Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mai 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HØGNI MOHR Fleiri virdir føroyingar og útlendingar leggja røddir til, tá ið Føroya Symfoniorkest- ur og solistar fara á pall í Norðurlandahúsinum at framføra tónleikamyndina, Jesus og Makedónaran, 12. juni kl. 17.00. Millum teirra, ið fara á pall at lata sangin ljóma, eru okkara egnu Rúni Bratta- berg (presturin, Annas), Ernst Dalsgarð (Jesus), Berghild Poulsen (Maria Magdalena) og Ólavur Jøkl- adal (Pilatus). Tey verða væl stuðlað av íslendska gesta- sangaranum, Ólafi Kjartani Sigurðarsyni (Makedónar- in), svenska Peturi Bohman (Judas) og donsku/føroysku Randi Madsen (skøkja). Óbroyttur tekstur Jesus og Makedónarin vórðu framførdir á fyrsta sinni 25. mei í 1984. Men upprunaútgávan av verki- num var ein blanding av rokki, klassiskum tónleiki og sjónleiki. Framførslan 2. hvítu- sunnudag er broytt mun- andi. Teksturin er hin sami, men verkið er nú skrivað fyri symfoniorkestur og verður framført sum konsert ella oratorium. Operasang- ararnir vera í vanligum kon- sertbúnum og tað verður onki »rennarí« á pallinum, sum Pauli í Sandágerði, tón- asmiður, tekur til Men kortini verður dia- logur millum luttakararnar, ið hava sínar serskildu leik- lutir. Altjóða snið Pauli í Sandagerði, ið hevur gjørt allan tónleikin í verk- inum, hevur áður umskrivað verkið um Jesus og make- dónaran. Tað var í sambandi við framførslu í Skotlandi fyrst í nítiárunum. Hesa ferð hevði Føroya Symfonior- kestur tørv á einum verki til 1.000 ára haldið fyri kristn- ingina í Føroyum. Úrslitið er, at Jesus og Makedónarin sum tónleikaverk hevur fingið altjóða snið. Nú kann ein og hvør orkesturleiðari taka verkið í nýtslu uttan stórvegis hóvasták. Tónasmiðurin er vísur í, at verkið, sum nú verður framført í Norðurlandahús- inum, er liðugt. Jesus og Makedónarin í nýggjum hami KONSERT. Ann- an hvítusunnudag frumframførir Føroya Symfoni- orkestur nýggju útleggingina av tónlistaverkinum Jesusi og Make- dónaranum hjá Paula í Sandá- gerði og Sig- mundi Poulsen Einfaldi boðskap- urin HØGNI MOHR Søgan um Jesus og makedónaran fer í høv- uðsheitum fram á sein- astu døgum Jesusar. Ein grikskur sjómaður (makedónarin) fer í brúdleyp hjá bróðuri sínum í Kána. Har hittir hann Jesus, sum hann heldur vera ein stuttlig- an jass, tí Hann dugir at gera vatn til vín. Makedónarin kennir lítið til átrúnað og trúgv, men hann verður áhugaður í manninum, Jesusi og fer aftaná lær- usveinum hansara. So við og við vísir tað seg, at makedónarin, og kvinnurnar skilja Jesus og boðskap hansara nógv betur enn hinir skriftlærdu jødarnir. Ein moralur í søguni um sambandið millum Jesus og makedónaran er, at hin einfaldi boð- skapurin um t.d. næstr- akærleika kann hvørva í hurlivasanum av tor- skildum skriftstøðum. – Operasangararnir vera í vanligum konsertbúnum og tað verður onki »rennarí« á pallinum, sigur tónasmiðj- urin, Pauli í Sandágerði - Hvørt einasta av teimum 11 løgunum á fløguni er nakað heilt serligt. Ikki eitt einasta av teimum er eftir mínum tykki eitt veikt lag sigur Malan um fløguna, sum í dag verður at fáa í fløguhandlunum Malan smæðist ikki við at kalla nýggju fløguna eina reindyrkaða poppfløgu. - Føroyskur poppur til før- oyska fólkið! Á fløguni, sum hevur fingið stutta heitið Malan, eru bæði still og innilg løg, og eisini meira lívlig løg. Serliga spenta sigur Malan seg vera uppá móttøkuna av einum latino lagi. Malan heldur sjálv, at hon er sera heppin, at vera sloppin at gera eina fløgu, har tónleik- urin er skræddaraseymaður til hennara rødd. Tónleikurin á fløguni er skrivaður av Kára Jacobsen. Kári er maðurin aftan fyri Fragd at syngja inn fleiri føroyskar landaplágur, eitt nú Tann deiliga Havn og Stórasystur og lítli- beiggi. Eisini útlendingar hava havt gleði av tónlist- arligu gávunum hjá Kára Jacobsen, seinast var tað Grace Jones. Hóast sín unga aldur, er Malan ein av mest royndu føroysku songkvinnunum. Longu heilt lítil fór hon undir at syngja, og hetta hevur bara vundið uppá seg. Malan verður av teimum flestu sett í samband við Mark No Limits, tað var saman við hesum bólkinum at tað eydnaðist henni at vinna Prix Føroyar kapp- ingina Tað hevur tikið Maluni umleið tvey ár at gera hesa fløguna, sum fyri tað mesta er innspæld í Keypmanna- havn. Tað er 3‘arin sum gevur Maluna út. Malan Eyðunsdóttir gevur í dag út nýggja fløgu . -Tað er serliga tey framúr góðu løgini sum hava gjørt fløguna til eina fragd at syngja inn sigur Malan 7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 100 - 26. mai 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 100 - 26. mai 2000 Hoyvíksgarður aftur í 20‘ini brúktar vóru tá, og Osva Ol- sen, fólkalívsfrøðingur, sum er savnsvørður á Fornminn- issavninum sigur, at fólk hava verið sera beinasom at rørum ella radiatorum er at síggja. – Vit hava gjørt alt frá grundini. Øll arbeiðsgongd- in er skrásett, so tað ber altíð til at venda aftur til onnur tíðarskeið, um tað einaferð verður ynskiligt, sigur Sím- un V. Arge, settur landsant- ikvarur. Tey á Fornminnissavni- num hava lagt stóran dent á at fáa húsið at síggja út inn- an, sum tað gjørdi í 20‘u- num. Har máling er nýtt, er málað við gamlari linolju- máling. Út frá gamla tapet- inum, tey hava funnið í hús- inum, er nýtt tapet prentað á serligum virki í Noreg. Nógv er gjørt burtur úr at finna lutir og búnyttur, sum EIRIKUR LINDENSKOV Niðarliga í Hoyvíkini stend- ur gamli Hoyvíksgarður, nýbræddur við finskari tjøru. Fornminnissavnið hevur boðið til tíðindafund í góðveðrinum - og verður fundurin hildin í roykstov- uni aftur við kaffi og smá- køkum frá 20‘unum. Komin inn í roykstovuni eru vit farin 80 ár aftur í tíðina, tí gamli bóndagarð- urin stendur nú, sum ein slíkur garður gjørdi í 1920‘- unum. Hesin garður, sum er bygdur umleið 1810, skal verða karmur um útisavnið í Hoyvík, sum lat upp leyg- ardagin. Arbeiðið við at endur- skapa Hoyvíksgarð byrjaði í 1993, og hevur verið ar- beitt so hvørt, sum pengar- nir hava verið til taks. Alt arbeiðið er gjørt frá grundini - og á sama hátt, sum tað var gjørt í teirri tíð- ini. Og sum vera man, tá talan er um restaurering, so verður sum mest varðveitt av tí gamla tilfarinum. Um onkur syll hevur verið rotin ella fýretin í støðum, so er bert tann parturin skiftur út, og nýtt tilfar lúsað íaftur, eins og einstakar fjalar eru skiftar, um tað hevur verið neyðugt. Munurin á restaurering og at gera av nýggjum er, at bert tann parturin av tilfari- num, sum er so vánaligur, at hann ikki kann brúkast, verður skiftur. Stórur dentur er lagdur á, at sum minst skal síggjast av tí nýggja, og als ikki ný- tímans hentleikar so sum el- innleggingar og miðstøðu- hiti. Hitin er lagdur undir gólvið, so húsini verða upp- hitað uttan at farvegurin av Eitt sindur um Hoy- víksgarð Hoyvíksgarður varð onkuntíð í miðøld skiftur sundur í tveir garðar. Um ár 1600 vóru teir aftur lagdir saman til eitt festi, sum tlsamans taldi 18 merkur innan- garðs Fyrst í 1800 árunum varð festið aftur sund- urbýtt. Bóndin varð tá sitandi við hálvum garðinum, meðan fúti og sorinskrivari yvir- tóku hina helvtina. Í sambandi við hetta fest- ibýtið vórðu sethúsini Niðri í Stovu, núver- andi Hoyvíksgarður, bygd. Fútin fekk gomlu sethúsini, Uppi í Stovu. Hagin var tilsamans 12 merkur og bar 440 áseyðir. Seinni vórðu eisini fleiri traðir inn- lagdar og nýttar sum sjálvstøðug brúk. Trøð- in Uttan fyri Garðar, varð innløgd umleið 1830, Hvítanes í 1838 og Úti á Tanga, sunnan fyri Sundsá, í 1867. Um 1810, tá ið garð- urin varð býttur í tvey festi, hevði bóndin 308 áseyðir, sjey mjólkikýr, eitt fýramannafar og eitt áttamannafar. Upp- sitarin hjá fútanum hevði 180 seyðir, fimm mjólkikýr og eitt fýra- mannafar. Um hetta mundið vóru 10 fólk í húsi hjá bóndanum, og seks fólk hjá uppsitar- anum. Í sambandi við velt- ing hjá Royndarstøðini frá 1936 til 1954 eru funnar bústaðarleivdir í Kúrdali, sum vísa á eldri búseting. Søgnin sigur, at bóndin, ið festi í 1722, flutti húsini haðani til Heima á Garði, har sethúsini nú eru. Í 1921 yvirtók Royndarstøðin Fútans Garð. Orsakað av ný- bygninginum hjá Royndarstøðini blivu húsini Uppi í Stovu niðurtikin. Tilfarið varð m. a. endurnýtt til hoyggjhúsið á Sortu- grasastykkinum go til eitt úthús á Hvítanesi. Framsýningin á Hoy- víksgarði er sera áhug- averd - serliga fyri før- oyingar at síggja, hvussu forfedrar okk- ara livdu fyri áttati ár- um síðani. Fram-sýn- ining er sera væl egnað til skúlaflokkar o. l. lænt og givið teimum slíkar lutir - eisini lutir, sum hava hoyrt til húsið. Umframt sjálvan bónda- garðin, so umfatar ætlanin eisini øll úthúsini, sum hoyra til garðin. Nøkur eru sett í stand og onnur verða sett í stand seinni. Símun V. Arge sigur, at tey eisini hava endurreist úthús, sum hava ligið sum toftir í manna- minni. Hóast fleiri av úthúsunum hava verið niðurdottin langt fyri 1920, og tískil verða sett í stand til eitt eldri tíð- arskeið, so verður hetta kortini gjørt fyri at vísa funktiónirnar, tey høvdu. Men hví 1920, kunnu vit spyrja. – Mourits Mohr, bóndi tók við festinum í 1912, og gamli bóndin, Poul Mohr, doyði í 1920, og gólv varð lagt á í roykstovuni umleið ár 1920, sigur Osva Olsen. Hon sigur eisini, at vit í Føroyum eiga fleiri aðrar bóndagarðar, sum lýsa eldru tíðina. Framsýningin er opin mán. til fr. frá klokkan 10- 17 og í vikuskiftinum frá kl 14-17. Kostnaðurin er 30 krónur, men børn og skúl- aflokkar hava ókeypis atgongd. 200 ára gamli Hoyvíksgarður er nú settur í stand og er latin upp sum savn, ið skal ímynda eini føroysk bóndahús frá 1920 árunum Fýra av teimum, sum hava luttikið í verkætlanini: Mayfinn Norðoy, arkitekt- ur, Osva Olsen, fólkalívs- frøðingur og savnsvørður, Marita Weihe, arkitektur og Símun V. Arge, lands- antikvarur Mynd: Jens Kristian Vang Stórur dentur er lagdur á at fáa til vega íløt o. a. frá 20‘unum Mynd: Jens Kristian Vang Bóndans stova í 20‘unum… Mynd: Jens Kristian Vang støðirnar kring landið Í Gundadali tel. 31 47 70 Í Kollafirði tel. 42 10 83 Í Saltangará tel. 44 91 33 Í Klaksvík tel. 45 73 53 Í Sørvági tel. 33 20 01 Í Leirvík tel. 44 33 60 Í Skálafirði tel. 44 12 00 VIKA 21 VIKA 21 1 T 1 Teaching Mrs. T eaching Mrs. Tingle ingle 2 Generalens datter 2 Generalens datter 3 Deep Blue Sea 3 Deep Blue Sea 4 She's all that 4 She's all that 5 5 Fight Club Fight Club 6 6 Star W Star Wars Den usynlige fjende ars Den usynlige fjende 7 The Blair W 7 The Blair Witch Pr itch Project oject 8 Simon Sez 8 Simon Sez 9 Boondock Saints 9 Boondock Saints 10 End of Days 10 End of Days p e t u r & p e t u r 3 2 0 8 7 0 Instinct American Pie