fríggjadagur 26. mai 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ORÐ OG MYNDIR:
JOHAN JACOBSEN
Ljóð verða oftast saman-
Brimgangur í Sjón-
leikarhúsinum
borin við bylgjur. So ein
kann siga, at veruligur brim-
gangur var í Sjónleik-
arhúsinum leygarkvøldið.
Brimið dundi og alduskvatl
kýndi hoyrnina. Her er nú
ikki talan um vatnskaða ella
nakað líknandi, men eitt
tónleikatiltak.
Glorybox, sum nú fyri-
reika seg til at spæla á Ros-
kilde Festivalinum i Dan-
Glorybox á pallinum í Sjónleikarhúsinum
mark, hevur havt eina lítla
konsertferð her á Føroya
klettum. Hetta er ikki fyrstu
ferð, Glorybox hevur spælt
her. Fyri einum ári síðan
hevði bólkurin tvær kon-
sertir í Føroyum, í Gøtu og
í Klaksvík. So fólk kenna
kanska eitt sindur til bólkin.
Trupult er at seta eitt heiti
á tónleikin, men "Noise-
pop" hevur verið uppi og
vent. Guitarljóð við effekt-
um eru dominerandi og seta
landslag tónleikin. Helst eru
hetta
eksperimenterandi
tónar, ið eru tætt knýttir at
tónleikarunum
sjálvum.
Okkara egna føroyska veð-
urlag hevur nógv til felags
við tónleikin hjá Glorybox.
Tað skiftir so lýðandi, frá
sól til regn, frá heilt góðum
veðri til kolandi storm. Og
brimið brýtur til dømis í
"digitalum lava".
Føroyingur við
Nevnivert er í hesum sam-
bandi, at guitaristurin Jan
Johansen er føroyingur. Og
tað ber næstan til at síggja,
at tað fer at regna í tí
væleydnaða
»Farewell«,
sum hann sjálvur syngur.
Við guitarfeedback og øðr-
um ljóðeffektum gevur
hann sangunum sín serliga
lit.
Bassisturin, Je, ber sang-
irnar har teir skula. Á kon-
sertunum virkar tónleikurin
ofta við meiri livandi mátti,
enn fløgan kann gera, og her
eiga bassisturin og nýggi
trummusláarin sín grund-
leggjandi lut. Sarah Heburn
hevur eina rødd sum ein
eingil; hon hoyrist betri á
"Vacuum", sum higartil er
einasta fløgan av Glorybox;
hon kom út í fjør.
Pallframførslan var liv-
andi og stuðlaði tónleiki-
num heilt væl. Tey hava
roynt tað fyrr; altso, traðka
á ein pall. Bólkurin hevur
verið á konsertferð ymsa-
staðni í Evropa og USA, og
talan hevur eisini verið um
ein møguligan túr til Japan.
Og sum sagt verður Glory-
box eisini á Roskilde Festi-
valinum í summar.
Eisini friðarligt
Nógv lív var í tónleikinum
hetta kvøldið á pallinum í
Sjónleikarhúsinum,
og
einstakir áskoðarar vóru við
upp á tað og flippaðu við;
men tey flestu vóru meira
føroysk í tí. Kvøldið eftir
var konsertin í Losjuni í
Gøtu. Her var eingin pallur,
og tað virkaði sum bólkurin
dámdi tað betri. Meiri
javnvág var millum bólk og
áhoyrarar hetta kvøldið.
Endin á konsertini eydn-
aðist serliga væl, ein meiri
friðarlig løta, har Sarah betri
slapp at útfolda sína eingla-
rødd. Endað varð við eins-
artaðum tónum, sum "sjálv-
ir" spældu upp móti roki-
num frammanundan. Ein
serligur endi, og í mun til
heildina friðarligt.
Sjáldsamt er at síggja ein
so væl samanspældan og
"professionellan"
bólk
spæla fyri eitt sindur yngri
føroyskum, tónleikaáhug-
aðum, áhoyrarum; alt ov
sjáldsamt. Eitt veldugt til-
tak, sum vónandi verður
endurtikið.
FRÓÐI LØKSÁGARÐ
Í sendingini Fimmarin í Út-
varpi Føroya mikudagin,
kom fram, at partur av
kirkjufólkinum í Klaksvík,
var farin undir at savna und-
irskriftir, fyri at mótmæla
avgerðini hjá einum meiri-
luta av kirkjuráðnum, og
teimum báðum prestunum,
Niels Paula Danielsen og
Hans Eiler Hammer, at
nokta Karsten Nissen, bispi
í Viborg, at prædika í
Christianskirkjuni.
Ásbjørn Lómaklett sum
er ein av stigtakarunum til
innsavnanina av undir-
skriftum sigur, at hetta fyrst
og fremst verður gjørt fyri
at vísa á óngøgdina hjá stór-
um parti av kirkjufólkinum
í Klaksvík, um tað sum
hann nevnir fundamentalist-
isku avgerðina hjá einum
meirluta av kirkjuráðnum
og teimum báðum prestu-
num
Asbjørn Lómaklett, sigur
víðari, at tey sum standa fyri
innsavningini, ikki taka
nakra støðu í málinum um
tey samkyntu, men bara
vilja átala tað ófólkaligu
viðferð bispurin í Viborg,
Karsten Nissen, hevur fing-
ið í hesum máli. -Hetta er
stór skomm, sigur Asbjørn
Lómaklett, sum sigur víð-
ari, at hetta er lítið sømiligt
fyri túsundárahaldið. Tann
vakra altartalvan í Christi-
anskirkjuni, sum flest øll
eru samd um er rættuliga
prýðilig, stavar úr Viborg,
og Asbjørn Lómaklett og
hinir stigtakararnir til inn-
savningina halda tað vera
rættuliga løgið, og hartil ó-
fólkaligt at nokta hægsta
kirkjuliga mynduleika í Vi-
borg, at prædika í Christi-
anskirkjuni.
Ætlanin er at senda allar
undirskriftirnar til Føroya
bisp, soleiðis at hann kann
síggja, at klaksvíksingar
ikki eru samdir í hesum
máli, soleiðis at hann síggja,
at orsøk er til at broyta tiknu
avgerðina. Tey, ið standa
fyri innsavningini av undir-
skriftunum siga seg ikki
vera heilt greið yvir, um
bispur, útfrá samlaðu und-
irskriftiunum, kann broyta
nakra tikna avgerð í hesum
máli, men tey halda at tað
undir øllum umstøðum ein
fínur máti at vísa sína ónøgd
Ásbjørn Lómaklett sigur
at enda, at hann ivast stór-
liga um Karsten Nissen vil
prædika í Klaksvík hóast
alt, um avgerðin hjá kirkju-
ráðnum og teimum báðum
prestunum í Klaksvík skuldi
verið broytt, eftir tað ringu
viðferð hann hevur fingið.
Savna undirskriftir
í Klaksvík
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 100 - 26. mai 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 100 - 26. mai 2000
Fara at gera sambýli í
Havn til fólk í barndømi
komin til nakra niðurstøðu
um, akkurát, hvussu byggj-
ast skal.
– Men tað, sum liggur í
kortunum er, at vit skulu fáa
gongd á stovnspláss til eini
12-14 fólk.
– Tað, sum eisini liggur í
kortunum, er, at vit ætla at
gera okkurt fyri at bøta um
støðuna hjá teimum eldru,
sum eru í barndømi.
– Tí er tað heldur ikki
endaliga avgjørt, um talan
verður um tvey sambýli,
sum kortini liggja saman.
– Liggja tey saman, verð-
ur raksturin bíligari, tí tey
kunnu hava fleiri hentleikar
felags.
– Men eitt sambýli til fólk
í barndømi setir onnur krøv
til stovnin, enn eitt vanligt
sambýli og tí er endalig
støða ikki tikin til spurn-
ingin enn. Men tað er nak-
að, sum vit mugu raðfesta,
tí fólk í barndømi, hava líka
góðan rætt til eitt virðiligt
lív, sum øll onnur hava.
Elin Lindenskov sigur, at
tá ið hetta er fingið á føtur,
heldur hon, at býráðið má í
hvussu so er byggja ein
stovn um árið, helst meiri,
tí eldraøkið er eitt mál, sum
er líka átrokandi at loysa
sum barnaansingin, og tí má
býráðið eisini raðfesta hetta
øki frammaliga tey kom-
andu árini.
– Eg kann sjálvandi ikki
siga, hvussu nógv verður
bygt, tí peningurin skal set-
ast av.
– Men hetta er so tað, sum
vit arbeiða fram ímóti og
hetta er eisini í samsvari við
eldraálitið, sum varð gjørt
herfyri, leggur hon afturat.
ÁKI BERTHOLDSEN
Tórshavnar Býráð er nú av
álvara farið undir at gera
umstøðurnar betri hjá teim-
um eldru í kommununi.
Og Elin Lindenskov, for-
kvinna í sosialu nevnd, sig-
ur, at ætlanin er í hvussu so
er at fáa gongd á ein stovn í
ár.
Hon sigur, at Sosiala
nevnd hevur stutt síðani
havt fund, har eitt nú um-
støðurnar hjá teimum eldru
vóru til viðgerðar.
– Vit eru ikki komin so
langt enn í ár, sum vit høvdu
ætlað, tí vit hava ikki havt
nakað grundstykki enn.
Men stykkið má so
útvegast nú
Hon sigur, at hóast stykk-
ið ikki er útvegað enn, er
sosiala nevnd kortini samd
um, at halda á við fyrireik-
ingunum, so at tað kann
verða klárt at byrja upp á
sjálva byggingina beinan-
vegin eftir ársskiftið.
Til fólk í barndømi
Elin Lindenskov sigur, at
tað, sum Býráðið í fyrstu
syftu arbeiðir við, er at fáa
gongd á eitt, kanska tvey
sambýli í ár, so at tey kunnu
verða liðug seint komandi
ár.
Peningur er settur av í ár
til fyrireikingar og projekt-
ering o.s.fr. 500.000 krónur
eru settar av til tað í ár, men
skal nakað byggjast, má
munandi setast av komandi
ár.
Forkvinnan í Sosialu
nevnd sigur, at av tí at til-
takið enn bara er undir fyri-
reiking, er nevndin ikki
Tað var ov dýrt
Býráðslimir á Tvøroyri vilja ikki á
skeið fyri 10.000 krónur í part
ÁKI BERTHOLDSEN
–Fínt skal tað vera.
Hetta var ein viðmerk-
ing á býráðsfundi á Tvør-
oyri mikukvøldið.
Tvøroyrar Kommuna er
limur í býarfelag Føroya.
Og haðani var eitt tilboð
komið, sum Tvøroyrar
Býráð skuldi taka støðu til
á fundinum mikukvøldið.
Býarfelagið hevur sent
øllum limakommununum
eitt tilboð um at halda
skeið fyri býráðslimum.
Skeiðið skal vera í Dan-
mark í vár og tað kostar
10.000 krónur fyri hvønn
býráðslim. Tað varar eina
viku og endamálið við tí
er at læra býráðslimir at
fáast við kommunalpoli-
tikk.
Men uppskotið fekk
kaldliga móttøku í Tvør-
oyrar Býráð
–Fínt skal tað vera, helt
Heri Mortensen, sum ikki
dugdi at síggja nakra
meining í at senda býráðs-
limir í Føroyum niður til
Danmarkar á skeið. Hann
helt, at tað mátti verið bíl-
igari at fingið ein skeið-
leiðara til Føroyar at halda
skeið, enn at flyta fleiri
býráðslimir til Danmark-
ar.
Bergur Bærentsen tók
undir og minti á, at tá ið
hetta býráðið var nývalt,
var eitt dagsskeið í Havn
fyri nývaldar býráðslimir
og tað hevði verið gott.
Dánjal av Rana minti
eisini á at einaferð í sjeyti-
árunum hevði skeið verið
í nakrar dagar á háskúl-
anum í Havn fyri bý- og
bygdaráðslimir, og tað
hevði eisini gjørt nyttu.
Men tað var sum um alt
skuldi blásast so nógv upp
nú.
Aðrir býráðslimi vístu
eisini á, at kommunuval
verður seinni og ár, so at
teir býráðslimir, sum
møguliga fara á skeið,
verða kanska nakrir heilt
aðrir, enn teir, sum hava
samtykt at fara á skeið.
Og býráðslimir á Tvør-
oyri hildu ikki, at tað var
rætt, at hetta býráðið sam-
tykti at senda eitt komandi
býráð á eitt skeið, sum tað
kanska ongan áhuga hevði
í, serliga tá ið tað var so
dýrt. Niðurstøðan á bý-
ráðsfundinum á Tvøroyri
varð sostatt, at tað varð
einmælt samtykt at havna
tilboðnum frá Býarfelag-
num.
Tórshavnar Býráð ætlar sær undir eitt miðvíst arbeiðið at bøta um umstøðurnar hjá teimum eldru og fyribils er ætlanin
at fáa gongd á eitt, ella tvey, lítil sambýli, sum eisini skulu gerast serliga til at kunna hýsa eldri fólki í barndømi
Ongi útlit til
at prísurin fer
at lækka enn
– Tvørturímóti er tað væntandi, at olja
og bensin verða enn dýrari
ÁKI BERTHOLDSEN
–Tað eru ongi útlit til, at
prísirnir á bensini og olju
fara at lækka aftur fyribils.
– Tvørturímóti vænti eg,
at bensinprísirnir fara at
hækka enn meiri ein av
komandi døgunum.
Tað heldur Niels Juel
Nattestad, stjóri á Statoil í
Føroyum.
–Prísirnir
hækkaðu
í
farnu viku og tað tykist ikki,
at gongdin fer at vendast
fyribils. Tí vænta vit, at
prísurin á bensini fer enn
longur upp onkran av kom-
andi døgunum.
Men um hann endar uppi
á yvir níggju krónum fyri
liturin, sum onkur spáar, er
ilt at siga, heldur hann.
Men tað er tætt við, tí
beint nú kostar blýfría ben-
sini 8,73 fyri liturin og kal-
iumbensin kostar 8,86 krón-
ur fyri liturin.
Eisini oljan er blivin nógv
dýrari og hon er dýrka næst-
an eina krónu seinasta árið.
Men nú um dagarnar er
tað hlst bensinið, sum er
dýrkað - og fer at dýrkað.
Fleiri orsøkir
Niels Juel Nattestad sigur,
at tað eru fleiri orsøkir til,
at prísirnir eru so høgir nú.
–Eitt er at goymslurnar
verri enn so eru so stórar,
sum ynskiligt er og tí kem-
ur fjáltur á. Ein orsøk til tað
er, at virksemið er vaksið
nógv skjótari enn væntað
eftir kreppuna í Asia, og tað
hevur gjørt, at oljunýtslan
er vaksin nógv skjótari, enn
væntað.
– Somuleiðis tykist tað, at
OPEC londini megnað at
halda saman og at semjast
um at halda framleiðsluna
á einum ávísum støði.
– Londini, sum brúka
olju, hava roynt at lagt trýst
hækkar ella lækkar framm-
anundan.
Og at enda nevnir stjórin
í Statoil, at dollarin er bara
gingin uppeftir, og tá ið olja
verður goldin í dollarum,
ger tað eisini sítt til, at oljan
er blivin so dýr.
Hann nevnir t.d., at um
árskiftið var dollarin uppi á
7,27 kr. men nú hevur hann
verið heilt uppi á 8,37 kr.
og vent. Sostatt er hann
hækkaður meiri enn eina
heila krónu uppá tríggjar
mánaðir.
–Hetta er ein høvuðsor-
søk til, at prísurin á olju og
bensini eru so høgur, s igur
Niels Juel Nattestad.
Mynd av
gomlum
fólki ( ÁH
á OPEC londini um at
hækka framleiðsluna, men
tað er ivasamt, men tað hava
tey higartil víst aftur.
Niels Juel Nattestad sigur,
at ein OPEC fundur verður
aftur í juni mánaða og tað
er við stórum spenningi, at
marknaðarlondini bíða eftir
úrslitinum av tí fundinum,
tí tað fær avgerandi týdning
fyri gongdina í oljuprísinum
framyvir.
– Men hartil kemur so
eisini, at prísurin á olju
verður oftani ásettur eftir,
hvussu útlitini eru. Eru útlit
til, at prísurin skal fara upp
ella niður, reagerar markn-
aður frammanundan og
– Fleiri, orsøkir eru til, at prísirnir á olju og bensini eru
so høgir nú, og væntandi fer prísurin á bensini enn longur
upp, sigur Niels Juel Nattestad, stjóri í Statoil í Føroyum
Niels Juel
Nattestad
( ÁH)
Miðað verður eftir at gera minst ein stovn um til eldru um árið, tí viðurskiftini
hjá teimum eldru er eitt líka stórt mál at loysa sum viðurskiftini hjá dagrøktini