fríggjadagur 28. februar 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 41 - 28. februar 2003
Nr. 41 - 28. februar 2003
19
VIÐMERKINGAR
Føroyingar minnast betur, enn tit halda
Jóannes Eidesgaard
Jenis av Rana saman við
Høgna Hoydal førdu báðir
fram undir viðgerðini av
uppskoti landsstýrisins til
skattalætta henda dagin, at
skattalættin, sum eg vegna
landsstýrið legði fram í
1995, og sum varð samtykt-
ur av einum samdum løg-
tingi (íroknað Miðflokkin
og Tjóðveldisflokkin, sum
báðir sótu í andstøðu) vendi
sosialt skeivt. Ein reingjan
av
sannleikanum,
sum
møguliga skal rættvísgera,
at sitandi samgonga við sín-
um skattalætta fullkomiliga
gloymir láginntøkurnar.
Eg havi satt at siga eitt
sindur torført við at skilja,
hví serliga Jenis av Rana og
partvíst eisini Høgni Hoy-
dal brúktu so nógva tíð upp
á at viðgera skattalættan,
sum eg sum landsstýris-
maður legði fram og fekk
samtyktan í des. 1995, tá ið
tað var teirra egna uppskot
til skattalætta, sum var til
viðgerðar.
Mínar høvuðsviðmerk-
ingar til uppskotið hjá
Karsten Hansen, landsstýr-
ismanni vóru, at landsstýrið
veruliga gevur miðalinn-
tøkunum (uml. 220.000kr.)
ein góðan skattalætta. Hetta
fegnaðist eg um og takkaði
landsstýrinum
fyri.
Eg
nevndi eisini, at tímalønt,
sum altíð arbeiða minst 40
tíma viku eisini fáa ein lítl-
an skattalætta, tó hesin
kundi verið væl størri. Men
trupulleikin var, at tey
mongu tímaløntu á okkara
fiskavirkjum, sum ikki fáa
eina fulla viku, og tey eru
rættiliga nógv í tali, tey fáa
stórt sæð ongan lætta. Og tí
er tað ikki rætt, tá lands-
stýrið sigur í sínum við-
merkingum, at lættin kem-
ur fyrst og fremst lág- og
miðalinntøkunum til góðar.
Miðalinntøkurnar er rætt,
men so avgjørt ikki láginn-
tøkurnar. Hin vegin so er
líkt til, at háinntøkurnar
oman fyri 500.000 kr fáa í
bæði posa og sekk.
• (eini hjún á einum flaka-
virki, sum forvinna 150.
000kr í part): 3720 kr./ár
ella 310 kr./mðr.
• (eini hjún, sum hvør
forvinna 220.000 kr í part):
10.320 kr./ár ella 860
kr./mrð.
• (eini hjún, har annar for-
vinnur 520.000 kr og hin
220.000 kr): 13.420 kr./ár
ella 1118 kr/mðr.
Tá man so eisini tekur tað
við, at henda samgonga,
sum Jenis av Rana er
stuðulin undir, eisini hevur
hækkað nógv gjøld og
prísir (eitt nú Svf-gjald,
mjólkaprísir, ferðaseðla-
prísir, uppihaldspeningin
burtur, versnandi kor í
barnasignini fyri tímalønt),
so gevur man láginntøku-
bólkunum við aðrari hond-
ini, meðan man longu hev-
ur tikið meira enn bróður-
partin innaftur við hinari
hondini.
Um tað var hetta, sum
fekk Jenis av Rana og so
seinni eisini Høgna Hoydal
at føra fram, at eg skuldi
havt givið ein munandi
meira assosialan skatta-
lætta í 1995, tað er møgu-
ligt, men tað vísir so bert, at
teir ikki kenna seg serliga
væl við henda kritikkin,
sum
Javnaðarflokkurin
førdi fram.
Men lat okkum so taka
sannleikan fram um lættan í
1995:
• Skattastigin
broyttur,
soleiðis at inntøkur undir
220.000 kr. fáa størsta lætt-
an (kostaði 80 mió. kr.)
• Barnafrádráttruin hækk-
aði úr 2.400 kr. til 2.900 kr.
(kostaði 5. mió. kr.)
• Viðbótin til ávísar pen-
sjonistar hækkaði við 3,5
mió. kr
• Skattahámarkið lækkaði
úr 55% niður í 52% (kost-
aði 2,5 mió. kr.)
Hesin skattlættin kostað so-
statt 91 mió. kr. og er størsti
skattalætti, sum nakrantíð
er givin í einum.
Jenis av Rana hevur
síðani bara fokuserað upp á
hetta, at skattahámarkið
lækkaði 3%. Eg havi roynt
at greitt sama Jenisi frá, at
hetta var sjálvsagt partur av
tí semju, sum Javnaðar-
flokkurin mátti ganga við
til, til tess at øll hini tiltøk-
ini kundi fáast upp á pláss.
Hetta var ein politisk telv-
ing, har eisini borgarligi
parturin av samgonguni
skuldi hava sítt. Soleiðis er
politikkur.
Men eitt samt løgting tók
undir við málinum í 1995,
og umboð Tjóðveldisfloks-
ins í fíggjarnevndini (Finn-
bogi Ísakson) var beinleiðs
partur av meirilutaálitinum,
meðan umboð Miðfloksins
(Tordur Niclasen) hevði
sínar viðmerkingar, men
annars eisini tók undir við
uppskotinum.
Vit skulu eisini minnast
til eitt, at hetta var í 1995,
og enn var bakslátturin av
kreppuni stórur. Vit bardist
við at fáa javnvág á fíggjar-
lógina, og føroyingurin var
verri enn so komin yvir
skelkin, sum kreppan gav
okkum øllum. Men vit
mettu, at tíðin var búgvin,
og eri sannførdur um, at
júst hesin skattalættin hevði
eina avgerandi ávirkan á, at
vónin og trúgvin upp á
framtíðin aftur birtirst í
føroyinginum.
Albert Isfeld
Arkitektur A.F.
Fyrstu ferð eg sá Saltsiloina
á Drelnesi, var eg 13 ára
gamal á ferð við Skótalið
Sigmunds Brestissonar í
Suðuroy saman við øðrum
skótaliðum kring landið og
úr Danmark at liggja í
skótalegu.
Vit skuldu um fjallið til
Fámjins at liggja við Fámj-
insvatn. Tá vit koma gang-
andi eftir vegnum, síggja
vit henda stóra bygningin
standa niðri við sjóvar-
málan, dagandi upp í luft-
ina sum ein katedralur – eitt
stórverk – í bogaðum skapi,
borið uppi av stórum para-
belformaðum betongkon-
struktiónum.
Henda sjón gjørdi eitt
øgiligt inntrykk á meg og
havi eg líka síðan, hvørja
ferð eg eri í Suðuroy, gjørt
steðg við siloina at njóta
løtuna við henda bygning.
Her er ein bygningur, sum
brýtur frá tí vanliga, og má
sigast at standa sum ein
varði yvir byggilist í Føroy-
um, har stórir tankar og
visiónir hava verið berandi
fyri eina glæsiliga framtíð.
Tað er onki at taka seg aftur
í at, hetta bygningsverk er
eindømi í Føroyum, og
helst telist millum frægastu
bygningsverk í Norðan-
londum.
Tað var í 1937, at
hesin
bygningur
bleiv
bygdur til at rúma salt-
goymslu, og hevur tað sein-
astu tíðina verið brúktur til
ruskgoymslu.
Tað sær út til, at ongin
veruliga hevur gjørt átøk at
varðveita hetta stórverk,
sum beint nú stendur og
forfellur – ikki tí – røddir
hava verið frammi í bløð-
unum og millum fólk í Suð-
uroy at gera tiltøk til varð-
veitslu.
Helst hava nógv byggi-
og søgufólk, sum eru kom-
in ferðandi hendavegin,
undrast yvir, at onki er gjørt
at fjálga um henda bygning.
Mær kemur til hugs
kirkjubømúrin – her hevur
kjakið gingið, um múrurin
er ein ruin (fornfrøðingar-
nir) ella um múrurin er eitt
bygningsverk (arkitektar-
nir), vóni ikki at líknandi
kjak í framtíðini verður um
Saltsiloina á Drelnesi ella
uppaftur verri, at siloin
verður niðurrivin sum eitt
»skrýmsl«,
sum
onkur
hevur málborið seg.
Tíðin er nú komin til at
varðveita henda bygning og
geva honum annað inni-
hald. Til ber at varðveita
skapið og nútímansgera
bygningin uttan og innan.
Her eru óteljandi møgu-
leikar í tí høga rúminum at
skapa karmar fyri alskyns
mentanarvirksemi sum t.d.
tónleiki, sjónleiki, lista-
framsýningum, fundum av
ymsum slag v.m.
Fíggjarliga er hetta eitt
skilagott tiltak – útgrevstur
og høvuðskonstruktión eru
tøk, hetta kann merkja eina
sparing í byggiútreiðslum
uppá einar kr. 5 til 10 mill-
iónir, leysliga mett.
Nýggja ferjulegan og ein
nýggjur Smyril, sum leggur
at beint við, vilja draga til-
tøk til sín frá øðrum pørtum
av landinum.
Við tunnlinum frá Øravík
til Hovs verður øll Suður-
oyggin samnabundin á ein
hátt, so til ber at siga, at
Siloin á Drelnesi kann blíva
ein mentanarkatedralur fyri
alla oynna, bert allar góðar
kreftir finna saman í einum
felags átaki hesum at
frama.
Nevnast kann, at nýggja
mentanarhúsið í Fuglafirði
hevur havt avgerandi týdn-
ing fyri mentanartiltøk í
bygdini og fyri alla Eystur-
oynna og er blivin eitt hug-
tak um alt landið eins og
Norðurlandahúsið.
Vónandi verður hetta
uppskot til veruleika eina-
ferð, so hesin bygningur,
sum ein fuglurin Føniks,
aftur verður at daga upp í
luftina í fullum skrúð, sum
karmur um mentanartiltøk í
Suðuroy.
Saltsiloin á Drelnesi – ruin ella komandi
Mentunnarkatedralur
C
M
Y
K
19
18