fríggjadagur 28. februar 2003síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 41 - 28. februar 2003
Nr. 41 - 28. februar 2003
5
Danskir ráðharrar til Føroya
Danski uttanríkis-
ráðharrin, Per Stig
Møller, og Hans Chr.
Schmidt, danskur
umhvørvismálaráðha
rri koma til Føroya
seinni í ár
VITJAN
Heri á Rògvi
Seinni ár fær føroyska
heimastýri fleiri ráðharra-
vitjanir úr ríkisfelaginum
Danmark.
24. til 26. juni kemur
sjálvur forsætisráðharrin at
vera gestur hjá løgmanni á
einari almennari vitjan.
Danski forsætisráðharrin
fer væntandi at fjakka eitt
sindur runt í landinum, tá
talan er um eina almenna
vitjan, har kona forsætis-
ráðharrans eisini er við.
Fyrst í mai kemur Per
Stig
Møller
eisini
til
Føroya. Per Stig Møller er
danskur uttanríkismálaráð-
harri og fyrrverandi for-
maður í Det Konservative
Folkeparti. Hann hevur
nógv at sæð og hoyrt til í
sambandi við formans-
skapin hjá Danmark í ES
og í sambandi við spentu
støðuna viðvíkjandi Irak.
Talan er um eina reglu-
liga vitjan, ið danski uttan-
ríkismálaráðharrin plagar
at gera til Føroya. Vanligt
hevur verið, at danski utt-
anríkisráðharrin kemur til
Føroya eina ferð um árið,
men tað eru summi ár, har
hetta dettur burturímillum.
Hetta er fyrsta vitjanin
hjá Per Stig Møller sum utt-
anríkisráðharri í Føroyum.
Hann gjørdist ráðharri á
heysti 2000.
Sum uppfylging av yvir-
tøku av havumhvørvismál-
um er ætlanin, at danski
umhvørvismálaráðharrin,
Hans Chr. Schmidt, kemur
til landið síðst í apríl
mánaði.
Hetta er kortini ikki heilt
vist, men arbeitt verður við
ætlanini.
Eftir ætlan skal ein sam-
starvsavtala gerast millum
danir og føroyingar. Talan
skal vera um fakligt sam-
starv av ymsum slagi.
Per Stig Møller og Hans Chr. Schmidt koma til Føroya á hvør sína stutta vitjan í ár
Frá at vera ein ís-
lendskur íløgubanki
burturav, er Kaup-
thing nú at rokna
sum ein av miðal-
stóru norðurlendsku
íløgubankunum
FÍGGJARHEIMUR
Jákup Mørk
280 mió.kr. rætta vegin.
Tað vísti niðasta linjan á
roknskapinum hjá Kaup-
thing, sum fyri stuttum varð
almannakunngjørdur.
Hóast eitt slíkt tal ikki ljóð-
ar av so ótrúliga nógvum í
fíggjarheiminum, so er
einki at ivast í, at ánararnir
av íløgubankanum eru ser-
stakliga væl nøgdir við
úrslitið.
Stórur vøkstur
Seinastu trý árini hevur
Kaupthing nevnliga verið
fyri
einum
øgiligum
vøkstri. Frá at vera ein
íslendskur banki mest sum
burturav, er talan í dag um
eitt íløgufelag, sum hevur
fingið fótin fastan í norðan-
londum. Ein ætlan, sum
varð løgd fyri fýra árum
síðani, og sum longu nú
hevur borið ávøkst.
Tað er í dag bert Noreg
av
norðanlondum,
har
Kaupthing ikki hevur deild,
og harumframt hevur fel-
agið í dag deildir í London,
New York og Luxemburg.
At Kaupthing í 1999
gjørdi av at økja um virk-
semið komst annars av eini
sera einfaldari orsøk. Mett
varð, at íløgubankin hevði
fingið somikið gott tak á
íslendska marknaðinum, at
møguleikarnir fyri fram-
haldandi
vøkstri
vóru
ógvuliga avmarkaðir. Ein
strategi um miðvísa eks-
pansión í grannalondunum
varð løgd, og tó at hendan
hevur gingið skjótt fyri seg,
so merkir hetta ikki, at fel-
agið á nakran hátt tykist
hava spent so ov nógv út.
Solvensprosentið
hjá
fyritøkuni er framvegis
14,7%, sum er væl hægri
enn tey lógarkravdu átta
prosentini. Fíggjarstøðan
javnvigar við á leið 18
mia.kr., harav eginpening-
urin er 1,8 mia.kr., so tølini
benda í allar mátar á eina
væl rikna fyritøku. Hjá
Kaupthing starvast í dag
539 fólk, harav 200 eru í
Íslandi.
Misjavnt hjá
íleggjarum
Hóast góða úrslitið hjá fyri-
tøkuni, so er tó nakað mis-
javnt, hvussu árið hevur
roynst hjá íleggjarunum.
Seiansta góða árið hevur
verið serstakliga vánaligt á
partabrævamarknaðinum,
og tað merkir sjálvandi, at
hjá teimum, sum hava stór-
an part av virðum sínum í
hesum slag av virðisbrøv-
um, hevur árið ikki verið
nakað serligt. Hinvegin
hava tey meira tryggu láns-
brøvini staðið seg munandi
betri, so fyri íleggjararnar
er avgerandi, hvussu vágin
í íløgunum er spjaddur.
Tað skal tó leggjast aftur-
at, at íslendski partabræva-
marknaðurin als ikki hevur
merkt eins nógv til niður-
gongdina,
sum
stóru
marknaðirnir í eitt nú USA
og London, so tað hevur
eisini týdning, hvussu ein-
støku partabrævsíløgurnar
eru spjaddar.
Nøgd eftir
umstøðunum
Og tølini benda í øllum
førum eisini á, at hóast
truplu støðuna, sum fíggj-
armarknaðurin hevur verið
í seinasta hálva annað árið
ella so, so eru fólk fram-
vegis áhugað í íløguvirk-
seminum hjá bankanum.
Ein av deildunum hjá
Kaupthing er deildin í
Havn. Har er ársroknskap-
urin enn ikki almannakunn-
gjørdur, men stjórin, Peter
Holm, sigur tó, at úrslitið
neyvan verður heilt av leið.
- Eg kann siga somikið
sum tað, at vit ikki koma út
við einum halli. Sjálvandi
hevði tað verið ynskiligt,
um talan hevði verið um
munandi yvirskot, men um-
støðurnar hetta seinasta
árið hava verið burturav
vánaligar í fíggjarheimin-
um. Og tí má tað partvíst
sigast at vera nøktandi, at
vit koma við einum lítlum
yvirskoti,
heldur
Peter
Holm um virksemið hjá
Kaupthing í Føroyum.
Gott ár hjá Kaupthing
FLØGUÚTGÁVA
Tutl
»Við heimsins dyr« eitur
ein nýggj fløga, ið júst er
komin í handlarnar. Tað
er Kári Sverrisson, ið
stendur fyri útgávuni og
sum eigur flestu orðini og
løgini á fløguni. Tóroddur
Poulsen eigur eina yrking
á fløguni og Agnar Lam-
hauge hevur gjørt eitt lag.
Tónleikarar á fløguni
eru Kári Sverrisson, ið
syngur og spælir gittar og
onnur ljóðføri, Unn Patur-
son, ið syngur, Óli Olsen,
ið spælir ljómborð og kla-
ver, Agnar Lamhauge, ið
spælir bandleysan el-bass,
Mikael Blak, ið spælir
kontrabass, Brandur Ja-
cobsen, ið spælir trumm-
ur, og Eyðun Lamhauge,
ið spælir harmoniku.
Fløgan er tikin upp í
Saltangará og í Havn og
er margfaldað og prentað
í Týsklandi. Marius Olsen
hevur gjørt permumynd-
ina, Justin Philbrow hevur
sett húsan upp, Jónheðin
Tróndheim hevur staðið
fyri parti av upptøkunum
og hevur mastrað fløguna.
Tað er plátufelagið Tutl,
ið gevur út.
»Við heimsins dyr
– nýggj fløga
við Kára
Sverrissyni
Í dag letur Finleif
Mortensen listafram-
sýning upp í Smiðjuni
í Lítluvík við
málningum, sum eru
kveiktir úr føroyskum
bygdarlagi og
føroyskari náttúru
LISTAFRAMSÝNING
Áki Bertholdsen
Tað er ikki so ofta, at
Finleif Mortensen letur
frætta frá sær.
Men í dag letur hann
listaframsýning
upp
í
Smiðjuni í Lítluvík.
Framsýningin letur upp
klokkan 15 í dag og er opin
til hósdagin 6. mars. Opið
er hvønn dag frá klokkan
14 til 19, men í morgin,
leygardagin, er opið frá
klokkan 10 til 13 og so
aftur frá klokkan 14 til 19.
Finleif Mortensen er ikki
tann listamálari, ið hevur
framsýningar í heilum. Hjá
honum er listin frítíðarítriv
afturat vanliga arbeiðnum
sum radiomekanikari, so
hon kemur í aðru røð.
Fyrstu ferð, hann vísti
fram, var á eini ólavsøku-
framsýning í 1982, sum tað
árið var í Kommunuskúlan-
um.
Síðani hevur hann verið á
fleiri øðrum ólavsøkufram-
sýningum eisini.
Í 1987 var hann fyrstu
ferð í Smiðjuni og sama
árið var hann eisini við á
eini felags framsýning í
Norðurlandahúsinum
í
Havn, saman við 4-5 øðr-
um.
Síðani hevur hann verið í
Smiðjuni tvær ferðir aftur-
at, í 1991 og í 1997, og
hann hevur eisini verið við
á einari várframsýning,
umframt at hann nakrar
ferðir hevur sýnt fram hjá
Lions
Klubbinum
í
Eysturoy.
Nú hevur hann havt ein
drúgvan steðg, men nú
leggur hann so til brots
aftur.
Við á framsýningini í
Smiðjuni eru 20 málningar
og teir eru allir nýggir,
málaðir teir seinastu fýra
mánaðirnar.
Finleif
Mortensen
er
kveiktur av føroyska bygd-
arlagnum og føroysku nátt-
úruni. Hann flytir seg meiri
og meiri tann abstrakta veg-
in, tó at tað sæst, hvat tað
er, hann málar og litirnir
eru heitir og fjálgir.
Tað er væl ongin sum
í fullum álvara hugsar
sær, at lønarhækking-
arnar fara at vera líka
stórar í ár, sum tær
hava verið tær báðu
seinastu ferðirnar,
sigur Karsten
Hansen, landsstýris-
maður í fíggjar-
málum
LØNAR-
SAMRÁÐINGAR
Áki Bertholdsen
– Sjálvandi vænti eg, at
fakfeløgini fara at seta løn-
arkrøv. men eg vænti heilt
avgjørt, at tey fara at vera
lagaligari í sínum krøvum í
ár, enn tey hava verið tær
báðu seinastu ferðirnar vit
samráddust.
Karsten Hansen er so
smátt farin at brynja seg til
samráðingarnar, sum verða
við fakfeløgini í heyst, tá ið
sáttmálarnir við fleiri fak-
feløg hjá teimum alment
løntu ganga út 1. oktober.
Og tað skilst á øllum
brøgdum, at hann væntar
sær eina lættari uppgávu
hesuferð, enn hann hevði
tær báðu seinastu ferðirnar
hann samráddust, tí tær
ferðirnar vóru samráðing-
arnar
bæði
harðar
og
drúgvar við verkfalli og
blokadum
og
hvøssum
skuldsetingum.
Karsten Hansen sigur, at
hinar ferðirnar, hann hevur
samráðst, hevur hann stað-
ið mótvegis lønarkrøvum
uppá 50 - 100 og onkuntíð
enntá 200 %.
– Tað sigur seg sjálvt, at
slík krøv kunnu ikki vera
tikin í álvara. Og eg vænti
mær avgjørt, at lønarkrøv-
ini vera lagaligari og betri
undirbygd hesuferð, enn
tey vóru tá.
Skal speglast aftur
Eitt, sum hann byggir tað á,
er, at bæði í ár og næsta ár
verður skatturin lækkaður.
– Skattalættin ger, at eitt
húski, har maður og kona
forvinna 180.000 - 250.000
krónur í part um árið, fær
einar 10.000 krónur meiri
til taks í 2004, enn tey hava
nú, sigur Karsten Hansen.
Og hann ivast ikki í, at
tað fer at speglast aftur í
lønarkrøvunum hjá fakfel-
øgunum í ár.
Hann vísir eisini á, at tær
báðu seinastu ferðirnar
hava samráðingarnar verið
eitt undantak, tí lønirnar
vóru so nógv afturútsigldar
í kreppuárunum.
– Hesi seinastu fýra árini
hava fakfeløgini fingið so
stórar lønarhækkingar, sum
tey ikki hava fingið fyrr í
søguni. Og tað er væl
ongin, sum í fullum álvara
væntar, at lønarhækking-
anar skulu vera líka høgar
hesuferð, serliga tá ið
skattalættin eisini verður
havdur í huganum, sigur
landsstýrismaðurin í fíggj-
armálum.
Samstundis eru lønirnar
nú komnar upp á eitt rími-
ligt støði, eftir at tær hava
verið afturútsigldar í krepp-
uni og eisini tað eigur at
tálma krøvini, leggur hann
afturat.
Karsten Hansen leggur
dent á, at tað er ikki so, at
hann heldur, at Føroyar
skulu vera eitt láglønarsam-
felag.
Tí er tað heldur ikki so, at
hann als ongi lønarkrøv
væntar sær at fáa, tá ið
samráðingarnar vera. Men
tað skal vera máti við og
tað, sum hann hevur staðið
mótvegis tær báðu seinastu
ferðirnar kann ikki takast í
álvara, serliga nú skatturin
er lækkaður.
Samstundis er prístalið
ikki hækkað í tvey ár, so
fólk hava munandi meiri til
nýtslu nú, enn tey høvdu
fyri heilt fáum árum síðani.
Eru samd innast inni
Men nú tvíhalda fakfeløg-
ini um, at skattalætti og
lønarsamráðingar eru hvør
sítt, sum als onki hava við
hvørt annað at gera og sum
als ikki skulu samanbland-
ast.
– Eg vænti avgjørt ikki,
at nakað fakfelag er so stív-
rent, at tað ikki viðurkennir,
at ein skattalætti uppá
10.000 krónur til eitt húski
ikki eigur at gera, at lønar-
hækkingarnar verða tálm-
aðar. Tað er heilt burturvið
hjá fakfeløgunum at siga, at
vit
heilt
skulu
síggja
burturfrá
einum
skattalætta.
Í
veruleikanum
ivast
Karsten Hansen ikki í, at
innast inni eru fakfeløgini
samd við honum í hesum.
– Men tey skulu reka fak-
felagspolitikk og formliga
kenna tey seg kanska noydd
til at hava hesi sjónarmið-
ini.
– Men tá ið samráðing-
arnar eru, ivist eg onga løtu
í, at tey fara at tálma
lønarkrøvini hesuferð, sig-
ur almenni samráðingar-
leiðarin.
Og hann leggur afturat, at
tað eru eisini onnur viður-
skifti í sáttmálanum enn
tey, sum hava við løn at
gera, so tað er nokk at sam-
ráðast um.
Fakfeløg siga, at tað er
ongin meining í, at lækka
skattin, men so at hækka
ymisk brúkaragjøld ístaðin.
Hesin politikkur fer kanska
tvørturímóti at herða lønar-
krøvini, tí fyrr betalti hvørt
húski eitt lítið sindur til
ymisk endamál yvir skattin,
men nú skulu tey betala
beinleiðis brúkaragjøld?
– Eg veit ikki, hvat tað er
fyri brúkaragjøld, øll tosa
um. Tað er rætt, at sjón-
varpsgjaldið er hækkað 500
krónur um árið og at ferða-
seðlarnir við Strandferðsl-
uni eru hækkaðir eitt sindur
fyri fyrstu ferð í eini 10 ár.
Onnur brúkaragjøld veit eg
ikki
um.
Barnaburðar-
grunnur er settur á stovn,
men mær vitandi var tað
eitt krav frá fakfeløgunum
og samstundis er ALS
gjaldið munandi lækka.
– Samstundis er tað bliv-
ið dýrari at hava børn í ans-
ing. Men nógvar av teimum
príshækkingum, sum hava
verið, eru beinleiðis avleið-
ingar av, at lønirnar hækka.
Tá ið lønarhækkingar eru,
hækka lønirnar hjá peta-
gokum eisini og tí verður
tað sjálvsagt dýrari at hava
børn í ansing.
– Tað sigur seg sjálvt, at
tá ið lønir fara upp, verður
dýrari at fáa arbeiðið gjørd
og tí dyrka ymisk gjøld eis-
ini.
Karsten Hansen sigur nú
heldur hann, at samráðing-
arnar skulu vera í virðing
fyri hvørjum øðrum og
hann ivist ikki í, at báðir
partar fara at vísa vit og skil
fyri at forða fyri, at vit
koma aftur í somu støðu,
sum vit vóru í framman-
undan við kreppu, upp-
sagnum og arbeiðsloysi, tí
tað vil ongin hava. – Enda-
málið við lønarsamráðing-
um má vera at varðveita
framgongdina,
sigur
Karsten Hansen.
Karsten Hansen væntar at
lønarkrøvini verða lagalig
Eg ivist ikki í, at innast inni eru fakfeløgini samd við mær í, at
endamálið má vera at varðveita framgongdina, sigur Karsten
Hansen. Hann er farin at brynja seg til samráðingar í heyst,
men hann væntar lagaligari krøv hesuferð
Finleif aftur í Smiðjuni
Finleif Mortensen
avmyndaður omanfyri Argir
við útsýni yvir Nólsoyarjørð.
Nólsoyarfjørður er eisini
heitið á myndini, hann
stendur við og hon er eisini
við á framsýningini, sum
letur upp í Smiðjuni í
Lítluvík í dag
C
M
Y
K
5
4