mikudagur 30. mai 1990síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 81 — 30. mai 1990
Skålkurin
Um arkitektur og design
Berjabrekka
Arkitektar: Albert Isfeld & Gudmund
Hansen
Berandi konstruktiónir: Preben Hansen
VVS-projekt: Martin Leo
EL-projekt: Viggo A. Hansen
Jørdarbeidi: Guttesen & Staksberg
Betongarbeidi: Reinhold Nielsen og
Føroya Elementvirki
Timburarbeidi: Reinhold Nielsen og
Samtakid Vestergaard
VVS-arbeidi: Svend Erik Knudsen
EL-arbeidi: Einar Mikkelsen
Målaraarbeidi: Litfagra
Gólválegging: Idé-husid
Køkar og skåp: Jåkup å Dul. HTH
Berjabrekka
Tå tosid millum manna fellur å Berja-
brekku — og tad ger tad ofta — snyr
tad seg oftast um teir figgjarligu
trupulleikar, sum henda ibudabygging
hevur havt vid sær, fyrst fyri byggi-
harran og síðani eisini og einamest fyri
eigararnar.
Men hvussu er við Berjabrekku sum
bygging, arktekturi?
Hví Berjabrekku?
Hugskotið aftanfyri tað, at fara undir
eina slíka í Føroyum óvanliga bygging
kemur sjálvandi av tí, at onkur hevur
&
VR Á 2 »
Are
— Fr
—
|
: 13
> 3 æi |
= jan
, m:3i3 38: |
tí} |) i [ jú
0 Í FF NG NE
hildid, at orsøk var til at royna eitt
alternativ til tey vanligu sethúsagkini,
sum í nógv ár hava verið so at siga
einaráðandi í bústaðarkataloginum hjá
Tórshavnar kommunu.
Við at byggja tætt, kundi ein fáa eitt
sindur av tí aftur, sum sermerkir
nógvar av teimum feroysku bygdun-
um. Fyrst og fremst lívd, men eisini
trygd og hugna — harafturat kundi
kommunan so sjálvandi eisini spara
ikki so fáar fermetrar av byggilendi.
Eini tílíkari roynd kann ein illa ann-
að enn taka undir við.
Atkomingarviðurskifti
Hvat er so komið burturúr?
Byggingin er ikki heilt liðug enn, og
tað er helst og vónandi orsekin til, at
tilkoyringarviðurskiftini eru so fløkt
sum tey eru.
Tá ein sneiðir inn frá Sundsvegnum
skal ein ansa sær ikki at fáa ein kant-
stein inn undir miðjuna á bilinum. Sum
er eru nevniliga tveir vegir beint við
síðuna av hverjum eðrum, men ætlan-
in er helst, at annar skal vera inn-
koyring til bakaríið Mylnuna, og hin
skal vera innkoyring til Berjabrekku.
Eitt sindur ógreitt er tað kortini.
»
*
MN
Við Hans Dávid Dam
og Hannis Egholm
Høvudsskipan
Sjålv byggingin er greitt skipad, sum
try húsareð, forskotin í hædd eftir
lendinum, vid smølum koyribreytum
imillum. Imillum husini eru eisini
parkeringslummar og uttanfyri hvert
hús er ein hjallur ella úthús. Tað er
greitt, at føroyska bygdin hevur verið
frammarlaga í huganum hjá arkitekt-
unum, og einki er at ivast í, at lívd
fæst millum húsini hjá spælandi bern-
um, men mær tykir, at tað er eitt sind-
ur óruddiligt. Eins og ein hevur hug til
at blaka hjallar og bilar yvir á'hina
síðuna á húsunum, so ein fær frið á
hesari síðuni til spæl og samveru. M en
á hinari síðuni á húsunum er júst sama
skili!
Utsjóndin
Sjálvi húsini eru samanbygd í ein
tungan, snøggan hevuðskropp, sum
lagar seg væl til lendið. Hann er organ-
iskur og lívligur, og skiftið í hædd ger
hann spennandi. Sæð uttanífrá virkar
byggingin sum ein heild, ein bygd,
sum kroystir seg saman á einum sterri
eki. Just sum ætlanin ivaleyst hevur
verið.
Persónliga haldi eg, at ov nógvar
ymiskar vindeygasteddir órógva
meira enn tær gera spennandi, og
summum av litunum, ið valdir eru,
havi eg tað ógvuliga ilt við — serliga tí
grøna litinum, sum nakrir av karnapp-
unum eru málaðir við. Tann reyði
hevuðsliturin virkar sum um ætlanin
var at seta rættiliga sterkan lit á, men
ein tordi ikki, tá samanum kom. Betur
var um ein tordi!
Íbúðirnar
Inni í húsunum liggur avgjerda styrk-
in hjá byggingini! Íbúðirnar eru góðar
og ljósar, vælinnrættaðar, spennandi
við opnum loftum — og so prógva tær
eisini greitt, at tað er ikki altíð neyð-
ugt við so ógviliga nógvum fermet-
rum, um teir verða nýttir rætt.
Í innrættingini av íbúðunum stend-
ur Berjabrekka sterkast sum eitt
alternativ til vanligu sethúsini.
Samanumtikið
Berjabrekka er ein bygging við spenn-
andi, rettum og góðum ætlanum, sum
tað avgjert ikki er lætt at uppfylla.
Tann mótgangur, sum byggingini
hevur verið fyri, og sum ivaleyst
skyldast eini blanding av politikki,
kleyvarskapi og óhappi hevur sjálv-
andi í nógvar mátar gjert lívið trupult
hjá Berjabrekku frá byrjan av, men
tey, sum eru meinast rakt av hesum,
tey, sum sita við eini ovurhegari húsa-
leigu, kunnu tó eftir mínari meting
ugga seg við, at Berjabrekka er als ikki
tað versta staðið at búgva.
Og tað er onki at ivast í, at Berja-
brekka fer at vinna við aldrinum, tá
vanlig patina, vaksandi tre og plantur
og hugnalig stik fara at gera heildina
hugnaligari og heitari. Um so okkurt
varð gjert við parkeringsviðurskiftini,
so túnini vórðu bilfrí, og nakrir av
litunum vórðu broyttir, so
HE