fríggjadagur 28. februar 2003síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 41 - 28. februar 2003
15
Tunnusláttur í KÍ høllini
Leygardagin verður
árliga føstulávintstil-
takið hjá Klaksvíkar
Hornorkestur í KÍ
høllini í Klaksvík
FØSTULÁVINT
Solby A. Eliasen
Klaksvík:
Tiltakið byrjar klokkan
tvey leygardagin við tunnu-
sláttri. Kostnaðurin fyri at
koma inn er tjúgu krónur.
Og eins og undanfarin ár
verða tunnur til allar ald-
ursbólkar. Heilt frá teimum
smæstu børnunum og upp
til tey vaksnu. Foreldur fáa
ein kaffimunn, meðan tey
hyggja at tunnusláttrinum.
Øll børnini fáa ein bomm-
pakka, og teir tíggju katta-
kongarnir fáa ein stóran
bommpakka. Tað verða
einar tíggju tunnur, sum
skulu sláast í gólvið. Tær
eru latnar av ymsum stuðl-
um. Og eisini veitir høv-
uðsstuðulin hjá hornork-
estrinum stuðul til hetta til-
takið. Høvuðsstuðul er
Norðoya Sparikassi, sum
Klaksvíkar Hornorkestur
gjørdi stuðulsavtalu við á
heysti í fjør.
– Harafturat verður tann
fínasta grýlan eisini funnin,
og verður eitt hvørt til hana
eisini, verður sagt frá Horn-
orkestrinum.
Eitt, sum hevur eyðkent
føstulávintstiltakið
hjá
Klaksvíkar Hornorkestri, er
tað risastóra køkutombola,
sum hevur verið tey seinnu
árini. Okkurt árið hava vinn-
ingarnir verið yvir 300 í tali.
Tiltakið plagar at vara í
umleið hálvan triðja tíma,
og undirtøkan hevur verið
avbera góð. Eini 5-600
børn plaga at fara í KÍ høll-
ina at sláa tunnu Føstuláv-
intsleygardag.
Klaksvíkar Hornorkestur
hevur undanfarin ár eisini
skipað fyri dansi í høllini
um kvøldið, men tað verður
av ongum í ár.
– Fyrr gingu altíð nógv í
teir sokallaðu gamlamanna-
dansirnar, men tað letur til,
at tíðin er farin frá teimum,
tí millum lítið og onki fólk
hevur verið í dansi seinnu
árini, so tað loysir seg ikki
hjá okkum at skipa fyri
dansi longur, siga tey í
Klaksvíkar Hornorkestri.
Rættarhjálpin
499 áheitanir
í fjør
Tær flestu áheitanin-
ar vóru í samband við
arv og skifti, veðhald,
fasta ogn, hjúnar-
skilnað og foreldra-
myndugleika
ÁRSFRÁGREIÐING
Solby A. Eliasen
Rættarhjálp Føroya var op-
in í 47 vikur í fjør, og í
hesum tíðarskeiði vóru 499
áheitanir. Í ársfrágreiðing-
ini frá Rættarhjálpini sæst,
at av áheitanunum eru 86
sakir upprættaðar, harav
tær 71 vórðu avgreiddar í
árinum.
Tøl frá Ársfrágreiðingini
vísa, at tað í meðal hava
verið góðar fimm áheitanir
um dagin í fjør. Tølini vísa
eisini, at flestu áheitaninar
koma frá fólki millum 30
og 65 ár. 56% vóru kvinn-
ur, 43% menn og so var 1%
felagskapir
og
onnur.
Meira enn helmingurin av
áheitanunum
komu
úr
Suðurstreymoy og Nólsoy,
men tað er kanska ikki so
løgið, tá hugsað verður um
fólkatalið.
Tær flestu áheitaninar
vóru í samband við arv og
skifti, veðhald, fasta ogn,
hjúnarskilnað og foreldra-
myndugleika. Tey bæði
seinastu taldu ávíkavist
níggju og sjey prosent av
øllum áheitanunum.
Rættarhjálp Føroya er ein
tænasta, har fólk kunnu
venda sær til fyri at fáa
ókeypis løgfrøðiliga ráð-
geving ella vegleiðing. Hon
lat upp í juni mánaði í
1996. Hon er opin fýra tím-
ar um vikuna. Hildið verð-
ur til í Havn, men av tí at
hon er tann einasta av sín-
um slag í landinum, er mál-
ið at náa alt landið. Tí eru
áheitaninar ikki bara per-
sónligar, men eisini um
telefonina og skrivligar.
Allar áheitanir verða tó
skrásettar, eisini tær um
telefon ella skrivligt, so tær
ganga eisini inn í hagtølini
í
ársfrágreiðingini
fyri
2002
frá
Rættarhjálp
Føroya.
Aftur í ár verður føstulávintstiltak í KÍ høllini. Klaksvíkar Hornorkestur skipar fyri tunnusláttri
og køkutombola leygardagin kl. tvey
15
14
Nr. 41 - 28. februar 2003
ØL
Tíðindaskriv
Aftan á nógvar áheitanir
hevur Restorffs Bryggjarí
gjørt av at halda áfram við
framleiðsluni av vælum-
tókta ølinum Varginum.
Hetta er ein spennandi ølur.
Við sínum distinkta runda
smakki og klaustrofobisku
undirtónum
appellerar
hann til tann innara úlvin.
Vargurin vekir duld minni
úr okkara fornu frumtíð,
har bert sterkar driftir yvir-
liva. Vargurin er fyri ein-
staklingar við stórum yvir-
ego. Hann er kveikjandi í
stillum
kontemplativum
løtum, men vandamikil, tá
ein er saman við øllum
úlvahópinum tá frumýlini
dynja millum fjalla, full-
mánin fær ein at hugsa
ørandi tankar og armarnir
gerast lodnir.
Í dag, hósdagin, fæst
Vargurin kring alt landið.
Pilsnarin
Pilsnarin hjá Restorff hevur
nú aftur sín eyðkenda
runda og lætta smakk. Í
Desember varð latið eitt
sindur meira av humli i
Pilsnaran, fyri at nærkast
smakkinum á Tjekkiskum
øli, men føroyski pilsnar-
drekkarin dámar betur, at
minni av humli er í, hetta er
nú justerað.
Føstulávintshald
Restorffs vil fegin koma í
samband við arbeiðspláss,
feløg, barnagarðar osfrs.,
sum fyriskipa tunnusláing,
dans og føstulávintshald
yvirhøvur.
Restorffs aftur við vargi
C
M
Y
K
14
FORD ESCORT 1.8 DIESEL
Árg 96, Km 154.000. Kr. 55.000
FORD ESCORT 1.3I CLX
Árg 97, Km 85.000. Kr. 50.000.
FORD TRANSIT 2.5 DIESEL
Árg 96, Km 102.000. Kr. 85.000.
FORD ESCORT 1.8 TD
Árg 97, Km 137.000. Kr. 70.000.
FORD ESCORT 1.8 DIESEL
Árg 95, Km 171.000. Kr. 50.000.
FORD FOCUS 1.6I GHIA
Árg 99, Km 56.000. Kr. 134.000.
FORD FOCUS 1.6I GHIA
Árg 99, Km 62.000. Kr. 134.000.
FORD FOCUS 1.8 TDI
Árg 99, Km 69.000. Kr. 142.000.
CITROEN XARA 2.0 HDI
Árg 2001, Km 26.000. Kr. 160.000.
TOYOTA CARINA E 1.6 XLI
Árg 92, Km 202.000. Kr. 55.000.
MITSHUBITSHI GALANT 1.8
Árg 89, Km 250.000. Kr. 30.000.
FORD ESCORT 1.8 TURBO
DIESEL
Árg 97, Km 127.000. Kr. 78.000.
FORD ESCORT 1.8 DIESEL STW
Árg 96, Km 52.000. Kr. 65.000.
FORD FOCUS 1.6I GHIA
Árg 2000, Km 57.000. Kr. 148.000
AKRANESGØTA 5 TEL 313873 FAX 311173
www.wenzel.fo