fríggjadagur 26. mai 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 100 - 26. mai 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 100 - 26. mai 2000
LEIÐARA T I L
SKEIÐTÆNASTU HANDILSSKÚLANS
Føroya Handilsskúli søkir eftir
STH er deild av sjálvsognarstovninum Føroya Handilsskúli. Føroya
Handilsskúli fevnir um 6 deildir, í Tórshavn, á Kambsdali, í Klaksvík, í
Vágum, í Suðuroy og STH.
STH-leiðarin hevur vegna stjóran ábyrgdina av pedagogisku, umsitingarligu
og fíggjarligu leiðsluni av deildini.
Endamálið hjá STH er at:
• Verða við til at betra um førleikan hjá starvsfólkum innan skrivstovu og handli.
• Skipa fyri eftirútbúgving og skeiðum fyri leiðarum á virkjum og almennum
stovnum.
• At ráðgeva í málum, sum liggja innanfyri útbúgvingarøki handilsskúlans.
Virkisøkið hjá STH eru allar Føroyar.
• Geva vitan, sum lærarar á skúlanum hava, út til starvsfólk í vinnulívinum.
• Draga vitan og royndir frá fólki í vinnulívinum inn á skúlan og kanalisera hesa
vitan út til starvsfólk í vinnulívinum, har tørvur er á tí.
• Betra samband skúlans við vinnulívið - alment sum privat.
• STH verður eitt natúrligt amboð hjá vinnuni og almennum stovnum at nýta í
strembanini eftir at vaksa um førleikan hjá medarbeiðarunum og varðveita
fjølbroytni í starvsfólkahópinum.
• Vera við til at menna føroyskt virksemi bæði heima og uttanlanda.
Vit vilja hava ein persón sum dugur at:
• samskipa arbeiðið á deildini
• samskifta við undirvísarar og skeiðskiparar og viðskiftafólk
• evna nýggj skeið
• lofta nýggjum hugskotum og seta tey í verk
• kanna tørv á nýggjum skeiðum
• lurta og fáa fram tað, sum vinnan og tað almenna hava tørv á av nýggjum
skeiðum og evna nýggja tørvin til ítøkilig skeiðstilboð fylgja við alla tíðina
um og nær nýggjur tørvur stingur seg upp
• ráðleggja skeiðini og arbeiðið annars á deildini
• at útvega nýggj fólk at skipa fyri skeiðum
• at skipa fyri neyðugari pedagogiskari eftirútbúgving av skeiðskiparum, sum
ikka hava pedagogiska útbúgving
Skal:
• kunna selja skeið
• kunna arbeiða sjálvstøðugt
• kunna virka í góðum samstarvi við starvsfólkið á skúlanum og viðskiftafólk
• duga at samskifta
• duga væl at skriva og málbera seg á føroyskum
• vera kreativur
• duga enskt
Arbeiði er sjálvstøðugt, fjølbroytt og avbjóðandi. Í dagliga yrkinum hevur
skeiðleiðarin samband við nógv fólk. Fyrimun hava tey, ið hava
leiðsluroyndir.
STH starvast umframt leiðarin eitt skrivstovufólk, lærarar á skúlanum partvís
og aðrir skeiðsskiparar, sum annars ikki hava sítt dagliga yrki á
handilsskúlanum.
Starvið er fulltiðarstarv og verður lønt eftir avtalu.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Ragnar Magnussen tlf. 317177
Umsóknir við viðmælum og upplýsingum um útbúgving og skulu verða
Føroya Handilsskúla Marknagilsvegi 77, postsmoga 177, Tórshavn í hendi
seinast 7. juni.
Á Føroya Handilsskúla fevnir frálæran um FHS-støðisár, FHS 2.part, hægri
handilsskúla, stakroyndir, merkonom, Datanom, teldustøðingaútbúgving, HD
1. part, peningastovnaskúli og útboðin/umbiðin skeið.
Tel: 317177, Fax: 313374
STH
FØROYA HANDILSSKÚLI
Hatta eigur ein
at tosa við
sín prest um
Í Fimmaranum í ÚF mikukvøldið førdi lurtari úr Klaksvík
fram, at prestarnir har prædika kirkjuna tóma. Sóknarprest-
urin Niels Pauli Danielsen avvísir hesum og heldur annars,
at slíkt hoyrir ikki heima í útvarpinum, men at slíkt prátar ein
við sín prest um
DAGFINN OLSEN
Í samband við, at nakrir
prestar í Føroyum hava
noktað donskum bispum at
prædika í sínum kirkjum,
var kjak í útvarpssendingini
Fimmarin mikukvøldið.
Í Klaksvík hava prestarnir
noktað donskum bispi at
prædika. Í Fimmaranum
førdi lurtari úr Klaksvík
fram, at har hava prestarnir
prædikað kirkjuna tóma.
Hesum vísir sóknarprest-
urin Niels Pauli Danielsen
aftur.
– Í Klaksvík er góð
kirkjugongd og fólk møtir
væl upp. Í Klaksvík hava vit
oftari altargongd, enn nakra
aðrastaðni. Tað ber til at
telja talið av teimum, ið
koma til altars, og hetta hev-
ur verið siður í Klaksvík.
Vanligt var her at meta so-
leiðis, at 1/4 fer til altars og
tað koma yvir 100 til altars,
tá altargongd er, vísir Niels
Pauli Danielsen á.
Ikki minkandi
Niels Pauli Danielsen metir
ikki, at talið á teimum, ið
vitja kirkjuna, er minkandi.
– Tað haldi eg ikki, tað
er. Tað er góð kirkjugongd
og altarborðið verður væl
vitjað. Tann, ið sigur nakað
annað, hann vil hava tað at
minka. Men tað er nokk
rætt, at tað eru fólk, ið vilja
hava tað til tað, at talið er
minkandi. Og tey royna at
agitera fyri, at tað skal
minka, sum lurtarin, ið
ringdi inn til Fimmaran, sig-
ur Niels Pauli Danielsen.
Undirskriftirnar
Í Fimmaranum kom eisini
fram, at fólk í Klaksvík eru
farin at savnað inn undir-
skriftir, fyri at loyva danska
bispinum framat í kirkjuni
har.
Niels Pauli sigur til hetta,
at í øllum hesum verður
gloymt, at tað er kirkjuráðið
á staðnum, ið hevur sam-
tykt, at danski bispurin skal
ikki innar í kirkjuna at
prædika.
– 6 av 8 kirkjuráðslimum
hava samtykt at heita á
prest, sum í hesum førinum
eri eg, um at heita á bisp, at
Karsten Nissen ikki kemur
at prædika. Eg fylgi bert
tilráðingini frá kirkjuráð-
num og stuðli henni, sigur
Niels Pauli Danielsen, sum
samstundis avvísir, at hann
hevur heitt á kirkjuráðið,
men vísir á, at tað hinvegin
er kirkjuráðið, ið hevur heitt
á seg.
– Savnar fólk nú undir-
skriftir, so er tað ímóti
kirkjuráðnum, vísir Niels
Pauli Danielsen á.
Samkoma í tvíningum
Men er tað ikki keðiligt sum
prestur at vita sær, at
samkoman er í tvíningum?
– Í einum so stórum býi,
sum Klaksvík, har størri
parturin hoyrir til kirkjuna,
har fært tú ongantíð øll at
verða samd. Hjá teimum
prestum, ið vildu loyvt
donsku
bispunum
at
prædika, eru sanniliga held-
ur ikki øll samd. Har eru
eisini fólk, ið eru samd við
okkum, heldur enn teimum.
So vit kenna tað ikki petti
øðrvísi, enn teir munnu
kenna tað. Hjá teimum eru
eisini meinigheitsráð, ið
seta seg ímóti, at teir binda
kirkjuna at vera fyri, at
donsku bisparnir prædika,
sigur Niels Pauli Danielsen.
Hann er heldur ikki
nøgdur ella samdur við, at
ført hevur verið fram, at
Niels Pauli Danielsen og
Hans Eiler Hammer hava
bert eina kirkju.
– Tað hevur staðið í
bløðunum, at Bergur Debes
Joensen, Niels Pauli Daniel-
sen og Hans Eiler Hammer
hava bert tvær av 60 kirkj-
um. Tað er jú skeivt. Í okk-
ara prestagjaldi eru 5 kirkj-
ur, umframt Christianskirkj-
una. Verða okkara kirkjur
lagdar afturat teimum hjá
Bergi, so eru 10 kirkjur. Og
so verður niðurgjørt, at
sjúkrahúspresturin eisini er
samdur við okkum. Hann er
eisini prestur við Dómkirkj-
una og hevur eisini nakrar
kirkjur aftanfyri seg. Um
hinir prestarnir eiga sínar
kirkjur og kunnu binda tær,
so eigur sjúkrahúspresturin
eisini part av Dómkirkjuni.
Í alt vil tað siga, at minst 14
av 60 kirkjum, taka undir
við okkum, sigur Niels
Pauli Danielsen.
Niels Pauli Danielsn er
heldur misnøgdur við, at
hann ikki kann svara bispi
hampuliga aftur, uttan at
hesin fer í bløðini við hes-
um.
– Hetta er alt ógvuliga
óheppið. Og hvør fer í bløð-
ini við hesum? Eg eri ikki
farin í bløðini. Eg eri spurd-
ur av bispi og svari, men
hann øsir bløðini upp ímóti
okkum. Tað er standurin í
kirkjuni í løtuni, sigur Niels
Pauli Danielsen, sóknar-
prestur í Klaksvík.
Niels Pauli Danielsen er ósamdur við teimum, ið føra
fram, at hann prædikar kirkjuna í Klaksvík tóma. - Men
tað er nokk rætt, at tað eru fólk, ið vilja hava tað til tað,
at talið er minkandi, sigur hann (savnsmynd)
Per Kirkeby arbeiðir í Føroyum
Heimskendi danski listamaðurin Per Kirkeby arbeiðir á
verkstaðnum í Listaskálanum í hesum døgum. Leygardag-
in letur framsýning upp
DAGFINN OLSEN
Tað er ikki júst ein og hvør,
ið heldur til á Grafiska
Verkstaðnum í Listaskála-
num í hesum døgum. Tað
er nevniliga heimskendi
danski listamaðurin Per
Kirkeby, ið hevur tikið av
innbjóðing frá Listaskála-
num.
Hann starvast nú á verk-
staðnum í húsinum og verk-
ini verða hongd upp, so
hvørt tey eru liðug. Leyg-
ardagin klokkan 16 letur so
upp framsýning við tekn-
ingum, pastellum, guasjum
og monoprentum eftir Per
Kirkeby. Hann verður sjálv-
ur hjástaddur.
Per Kirkeby er føddur í
Keypmannahavn í 1938.
Hann er málari, mynda-
høggari, grafikari, rithøv-
Tað byrjaði við, at ein lærari settist at rógva út á alnótini.
Tað endaði við við fiskitúri í Nólsoyarfirði. Í vikuni hava
næmingar úr serskúlaflokki í Gotlandi vitjað næmingar á
Sernámsdeplinum
Digitalir lundar og 45 seiðir
størsta upplivingin
DAGFINN OLSEN
Leygardagin komu 7 næm-
ingar úr einum serskúla-
flokki í Gotlandi á vitjan í
Føroyum. Við í fylginum
eru lærarar teirra og tey
hava vitjað ein flokk á Ser-
námsdeplinum í Havn. Tey
koma úr einum skúla í Got-
landi, har 750 næmingar
ganga. 50 teirra eru ser-
skúlanæmingar.
Hittust á netinum
Kjartan Clementsen hevur
tikið sær av gestunum, sam-
an við Arnold Eyvindsson.
Tað kann tykjast løgið,
men lyklaorðini í hesi søgu
eru nót og at rógva út.
Startskotið var, at Kjartan
Clementsen var á Tess-
skeiði og kom á alnótini,
ella internetinum, í sam-
band við flokkin í Gotlandi,
tá hann róði út á alnótini.
Alt hetta endaði við, at
næmingar og lærarar úr
Gotlandi nú hava vitjað í
Føroyum, har ein fiskitúrur
í Nólsoyarfirði hevur verið
millum heilt stóru uppliv-
ilsini.
Umframt at vitja Í Kirkju-
bø, Elduvík, Norðurlanda-
húsinum, við Gjógv og á
Tinganesi, so fóru tey upp
á takið á Hotel Hafnia, fyri
at njóta útsýnið. Har fingu
tey eisini lunda at smakka,
umframt at tey hava roynt
bæði turra grind og turran
fisk.
Men tað vóru lundarnir,
ið festu seg hjá næmingu-
num úr Gotlandi og teir av-
gjørdu, at lundafugl máttu
teir uppliva.
Digitalir lundar
Og tískil varð farið ein túr í
Nólsoyarfjørð og út ímóti
Glyvursnesi. Dorg var við
og tað eydnaðist at síggja
lunda, sum beinanvegin
varð avmyndaður við digi-
talum
myndatólum,
so
myndin kann goymast á
teldu.
Spyr ein næmingarnar,
hvat størsta upplivingin á
ferðini í Føroyum hevur
verið, so svarar lítla Anna,
at tað avgjørt eru lundarnir,
og at hon nú er fiskiserfrøð-
ingur. Fongurin í Nólsoyar-
firði var nevniliga 45 seiðir.
Og hinir næmingarnir eru
samdir við Onnu. Lundarnir
og fiskitúrurin standa ovast
á breddanum. Sjálvt tað, at
flúgvast skal 3 ferðir, fyri
at koma til Føroya, er einki
aftur ímóti at fáa sær eitt
kók í Nólsoyarfirði.
Góðir stuðlar
Fyri at ferðin til Føroya
kundi gerast veruleiki, so
mátti sparast saman og ar-
beiðast, tí peningur skal til.
Foreldur hava latið lutir,
so at næmingarnir úr Got-
landi kundu selja lutaseðlar.
Næmingarnir hava eisini
spart saman, arbeitt og selt
fløskur.
Men stuðul frá lokalum
feløgum hevur munað væl,
eins og stuðul frá Lions
Club, Foreningen Norden,
Rotary, Odd Fellow, kirkj-
uni og øðrum hevur avgjørt
eisini hevur verið við til at
gjørt ferðina møguliga.
Nú vóna føroysku vertir-
nir, at tað fer at gangast
teimum líka væl at skava
pening saman og at finna
stuðlar, tí ferðin í Føroyum
hevur verið væleydnað og
føroysku vertirnir kundu
hugsað sær at vitjað í Got-
landi.
Gestirnir úr Gotlandi eru
á einum máli um, at í
Føroyum hava tey verið væl
móttikin. Tey fóru avstað
aftur við flogfari í gjár og
skuldu flúgva 3 ferðir, fyri
at koma heim, men eftir í
minninum stendur uppliv-
ingin av at hava flotið á
Nólsoyarfirði og óivað
koma digitalir lundar á
teldurútin í Gotlandi, tá
næmingarnir koma aftur í
skúla.
undur og skald, og er iva-
leyst ein tann gitnasti norð-
urlendski listamaðurin í
dag.
Hann hevur havt stórar
einkarsýningar í teimum
fremstu listaskálum, m.a.
Tate Gallery. Hann er um-
boðaður á flest øllum stór-
um listasøvnum, serstakliga
í Týsklandi. Í Danmark er
hann m.a. umboðaður á
Louisiana.
Per Kirkeby hevur fingið
mangar heiðurslønir, pro-
fessari við listaakademiið í
Karlsruhe 1978-89, frá
1989 í Frankfurt. Umframt
hevur virkni listamaðurin
givið út langa røð av bók-
um,
serliga
esseysøvn,
skaldsøgur, yrkingasøvn,
listabøkur og hann hevur
eisini gjørt filmir.
Við á Grafiska Verkstað-
num er grafiski tøkningurin
Michael Schæfer, ið greiðir
frá um týska gróti, ið er heilt
serligt, og sum verður nýtt
í framleiðsluni á verkstað-
num, at bert ein av hesum
steinum kostar eini 14.000
krónur, skal hann keypast.
Steinurin hevur serligar
eginleikar og tolir ella
heldur m.a. feitti. Schæfer
sigur, at ikki er long tíð
síðani, at slíkt var vanligt í
t.d. blaðframleiðslu og at
hann í sínum ungu døgum
sá slíka framleiðslu til
reklamuprent. Hetta var í
1969.
Per Kirkeby hevur roynt
at hugt seg um á ferðini í
Føroyum og teknar tað, ið
hann hevur sæð.
Heimskendi danin Per Kirkeby arbeiðir í løtuni í Grafiska Verkstaðnum í Listaskálanum
og leygardagin verður framsýning
Mynd: Álvur Haraldsen
Ein serskúlaflokkur úr
Gotlandi hevur vitjað ein
flokk á sernámsdeplinum
og tey hava kent seg sera
væl móttiknan. Mikudagin
vitjaðu lærarar og
næmingar á Sosialinum
Mynd: Jens Kristian Vang