Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. februar 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 41 - 28. februar 2003 Nr. 41 - 28. februar 2003 11 Tað er altíð hugaligt,, gevandi og lovandi, tá føroyingar í útlandinum hittast. So var eisini í London herfyri. Bret- land er seinastu árini vorðin ein týðandi partur av útbúgv- ingarumhvørvinum hjá ungum føroyingum, og hetta er at fegnast um, tí vit hava brúk fyri at víðka okkara útbúgv- ingarhorisont til at fevna um onnur lond eisini enn bara Danmark. Nú einki føroyingafelag soleiðis sum vit kenna tey frá Danmark, Noregi, Svøiki og Íslandi finst í Bretlandi er tað heldur avmarkað við fundum og samkomum, har føroy- ingar koma saman. Men stóri áhugi hjá ungum føroying- um at leita sær til Bretlands at lesa hevur uttan iva skapt ein tørv á slíkum felag og vónandi liggur tað ikki so langt frammi heldur, at føroyingar í Bretlandi taka stig til eitt slíkt felag. Ikki tí – har hava verið og eru fólk, sum hava tikið sær av áhugamálum hjá føroyingum og Føroyum. Eitt nú hevur felagsskapurin FISC, Faroe Island Solidarity Committie, roynt at savna føroyingar eina ferð um árið til eina hugnaliga løtu umframt at gera eitt upplýsandi arbeiði um Føroyar, eitt nú grindadráp. Tey høvdu so eisini ein fingur við í spælinum, tá boðað varð til samkomu í London nú um dagarnar. Men tann broyting er so eisini hend, at vit hava fingið ein føroyskan sendimann í London. Hetta er partur av strategi løgmans at fáa okkum betri umboðan úti í heimi. Her er so ein roynd gjørd at hava royndan føroyskan embætismenn á donsku sendistovuni í London. Hetta er so eisini ein uppfylging av tí sera stóra og kærkomna arbeiðI, sum hevur verið gjørt á umboðsstovuni í Aberdeen nú í mong mong ár. Men nú fokus er við at fara meira frá gamla fiskivinnubýnum Aberdeen til at varpa ljós yvir størri samfelagsmál so sum spurningar, ið viðvíkja tilknýti okkara til ES ol. verður roynt at fáa eitt fótafesti í bretska stórbýnum. Og støðan er so eisini tann, at alt fleiri føroyingar leita henda vegin til at úbtúgva seg eitt nú ung listafólk, um- framt tey mongu, sum fara vinnuliga vegin og síggja fram til eina føroyska oljuvinnu, fyri bert at nevna nøkur øki í rúgvuni. Tað skal ávíst tal av føroyingum til í einum fremmandum landi fyri at skapa umstøður fyri einum "føroyskum" virksemi har. Men nýggi føroyski sendimaðurin í London og støðugt vaksandi talið av ungum føroyingum, sum útbúgva seg kring Bretland, eru so nakrir nýggir spírar, sum helst fara at blóma sohvørt og verður endin vónandi tann, at tað ber til at fáa eitt føroyskt "miljø" í Stóra- bretlandi, hóast tað kann vera langt millum býir, lærupláss og bústaðir. Men kann London gerast ein savnandi miðdepul fyri føroyingar í øllum Bretlandi, so er tað bara gott. Vónandi fer føroyski sendimaðurin har saman við FISC-fólkum og øðrum góðum fólkum at halda fram við slíkum tiltøkum og harvið savna føroyingar og eisini fólk við tilknýti og áhuga fyri Føroyum. Her kann blíva talan um fyrilestrar og filmsframvísan, nakað, sum bæði fær føroyskar útisetar at halda bondini við føðilandið viðlíka og eisini fær skapt ein áhuga millum bretar fyri Føroyum. Kann hetta vera við til at byggja brýr millum londini á mentanar og vinnuøkinum, so er tað gott. Og kann tað gera, at okkara útbúnu fólk koma heimafttur við góðari ballast, so er tað betur enn gott. DAGSINS MEINING Sosialurin Føroyingar finna saman VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Hallur Hjalgrímsson Nú tá ið tosi um undir- sjóvartunnlar veruliga er komi upp á kók, og nærum er blivi til eina massa psy- kosu, kenni eg meg noydd- an til at siga nøkur orð í hesum sambandi. Tað nýggjasta er, at Eysturoy- ingarvilja hava ein tunnil til Havnar. "PROFETURIN" Alfred! Her fyri var boða til fundar, har menn í Eysturoynni vístu fram, væl ígjøgnum- hugsaðar útrokningar. Víst var á at ein tunnil, ið "bara" kostaði uml. 800 milliónir kr. kundi borast úr Eystur- oynniog til høvusstaðar øki, uttan at landi skuldi stuðla, við so mikið sum einum oyra. Alt gott um tað, tí hatta við roknistykkum havi eg, fyri at siga tað milt, ikki skil fyri. Eisini var víst á, hvussu bíliga, ein kundi koma ígjøgnum tunnilin, og hvussu gott tað var fyri vinnulívi. Og fyri at fáa øll við í hesa massapsykosu, so skrivaði Alfred Olsen, løgtingsmaður eisini eina grein. Hann "profeteraði" ikki bara við, at vísa á teir búskaparligu fyrimunirnar, og har við fyrimunirnar hjá vinnulívinum, men hann fór so langt sum, at gera tað til, ein familju- og um- hvørvisvinarligan pakka. Í hesi grein, sum var at lesa í sosialinum 21. februar, og bar heitið; "Fast samband millum Skálafjørðin og Havnina", oysir harra Al- fred Olsen út úr sínum brennandi vinnulívs hjarta. Hann vísir á, hvussu gott tað er fyri kappingarførið innan flutningsvinnuna og handverkaravinnuna, at virkir í Eysturoynni tá gerast kappingarførð við virki í høvusstaðnum (og øvugt). Hann nevnir eisini hvussu gott tað er fyri umhvørvið. T.d kunnu fólk, sum búgva í Eysturoy og hava sítt dagliga yrki í Havn, men fáa síni børn passaði í heimbygdini, skjótt og "bekvemt" náða heimaftur, áðrenn børnini skulla heintast. Tunnilin styttir jú leiðina við "1 til 1 1/2 tíma", og tað er jú ikki at "kimsa" at. Fólk, ið búgva í Havnini, vera so sanniliga heldur ikki gloymd av profetinum. Hann, vísir á, at ein tunnil fer eisini at "avlasta" Havnina. Grundgevingin er tann,: at fólk í størri mun, fara at búseta seg við Skálafjørðin. Og sum prikkin yvir i’ið roynir hann eisini at tekkjast sín- um kvinnuligu veljarum, við at vísa á eina mein- ingsleysa lurtara- kanning, í útvarpssendingini "So- statt" mikudagin 19.02.03. Hendan kanning vísti, at ein stórur meiriluti av lurt- arunum, var fyri at tunnilin skuldi borast, og at tað serliga vóru kvinnurnar í tóku undir við hesum. Góðan morgum harra Alfred Olsen! Mær lystir at vita hvørjir hesir lurtararnir vóru, og hvaðani úr landinum teir ringdu. Eg eri rættiliga vísur í, at nógv tann størsti parturin av teimum, sum ringdu og luttóku í at- kvøðugreiðsluni, vóru úr Eysturoynniog ikki úr høvusstaðarøkinum. Tó skal sigast, at eg ikki veit tað fyri vist. Tunnilin avlastar ikki Havnina Pástandirnir sum Alfred Olsen her leggur fram, eru rætt og slætt "sludir og vrøvl". Ein tílíkur tunnil fer at belasta, (og ikki at av- lasta) veganetið í Tórs- havnar kommunu enn meir. Øll vilja jú sleppa til Havn- ar. Soleiðis er tað bara. Um tað er til arbeiðis, skúla ella bara til handils, so vilja tey bara sleppa til Havnar. Tað er ein sannroynd, at høvustaðurin, ikki megnar at avlasta tað trýst, ið longu nú er á veganetið. Milliónir av krónum vera brúktar til rundkoyringar og annað, fyri at minka um trýstið. Hóast hetta, sýnist trýstið ikki at minka. Og ein tunnil úr Eysturoynni, fer at gera alt hvaðna verri. Spyr bara barnafamiljur í Tórshavnar komunu, um hvussu trupult tað er at koma frá húsum á morgni. Tað krevur nógva tíð, orku og tol, at fáa børnini í barnagarð og skúla, fyri síðani sjálvi at stríða seg til arbeiðis. Hvussu verður tað so ikki tá ið ein tunnil er komin? Ikki til at halda út! So um tunnilin skal bor- ast, so noyðist Tórshavnar býráð at taka stig til tess at fora fyri, at trýsti á vega- netið í kommununi ikki gert enn størri, fyri ikki at siga, at tað heilt krasjar saman. Eitt orð í dúgliga verður nýtt í hesum døgum, er orði "bummpeningur". Tað hevði kanska verið ein máti, at forða fyri einum veksandi trýsti á veganeti í Havn, um ein tunnil yvir- høvur kemur. Okkurt má í øllum førum gerast. Fyri kortum, varð ein tílík skipan sett í verk, í London. Orsøkin er tann, at trýstið á vegirnar í London er alt ov stórt. Nú vil onkur kanska siga, at Havnin ikki kann sam- anberast við London. Men har eri eg ósamdur. Tí hóðast Havnin er minni, so kann trýstið á vegirnar vera tað sama. Ikki eitt orð úr býráðnum! Eg má siga, at eg undrist eitt sindur á, at ikki so mikið sum ein tann einasti lokalpolitikkari í Tórshavn- ar komunu, tekur til orð- anna í hesum máli. Teir eru kanska eisini raktir av hesari hysterisku tunnils- psykosuni, ið herjar landi, ella kanska tað stríðir ímóti teirra áhugamálum at siga naka. Tað, at tann borgar- liga samgongan ikki sigur naka, undrar meg als ikki. Teir skulla jú tekkjast vinnulívinum, tað er jú tað tey eru vald til. Vit sóðu eisini Jan Cristiansen okk- ara borgarstjóra, sita so smílandi til háborðs, saman við "tunnilsvinnulívinum" í Eysturoyðni, til tann so umtalaða fundin, ið (eg haldi), var hildin á Toftum. Har afturímótið er tað ótrúligt, at andstøðan ikki letur við seg koma. Hví gera tit einki? Hví sita tit bara har? Víst havi eg hoyrt tykk- ara gremjan og grát, um at somgongan er ódemokrat- isk, og at tit ikki sleppa til orðanna. Um so er, má okk- urt jú gerast. Eitt er vist, at tað nyttar ikki at sita og gráta, meðan teir borgar- ligu, skalta og valta við okkara býðið, sum teimum lystir. Reisist!, skrivi í hvørjum blaðið, ið kemur út, í framtíðini! Skapið eina debat! Geri okkurt! Um ikki annað so skriva aftur, og sigi um tit taka undir við mínum sjónarmiðum, ella ikki. Spell er tað tó, at ímeðan vinnulívið í Eysturoyðni, situr á fundi, inni á Toftum og avgerð, hvussu skjótt og gott tey kunna koma til Havnar, at skapa størri ferðslukaos, enn tað longu er, so er tað ikki ein av okkara fólkavaldu í komm- ununi, sum kemur sær uppí hettar kjak. Um tit so eru fyri ella ímóti. Eg vil enda við at siga, at hettar als ikki er eitt álop á Eysturoyingar. Tey, so væl sum øll onnur í Føroyum, eru hjartaliga vælkomin til Havnar, men tað má vera skil í galskapinum. Vónandi, fær hetta bræv gongd á kjaki. Eisini her í Havnini. Undirsjóvartunnilin og Tórshavnar býráð! Áki Andreasen Almennur fyrispurning- ur til blaðstjóran á Sosi- alinum. Í Sosialinum 25. febr- uar 2003 er ein yvir- skrivt um, at løgmaður ikki ger mun á lands- stýrisfólki. Í greinini svarar løg- maður uppá tað, sum Høgni Hoydal førdi fram í Sosialinum leyg- ardagin 22. februar um, at hann ger á mun á landsstýrisfólki, tí hann úttalar seg alment og sáar iva um Annlis Bjarkhamar, hóast hann ongantíð hevur sagt nakað við egnar lands- stýrismenn. Løgmaður sigur, at hann ger ikki mun á landsstýrisfólki, tí hann hevur ikki úttalað seg alment um Annlis Bjark- hamar. Hann hevur bara svarað nøkrum fyri- spurningum í tinginum, og tað er hvør sítt, sigur løgmaður. Hvat stóð í Sosialinum 6. februar? Hetta var nú løgið. Nú starvist eg ikki á Sosial- inum (tíbetur). Men í Sosialinum til hósdagin 6. februar 2003 er ein stór grein, har sjálvur blaðstjórin, Jan Müller, hevur viðtal við Anfinn Kallsberg. Í henni sigur Anfinn Kallsberg, at hann fer ikki at góðtaka »politiska starvssetan«, at Annlis Bjarkhamar hevur brotið almenna setanarpolitikkin, og at hon kanska má fara frá. Sosialurin fer til prentingar á middegi dagin fyri útgávuna, og tað vil siga, at samrøðan við Anfinn Kallsberg er gjørd mikudagin 5. febr- uar. Og á løgtingsins heimasíðu sæst, at ongin fyrispurningur á tingi um starvssetanina hjá Annlis Bjarkhamar varð settur fyrr enn seinna- partin hósdag 6. februar (ófráboðaður). Og tað vil siga meira enn eitt samdøgur aftaná, at løg- maður úttalar seg alment í Sosialinum. Hvør sigur satt? So eru bara tríggir møguleikar. Løgmaður kann siga ósatt. Ella sigur Sosialurin ósatt. Ella er tað ein annar An- finn Kallsberg, løgmað- ur, sum vit bara ongan- tíð hava hoyrt um fyrr, sum úttalar seg í Sosial- inum og fellur dóm yvir Annlis. Kann blaðstjórin vin- arliga svara mær, hvør av hesum forkláringum er tann rætta? Hvør verður hongdur út? Annars vil eg ikki her fara at reksa upp, hvussu oftani løgmaður alment hevur úttalað seg um landsstýrisfólk hjá Tjóð- veldisflokkinum, Sjálv- stýrisflokkinum og Mið- flokkinum, og hvussu ofta hann hevur átalað sínar egnu floksfelagar. Tað skuldi verið skjótt hjá Sosialinum at leitað fram í sínum arkivi, og tað átti at verið grund- reglan hjá einum og hvørjum fjølmiðli at bera sonn tíðindir fram. Eg havi heldur onga vón um, at Sosialurin nakrantíð fer at kanna um nakað av tí er satt, sum verður ført fram móti Tjóðveldisflokkin- um. Eftir 5 ára konstanta hetz mótvegis Tjóðveld- isflokkinum í Sosialin- um, skal okkurt kollvelt- andi henda, um vanlig reiðiligheit skal síggjast í blaðnum. Trýr blaðstjórin ikki sær sjálvum? Eg kundi bara hugsað mær eitt svar frá blað- stjóranum um, hví tað eru stórtíðindi, tá ein tjóðveldismaður sigur nakað við Sosialin, sum kann prógvast at vera skeivt? Og hví tað ikki eru tíðindi, tá Sosialurin sjálvur er prógv fyri, at tað, sum løgmaður sigur, er ósatt? Ætlar Sosialurin at gera nakað fyri at rætta sínar feilir? Ella er tað so, at blað- stjórin hevur somu støðu til Sosialin, sum eg havi? At hann heldur ikki trýr uppá tað, sum stendur í Sosialinum? Sjálvt um hann sjálvur hevur skrivað tað? Trýr Sosialurin heldur ikki upp á seg sjálvan? VIÐMERKINGAR Johan Dahl Løgtingsmaður Tað er heilt ótrúligt, sum hesin tjóveldispolitikari og formaður í uttanlands- nevndini kann fyrigykla sær tingini og venda eini sak á høvdi - tað hava vit sæð fyrr, og er tað ivaleyst heldur ikki seinastu ferð. Málið sum Kaj Leo Jo- hanesen legði framm viðv. orðaskifti um - fyrimunir og vansar við ES limaskapi fekk eina heldur kaldliga móttøku frá meirilutanium í uttanlandsnevndini, »sum var bangin fyri at taka hetta mál upp, tí hvussu vil um- heimurin reagera, um vit fara at tosa um fyrimunir og vansar við ES lima- skapi«. Sambandsflokkurin er somikið at sær komin, at vit duga at síggja, at við gongdini sum er rundanum okkum hjá grannunum fyri bæði eystan og vestan, so sær út til, at tað er ein meiriluti í bæði Noregi og Íslandi fyri ES-limaskapi, og kann hetta ivaleyst verða veruleiki innan fá ár. Vit spyrja so - hvar standa vit, um hetta verður veruleiki, - tí vit vita, at hesi bæði londini eru fiskivinnutjóðir sum vit og kappingarneytar okkara á fiskivinnuøkinum . At trúgva at vit so hava somu marknaðaratgongd sum teir um teir verða inn- limaðir er ov naivt at halda, eins og tað at lata eyguni aftur ella rættari stinga høvdið í sandin sum struts- urin ger og Tjóðveldis- flokkurin o.a. fylgissveinar teirra við, er beinleiðis óforsvarligt yvirfyri bæði Føroya fólki og vinnuni. Tað ber als ikki til at lata standa til og vóna, at alt fer at ganga, tí so einfald eru tingini nú einafer ikki. Undirritaði skeyt tí upp í uttanlandsnevndini, at heitt bleiv á uttanlandsdeildina í landsstýrinum (løgmann) um at skipað fyri eini ráð- stevnu, har óvildugir fyri- lestrarhaldarar úr útlondum koma at kunna okkum um fyrimunir og vansar í sam- skiftinum við ES (soleiðis skuldi barnið eita tí meiri- lutin vildi ikki ganga við til at fyrimunir og vansar við ES limaskapi skuldi nevn- ast). Álitið bleiv so skrivað, har vit eintust um at heita á løgmann um at skipa fyri ráðstevnu um ES samskifti - fyrimunir og vansar, við atliti til at løgtingið so seinni kundi fara undir eitt aðalorðaskifti um evni, tí tá var mett, at politikarirnir vildu verða væl betur íklæddir til eítt slíkt orða- skifti. Nú verður alt málið lagt út sum um, at undirritaði stak partamannin í ryggin - og at Sambandsflokkurin við uppskoti okkara vil av- henda fiskivinnu okkara við tað, at 20-25 verandi og komandi ES lond skulu niðurfiska fiskastovnar okkara, um vit fingu okk- ara vilja osv. osv. Uttanlandsnevndarfor- maðurin sigur eisini, at uppskot okkara er ein mið- vís herferð at blaka føði- landið Føroyar fyri hund og ravn og melda okkum inn í EU sum danskan landslut. Slíkt humbukk rætt og slætt og »svart tos«, skal ein leita leingi eftir og ber hetta bert boð um ein livibreyðspolitikkara, sum sær út til at liva í sínum sera fjálga trygga dunnuhyli og helst onki vil vita um tað pulserandi lívið uttan fyri tinghúsið og ikki minst uttan fyri Borðuna á Nóls- oynni - er heilt forsteinaður og fastfrystur saman við »fastfrysta fullveldispoli- tikkinum«. Vit kunnu tó einast um eitt, og tað er, at vit eins væl og Tjóveldisflokkurin als ikki hava droymt um at avhenda okkara fiskirætt- indi til ES, men vit mugu verða realistar og kanna og søkja vitan um ES og hvar vit koma at standa undir ymsum givnum forteytum. At Føroyar sum »full- veldisríkið Føroyar« skal fáa limaskap í ES er lítið sannlíkt, sambært Bláa álitinum, kann eg ugga Hergeir við um tað hjálpir nakað - men vit hava sæð, at tað ber til at fáa seravtal- ur við ES sum partur av øðrum ríki - hygg t. d. at Álandi sum við Finnland hevur serstatus. Eg vóni, at Tjóðveldis- flokkurin leggur snævur- skygnið á hillina - fyri eina tíð um ikki annað - og tekur av møguleikanum at við- gera hendan sera viðkom- andi spurningin, og vón- andi eisini fær nakað posi- tivt burturúr einari slíkari ráðstevnu. Lat okkum tí fáa hesa rástevnuna framda í verki, so ivist eg heldur ikki í, at vit aftaná kunnu fara undir eitt skilagott orðaskifti/kjak á løgtingi um fyrimunir og vansar í samskifti okkara við ES og framtíðar Evropa. So át Hergeir Nielsen bláseym – enn einaferð Sjúrður Skaale Aftur týsdagin hevur Sosi- alurin eina oddagrein um setanina av landsantikvari. Hóast skribenturin skrivar "vit" um seg sjálvan, so er tað bara ein maður, sum stendur fyri greinini: Jan Müller! Eingin uttanfyri- standandi hevur allar minstu ávirkan. Tað hevur hann sjálvur vissað øll um í farnu viku. Hóast Anfinn Kallsberg er púrasta ógegnigur í hes- um máli, hevur tann óhefti Jan Müller kortini verið heitur talsmaður fyri, at júst Kallsberg skal taka enda- liga støðu í málinum. Og týsdagin greiðir Jan Müller so almenninginum frá, at Kallsberg hevur tríggjar møguleikar: 1) Hann kann geva Bjark- hamar eina átalu. 2) Hann kann ógylda alt málið, so lýst verður eftir antikvari av nýggj- um. 3) Hann kann ógylda av- gerðina hjá Bjarkhamar og krevja, at nýggj av- gerð verður tikin. Sambært tí óhefta analytik- aranum, Jan Müller, hevur tann ógegnigi løgmaðurin ikki aðrar møguleikar. At hann gevur Bjarkhamar rætt, er óhugsandi. At hann kemur fram til, at em- bætismenninir hava gjørt nakað skeivt, er eisini ó- hugsandi. Alt hetta analyserar Jan Müller seg sjálvur fram til. Og hann er púra, fullkomi- liga og totalt óheftur. Eing- in uttanfyristandandi hevur allar, allar minstu ávirkan. Hvørki so ella so. Men hvussu kann Müller vera so vísur í síni søk? kann onkur spyrja. Svarið er einfalt: Tað eru tey ana- lytisku evnini hjá mannin- um, sum gera munin. Hóast hann veit líka lítið um málið sum tú og eg, so dug- ir hann onkursvegna at analysera seg fram til eina inside-vitan, sum ger hann føran fyri at gera hesar greiðu og kontantu niður- støður. Hvørja av teimum trim- um loysnunum løgmaður velur, dugir Jan kortini ikki at siga almenninginum. Tað veldst um hvat stendur í teimum skjølum, sum løg- maður nú kannar, sigur hann. Sjálvur dugir Jan Müller av onkrari løgnari grund ikki at analysera seg fram til, hvat stendur í hesum skjølum. Men hann dugir kortini at siga, at hetta eru »skjøl, sum almenningurin ikki kennir, og sum lands- stýrismaðurin hevur stemplað »Í trúnaði«, men sum løgmaður sjálvandi má hava fingið innlit í«. Hvussu veit Jan Müller hvat fyri stempul, Annlis Bjarkhamar hevur sett á hesi skjølini? Tað eru tað jú helst bara Annlis sjálv, løgmaður, og so nakrir fáir embætis- menn, sum vita. Og so Jan Müller! Tann stóri analytikarin! Ikki tí hann hevur sæð skjølini. Ikki tí nakar hevur sagt honum tað. Nei, nei - maðurin hevur rætt og slætt analyserað seg fram til tað. Eg má siga, at mín virð- ing fyri hesum manni økist fyri hvønn dag. Jan Müller er fantastisk- ur. Jan Müller er fantastiskur C M Y K 11 10