Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. februar 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 41 - 28. februar 2003 Nr. 41 - 28. februar 2003 9 Fyrsti serbygdi ali- báturin í Íslandi nakrantíð varð flot- aður á Eiði í vikuni. Hann fer til íslands við farmaskipi um vikuskiftið SKIPASMÍÐ Edvard Joensen Eiði: Á Eiði hava tey smíð- að fyrsta serbygda alibátin til íslendska alivinnu nakr- antíð. Úrslitið er so mikið gott, at tað longu hevur havt fleiri seriøsar fyri- spurningar við sær. Tað er mestsum ein sensatión, Hydro-Tech á Eiði letur frá sær um dag- arnar. Tað er tvíkiljan Sval- an, sum er smíðað á Eiði til eitt alibrúk á Mjóvafirði millum Seyðisfjørð og Norðfjørðin á Eysturland- inum í Íslandi. Nú er einki sjáldsamt í tí, at ein tvíkilja verður flotað á Eiði. Tí Hydro-Tech hev- ur smíðað nógvar tvikiljur til alivinnuna. Men ikki til Íslands. Og báturin er gjørdur at kalla allur sum hann er á Eiði. Motorar, nautiska- og elútgerð um- framt kranan á dekkinum hava teir flutt inn. Men spæl, koppar og fóður- kanón eru gjørd á Eiði, sigur Jóannes Mørkøre á Tydro-Tech. El-arbeiðið upp á bátin hevur Petur Frank Joensen, elektrikari á Eiði gjørt. Og Jón Jacobsen, timburmeist- ari á Eiði, hevur gjørt alt timburarbeiðið. Báturin er knappar 12 metrar langur og seks metrar breiður. Hann er útgjørdur við tveimum motoruum. Við 185 hesta- kreftum í hvørjum kjøli, sigur Jóannes Mørkøre. Motorarnir eru av merkin- um Iveco, sum KJ-Hydrau- lik á Kambsdali, sum eigur Hydro-Tech, umboðar. Báturin, sum kostar tríggjar milliónir føroyskar krónur, verður avskipaður við farmaskipi til Íslands seinni í vikuni. Íslendingar syrgja sjálvir fyri flutning- inum. Hydro-Tech letur teimum bátin í Havn. Hann er góðkendur av íslendska skipaefirlitinum og lýkur øll krøv, sett verða. Jóannes Mørkøre sigur, at teir hava vónir um, at alibáturn Svalan ikki verður nøkur einlig svala kortini. So mikið er Hydro-Tech longu kent í Íslandi, at einir tveir rættiliga seriøsir fyri- spurningar um at gera líknandi bátar til íslndskar toskaalarar eru komnir, sigur hann. Tó er eingin sáttmáli undirskrivaður enn. Eisini eru íslendingar áhugaðir í aliringum frá Hydro-Tech, sum eisini selir rættiliga nógv alibe- sløg til Íslands. Svalan er fyrsti serbygdi alinbátur í íslandi. Aðrir alibátar, íslendingar hava brúkt, eru plastikbátar, sum vanliga eru gjørdir til fiskiskap, sigur Jóannes Mørkøre. Deildin hjá Føroya Sparikassa í Miðvági verður bygd út. Tað skal gerast bæði arbeiðsligari og meira kundavinarligt at koma í Sparikassan, sigur deildarleiðarin ÚTBYGGING Edvard Joensen Miðvági: Føroya Sparikassi byggir út í Miðvági. Um- støðurnar vóru ikki tíðar- hóskandi. Tað verður grivið uttan fyri sparikassahúsini í Mið- vági. Sjálvtøkan stendur enn á sama stað, men av- greiðslan sær heldur óbygd út í løtuni. Tað hevur sína grund, tí meðan arbeitt verður mill- um báðar bygningarnar niðan fyri vegin, er av- greiðslan flutt niðan um vegin, í gamla handilin hjá Godtfredi Joensen, at vera. Sjúrður Poulsen, deildar- leiðari hjá Føroya Spari- kassa í Vágum, sigur, at neyðugt var at byggja út í Miðvági nú. Deildin er høvuðsdeildin í oynni, og har vóru stutt og greitt ov ringar arbeiðsumstøður. Tey fylgdu ikki við tíðini longur, sigur hann. Bygt verður upp í skriv- stovubygningin. Talan verður um eina lon, sum verður longd níggju metrar vestureftir. Sjálvtøkan, sum í dag er í einum bygningi fyri seg, verður flutt í hin bygningin, og tann, har hon í dag er, verður niðurtikin. Bygt verður soleiðsi, at tað fer at bera til at brúka kjallaran eisini, sigur Sjúrður Poulsen. Eisini verður bygningurin gjørdur brúkaravinarligur. Eitt nú fer eftir umbyggingina at bera til at sleppa inn við koyristóli, sum ikki letur seg gera í dag. Inni verður alt gjørt av nýggjum, og serliga leggur deildarleiðarin dent á, at eitt nú umstøðurnar til kundaráðgeving fara at verða munandi betri enn í dag, tá liðugt er. Sjúrður Poulsen sigur, at tey vænta at vera liðug við umbyggingina til ólavsøku. Hana ætlar hann at kunna halda niðan fyri vegin aftur, sigur hann. Serhandilin við barnaklæðum í Sandavági hevur brúk fyri størri hølum og flytir um vikuskiftið HANDILSVINNA Edvard Joensen Sandavági: Nøkur ekslusiv merki. Ikki ov nógv av hvørjum vøru- nummari og ein rímiliga fastan kundaskara. So ber eisini til at selja barnaklæði um alt land- ið. Tað staðfestir Birita Petersen, sum hevur handilin Piff Paff Puff í Sandavági, sum selur barnaklæði og innbúgv til eitt nú barnarúm. Í tíðindaskrivi sigur hon, at handilin hevur síðan hann byrjaði hild- ið til í kjallaranum hjá blómubúðini Dáanum í Sandavági, men víðkar nú og flytir í størri høli í Sandavági. Har handil og kiosk í áravís hava verið. Fyrst fyri, tá kom- ið verður til Sandavágs og tískil lættari at finna, sigur Birita Petersen. Birita Petersen byrjaði fyri umleið hálvum øðr- um ári síðan serligan handil við barnaklæð- um. Handilin hevur høli í Sandavági, men selur um alt landið. Á inter- netinum og við at ferð- ast kring landið og selja á sonevndum «home- party» og famsýningum. Birita Petersen sigur, at tað ræður um at hava góðar vørur og ikki fleiri av hvørjum slag. Tí fólk vilja fegin gjalda fyri at fara til jólatræ við barninum uttan at síggja eini fimm-seks onnur børn ganga í sama kjóla ella jakka. Hon sigur, at hon nú fer at víðka um tilboðini til kundarnar. Somu kendu merkini, hon hev- ur havt, verða framvegis at fáa, men okkurt kem- ur afturat, sigur hon. Eitt nú fer PiffPaffPuff at selja merkið Okker- Gokker. Eisini fer hon at hava heldur meira av kamars- innbúgvi, seingjarklæð- um og tílíkum, sum ikki beinleiðis eru klæði at lata seg í. Sum nakað nýtt fer PiffPaffPuff eisini at hava eitt sindur av vaksnamannaklæðum, nú hølisviðurskiftini verða til tað, sigur Birita Petersen. Flutt verður í nýggju hølini um vikuskiftið, og latið verður upp leygar- morgunin klokkan 10.00, og opið er til kokkan 17.00. PiffPaffPuff flytur Sparikassin byggir út í Miðvági Tvíkiljan Svalan, sum er alibátur til íslendskt alifelag á Eysturlandinum, varð flotað á Eiði í vikuni. Hetta er fyrsta stálskipið, føroyingar hava latið til Íslands, og samstundis fyrsti serbygdi alibátur til íslendingar yvrihøvur Mynd: Jóannes Mørkøre Føroyingar ganga undan í Íslandi Deildin hjá Føroya Sparikassa í Miðvági verður umvæld og mestusm gjørd av nýggjum. Eystari bygningurin verðu longdur níggju metrar, og tann vestari, sum í dag hýsir sjálvtøkuni, verður tikin niður Mynd: Edvard Joensen Seinastu 14 dagarnar hava skipini verið inni við fullari last fýra ferðir! ROKFISKISKAPUR Vilmund Jacobsen Trolararnir, sum royna eftir upsa, fáa nógvan fisk. Hetta er einki nýtt, tí fiskiskapurin hjá trolarun- um hevur verið góður í longri tíð. Men nú ber av... Trolararnir, Jaspis og Ametyst, sum vóru leingi úr vinnu í fjør, tí teir vórðu sandblástir og nútímans- gjørdir, hava gjørt tað óføra væl, síðan teir komu aftur úr Danmark. Ikki minst seinastu tíðina hava teir rættiliga rokast. 4 ferðir í 14 dagar Virkisleiðarin á Fiskavirk- ing í Saltangará, Jason Johannesen, ásannar, at hann í síni longu tíð, sum virkisleiðari og stjóri á fiskavirkjum, neyvan veit um slíkan fiskiskap at siga. - Jaspis og Ametyst vóru inni mánadagin í hesi vik- uni, fullir undir lúkurnar, og longu hósdagin vóru teir inni aftur – skítfullir, sum hann tekur til. Jason sigur, at skipini hava landað fýra ferðir seinastu 14 dagarnar, og lastin hevur verið á tremur hvørja ferð. - Úr minninum veit eg, at teir landaðu, 19. februar, 24. februar og nú aftur, 27. februar. Í gjár høvdu Jaspis og Ametyst eini 200.000 pund av upsa og eini 30.000 pund av øðrum fiskasløgum. Fiskavirking í Saltangará, sum í hesum førinum keypti allan upsan frá báð- um skipunum, landaði ann- að skipið, og Snodd á Toft- um landaði hitt. Seinasta leygardag keypti Fiskavirking í Saltangará út við 40.000 pund av upsa frá Smaragd og Safir. Annar landaði á Snodd, hin í Hvalba. Prísurin lækkaður Jason Johannesen sigur, at upsin framvegis er smáur, hóast tað gongur ímóti gýtingartíð. - Vit plagdu at siga, at vanligur, men ikki stórur upsi, lá um 2,2-2,3 kg., men tað mesta, vit fáa í dag, liggur um 1,6-1,7 kg. So, hetta er rættiliga smáur fiskur, sum tekur langa tíð at arbeiða. Av tí, at fiskurin er smáur, sigur hann, so gong- ur tað eisini út yvir dygdina á vøruni. - Talið av fiski er stórt, og tað tekur sína tíð at arbeiða eina stóra last undan, sigur Jason Johannesen. Hann vísir á, at prísirnir á tí smáa upsanum eru lækk- aðir nakað í seinastuni, meðan prísurin á tí frægara fiskinum heldur sær. - Alt hevði verið øðrvísi, um fiskurin var størri, sigur virkisleiðarin á Fiskavirk- ing í Saltangará. Jaspis og Ametyst rokast øgiligt FISKISKAPUR Vilmund Jacobsen Á virkjunum hjá Sandoy Seafood í Sandoynni hava tey havt úr at gera í longri tíð, og hendan vikan er einki undantak í so máta. Ikki færri enn 5 trolarar hava lagt veiðina upp á Sandi í vikuni, og bæði á virkinum á Sandi og í Skopun standa tey upp- undir hendur í fiski, sum tikið plagar at vera vil. Mánadagin landaðu Research og Skansatangi smá 100.000 pund, harav meginparturin av veiðini var hvítur fiskur. Mikudagin vóru Kolum- bus og Nornagestur inni; teir høvdu eini 300.000 pund, meginparturin upsi. Tá ið vit frættu av Sandi hósdagin, var Eysturbúgvin eisini inni við fullum skipi, helst yvir 200.000 pundum, meginparturin upsi. Prísurin á tí smáa upsanum er lækkaður nakað í seinastuni, meðan prísurin á tí frægara fiskinum heldur sær Fimm trolarar landað á Sandi Bæði á virkinum á Sandi og í Skopun hava tey havt úr at gera alla hesa vikuna FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Á virkinum hjá Fiskavirk- ing í Miðvági hava tey eis- ini nóg mikið at takast við, nú fiskiskapurin hjá trolar- unum er so góður. Meginparturin av fiskin- um, sum virkið arbeiðir, verður keyptur á uppboðs- sølu. Fiskurin verður koyrdur í Vágarnar, og nú undirsjóvartunnilin er kom- in, er eingin bíðitíð longur. Virkið landar eisini okk- urt skip av og á, og í vikuni hevur Vesturtúgvan landað í Miðvági. Á skrivstovuni vóru tey ikki greið yvir, hvussu nógv skipið hevði, tá ið vit frættu hósmorgunin. - Her er nógv fiska- arbeiði hvønn tann einasta dag, siga tey í Miðvági. Virkisleiðarin, Albert Ellefsen, er uttanlands. Eisini nóg mikið at takast við í Miðvági Vesturtúgvan hevur landað í Miðvági í vikuni C M Y K 9 8