fríggjadagur 28. februar 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 41 - 28. februar 2003
Nr. 41 - 28. februar 2003
3
KONSERT
Samtakið Grót
Um vikuskiftið verður enn
ein konsert í røðini av
konsertum við prixaktuell-
um bólkum í Losjuni í
Gøtu, sum Tónleikasam-
takið Grót skipar fyri.
Hesaferð eru m. a. tveir
av bólkunum, sum skulu
royna seg í 5. umfari í
prixnum, og sum nógv seta
stórar vónir til á palli í
Gøtu, umframt ein av góðu
bólkunum úr 3. umfari.
Hatespeech eru gamlir í
garði og vóru kanska okk-
ara fyrsti thrashbólkur tá
miðskeiðsis í 90´unum, tá
bólkurin byrjaði. Tað eru
framvegis mong, sum halda
at Hatespeech er ein av
okkara allarbestu rokk-
bólkum, kanska serliga tí at
teir hava megnað at endur-
nýggja stílin í takt við
menningina innan harða
rokktónleikin. Guitarleik-
arin Heðin verður eisini av
mongum mettur at vera ein
av fremstu guitaristunum í
landinum. At Hans Marius,
sangari í Flux, eisini er
komin við bólkin fyri eini
tíð síðan, er eisini við til at
endurnýggja og gera bólkin
spennandi.
Gestir eru ikki eins kend-
ir sum Hatespeech, men
teir hava verið við í ymsum
høpi og hava vunnið sær
stóra virðing fyri tær
framførslur teir hava havt
higartil. Stílurin er melodi-
øsur, nokkso harður rokkur,
nakað skildur við nøvn sum
eitt nú Radiohead, Jeff
Buckley, Muse. Gestir og
Hatespeech skulu kappast í
prix Føroyum 5. umfari.
Triði bólkurin er Crash-
wave, sum komu sera væl
frá framførsluni í 3. umfari
í prixkappingini. Tey spæla
nýmótans rokk, og hava
eftir føroyskum mátistokki
fleiri nýskapandi ting at
bjóða.
Umframt breiða musi-
kalska úrvalið er okkurt
serligt
fløgutilboð
frá
TUTL á skránni. Millum
annað kanst tú ogna tær
nýggju fløguna hjá Kára
Sverrissyni fyri einans 100
kr.
Tiltakið verður í kvøld,
fríggjakvøldið 28. februar
kl 22. Kostnaðurin er 80 kr,
tó fyri limir í Grót einans
50 kr.
Tann froskmaðurin,
ið slær tunnuna nið-
ur á Havnarvág
leygardagin, verður
ikki katta kongur,
men kongafiskur.
Tórshavnar Frosk-
mannafelag skipar
fyri tunnusláing fyri
froskmenn leygar-
dagin kl 14
TUNNUSLÁTTUR
Tórshavnar Frosk-
mannafelag
Leygardagin kl 14 skip-
ar Tórshavnar Frosk-
mannafelag fyri tunnu-
sláing á Bursatanga í
Havn. Hetta hevur verið
ein afturvendandi táttur,
sum av froskmonnum
kring landið og áskoð-
arum hevur verið sera
væl dámt.
Tað er ikki neyðugt at
vera limur í Tórshavnar
Froskmannafelag fyri at
vera við til sjálva tunnu-
sláingina, men øll sum
eiga drakt eru vælkomin.
Tórshavnar
Frosk-
mannafelag, sum hevur
45 ár á baki, hevur sein-
astu mongu árini skipað
fyri tunnusláing á sjó-
num. Hendan løtan er
vanliga sera skemtilig
bæði fyri limirnar og
ikki minst fyri teir
mongu áskoðarar, sum
vanliga leita sær oman á
Bursatanga hendan dag-
in. Børnini eru sjálvandi
tey, sum stuttleika sær
mest yvir hesar menn og
kvinnur, sum ikki himp-
rast við at leypa eftir
høvdinum av bryggjuni
á bláman.
Tann, ið slær tunnuna
niður verður róptur fyri
»Kongafiskur« og um-
framt at verða blakaður
upp á turt, fær hann
sjálvandi eisini eina
gávu fyri avrikið.
Vanliga verða katta-
kongar lyftir upp um
høvd og bornir í gull-
stóli, men hetta letur seg
sjálvsagt ikki gera á sjó-
num. Tí endar tunnuslá-
ingin hjá Tórshavnar
Froskmannafelag ofta
við einum vinarligum
bardaga, har kongafisk-
urin stríðist fyri lívinum
fyri at halda høvdinum
oman á vatnskorpuni.
Nýggi
báturin
hjá
froskmannafelagnum,
»NJØRÐUR«
liggur
sjálvandi
eisini
á
Bursatanga henda dagin,
og høvi verður hjá
luttakarunum at royna
vatnskíirnar á vágni.
Limirnir og makar
teirra sláa tunnu í neyst-
inum hjá froskmanna-
felagnum leygarkvøldið
kl. 20, og aftaná fáa teir
eina góða fiskasúpan í
felagshølunum.
150 froskmenn úr øll-
um Føroyum eru limir í
Tórshavnar
Frosk-
mannafelag.
BLØÐ
Berlingske-konsernin hev-
ur havt eitt soltið ár í fjør.
Undirskotið hjá konsern-
ini í primera rakstrinum
vísir eitt minus upp á 128
mió krónur. Tey einstøku
feløgini í konsernini, BT,
Berlingske Tidende o. fr.,
hava enn ikki almanna-
kunngjørt roknskapirnar.
Orsøkin til soltna úrslitið
sendst fyrst og fremst av
slaka lýsingarmarknaðin-
um, eins og blaðkríggið
móti
Jyllands-Posten
í
Århus og móti Metro-
Xpress í Keypmannahavn
eisini hevur tært upp á
miðlarnar hjá stóru blað-
konsernini.
KONSERT
Aldubáran
Í samband við árligu vár-
framsýningina í Listaskál-
anum hevur føroyski yrkis-
tónleikabólkurin,
Aldu-
báran, tvær konsertir.
Í Aldubáruni eru níggju
fastir
limir.
Fimm
av
teimum virka í Føroyum,
og fýra arbeiða uttanlands.
Á konsertini leygardagin 1.
mars er bólkurin mannaður
við fimm blásarum, ein
sokallað blásikvintett.
Á konsertini sunnudagin
2. mars verður klaver við
eisini. Tey, ið manna Aldu-
báruna hesaferð, eru:
Andrea Heindriksdóttir,
floytu - Anna E Klett, klari-
nett - Eydís Franzdóttir,
obo - Jógvan Zachariassen,
fagott - Páll Sólstein, horn -
Jóhannes
Andreasen,
klaver.
Siðvenja er, at eitt verk
verður spælt, tá ið vár-
framsýningin letur upp kl.
15:00.
Í ár verður tað blási-
kvintettin hjá Atla Petersen.
Tveir tímar seinni, kl.
17:00, verður so konsert
við Aldubáruni í komu-
høllini í Listaskálinum. Á
skránni er føroyskur blási-
tónleikur. Blásikvintettir
eftir Kára Bæk, Edvard N
Debess og Atla Petersen.
Ljós og myrkur fyri solo
klarinett eftir Kristian Blak,
og eitt gamalt føroyskt
Kingolag,
sum
Jógvan
Zachariassen
spælir
á
fagott.
Aldubáran hevur fyrr
gjørt royndir við konsert-
forminum, og verður kon-
sertin sunnudagin einki
undantak. Verkini á skránni
sunnudagin verða spæld í
ymsum pørtum av Lista-
skálanum.
Á skránni eru fimm
stykkir
eftir
franska
kvinnuliga
tónaskaldið,
Claude Arrieu, eitt verk fyri
obo, eitt verk fyri horn og
kvintett í Es-dur eftir W. A.
Mozart.
Mozart
hevði
stóran
tokka til ljóðførini í blási-
kvintettini. Hetta kemur m.
a. tíðiliga til sjóndar í brúk-
inum av hesum ljóðførum í
orkesturklanginum, men so
sanniliga eisini í kvintettini
í Es - kv 452, sum er skriva
fyri obo, klarinett, horn,
fagott og klaver.
Konsertin sunnudagin er
kl. 14:00.
Kattakongur er
kongafiskur
Aldubáran tvær konsertir
í Listaskálanum
Berlingarin 237 mió í halli
Hatespeech, Gestir og Crashwave
live í Gøtu fríggjakvøldið
Tøkk
Hjartans tøkk øll tit, sum sýndu hjálpsemi og
samkenslu, tá góða mamma okkara, vermamma,
omma, langomma og systir okkara
Signhild Djurhuus
Kollafirði
doyði og varð jarðað.
Tøkk til tykkum, sum hjálptu til í Missiónshúsinum.
Tøkk fyri kransar og blómur, gávur til
Missiónshúsið í Kollafirði og aðrar heilsanir.
Ein hjartans tøkk til tykkum á Ellisheiminum
í Miðvági, sum vóru um hana.
Tøkk tit øll, sum fylgdu.
Familjunnar vegna
Børnini
C
M
Y
K
3
2