Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-02-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 28. februar 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 41 - 28. februar 2003 Nr. 41 - 28. februar 2003 21 Hergeir Nielsen Kaj Leo Johannesen legði uppskot fyri tingið um at heita á landsstýrið um at leggja frágreiðing fyri løg- tingið til aðalorðaskiftis, ið skuldi lýsa fyrimunir og vansar við føroyskum ES- limaskapi. Partamaður hansara, Jo- han Dahl, gav málinum ongan kjans í uttanlands- nevndini, og mælti bein- leiðis løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. Undir 2. viðger á tingi hálsaði Johan Dahl um, og royndi at fáa málið aftur í nevnd, men hetta miseyðn- aðist. Uppskotið fall sjálvandi við einum braki og fekk onga atkvøðu fyri. Í bløðunum sigur upp- skotsstillarin seg ikki vita hvørjum beini hann skal standa á, so fegin er hann um, at tað fall. Samstundis sum tann ovurfegni veitir mær al- menna takk fyri málsvið- gerðina, ilskast partamaður hansara og sigur meg hava vent øllum á høvdið. Her hongur ikki rættiliga saman hjá teimum. Sambandsflokkurin hevði allar parlamentar- iskar møguleikar fyri at styðja sítt egna uppskot bæði í nevnd og á tingi, men teir klokkaðu í tí. Í staðin fyri ta vanligu niðrandi viðgerðina av nevndarfor manninum kundi Johan Dahl greitt frá, hví hann ikki tók undir við uppskotinum frá parta- manninum? Í øðrum lagi kundi hann sagt okkum, hví hann vildi hava málið aftur í nevnd? VIÐMERKINGAR Hvat bagir sambands- monnum??? Flogfelag Føroya hev- ur fingið fatur á nøk- rum atgongumerkj- um til konsertina hjá Paul McCartney í Keypmannahavn í mei KONSERTFERÐ Ætlar tú tær á konsert hjá fyrrverandi Beatles leikar- anum Paul McCartney í Parkini í Keypmannahavn, ber nú til at keypa atgongu- merkið í Føroyum. Kon- sertin verður tann 2. mei. Men tú mást kvika tær, tí fá atgongumerki eru, og gravgangur er eftir teimum. Í Danmark vórðu 35.000 atgongumerki seld eftir bara fýra tímum. F y r i 3.315,- krónur ber til at keypa flogferð til Dan- markar og atgongumerkið til konsertina frá Flogfelag Føroya, sigur Uni Daniel- sen, stjóri á Flogfelagnum. Depositum á kr, 1.000,- skal gjaldast samstundis, sum bílagt verður, sigur hann. Flogfelagið hevur fingið nøkur atgongumerki, sum kunnu bíleggjast á heima- síðuni hjá Flogfelagnum, sum eitur: www.ff.fo. Eis- ini kann ringjast til Flog- felag Føroya á telefon nr. 340000. Flogið verður úr Før- oyum við Atlantic Airways daganar 30. apríl ella 1. mei, og heimaftur fjórða ella fimta mei. Um ynskt verður, kann Flogfelagið eisini syrgja fyri trygging, leigu av bili í Danmark, hotelli ella hvørjum tað nú skal vera, sigur Uni Daniel- sen, stjóri á Flogfelag Før- oya. Við Flogfelagnum til McCartney Fyri 3.315 krónur ber til at keypa flogferð til Danmarkar og atgongumerkið til konsert- ina við Paul McCartney frá Flogfelag Føroya – Arbeiðið hjá Altjóða Barnalegum er enn sum áður eitt neyðugt klípi í tí garði, sum fleiri og fleiri menn- iskju um allan heim royna at byggja um eina friðarliga og mannsømiliga fram- tíð hjá heimsins fólki, segði Pauli Nielsen m.a. í røðu í sam- bandi við 25 ára dag- in hjá CISV næst- seinasta leygardag RØÐA Pauli Nielsen Eg skal fyrst av øllum takka teimum, sum hava verið við til at halda lív í Altjóða Barnalegum í Før- oyum øll hesi árini. Uttan tykkara ósjálvsøkna arbeiði hevði tað ikki verið gjørligt hjá mær at staði her í dag og minst aftur á, hvussu vit komu upp í hetta fyri 25 árum síðani. Eg var lærari á Venjing- arskúlanum tá, og ein dagin kom Jorun Simonsen, sum eisini var lærari har tá, við einum brævi úr Noregi. Hon spurdi, um eg kundi hyggja at tí. Brævið var frá einum norðmanni, Ketil Lehland, sum greiddi frá enda-mál- inum við CISV. Hann skriv- aði, at tey fegin vildu hava Føroyar við, og bjóðaði 2 gentum og 2 dreingjum á 11 ára aldri, og einum vaks- num leiðara, á altjóða barnalegu á Stai í Noregi ein mánaða sama summ- arið. Hetta var í 1978. Hann skrivaði eisini, at hamnn áður hevði roynt at fáa samband hendavegin, men tað hevði ikki eydnast. Áheitanin ljóðaði sera spennandi, so eg gjørdi av, at eg skuldi svara játtandi aftur. So var at finna børnini. Sjálvur hevði eg eina dóttir, Elsu, sum var 11 ár, og mamma hennara vildi fegin fara sum fyrsti før- oyski leiðarin á eina legu hjá Altjóða Barnalegum, sum vit valdu at kalla fe- lagsskapin á føroyskum. Skjótt komu Kristjan, Jóan Petur og Eyð uppí, og so fóru vit øll, børn og for- eldur, at fyrireika okkum til leguna, soleiðis sum Ketil Lehland greiddi okkum frá, at vit skuldu. Legan gekk væl, og vit, sum vóru so heppin at senda børn okkara á fyrstu leguna, vit samdust um, at her var vert at vera uppií, men vit vistu eisini, at um vit veruliga vildu koma uppí millum hini heimsins lond, so var best at taka dik á okkum beinanvegin og gera eina barnalegu í Før- oyum næsta summarið. Vit vistu, at vit fóru at fáa ov mikið um oyruni, tí eitt var at skipa fyri leguni, men annað mál var at fáa pening til vega at halda leguna fyri. Tað er soleiðis, at verts- landið rindar allar útreiðsl- urnar av sjálvari leguni. Vit fingu góða hjálp og nógv beinasemi so at siga alla- staðni, har vit spurdu, og onnur vaksin komu aftrat at hjálpa okkum, sum byrjaðu summarið fyri. Vit vóru ung tá, sum tit er, sum nú taka toyggið. Vit sluppu at nýta Meginskúlan á Sandi til endamálið, og so var eftir at fáa altjóða skriv- stovuna at góðkenna okk- um sum vertsland til eina av barnalegunum í 1979. Um hetta skrivar Ketil Lehland skemtiliga í CISV- blaðnum nøkur ár seinni: "Eftir fyrstu leguna, sum føroyingar vóru við á – hetta var legan á Stai í Noregi – komu luttakarar- nir til Oslo, og Pauli Niel- sen var eisini har. Vit hittust heima hjá nú- verandi norska landsfor- manninum í CISV, Åse Lier, og har tók Pauli meg til viks og spurdi: "Hvat eiga vit at gera fyri at sleppa at hava eina altjóða barnalegu í Føroyum kom- andi summar?" Vanliga er tað jú so, at neyðugt er at gera eitt stórt arbeiði fyri at fáa gongd á CISV í einum nýggjum landi, og ikki minst fyri at fáa eitt nýtt limalaland til at tora at gera eina legu. Og her kendi eg, at eg næstan mátti gera tað mótsetta við at minna á, at "tað kostar nógvar pengar". og at "tað krevur nógv arbeiði". Men Pauli helt, at tað mundi nokk fara at ganga við tí, og tað gekk eisini, so Føroyar enn standa sum eindømi í CISV-søguni – at skipa fyri altjóða barnalegu longu árið eftir, at landið hevur verið á fyrstu barnaleguni. Áðrenn tað var komið so langt," skrivar Ketil Leh- land víðari, "hevði eg verið á altjóða aðalfundi og nevnt møguleikan fyri legu í Føroyum. Tey flestu søgdu bara "What country??" Eitt sindur av skemti kom eis- ini. Aðalskrivari okkara, Bill Matthews, sum er ein fittur og sakligur maður, ið ikki loypur á leistum eftir øllum beinanvegin, segði: "What´s next - Rockall?" Tað besta og stuttligasta av øllum var at uppliva, at eingin, heldur ikki frá danskari síðu, segði, ja, men Føroyar eru jú dansk- ar." Soleiðis byrjaði tað, og CISV í Føroyum kann vera errið av øllum tí, sum nátt er hesi árini síðan 1978. So avgjørt minsta lima- landið hevur megnað at hava tríggjar legur í seks ár, eitt virksemi sum nógv limalond við nógvum hundrað ferðir so stórum fólkatali kunnu øvunda føroyingum." So mikið Ketil Lehland. Og tí, góðu áhoyrarar, havi eg hug at siga: vit føroyingar nýtast ikki at smæða okkum burtur, bara vit taka tað arbeiðið á okkum, sum skal gerast, og ta ábyrgdini., sum hoyrir við. Sum eg standi her beint nú haldi eg tað vera heilt súmbolskt at uppliva so staðiliga, at føroyskar rødd- ir hoyrast og verða virdar uttanfyri Føroyar, soleiðis sum vit hoyrdu og sóu tað fyri bara nøkrum fáum tím- um síðani. Eg hugsi um ungu tvøroyrargentuna, sum lokkaði tárini fram í eyguni á nógvum hundrað túsund fólkum í gjár- kvøldið Orsakað av einum tekniskum feili kom ikki øll røðan hjá Pauli Nielsen á prent herfyri. Vit prenta tí røðuni umaftur. Røðan varð hildin í sambandi við 25 ára dagin hjá Altjóða Barnalegum í Føroyum. Pauli Nielsen, fyrsti formaður hjá Altjóða Barnalegum í Føroyum: Orðið er heimsins sterkasta makt Pauli Nielsen var fyrsti formaðurin í CISV, og hann helt røðu fyri felagsskapinum á 25 ára degnum C M Y K 21 20