Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. februar 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 41 - 28. februar 2003 Nr. 41 - 28. februar 2003 13 Gorbatjov ímóti kríggi Fyrrverandi sovjetski forsetin, Mikhail Gorbatjov, heldur lítið um amerikansku ætlanina at leypa á Irak. Í samrøðu við blaðið Argument i Fakti sigur Gorbatjov, at tað er tann stóra orkunýtslan í USA, sum er tann veruliga orsøkin til ætlanina hjá Bush- stjórnini. Hann sigur, at hann tekur undir við Vladimir Putin, forseta, sum styðjar uppskotið hjá Fraklandi og Týsklandi um at leingja tíðina hjá vápnaeftirlitsmonnunum í Irak. Gorbatjov sigur eisini, at tað finnast eingi prógv, sum rættvísgera eitt álop á Irak. -USA verður í dag stýrt av nøkrum ísakøldum politikarum. Prinsippið tykist vera, at hvør forseti skal hava sítt kríggj, og at teir hava loyvi at svíkja onnur. Men samstundis breggja teir sær av at vera kristnir, sigur fyrrverandi sovjetski forsetin. Fara at økja olju- framleiðsluna Saudiarabia er nú til reiðar at økja sína oljufram- leiðslu, leypa amerikanarar á Irak. Fyrradagin høvdu saudiarabiskir embætismenn fund við amerikanskar starvsfelagar í Washington, og aftan á fundin varð kunngjørt, at Saudiarabia er til reiðar at økja sína oljuframleiðslu hálva aðru millión tunnur um dagin, brestur kríggj á. Men tað verður eisini neyðugt. Irak framleiðir í dag 2,2 milliónir tunnur um dagin, og brestur kríggj á, steðgar tann framleiðslan. Á altjóða marknaðinum hevur oljuprísurin verið hækkandi, og fyrradagin varð norðsjóvarolja seld fyri 32,77 dollarar fyri tunnuna. Tað var ein hálvan dollara meiri enn dagin fyri. Serfrøðingar siga, at príshækkingin stendst av vandanum fyri kríggi, og av at amerikansku oljugoymslurnar eru so smáar, sum tær ikki hava verið í mong ár. Norska Nobelnevndin nýggjan formann Norska Nobelnevndi, sum á hvørjum ári letur friðar- heiðursløn Nobels, hevur fingið nýggjan formann. Á fundi týsdagin skipaði nevndin seg við Ole Dambolt Mjøs, professara á lærda háskúlanum í Tromsø sum formanni. Hann tekur við eftir Gunnar Berge, sum hevur verið formaður í nevndini sein- astu trý árini. Tveir nýggir limir eru komnir í nevndina umframt Ole Dambolt Mjøs. Tey eru Kaci Kullmann Five og Berge Furre, sum eru komin í nevndina ístaðin fyri Gunnar Stålsett og Honnu Kvammo. Einastu nevnd- arlimirnir, sum halda fram, eru Sissel Rønbeck og Inger Marie Ytterhorn. Limirnir í norsku Nobel- nevndini verða valdir eftir tilmæli frá teimum politisku flokkunum. Sovnaði við fullari ferð Tey umleið 800 ferðafólkini í einum japanskum toki óraðu ikki ilt, tá tey mikudagin vóru á ferð í landspartinum Okayama har suðuri í landinum. Tey vistu ikki, at tokførarin sat í fasta svøvni. Maðurin vaknaði ikki, fyrr enn tann sjálvvirkandi skipanin setti ferðina á tokinum niður, men tá var ferðin eisini komin upp á 270 kilometrar um tíman. Tann 33 ára gamli tokførarin hevur greitt løg- regluni frá, at hann brádliga kendi seg so troyttan, og at hann var sovnaður. Japanskir fjølmiðlar siga, at maðurin helst verður fluttur í annað starv hjá tokfelagnum, men hann verður neyvan uppsagdur. Tá stýrið hjá Saddam Hussein er rikið frá, og demokratisk við- urskifti eru skipað, verður Irak ein fyri- mynd og ein frælsis- viti fyri øðrum tjóð- um í økinum, sigur amerikanski forsetin IRAK Árni Joensen - Eitt nýtt stýri í Irak fer at virka sum ein týðandi og eggjandi fyrimynd um frælsi fyri aðrar tjóðir í Miðeystri, segði George W. Bush, forseti í einari røðu, sum hann helt gjáranáttina fyri áhoyrarum á gransk- ingarstovninum American Enterprise Institute, sum er ein tann elsti stovnurin í USA, og sum er høgt í met- um. Bush ásannaði, at tað verður ein trupul uppgáva at skipa demokratisk og støðug viðurskifti í Irak, eftir at Saddam Hussein og stýri hansara eru rikin frá, men hann helt, at hetta eigur ikki at halda USA og øðrum frá at fullføra upp- gávuna. - Hetta fer at krevja var- andi og bindandi stuðul frá fleiri londum, teirra millum okkara egna, segði Bush. Hann gjørdi samstundis greitt, at amerikansku her- menninir verða ikki verandi í Irak ein einasta dag eftir, at tað er ráðiligt at taka teir heimaftur. Hann nevndi í hesum sama viðfangi, at amerikanararnir hava átikið sær og fullført slíkar upp- gávur fyrr, eins og tá Ev- ropa varð endurreist eftir annan heimsbardaga. Eyg- leiðarar siga, at hetta seinasta var eitt skot til Týskland og Frakland, sum eru ímóti kríggi við Irak. Eisini palestinararnir George W. Bush segði seg eisini vænta, at eitt nýtt Irak fer eisini at koma palestinska fólkinum til góðar. Hann vísti á, at tá stýrið hjá Saddam Hussein fellur, missa teir víðgongdu palestinsku felagsskapirnir sín besta stuðul. - Tí er eingin ivi um, at eitt demokratiskt Irak fer at gera friðararbeiðið í Mið- eystri munandi lættari, og tað kann skapa grundarlag fyri at skipa eitt veruligt demokratiskt palestinskt ríki. USA fer at gera sítt til at laga tað so, at ísraels- menn og palestinar kunnu liva í hvør sínum ríki í sátt og semju, segði Bush. Hann legði afturat, at amerikanska stjórnin vænt- ar sær undirtøku frá ís- raelsku stjórnini í hesum sjónarmiði, og at stjórnin ísraelsmenn gevast við nýggjum búsetingum í teimum hersettu økjunum. Eftir drúgva togan millum stjórnarflokk- arnar hevur danska stjórnin nú boðað frá 10 mia. krónum í skattalætta DANMARK Árni Joensen Uppskotið, sum varð al- mannakunngjørt fyrra- partin í gjár, ber í sær, at skattastigin verður broyttur, samstundis sum ein ar- beiðsmarknaðarfrádráttur kemur í skattaskipanina. Broytingin í skattastig- anum hevur við sær, at markið fyri, nær fólk skulu rinda millumskatt, hækkar 60.000 krónur, men hetta skal gerast yvir eitt fýra ára skeið. Arbeiðsmarknaðar- frádrátturin verður 2.400 krónur um árið. Stjórin sigur, at skatta- lættin fer at kosta ríkiskass- anum 10,6 milliardir krón- ur, tá allar broytingarnar eru farnar at virka. Tað verður í 2008. Peningin ætlar stjórnin at fáa inn- aftur við at skerja vøksturin í teimum almennu útreiðsl- unum úr 0,7 prosentum í 0,5 prosent og við effek- tiviseringum. UTTAN ÚR HEIMI Danir fáa 10 mia. krónur í skattalætta Irak verður frælsisvitin í Miðeystri -Irak verður ein frælsisviti í Miðeystri, tá Saddam Hussein er frákordur og landið vorðið demokratiskt, sigur Bush forseti Mynd: Reuters Leygardagin, 1. mars, letur nýggjur handil upp í Niels. Finsensgøtu í Havn. Tað er Jógvan E. Lindenskov Joensen í Havn ið saman við konuni, Hansinu, letur upp nýggjan handil í hølunum, har sum Tórs Cafeteria var í mong ár. Handilin kemur at selja køkar, hvítvørur, innbúgv til baðirúm, klædnaskáp og ymiskt annað. Tá handilin letur upp leygardagin kl. 10, verður okkurt at fáa til bæði børn og vaksin. m.g. NØVN Í VIKUNI Nýggjur handil í Niels Finsensøtu Jógvan E. Lindenskov Joensen letur nýggjan handil upp í Niels Finsensgøtu, har sum Tórs Cafeteria var í mong ár Mynd: Jens Kristian Vang Í dag, fríggjadagin 28. februar, verður Hans Elmar Poulsen í Vatnsoyrum 65 ár. Hans Elmar er føddur og uppvaksin við Ljósá. Hann var yngstur av 3 brøðrum, har pápin doyði av tuberkl- um tá hann var 12 ára gam- al. Sum ungur sigldi hann og giftist í 1961 við Kirst- in, fødd Nielsen, úr Vatns- oyrum. Tey búðu tá í Havn. Í 1966 flutti hann til Vatns- oyrar í sambandi við bygg- ingina av leguhúsinum, Zarepta. Í 1968 byrjar hann við Vatnsoyra Snikkarvirki, sum seinni kom at fram- leiða tey kendu H-vindeyg- uni. Hann hevur altíð havt stóran áhuga fyri bilum, serliga gomlum bilum, og hevur hann í dag sítt egna bilasavn í Vatnsoyrum. Kirstin og Hans Elmar eiga 6 børn, tríggjar synir og tríggjar døtur. Hans Elmar Poulsen 65 ár Nøvn í vikuni Kennir tú onkran … Kennir tú onkran í familjuni, á arbeiðsplássinum, í grannalagnum ella hvar tað skal vera, ið hevur ein merkisdag sum t.d. rundan føðingardag, brúdleypsdag, starvsdag ella onkran, sum hevur fingið nýtt starv ella annað, so sig okkum frá. Tú skal bara skriva navn og bústað og um gjørligt aðrar upplýsingar eisini um tann persónin tú heldur eigur at koma í blaðteigin "Nøvn í vikuni", so taka vit okkum av restini. Tú er eisini vælkomin at senda okkum nøkur orð og um møguligt mynd. Annars hava vit góðar journalistar og fotografar til slíkar uppgávur. Navn:..................................................................................................................... Bústaður:............................................................................................................. Bygd/býur:..............................................................Tel:..................................... Evt. arbeiðspláss:.............................................................................................. Merkisdagurin er: ............................................................................................ Innsendari: ....................................................................Tel:............................... Sendið lepan, í brævbjálva, til: • Postboks 76 • FO-110 Tórshavn • "Nøvn í vikuni" Eisini ber til at støkka inn á gólvið, ringja, faxa ella senda teldupost til redaktiónir okkara kring alt landið: Høvuðsstaðarøkið: tel. 311820/216135, fax 314720, teldupost: maggi@sosialurin.fo Norðoyggjar: tel. 458686, fax 458687, teldupost: solby@sosialurin.fo Eysturoy: tel. 447820, fax 449520, teldupost: vilmund@sosialurin.fo Suðuroy: tel. 375364, fax 375464, teldupost: aki@sosialurin.fo Vágar: tel. 333820, fax 333720, teldupost: edvard@sosialurin.fo 20. februar vóru 25 ár liðin, síðan Bjarni Thomsen við byrjaði við Vaktargarðinum í Havn sum tann fyrsta fyritøkan av sínum slag í landinum. Bjarni er føddur og uppvaksin í Sumba. Hann lærdi til timburmann og sigldi eina tíð, áðrenn hann fór til Danmarkar, har hann arbeiddi í eitt ár hjá vaktartænastnui ISS Se- curitas. Heim aftur komin stovnar hann sína egnu fyritøku, Vaktargarðin, í Havn. Fyri tveimum árum síðan bleiv fyritøkan út- bygd við Heykur-Bilhjálp, har teir hava fleiri flutn- ingsbilar til at flyta t.d bil- ar, trukkar og maskinur við. Vaktargarðurin 25 ár Bjarni Thomsen byrjaði Vaktargarðin fyri 25 árum síðani Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 13 12