fríggjadagur 26. mai 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 100 - 26. mai 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 100 - 26. mai 2000
JAN MÜLLER
Tað var tann tíð, tá skúla-
barnaferðir vóru gerandis-
kostur her á landi - oftast
vóru tað føroyskir skúla-
næmingar, sum vitjaðu
danskar skúlaflokkar. Og
mong eru tey, sum í dag eru
tilkomin, ið hava góð minni
frá hesum skúlabarnaferð-
unum. Ja, fyri nøkur teirra
bleiv talan um eitt vinarlag
og kennskap fyri lívið.
Men eisini í dag er tað so,
at føroyskir skúlanæmingar
fara til Danmarkar og síðani
sjálvir fáa vitjan av donsku
skúlanæmingunum
teir
hava búð hjá og verið sam-
an við.
Tað eru 6b á Venjingar-
skúlanum og 6. flokkur á
Nr. Nissumskúla í Lemvig
kommunu í Norðurjútlandi
eitt gott dømi um. Eftir at
hava skrivað og samskiftað
á e-mail í fleiri mánaðir
varð so farið at skipa fyri
tiltøkum av ymsum slag og
umsóknir vórðu sendar
grunnum um stuðul til ferð-
ina. Og úrslitið varð, at teir
umleið 24 næmingarnir í 6b
herfyri fóru við flogfari til
Danmarkar. Leiðin gekk
fyrst til Billund, síðani víð-
ari norðureftir til Lemvig,
har skúlanæmingar í Nr.
Nissumskúla, foreldur og
lærarar tóku ímóti. Vitjanin
í Danmark var sera væl-
eydnað, og kanska ikki
minst tí at veðrið var so gott
allar dagarnar. Hitin var
upp í 20-25 stig flestu dag-
arnar. Undir vitjanini høvdu
føroysku skúlabørnini høvi
til at síggja og vitja ymisk
pláss í Lemvig umframt at
tað eisini varð farið til
Århus, har m.a. Den gamle
By og Tivoli vóru á skránni.
Donsku børnini til
Føroya
Mánadagin kom so túrurin
til 6. flokk á Nr. Nissum-
skúla. Eftir flúgvitúrin úr
Billund hittust føroysku og
donsku børnini úti á Frælsi-
num, har „gensynets glæde“
var stór. Tá tey høvdu
hálsfevnt hvør annan varð
farið heim til føroysku
børnini.
Eins og í Danmark varð
eisini gjørd ein áhugaverd
og fjølbroytt skrá fyri vitj-
anina. Fyrrapartin týsdagin
gekk leiðin út á Frímerkja-
deildina, har bæði donsku
og føroysku skúlabørnini
sluppu at síggja, hvussu
fólkini arbeiða við eini av
teimum mest týðandi før-
oysku útflutningsvørunum
aftaná fisk, nevniliga tey
sera vøkru føroysku frí-
merkini. Tey fingu so eisini
við sær frímerki og tilfar um
frímerkini. Og her eigur
Frímerkjadeildin rós uppi-
borið. Tey hava greitt úr
hondum eitt órúliga vakurt
og upplýsandi tilfar um
frímerkju okkara, og harvið
eisini um mentan og søgu
okkara.
Seinnapartin varð farið
við Rituni til Nólsoyar at
vitja fuglastapparin í oynni,
sum múlabant børnini við
síni áhugaverdu frágreiðing
um mongu føroysku fugl-
arnar. Og eingin sjóferð
uttan at koyra dorgina út.
Hóast oysandi regn allan
dagin, so varð hetta kortini
Skúlabørn úr Nr. Nissum
á spennandi Føroyavitjan
Glaðir skúlanæmingar úr
6. flokkunum á Venjing-
arskúlanum og á Nr.
Nissumskúla í Norður-
jútlandi hittast uttan fyri
skúlan á Frælsinum. Mynd
jan
ein stór uppliving fyri
donsku skúlabørnini.
Og soleiðis verður hildið
fram alla vikuna. Mikudag-
in varð vitjað í Eysturoynni,
og tá var bakandi sól. Leiðin
gekk til Tjørnuvíkar, Eiðis,
Gjáar og Gøtu. Hósdagin
varð vitjað á Fómís og á
Sosialinum á Argjum.
Í dag eru løgtingið,
Tinganes og Skansin á
skránni umframt túrur undir
Vestmannabjørgini og víð-
ari til Pollin í Saksun. Men
eingin Føroyavitjan uttan
eisini at leggja leiðina til
Kirkjubøar.
Leygardagin verður farið
til gongu um reynið til
Kirkjubøar, har børnini
verða víst runt. Men stóra
ynski teirra at hitta og síggja
Trónda Patursson kundi ikki
koma við á skránna á hesum
sinni. Heimskendi listar-
maðurin er nevniliga á ferð
í útlandinum.
Hetta er tíðin, tá sendi-
harrar og ráðharrar vitja í
Føroyum. Slíkar vitjanir fáa
oftani drúgva umtalu í
fjølmiðlunum. Men vit eiga
ikki at undirmeta týdningin
av skúlabarnavitjanum sum
hesi. Tær hava í mongum
førum uppiborið eins góða
umrøðu.
Sum eisini sæst á skránni
er ein skúlabarnavitjan sum
henda bæði til gaman og
álvara.
Endamálið
við
slíkum floksskifti millum
lond er m.a. at fremja norð-
urlendska medvitið. Vit
hava øll ein felags arv, sum
m.a. sæst aftur í norður-
lendskum samstarvi. Ann-
ars er endamálið við slíkum
ferðum eisini at skilja mót-
setningar og líkheitir mill-
um føroyingar og danir, at
betra um málkunnleikan hjá
næmingunum og at venja
næmingarnar í brúki av
kunningartøki. Í hesum
sambandi hava næmingar-
nir, áðrenn umbýti fór fram,
havt høvi at samskifta um
internetið. Ætlanin við slík-
um ferðum er so haraftrat,
at lærarar á skúlunum, bæði
í Danmark og Føroyum,
skulu kunna næmingarnar
um serstøk mentunarlig,
geografisk og vinnulig við-
urskifti, møguliga í sam-
bandi við eina evnisviku.
Vónandi hevur hetta eins
og onnur skúlabarnaumbýti
verið við til at menna
forstáilsi millum skúlabørn
í Føroyum og Danmark -
fyri hvørjum øðrum og fyri
báðum londunum.
Eftir at føroysku skúla-
børnini høvdu verið eina
viku í Danmark komu
donsku næmingarnir
mánadagin til Føroya, og
her síggja vit teir hálv-
fevna føroysku floks-
felagarnar. Mynd jan
JAN MÜLLER
Hesa vikuna hevur nýggi
norski sendiharrin í Dan-
mark, Dagfinn Stenseth og
konan Raili vitjað í Før-
oyum. Sendiharrin tók við
nýggja starvinum í fjør, og
hetta er fyrsta vitjan hansara
í Føroyum. Undir vitjanini
hevur sendiharrin hitt løg-
mann, varaløgmann, olju-
málaráðharran
umframt
umboð fyri vinnuna og
ymsar stovnar.
Norski sendiharrin nýtti
týsdagin høvi til at støkka
inn á gólvið í Ferðaráðnum
á Kongabrúnni. Har hitti
hann nýggja stjóran í Ferða-
ráðnum, Hera Niclassen.
Hetta er fyrsta almenna
vitjanin á Ferðaráðnum,
síðani nýggi stjórin tók við
og hevur hann bert góð orð
at bera sendiharrahjúnum. -
Eg kann bert siga, at hetta
eru sera dámlig fólk. Sendi-
harrin sjálvur er sera vitugur
maður, sum hevur drúgvar
royndir í sendiharrayrkin-
um. Hann hevur verið
sendiharri í Ruslandi í 14
ár, tvs. at hann var sendi-
harri bæði tá Gorbatjov kom
til og tá Sovjetsamveldið
skrædnaði sundur sigur
Heri
Niclassen,
sum
serstakliga beit merki í tann
ovurstóran áhugan sum
norski sendiharrin hevur í
Føroyum og ikki minst før-
oyskari ferðavinnu.
Hann frøddist serliga um,
at Smyril Line hevur eina
rutu til Bergen og Atlantic
Airways eina rutu til Sta-
vanger.
Hann
lovprísti
Smyril Line og vónaði, at
tað fór at ganga væl við tí
nýggja skipinum.
Sjálvur
vónar
nýggi
ferðavinnustjórin, at ein slík
vitjan kann vera við til at
menna samvinnuna millum
Føroyar og Noreg. -Hetta er
so fyrsti sendiharrin, ið
vitjar á Ferðaráðnum, sum
eg tók við starvinum. Eru
allir sendiharrar líka vinar-
ligir, skilagóðir og dámligir
sum hesin, so lovar tað væl
fyri samvinnuna millum
Føroyar og onnur lond og
her vónandi eisini fyri før-
oyska ferðavinnu leggur
Heri Niclassen aftrat.
Jens Stoltenberg til
Føroya
Eisini Anfinn Kallsberg,
løgmaður ynskir nýggja
norska sendiharranum í
Danmark vælkomnum til
Føroya. Nú hava Føroyar og
Noreg sum samvinnu á
mongum økjum, men hann
heldur, at møguleikar áttu
at verið at ment samvinnuna
á tí nýggja oljuvinnuøk-
inum eisini. Sjálvur vitjaði
løgmaður Noreg í fjør, og
tá hevði hann m.a. høvi til
at hitta fleiri ráðharrar og
eisini ein oljupall. Undir
vitjanini beyð hann táver-
andi norska forsætisráðharr-
anum at vitja í Føroyum. Nú
hevur so Jens Stoltenberg
tikið við forsætisráðharra-
sessinum, og hann hevur
boðað frá, at hann fegin
vitjar í Føroyum, men tað
verður ikki sum ætlað í
heyst. Jens Stoltenberg skal
finna eina tíð, ið er hóskar
inn í hansara arbeiðsskrá.
Norski sendiharrin vitjaði
í Oljumálastýrinum miku-
dagin, har hann m.a. hitti
Eyðun Elttør, landsstýris-
mann. -Vit nýttu høvi at tosa
um gongdina í øllum olju-
málinum og var serstakur
dentur lagdur á útbjóð-
ingina. Hóast vit ikki tosaðu
um nakað ítøkiligt, so havi
eg kortini vónir um, at før-
oyingar
og
norðmenn
kunnu arbeiða saman á olju-
økinum, nú henda vinnan
skal byggjast upp. Tað er
eingin loyna, at nettupp
norðmenn hava drúgvar
royndir á økinum, og vón-
andi kunnu vit læra av teirra
royndum sigur Eyðun Elt-
Royndur og
dámligur
sendiharri
á vitjan
tør, sum vísir á tað góða
samstarvið, ið longu hevur
tikið seg upp á útbúgv-
ingarøkinum.
Nógv ár í Moskva
Dagfinn Stenseth er lætt-
vektari í sendiharrayrki-
num. Hann hevur arbeitt
fyri norsku uttanríkistæn-
astuna síðani 1960. Í áru-
num frá 62 til 65 var hann
attaché á sendistovuni í
Moskva, frá 65 til 69 var
hann skrivari í Uttanríkis-
ráðnum, frá 69 til 72 var
hann sendiharraskrivari í
Bonn, frá 73 til 78 varastjóri
í Uttanríkisráðnum, síðani
sendiharri í Moskva og
Ulan Bator í Mongolia frá
79 til 85, frá 85 til 90 polit-
iskur samskipari og av-
greiðslustjóri í Uttanrík-
isráðnum, frá 90 til 94 aftur
sendiharri í Moskva somu-
leiðis fyri Ulan Bator,
Tbilisi, Alma-Ata, Bisjkek,
Tasjkent, Askhabad og
Jerevan, frá 94 til 97 sendi-
harri í Finlandi, frá 97 til
99 serráðgevi í Uttanríkis-
ráðnum og frá 99 sendiharri
í Danmark.
Seinasta dagin á vitjanini
hitti sendiharrin stjóran í
Føroya Banka, hann vitjaði
eisini í Norðurlandahúsi-
num og í Listaskálanum.
Lógvatak fyri øktari samvinnu millum Føroyar og
Noreg. Stjórin í Ferðaráðnum, Heri Niclassen hittir
norska sendiharran í Danmark, Dagfinn Stenseth. Mynd
jan
Bretsk útbjóðing
seinkað í hálvt ár
gassfund, so kann seinkanin
fáa
avleiðingar
fyri
virksemi
og
tilrætta-
leggingina hjá oljufeløgu-
num uppá eitt sindur longri
sikt.
Útbjóðingin av økjunum
nærhendis føroyska mark-
inum hevur longu verið út-
sett í eina tíð, og tí kemur
henda nýggja útsetingin
ikki væl við hjá oljufeløg-
unum ella bretska oljuídn-
aðinum. Tað er stigið hjá
Greenpeace at fara í rættin
við stjórnini um nettup
umhvørviskrøvini til nýggja
oljuleiting, sum er orsøkin
til seinkanina.
Spurningurin er, hvørja
ávirkan ein slík seinking av
leiting í bretskum øki kann
fáa
fyri
virksemi
á
føroyskum øki. Keldur, sum
Sosialurin hevur tosað við,
eru ójavnar á máli. Ein sig-
ur, at hetta er óheppið fyri
føroysku útbjóðingina, tí
tað ger, at tað verður minni
seismiskt virksemi í Hvíta
økinum. Ein onnur kelda
heldur tað kann vera gott
fyri Føroyar, tí nú verður so
alt fokuserað uppá føroyska
landgrunnin.
JAN MÜLLER
Tann 19. útbjóðingin á
bretskum øki verður helst
seinkað í eitt hálvt ár aftrat.
Orsøkin tykist vera tann, at
stjórnin enn ikki hevur
fingið umhvørviskrøvini til
oljuleiting á Atlantsmóti-
num uppá pláss. Hetta
skrivar skotska blaðið Press
and Journal. Ein tals maður
fyri DTI sigur, at teir hava
undirmett tíðina tað tekur til
at seta í gildi nýggju um-
hvørviskrøvini.
Sambært skotska blaðn-
um so fer seinkingin at hava
ávirka leitingina í tí so-
kallaða Hvíta økinum, sum
við marknaavtaluni við
Føroyar gav Bretlandi eitt
stórt nýtt øki at leita eftir
olju á. Tað var eisini hetta
økið, sum bretski oljuídnað-
urin peikaði á, tá hann legði
trýst á myndugleikarnar um
at fáa eina skjóta avtalu við
Føroyar um markið.
Meðan hetta ikki fer at fáa
nakra avleiðing fyri verandi
leiting í økinum og heldur
ikki nógv umrøddu boring-
ina hjá ExxonMobil nær
markið, har tað skilst, at fel-
agið hevur gjørt eitt stórt
Hesa vikuna hevur nýggi norski send-
iharrin í Danmark, Dagfinn Stenseth
vitjað í Føroyum. Nýggi ferðastjórin,
sum hevur hitt sendiharran, heldur,
at valið av sendiharra vera sera
heppið
C. Ployensgøta 4 • 100 Tórshavn
Tel. 31 25 31 • Fax 31 23 19
SP/F MARJUN HEIMÁ
Sosialurin - 311820
ALT TIL SEYMING
Á EINUM STAÐ
Vit hava beint nú fingið ein hóp av
nýggjum vøkrum bondum og øðrum at
seta upp á klæðir.
Eisini nýggjar knappar og mangt annað.
Annars hava vit vanliga alt sum tú skalt
brúka til seymingina. Kom inn og síggj!
NERVØST VELOUR
BERT kr. 39,- pr. m.
TOY TIL FØROYSKT SKJÚRT
140 cm. br. kr. 990,- pr. m.
SVØRT ELASTIKBELTIR
5 cm. br. kr. 87,- pr. m.
4 cm. br. kr.70,- pr. m.
3 cm. br. kr.65,- pr. m.
BUKSUVAÐMAL
150 cm. br. kr. 234,- pr. m.