Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-28, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. februar 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 41 - 28. februar 2003 Nr. 41 - 28. februar 2003 17 Rannvu, sum kom til Havn- ar at halda ólavsøku. Ein syrgilig og hjarta- nemandi søga. Á veg oman aftur á Far- støðina gangi eg framvið pylsuvogninum. Í rútinum er stór reklama: Fit for fight! Nú er best at koma inn í hitan í bussinum at seta seg... fit for fight ella ikki. Skansarnir Áðrenn eg sleppi Skansa- túrinum hendan sunnu- morgunin, fari eg at tríva í ein part av tí søgu, sum er um skansarnar í Havn og ymiskt annað í hesum sam- bandi. Í seinnu helvt av 1500- árunum hoyra vit um, at sjórænarar eru farnir at gera alsamt meira um seg í Føroyum. Hetta fekk menn at seta í verk tiltøk fyri at verja Havnina, sum tá ikki var stórt meira enn Tinga- nes og økið fram við Eyst- aruvág. Uttast á Tinganesi helt landsins fyrisiting til, og her var eisini handil og vørugoymsla. Fyrstu verjutiltøkini, vit vita um í Havn, eru yviri á Ryggi í 16. øld. Og hvør veit; kanska var tað her, at Magnus Heinason bygdi ein skansa. Eftir tiltikna turkaránið í Hvalba í 1629, kom gongd á skansaarbeiði, og skansin á Stangarnesi verður bygd- ur. Fyri at verja Tinganes móti álopum frá landi, verður Reynaskansin í 1645 bygdur tvørtur um nesið, millum býin og handilin. Næstu 20 árini fer nógv skansaarbeiði fram. Í hesum tíðarskeiði verður Lítli Skansi bygdur uttast á Tinganesi og helst eisini múraða vaktarstovan, Portugálið. Tá ið Danmark var í bar- daga við onnur lond, vóru eisini ófriðartíðir í Føroy- um. Skansarnir vórðu rændir og lagdir í oyði, eitt nú í 1677 av fransmonnum og í 1808 av bretum. Í 1749 verður Lítli Skansi niðurtikin, eins og Reynaskansin longu tá var niðurtikin. Nú var bert Stóri Skansi eftir. Stóri Skansi Í 1782 gjørdist kaptein Born kommandantur í Føroyum. Tað var í hansara tíð og seinni, at skansin fekk tað skap, hann hevur í dag, ein sonevndur stjørnu- skansi. Hildið verður tó, at vaktarstovan stavar frá 1600-árunum. Um hetta mundið, var eisini eitt battarí niðri á bakkanum. Á skansanum vóru 35-40 soldátar í 1600-1700-árun- um. Skansaarbeiði, ið var skylda hjá havnarborg- arum, var ein tung byrða. Fyri at bøta um hetta, vórðu Skansatræðirnar norðanfyri Skansan innlagdar í 1796, so soldátarnir kundu velta sær epli, røtur og annað. Tær fýra sonevndu málmkanónirnar frá endan- um av 1700 og byrjanini av 1800-árunum, eru millum elstu minni frá skansatíðini. Hesar góvu Christiani IX skotkvøðu, tá ið hann sum fyrsti kongur steig fótin á land í Føroyum í 1874. Í 1865 varð skansin av- tikin sum hernaðarligur stovnur og somuleiðis k o m m a n d a n t s t a r v i ð . Jekarakorpsið, sum síðan 1830 hevði mannað skansan, varð nú í staðin til eitt politistalið, ið eitt nú hevði eftirlit við fongslinum á Skansanum. Norðan fyri Skansan standa sersjanthúsini, har hægsti kvartermeistarin fyri politistaliðnum búði seinnu árini. Skansin hevur alt tað, vit vita um, havt serligan týdn- ing fyri innsiglingina til Havnina. Ein reyð lanterna varð uppsett í 1884, og í 1909 varð vitin settur á Skansan. Í 1907 varð mast- ur við veðurávaring reist á økinum. So seint, sum undir seinna heimsbardaga, varð Skansin nýttur. Í 1940 tók bretska hersetingarvaldið sær Skansan til hernaðar- miðstøð. Einastu minni um hesa tíð, eru tær báðar 5,5" stóru kanónirnar, ið stava frá bretska flogberanum, Furious. ... Hetta var so skansa-túrurin og skansasøgan hendan sunnumorgunin í februar - og kanska var túrurin ikki heilt til onga nyttu. Tankarnir leitaðu aft- ur til søgur um ófrið- artíðir, kríggj og svik móti ungari gentu, sum fór til Havnar at halda ólavsøku SUNNUMORGUN Vilmund Jacobsen Sjáldan eri eg ov tíðliga, ofta heldur seinur, men sjáldan ov seinur, tá ið bussur ella bátur skulu náast. Eitt undantak var tó ein sunnumorgun herfyri; tá var eg ein heilan tíma (!) ov tíðliga niðri á Farstøðini í Havn. Komin inn á gólvið, lá ein maður á bonkinum og svav; ein annar sat við eitt borð og droymdi um nátt- ina, sum verið hevði. Báðir mundu teir bíða eftir buss- inum. Kvinnan aftanfyri diskin var fryntlig. Eg spurdi, um fólk ofta svóvu á Farstøðini. Jú, tað kom meira enn so fyri, men oftast sótu teir úti í gongini. "Har er so kalt, so eg plagi at biðja teir koma inn um at seta seg at bíða..." segði hon. Út á markina Veðrið var gott og hálva- ljóst. Orkaði ikki at sita á Farstøðini ein heilan tíma. Gekk mær ein túr. Hevði myndatólið við mær. Kanska var okkurt at síggja. Leiðin bar niðan á Skansan. Eitt sindur kalt, tó ikki so, at tað bagdi. Friðar- ligt. Dunið frá nøkrum russarum í Nólsoyarfirði var næstan tað einasta, eg hoyrdi. Hendinga bilur sjaggaði eisini fram við. Sólin var risin úr havs- brúnni og kagaði upp um Nólsoynna. Royndi at stríða seg fram ígjøgnum skýgg- ini. Ein vakur februarmorg- un. Tók nakrar myndir út yvir fjørðin, av bygningun- um á nýggja havnalagnum, russarunum í fjørðinum, kanónunum og vitanum. Hvør veit? Kanska góðar myndir at hava í skjáttuni... Sum eg spáki, kemur ein maður gangandi, ein frakkamaður. Veit ikki, hví vit koma í prát. Jú, hann er norðmaður. Er í Føroyum og fyrireikar ráðstevnu fyri alment lønt í norður- londum. Fit for fight Tímin, sum var til avlops, gongur skjótt, og klokkan nærkast, til bussurin koyrir. Ár eru ímillum túrarnar niðan á Skansan, so hetta hevur verið ein øðrvísi morgun enn vanligt. Ein hugtakandi og hug- vekjandi morgun. Spáki mær ein rundtúr aftrat. Fyrst oman til ka- nónirnar. Hyggi omanyvir fjøruna, havi hug at hyggja í hyljarnar, um lív er í onkrum teirra. Kanska okk- urt kombikk. Tíðin røkkur ikki til. Spáki niðan um aftur vitan. Hesir eru altíð hugtakandi, tí tú hevur so mangan sæð teir senda sínar ljósstrálur um kvøld- arnar. Teir kunnu saktans vera partur av einum for- elskilsi ella kærleikstrega. Vitarnir hava sína uppgávu. Teir eru ábyrgdarfullir og føra teg trygt í havn. Okk- urt romantiskt er við ljósin- um, teir senda út í myrkrið. Leggið til merkis talv- una, sum greiðir frá um skansarnar í Havn. Hugsi um sjórænarar, kríggj og um svikið, sum komman- danturin á Skansanum framdi ímóti ungu gentuni, Hugvekjandi sunnumorgun á Skansanum HUGLEIÐINGAR Vilmund Jacobsen "Møguleikarnir, sum tað almenna ongantíð sá...". Hetta var heitið á eini grein í Sosialinum herfyri um sjóvegis farleiðina millum Skálafjørðin og Havnina. Siglingin, sum so ofta hevur verið í and- glettinum seinastu árini, er nú ikki til meira, og hesaferð bendir einki á, at hon reisir seg afturí tí líki, hon hevur verið rik- in. Gongst sum ætlað, kunnu vit vænta, at ein nýggj farleið á privatum grundarlagi fer av bakka- stokki um einar tveir mánaðir. Ætlandi verður siglt millum Skálafjørðin og Sund við ferju, sum verður keypt úr Noregi. Hugskotið er gott, men torført kann vera at byggja uppaftur tað, sum við árunum er máað burtur. Og tó; her er eitt grundarlag, sum røttu fólkini við hugflogi um- borð á rætta skipinum eiga at kunna byggja á. Í sínari tíð, sum ikki vóru øðrvísi enn tær, vit hava í dag, sigldi Dúgvan mangan fullsett millum Skálafjørðin og Havnina. Var skipið á beding, hendi tað seg, at tey størru skipini hjá Strand- ferðsluni, Smyril ella Teistin, vórðu sett at sigla onkran túrin. Tey, sum hava fylgt við á økinum, siga, at tað enntá kom fyri, at hesi stóru skip eis- ini sigldu fullsett. Seinastu árini hevur gamla Terna røkt hesa farleið. Skipið hevur bara siglt við ferðafólki, ikki við bilum. Grundarlagið hevur verið ov veikt, og farleiðin hevur givið und- irskot. Krøvini, sum ferðafólk seta, eru vorðin størri. Skipið er gamalt, ótíðarhóskandi og ikki serliga væl egnað, tá ið landnyrðingurin ella lág- ættirnar gera um seg suð- uri í fjørðinum. At skipið ikki hevur tikið bilar, hevur sjálvsagt minkað um grundalagið undir farleiðini. Hinvegin er gamla Terna ikki serliga væl egnað til bilaflutnig, tí trongt er hjá bilførar- um, sum standa har frammi í skipinum, at bakka bilin í land aftur. Tað er líkasum, at bilurin fæst ikki leysur frá skips- síðuni. Manningin umborð á gomlu Ternu hevur altíð verið fryntlig og fyrikom- andi. Saman við ov fáu, men trúføstu ferðafólk- unum, hava manning og ferðafólk virkað sum ein "familja" á túrunum mill- um Skálafjørðin og Havnina. Henda sigling, sum hevur sínar røtur heilt aftur til Thorshavn Mælkeforsyning-og Margarinfabrik, er nú far- in í søguna. Men, sum Sámal Petur í Grund segði, tá ið hann fall við seinasta løgtings- val: "Tá ið ein hurð fer aftur, lata aðrar hurðar seg upp..." Alt bendir á, at tað verða Sámal Petur og aðrir góðir menn, sum fara at leggja lunnar undir eina nýggja rutu millum Skálafjørðin – og Sund. Myndin av sólini, sum hongur yvir Stongini í Nólsoy, er tikin á seinastu ferðini hjá mær heim úr Havn við gomlu Ternu. Ein vakur seinasti morgun... Nú bíða vit í spenningi eftir tí morgni, tá ið nýggja farleiðin byrjar. Ein vakur seinasti morgun Á veg heim úr Havn við gomlu Ternu eina seinastu ferð. Sólin hongur yvir Stongini og sendir sínar ljósglæmur móti skipinum. Mynd: Vilmund Jacobsen Vitarnir eru hugtakandi, og okkurt romantiskt er við ljósinum, teir senda út í myrkrið. Mynd: Vilmund Jacobsen Ein friðarligur sunnumorgun á Skansanum. Í kvirruni hoyrist dunið frá russisku trolarunum í Nólsoyarfirði. Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 17 16