið vera ráðiligt at
fara undir landsskúla-
fyrisitingina m.a. út frå
teimum royndum tey
longu hava havt av hesum
stovni, verður sagt í
brævinum ul tingið.
Eisini verður sagt, at
landsstýrismaðurin heitti
herfyri á stýrið fyri skúlan
um at tað sigur seg av,
men tað vil stýrið ikki.
BYGGIARBEIÐIÐ
STEÐGA
I skrivinum til tingið frá
umbodunum fyri Maskin-
skúlan verður eisini nomið
við byggingina av nýggj-
um maskinskúla.
Sagt verður, at hendan
bygging er avtalað í sam-
gonguskjalinum, men hev-
ur landsstýrismaðurin í
skúlamálum tengt byggi-
málið upp í lógarmálið,
har tað ikki hoyrir heima,
við tað at hann hevur
steðgað byggiarbeiðinum.
Umboðini fyri skúlan
heittu ti á tíngið um ikki at
samtykkja málið í ti líki
tað var. Málið er alt ov
ófullfíggjað sum tað er, og
krevur nógv gjøllari við-
gerð, siga umboðini fyri
skulan.
MÁ HOSKA TIL
OKKARA
FISKIFLOTA
At málið var ov illa
fyrireika hildu fleiri av
tingmonnunum eisini.
Her á økinum við
Handilsskúlan skal nýggi
maskinskúlin byggjast.
Nær hetta verður, er tó
eitt sindur óvist. Sagt
verður, at tingið kemur
saman aftur um einar
fjúrtan dagar. Tá er
meguleiki at koma við tí
aftur. Mest hugsandi er
tó, at málið kemur ikki
2 fyri aftur á tingið fyrr í
dlavsøkutingsetuni.
Stýrið vil ikki siga seg av
-sum landsstýrið ynskir.
Henrik Old tók undir við
stórum parti av uppskot-
inum og legði dent á
tidningin av at prógv varð
latið á ymiskum stigum.
Hann helt, at tað ikki
kundi vera beint at ein,
sum hevði gingið á skúlan
í eitt ár, als einki prógv
kundi fáa. Orsgkin má
vera onkur tvørleiki frå
føroyskari síðu, helt hann.
tór.-
Vælrikið virki
til sólu
Fa. Sandsølan v/ Páll Klein er til sølu.
Sølan fevnir um m.a. skipið S/P Hólma-
sund og ymisk tól.
Nágreiniligur roknskapiur fyri 1989 er
tøkur.
Gjøllari upplýsingar fåast vid at venda
sær til undirritadu:
Advokatarnir
Kári D. Petersen — Turið D. Hentze
Sjúrður Rasmussen
N. Winthersgøta 7, tlf. 11066