fríggjadagur 28. februar 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 41 - 28. februar 2003
Nr. 41 - 28. februar 2003
7
Teitur Lassen, sum í
fjør undirskrivaði
sáttmála við stóra
plátufelagið, Univer-
sal, kemur í juni
mánaði út við fyrstu
fløguni. Hon hevur
fingið heitið »Teitur -
Poetry & Aeroplanes«
og á henni eru 12 løg,
sum øll eru á enskum
Fløguútgáva
Ingrid Bjarnastein/ Jan
Müller
Í fjør kom fram, at Teitur
Lassen, sum vit frá sínari
tíð kenna frá Mark No
Limits, hevði undirskrivað
sáttmála við risastóra plátu-
felagið Universal.
Nú er fyrsta fløgan inn-
spæld og verður hon vænt-
andi klár at senda á mark-
naðin í juni mánaði. Fløgan
hevur fingið heitið »Teitur
– Poetry & Aeroplanes«.
– Eg havi verið í upp-
tøkuhølunum frá august til
november. Fløgan er nú øll
innspæld, og tað hevur alt
gingið fyri seg í Los
Angeles og í Spania, sigur
Teitur Lassen.
– Fløgan er eyðmerkt av
einum sokallaðum singer/
songwriterstíli,
sum
er
fólkakendur tónleikur við
eitt sindur av poppi. Fyri at
nevna nakrar singer/song-
writers, so kunnu vit taka,
Joni Mitchell, James Tay-
lor, Bob Dylan, Paul Simon
og aðrar.
Gjøgnumført evni
Løgini eru øll skrivað yvir
tey seinastu tvey-trý árini.
Nøkur av teimum hava
verið spæld fyrr, men eisini
eru nøkur, sum ongantíð
hava verið at hoyrt áður.
Men nøkur kenna kanska
lagið »I was just thinking«,
og er tað eitt av teimum
tólv løgunum á fløguni.
– Løgini eru øll á ensk-
um. Eg havi skrivað tey
sjálvur, fleiri saman við
øðrum sangskrivarum, vin-
monnum og fólki, eg havi
møtt ígjøgnum tíðina í
Onglandi og USA, greiðir
Teitur frá.
Orsøkina til heitið á fløg-
uni sigur Teitur vera, at tá
hann sat og valdi løg út til
fløguna,
so
uppdagaði
hann, at øll løgini høvdu
nakað
við
»Poetry
&
Aeroplanes« at gera.
– Eg hugsaði ikki um tað
áðrenn, men eg valdi so
hetta heitið til fløguna, tí
tað vísir seg at vera evnið
ígjøgnum øll løgini. Hon er
nógv um at ferðast, og eitt
lag á henni eitur eisini so-
leiðis.
Fløgan kemur í fyrsta
umfari út í USA og seinni
kemur hon út í Evropa.
Universal hevur bundið seg
til at geva hana út í minst
14 landaøkjum. USA er
eitt, Norðurlond eitt, Av-
stralia eitt, Japan, Frakland,
Ongland við meira.
– Vit miða ímóti at fáa
hana skjótt út í Føroyum,
men nær tað verður, veit eg
ikki at siga enn, sigur
Teitur.
Byrjað verður við eini
stakfløgu/single í umleið
mei mánaði. Tá verður eitt
einkult lag sent út, men enn
kann alt broytast, tí onki er
vist enn.
Væl nøgdur
Teitur er sjálvur væl nøgdur
við upptøkurnar, og hann
gleðir seg at vita, hvussu
fløgan verður móttikin.
– Plátufelagið er eisini
væl nøgt við úrslitið. Hvat
upptøkum viðvíkur hava
tey givið mær og framleið-
aranum, Rupert Hine, fríar
teymar at framleiða tón-
leikin, uttan at teir blanda
seg uppí, og í dag halda vit,
at vit hava megnað uppgáv-
una sera væl, sigur Teitur.
Tá sáttmálin varð undir-
skrivaður í fjør, hoyrdist, at
fyrsta fløgan skuldi koma út
í mars mánaði. Men so er
ikki. Fløgan er eitt sindur
seinkað, og hon kemur tí
væntandi ikki fyrr enn í juni.
– Vit valdu at spæla eitt
lag inn umaftur, og er tað
orsøkin til, at fløgan er
seinkað, sigur Teitur.
Meinar tað
Hví Teitur hevur megnað at
fáa ein sáttmála við eitt so
stórt plátufelag, dugir hann
ikki sjálvur at siga.
– Kanska eg havi bjóðað
okkurt, sum ongin annar
hevur. Hetta slagið av tón-
leiki er eisini áhugavert júst
nú, og eg havi verið ein
partur av eini menning. Eg
fekk ein góðan umboðs-
mann og eitt forlag, sum
hevur stuðlað mær allan
vegin og trúð uppá tað. Vit
hava so bjóðað mítt tilfar
fram, sigur Teitur, og greið-
ir víðari frá:
– Eg eri farin beinleiðis
til nøkur heilt fá útvald fólk
í plátufeløgum, har vit
mettu um teir høvdu teir
eginleikar, ið samsvaraðu
við tað, sum vit vildu gera.
Hetta eru míni løg og mítt
tilfar, eg fari at spæla tað
soleiðis, hetta eru fólkini,
eg arbeiði saman við. Vilja
tit vera við til at útgeva
hendan tónleikin? Hetta
havi eg gjørt ístaðin fyri at
spæla konsertir og bíða til
onkur púra fremmandur
bjóðar seg fram, og fortelur
tær, hvussu leikur skal fara
fram. Eg haldi, at mín máti
er betri grundarlag fyri
einum góðum samstarvi
júst í míni støðu. Eg hevði
tó ikki væntað nakað sam-
starv við so stórar fyritøkur
sum Universal.
Teitur sigur eisini, at júst
hetta slagið av tónleiki fær
stóran
kommersiellan
áhuga frá plátufeløgum, og
tað er nýtt, og heldur hann,
at ein slíkur sáttmáli hevði
ikki kunnað verið veruleiki
fyrinøkrum árum síðani, tí
tá var tað ikki attraktivt.
Spurdur um, hvat tað er
plátufelagið heldur fangar,
sigur Teitur, at tað er helst
heildin av øllum tónleikin-
um.
– Eg geri løg, sum eg
framføri sjálvur á kassa-
gittari, ið skal vera so øgi-
liga gott júst nú. Eg komi
frá einum løgnum staði og
eiti nakað so løgið sum
Teitur, og eg skilji tón-
leikaslagið, sum eg ferðist
sera væl í, haldi eg, sigur
Teitur.
– Tónleikur er alt fyri
meg. Tað er tað, sum eg
skilji best og eg meini tað,
eg syngi.
Føroyar
Sjálvt um Teitur er føroy-
ingur, so er tað ikki júst
hetta, hann hevur brúkt til
at marknaðarføra seg við.
Tá samanborið verður við
landsliðið, og at føroyingar
eru stoltir av at hava ein
Teit, sum fær ein altjóða
sáttmála sigur hann:
– Sjálvandi er tað stutt-
ligt hjá teimum sum hugsa
soleiðis, men hetta er ikki
beinleiðis nakað eg hugsi
um. Men hinvegin, so tosi
eg nógv um Føroyar, tá eg
hitti fólk, og tey halda tað
er ógvuliga løgið at hoyra
um landið, málið og so
framvegis.
– Fyri meg er tað soleið-
is, at eg havi búð í Føroy-
um, har eg havi lurtað eftir
tónleiki og gjørt tann
tónleikin eg havi gjørt. Og
eg eri eisini ofta í Føroyum,
sigur Teitur.
Nú er so bara bíða eftir til
fløgan »Teitur – Poetry &
Aeroplanes«
kemur
á
marknaðin. Teitur sigur
annars, at um ikki so heilt
langa tíð, so verður farið
undir næstu fløguna. Nógv-
ir sangir eru longu skriv-
aðir, so um eitt til tvey ár,
gongur leiðin aftur í upp-
tøkuhølini.
Leygardagin fer 13.
várframsýningin í
Listaskálanum av
bakkastokki. Við í ár
eru 23 listarfólk,
sum eru útvald mill-
um 38. Tað er
Myndlistafelagið,
sum skipar fyri
framsýningini
FRAMSÝNING
Ingrid Bjarnastein
Leygardagin klokkan 15
verður fernisering í Lista-
skálanum í sambandi við
13.
várframsýningina.
Aldubáran skal spæla
eina blásikvintett eftir
Atla Petersen, og høvið
verður at síggja alskyns
list.
Heili
38
listarfólk
sendu inn verk til vár-
framsýningina í ár. Men
bert 23 av teimum sluppu
ígjøgnum nálareygað.
Myndlistafelagið skip-
ar fyri framsýningini, og
hava tey eina úttøku-
nevnd, sum skal velja út
tey, ið sleppa við. Í út-
tøkunevndini sita Jóna
Rasmussen,
Amariel
Norðoy og Kári Svens-
son.
Við á framsýningini er
list av nógvum slagi. Tal-
an er tó mest um máln-
ingar, men eisini eru
grafikkur og standmyndir
við.
4 nýggj
Við á várframsýningini í
ár eru fýra, sum ongantíð
hava verið við fyrr. Tey
eru Osla Rannvá Svens-
son, Sámal Blak, Arndis
Simonsen og Niels K.
Jensen. Felags fyri hesi
fýra er, at tey øll eru
ógvuliga ung – undir 20
ár.
– Tey hava víst hegni,
og prógvað, at vit kunnu
taka tey við. Tey eru vísa
orginalitet og tey hava
nakað spennandi at vísa
fram, sigur Kári Svens-
son, sum situr í úttøku-
nevndini.
Undanfarin ár hava tey
í úttøkunevndini eisini
sent inn verk fyri at
sleppa at vera við á vár-
framsýningini. Men í ár
hevur nevndin valt at lata
vera við hesum.
– Hetta hevur nakað
við gegni at gera. Fólk
halda, at ein er sjálvskriv-
aður, tí ein er við í út-
tøkunevndini, so vit hava
øll trý valt at lata vera, og
vit vóna, at tað fer at vera
soleiðis framyvir, sigur
Jóna Rasmussen.
Myndalistafelagið vel-
ur á aðalfundi einaferð
um árið eina úttøku-
nevnd, sum skal finna
listarverk til várframsýn-
ingina. Ein í úttøku-
nevndini verður skiftur út
um árið.
Aldubáran skal eisini
spæla tónleik. Sunleif
Rasmussen sigur, at hetta
er vorðið til ein aftur-
vendandi tátt at nýggj list
og
nýggjur
tónleikur
verða víst fram sam-
stundis, men tíverri hevur
Aldubáran onga frum-
framførslu til várfram-
sýningina í ár.
Sjálv
várkonsertin
verður í Listaskálanum
leygardagin
1.
mars
klokkan 17 og sunnudag-
in 2. mars klokkan 14.
Tónleikarar sum Kári
Bæk, Kristian Blak, Ed-
vard N. Debess og Atli
Petersen verða at hoyra
umframt Aldubáruna.
Talan verður eisini um
eina flytiliga konsert. Eitt
sindur verður roynt við
tónleikaforminum,
og
verður konsertin flutt
runt í øllum Listaskálan-
um.
Eg meini tað eg syngi
13. várframsýningin
av bakkastokki
13. várframsýningin verður nú send av bakkastokki. Hon letur upp leygardagin við 23
ymsum listarfólkum, sum úttøkunevndin hevur valt. Úttøkunevndin her avmyndað í
Listaskálanum: Jóna Rasmussen, Amariel Norðoy og Kári Svensson
Mynd: Jens Kr. Vang
Fløgan hjá Teiti Lassen »Teitur – Poetry & Aeroplanes« kemur
væntandi út í juni mánaði. Hetta er fyrsta fløgan, sum Teitur
gevur út við plátufelagnum, Universal
Mynd: Finnur Justinussen
C
M
Y
K
7
6