fríggjadagur 26. mai 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 100 - 26. mai 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Tvíeggjað svørð
Føroyingar sleppa kanska at flúgva bíliga
til Suðurevropa í summar. Kappingarráðið
mælir Vinnumálastýrinum til at góðkenna,
at Mærsk Air fær loyvi at geva føroyingum
eitt tilboð at sleppa at flúgva bíliga til Suð-
urevropa í juli og hálvan august mánað.
Fer Vinnumálastýrð at góðkenna átakið hjá
danska flogfelagnum, fáa føroyingar av
álvara møguleika at flúgva bíliga. Hendan
møguleika hava felst øll havt hesi seinastu
árini, tá kappingin gjørdist frí og ymiskar
ásetingar eru gjørdar meiri liberalar.
Tað eru bara føroyingar og grønlendingar
um okkara leiðir, sum ikki hava havt henda
møguleika, emðan íslendingar hava kunn-
að gjørt sær dælt av at flogið bíliga so tað
forslær. Um føroyingar hava flogið umvegis
Ísland við Atlantsflog hava føroyingar kunn-
að flogið til USA og aftur fyri nakrar fáar
túsund krónur.
Nú fer hesin møguleiki at standa føroying-
um í boði at flúgva beinleiðis úr Føroyum
og til nakrar stórbýir í Evropa, um føroyska
og danska ferðslumálaráðið góðtaka átakið
hjá Mærsk Air. Og hví skal vinligi føroying-
urin ikki fáa hendan møguleikan?
Men, tað er sjálvandi altíð eitt men uppií.
Og tað er, at ein økt kapping við bíligari
ferðaseðlum kann fáa avleiðingar fyri før-
oyska flogfelagið, Atlantsflog. Men Atlants-
flog má kunna tola kapping. Alt gongur
móti fríari kapping á hesum øki, og vit
kunnu ikki hava eitt flogfelag, sum liggur
vart, og sum ger, at føroyingar ikki kunnu
fáa part í alsamt bíligari flúgving, vil onkur
siga.
Afturímóti hesum kann sigast, at hevði
landsstýrið við Atla Dam sum løgmanni
og Lassa Klein sum landsstýrismanni í
samferðslumálum ikki stovnað føroyska
flogfelagið, hvødu føroyingar ikki havt teir
bíligu flogferðaseðlar, sum teir hóast alt
hava nú.
Danska flogfelagið hevði ikki nakra kapp-
ing og príslegan var tí høg. Hóast flogfel-
agið hevði stórt avlop, søkti tað alla tíðina
um at sleppa at hækka prísirnar. Hesum
hevur kappingin frá Atlantsflog forðað fyri.
Tí má eisini ansast eftir, at vit ikki koma í
ta støðu, at føroyska flogfarið tapir í kapp-
ingini, og at vit sum frálíður aftur bara hava
eitt danskt flogfelag at dúva uppá. Tá fara
vit neyvan at hava so bíligar ferðaseðla-
prísir og fáa so góð tilboð, sum standa
føroyingum í boði í summar. Talan er tí um
eitt tvíeggjað svørð, sum landsstýrið má
handfara varisliga.
Stór muturgøla í Írlandi
Fyrrverandi írski forsætirsráðharrin, Charles Hauehey,er ákærdur fyri at
hava tikið ímóti 8,5 milliónur írskum pundum í mutri. Tað svarar til góðar 80
milliónir danskar krónur
EDVARD JOENSEN
DUBLIN
Fyrrverandi írski forsætis-
ráðharrin, Charles Hauehey,
er ákærdur fyri í seks førum
at hava tikið ímóti mutri í
tíðarskeiðnum frá 1979 til
1996. Upphæddirnar, sum
rætturin í Dublin nú kannar
liggja millum 50.000 pund
og 1,7 mió pund. Talan er
um mutur frá ymsum per-
sónum og fyritøkum, bygg-
ifeløgum, supermarknaðum
og ríkum arabiskukm prins-
um. Charles Hauehey kann
rokna við eini hampuliga
stórari revsing, verður hann
dømdur. Bara skattarokn-
ingin verður mett at fara at
liggja upp ímóti 10 milli-
ónum pundum ella út ímóti
100 mió donskum krónum.
Írland hevur upplivað
eina øgiliga búskaparliga
framgongd síðstu árini, og
hesa tíðina hava stóru al-
tjóða fyritøkurnar kappast
um at mutra leiðandi polit-
ikarar fyri at sleppa at gera
íløgur í írlandi.
ES letur stuðul, so sum
skattalætta, til fremmandar
fyritøkur, sum gera íløgur í
landinum. Og tað er m. a.
hendan skatta fyritøkurnar
mutra politikararnar fyri at
fáa.
Floytutrio á konsertferð
Floytutrioin mannað við
Magnu, Gunnvør og Andreu
fer at halda tvær konsertir
um vikuskiftið. Tann fyrra
verður
í
Gøtu
kirkju
leygardagin kl. 15.00 og hin
seinna í tí gomlu katólsku
kirkjuni í Nunnuskúlanum
sunnudagin kl. 17.
Skráin er sett saman við
verkum frá barokktíðini eft-
ir Boismortier og Quantz,
klassiskt við Mozart og mo-
dernað við Casteréde. Har-
afturat
frumframførir
Andrea eitt solostykki eftir
Kára Bæk, sum ber heitið
»Snjólýsi« eftir yrking hjá
Chr. Matras.
Magna
Jógvansdóttir,
Gunnvør
Eyvindsdóttir
Andrea Heindriksdóttir og Kári Bæk
Tað skal sláast fast beinan-
vegin,
at
heimasíðan,
www.hesufer.fo, ikki eigur
at takast í fullum álvara, tí
álvarsligar villur og propa-
ganda ræður í kjakskipan-
ini.
Nógv umtalaða heimasíð-
an, ið stuðlar uppundir full-
veldi, veitir brúkarum vill-
leiðandi og skeivar upplýs-
ingar.
www.hesufer.fo misnýtir
nøvn og viðmerkingar hjá
fólki, ið gera sær ómak við
at skriva innlegg í kjakpart-
in á heimasíðuni.
Innleggið varð broytt
Hetta kann tykjast sum ein
lítil teknisk søga, og er hon
lættari at skilja hjá fólki, ið
kenna til kjak-skipanina hjá
www.hesufer.fo.
Tann 19. mai valdi eg at
skriva eitt nýtt innlegg við
heitinum
”Propaganda“.
Skipanin setur sjálv avsend-
aran á inleggið, og tá tað
varð sent til kjakskipanina
hjá www.hesufer.fo, kom
tað sum ein rættur kvøkkur,
at evnið, eg hevði sent, var
broytt til viðmerking í ein-
um heilt øðrum kjaki.
H e i m a s í ð a n
www.hesufer.fo hevur eitt
yvirlit yvir viðmerkingar á
vinstru síðu, og har sæst,
hvør byrjar kjak og hvør
svarar aftur.
Til ber at trýsta á tey ym-
isku innleggini á vinstru
síðu, samstundis sum møg-
uleiki er at lesa viðmerking-
arnar høgrumegin.
Men her er alt eitt stórt
kaos, tí tá eg trýsti á mítt
egna innlegg vinstrumegin,
kom ein fyrilestur frá dul-
nevndum, ið kallar seg fyri
”Grønlandsfararin”, fram á
skíggjan.
Hesin skrivar so um tað
góða við fullveldinum og
tað negativa við Danmark
og Grønlandi. Hetta sam-
svarar sostatt ikki við mítt
innlegg til kjak, og vanligi
lesarin fær tíverri ta fatan,
at undirritaði, sum er for-
maður í Unga Sambandi-
num, hevur skift politiska
kós.
Misnýtslan
Hetta er ein háðan ímóti
einari meining, samstundis
sum tað er at misbrúka nøvn
og viðmerkingar til egnan
fyrimun. Tann háttur, við-
merking mín verður propa-
ganda-misnýtt uppá, fær tí-
skil mítt bikar at flóta yvir.
Systematiskt
propaganda
Eg vil heita á Vár í Ólav-
stovu, NORA ella Kjartan
Hoydal og restina av pro-
paganda-fólki/apparatum
teirra um at broyta teirra
hættir at bera fram sín boð-
skap uppá. Hetta luktar alt
ov langan veg av systemat-
iskum propaganda, sam-
stundis sum hetta týðiliga
gevur føroyinginum ein for-
smakk uppá fullveldið.
Tað skal líka nevnast, at
júst tað sama er hent í øðr-
um viðmerkingum, ið eg
havi
sent
til
www.hesufer.fo.
Michael Jensen
Formaður í Ungmanna-
felagnum Samband
www.hesufer.fo misnýtir viðmerkingar
Viðmerking:
Í ár eru 20 ár liðin, síðani
Føroyska arbeiðið í Elias-
kirkjuni í Keypmannahavn
so spakuliga byrjaði. Tað
var í september 1980, at
nøkur ung lesandi fóru und-
ir at hava bíbliutímar sam-
an. Arbeiðið menti seg við
tíðini og í dag umfatar ar-
beiðið
nógvar
ymiskar
greinar. Vit hava møti hvørt
leygarkvøld, sunnudags-
skúla í tveimum støðum
hvønn sunnudag og fýra
bíbliubólkar. Harumafturat
koma egin blaðútgáva, før-
oysk møtir aðrastaðni á
Sjællandi og andaktir á Hot-
el Thorshavn.
Føroyska arbeiðið í Elias-
kirkjuni er eitt sjálvstøðugt
missiónsarbeiði í fólka-
kirkjuni. Endamálið er at
boða gleðiboðskapin um
Jesus Kristus, at styrkja hin
kristna felagsskapin og at
kalla menniskju til tænastu
í kristnu meinigheitini og til
ábyrgdarkenslu í samfelag-
num.
20-áradagurin verður há-
tíðarhildin í Eliaskirkjuni
leygarkvøldið 9. september
2000 kl. 19. Øll, sum eru
góð við arbeiðið, eru hjart-
aliga vælkomin. Best er, um
boðað verður frá luttøku í
seinasta lagi 26. august á tlf.
36 77 38 20 ella 32 96 99
95 ella við telduposti til eli-
askir@danbbs.dk.
20 ár í Eliaskirkjuni
Mohr og Andrea Heindriks-
dóttir spældu saman og
hildu fleiri konsertir fyri
fleiri árum síðani. Nú hava
tær tikið upp aftur samstarv-
ið og spennandi og forkunn-
ugt verður at hoyra henda
Føroya
einasta
floytu-
kvinnubólk á konsertferð.
Drál kostar tvøra-
fólki 2,5 milliónir
ÁKI BERTHOLDSEN
Tvørafólk eru ikki sloppin
burturúr kreppuni enn.
Og á býráðsfundi miku-
kvøldið, mátti býráðið taka
ta tungu avgerð at seta spar-
ingar í verk fyri at fáa ráð
til at betala rentur og av-
dráttir í summar.
Men tað var eitt samt bý-
ráð sum ásannaði, at tað var
ongin vegur uttanum, so
ætlanin at seta sparingarnar
í verk, varð samtykt við øll-
um sjey atkvøðunum í bý-
ráðnum.
Sparingarnar vórðu settar
í verk við at endurskoða
fíggjarlógina, sum varð
løgd í heyst fyri árið í ár.
Mugu spara 2,5 mió.
Talan er um ikki minni enn
2,5 milliónir, sum skulu
sparast á fíggjarlógini í ár.
Og tað er ein rættiliga
umfatandi sparing í einum
kommunukassa.
Orsøkin til sparingina er,
at saneringin, sum løgtingið
samtykti fyrr í ár at lata tær
ringast staddu kommunur-
nar fáa, er ikki fingin í lag
enn.
Løgtingið hevur langt síð-
ani samtykt at sanera tær
ringast staddu kommunur-
nar, so at ongin kommuna
hereftir skal skylda meiri
enn tríggjar álíkningar.
Men síðani hevur málið
ferðast aftur og fram í al-
mennu umsitingini og tí er
saneringin ikki sett í verk
enn.
Og eftir tí, sum kom fram
á býráðsfundinum miku-
kvøldið, er tað hetta drálið,
sum nú kostar Tvøroyrar
Kommunu 2,5 milliónir.
Saneringin gongur í-
gjøgnum kreppulánsgrunn-
in og hann skuldi gerast upp
30. juni í fjør.
Men eftir tí, sum varð
upplýst á býráðsfundinum
mikukvøldið, hevði tað ikki
borið til at gera hann upp, tí
tað vóru tvær kommunur,
sum ikki høvdu sent grunn-
inum uppgerðina yvir lán-
ini.
Av tí sama hevur heldur
ikki borið til at seta san-
eringina í verk enn.
Upprunaliga skuldi Tvør-
oyrar Kommuna betala 15,8
milliónir í rentum og av-
dráttum í ár.
Men eftir saneringina,
kom rentu- og avdráttar-
byrðan niður á góðar 11
milliónir.
Og tað er eftir einum
gjaldið uppá góðar 11 milli-
ónir at Býráðið legði fíggj-
arætlanina fyri í ár.
Men nú saneringin ikki er
komin í gildið, noyðist
kommunan ístaðin enn at
betala 15,8 milliónir í av-
dráttum.
Og fyrra hálvár í ár verður
eykarokningin til rentur og
avdrátt tískil einar 2,5 milli-
ónir. So leingi saneringin
ikki er komin í gildi, er hetta
onki at gera við hjá býráð-
num, uttan at betala.
Dan Nielsen, býráðsfor-
maður sigur, at sparingar-
nar, sum vóru neyðugar, eru
framdar á flest øllum mál-
søkjum.
Men harðast er tað gingið
útyvir tekniska økið, har
serliga ætlaða vatnútbygg-
ingin verður útsett. Annars
er ymiskt viðlíkahald spart
burtur á nógvum økjum,
fyri at koma á mál.
Býráðsformaðurin harm-
ast um, at saneringin ikki
er komin í gildið enn, men
at býráðið roynir at streingja
Enn er Tvøroyri ikki sloppin burturúr kreppuni og í gjár máti býráðið undir tað tungu gongd at seta sparingar í verk fyri
at kunna betala rentur og avdráttir í summar. Men tað var ongin vegur uttanum og ætlanin var einmælt samtykt
Djóradagur
í Havnardali
Komandi vikuskifti, leyg-
ardagin 27. og sunnudag-
in 28. mai, skipar Føroya
Ríðingarfelag fyri stórum
familjutiltaki á øki felags-
ins útí í Havnardali.
Á skránni verður djóra-
garður, ponyríðing, fiski-
brunnur, stuttleikakapp-
ing (ríðing), framsýning
av greðingum, seyðhund-
aframsýning, framsýning
av ymiskari útgerð, high-
striker, hoppiborg og søla
av mati og drekka.
Byrjað verður leygar-
dagin kl. 14.00 við djóra-
garði við lombum, kálv-
um, gæs o.ø. dýrum. Eis-
ini er framsýning av ym-
iskari útgerð, so sum reið-
útgerð, fóðri, hegni, o.ø.
Somuleiðis verður fiski-
brunnur og søla av mati
og drekka. Kl. 14.30 verð-
ur stuttleikakapping (ríð-
ing) og klokkan 15-17
verður ponyríðing. Leyg-
ardagin endar tiltakið kl.
18.
Sunnudagin
verður
byrjað kl. 14 við djóra-
garði, framsýning av ym-
iskari útgerð, fiskibrunni
og sølu av mati og drekka.
Kl. 15 verður framsýning
av føroyskum og ís-
lendskum
greðingum
saman av avkomi. Kl. 16-
18 verður ponyríðing. Til-
takið endar sunnudagin
kl. 19.
Inntøkurnar frá tiltak-
inum fara til gerð av venj-
ingarvølli og at fríðka um
økið í Havnardali. At-
gongugjaldið verður kr.
50 fyri vaksin. Børn undir
16 ár sleppa inn ókeypis.
Hetta er aðru ferð at
skipað verður fyri slíkum
tiltaki. Tiltakið var væl
vitjað seinast, og felagið
vónar, at fólk, børn og
vaksin, fáa eitt uppliving-
arríkt vikuskifti á djóra-
døgunum í Havnardali.
Saneringin hjá ringast staddu kommununum er ikki ílagi enn. Hetta drál ger, at
Tvøroyrar Kommuna skal betala nógv meiri í rentum og avdráttum, enn mett
á fyri at fáa málið avgreitt.
Hann sigur, at næsta takið
er at leggja alla kommunu-
skuldina um til so bílig lán
sum gjørligt, og tað arbeiðið
er býráðið longu farið undir.
Avtalan um kommunu-
skuldina gongur út á nýggj-
árinum og tá skal nýggj av-
tala verða klár. Og tað ræður
um at vera í góðari tíð, sigur
hann.
Tvøroyrar
Kommuna
skyldar góðar 130 mió. Eftir
saneringina kemur skuldin
niður á góðar 100 mió.
Norsku vinnufeløgini áv-
ara norsku umsitingina
um at ansa sær, tá tulk-
ingar verða gjørdar av ES-
direktivum, skrivar Vinn-
uhúsið.
Hvussu ES-direktivini
verða tulkað er í stóran
mun tengt at teimum per-
sónum, sum smíða og
umsita nationala lógar-
verki. Í ávísum førum
hevur norska umsitingin
tulkað ES direktivini
munandi strangari enn
onnur evropeisk lond
gera, við tí úrsliti at vørur,
Taka við
læru av
royndum
sum ikki verða góðkendar
í Noregi, verða góðkendar
í ES-londum. Hetta hevur
rakt einstøk virkir, sum
mæla umsitingini til at
ansa eftir, at tulkingarnar
av ES-direktivunum ikki
gerast so strangar, at tær
gerast kappingaravlag-
andi fyri norska vinnu.
Tá føroysk lóggáva skal
gerast, t.d. í samband við
heilsufrøðiligu avtaluna
við ES, er tað týdningar-
miki at taka við læru av
slíkum royndum hjá øðr-
um.