fríggjadagur 1. juni 1990síða 14
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
TEE
+
Síða 14
ímóti teimum, ið legmað-
ur og fíggjarmálaráðharri
hava biðið um at geva
eina frágreiðing í málin-
um.
Ein annar av teirra
nýggjastu tingmonnum
sigur, at fólkaflokkurin er
ímóti P-talinum m.a. tí at
ell viðurskifti hjá tí ein-
staka verða legd út á geil-
ar, og at tagnarskyldan í
landinum er so sum so
Ein tagnarskylda kann
Antin
tagnarskyldu
Verður hon ikki
hildin, so eigur okkurt at
kunna gerast við tað. Men
tað, sum undrar meg
mest, er, at hetta eru teir,
ið hava bjóðað seg fram at
stýra landi okkara og tí
umsiting, ið til tað hoyrir.
IKKI Vera so sum so
hevur ein
ella ikki
Peningastovnamir
Hvussu við peningastovn-
unum? Liggja tær upplýs-
ingar, ið har eru um teg og
meg, úti á geilum? Hesir
stovnar eru privatir og
verða umsitnir av feilað-
um menniskjum men
munin meiri álit hava hes-
ir politikarar á teimum,
enn sínari egnu umsiting
og á, at tagnarskyldan um
tey somu viðurskifti har
verður hildin. Við eðrum
orðum: Tað skuldu verið
stjórarnir í peningastovn-
unum, ið sótu í Landsstýr-
inum, tí so varð eftir hes-
um at dema hildið fastari í
herðatoppin á umsiting-
ini, og tagnarskylda hild-
in.
Vorðið sum álit, hesir
menn hava á landsins um-
siting — hesir, sum skriva
síðu upp og síðu niður um
at hava álit á hverjum eðr-
um.
Hver er hvor
Fyrr nevndi tingmaður
ber eisini fram, at tá P-
talsskipanin er farin at
virka, »so er óttin hjá
»samfelagnum« fyri snýt-
arum kanska burtur«.
Júst so: Tú og eg (sam-
felagið) óttast tey, ið vilja
sleppa undan at rinda sín
part av kekuni, tí vit hava
sannroynt, at tað, sum
hini ikki vildu gjalda,
gjørdist steinur oman á
byrðu hjá okkum, tí gjald-
ast skal!
Aðrastaðni sigur hann,
at „fólk í dag ikki eru so
bangin fyri
samfelagnum
kreppuni í
sum fyri
samfelagnum
Slík orð frá einum po-
litikara siga mær, at við-
komandi man hava mis
skilt samanhangið. >Sam-
sjålvum«
felagiå« ella >tað al-
menna« eru vit borgarar,
og sum politikari er ein
valdur til at umsita tað, ið
okkara er — ikki endiliga
soleiðis sum eg ella onkur
annar sigur, men soleiðis
sum tænir heildini.
Rentuspekulatión
Ein annar
henda
partur, sum
P-talsskipan skal
taka sær av, er ætlanirnar
um at steðga
spekulatiónini, sum sein-
rentu-
astu árini hevur verið við
til at ekt um uttanlands-
skuldina, sum vit í dag
síggja álvara í at fáa aftur-
rindaða.
Flestu av okkum kenna
úttalilsini hjá einstøkum
tingmonnum og eðrum
við, har teir bæði í skrift
og talu hava vart óskilið
við rentuspekulatión við,
at „tað má ikki gerast
ólógligt at spekulera«.
Sjålvandi skal tad ikki
tað, men tå spekulatiónin
skal hava til endamåls at
sleppa undan at bera fe-
lagsbyrðarnar, so haldi eg
tað ikki vera forsvar vert
— at tað her á landi skal
ætlast best lenti vinnu-
vegur at spekulera í at
sleppa undan at rinda
skatt. Hver kemur so at
berða byrðarnar? Jú, vit,
ið ikki duga so væl at
spekulera.
Í tókum tíma
Tá haldi eg ongantíð vera
ov skjótt at fáa P-talsskip-
anina at virka, tí tann,
sum í sínum spekulatión-
um fyri dagliga degnum
ikki tekur almenna samfe-
lagið við, er hetta sam-
felag ikki verdur. Ella vit
kunnu siga: Tað sigur
mær, hvussu nógv hann
virðir hetta samfelag, ið er
vit øll.
Men tá tað er til út-
rindan av frítíðarlon,
barnastyrki, prísviðbót,
almannastyrki, ja, kanska
eisini til almenn veðhald
til privat fyritakssemi, tá
er »P-tal ingen hindring«,
sum tikid plagar at verda
til.
Undanførsla
Nei, her er talan um skåk-
an og undanferslu —
»kamuflagu« — so tað for-
slær. Tad almenna hevur i
dag vid ålikning rætt til at
kanna privat ognar- og
peningaviðurskifti. Um
tad verdur gjørt å henda
ella handa hått, kann vera
tað sama
Timburmaður
Sóknast verður
eftir
timburmanni til
snikkaraverkstað í Havn
Bill. mrk. 1005
Bonskt
Kann tykjast bonskt, tá ið
myndugleikarnir siga, at
sum ikki P-talið verður
innlatið, so verða konti
stongdar og innistand-
andi ognir inndrignar«.
Hetta átti at verið gjørt á
annan hátt, men hvussu?
Tó havi eg ilt við at finna
samanhangið, tå ið løg-
maður samstundis sigur,
at um vit ikki innlata P-
talið, so verður tað gjort
av líkningarmyndugleik-
unum.
Ég eri ikki samdur, tá ið
sagt verður, at ognirnar
skulu verða inndrignar.
Tað er ikki neyðugt og
hevur einki við málið at
gera. Men at tað er trup-
ult at gera við, um fólk
ikki vilja lýða hesa lóg, er
eyðsæð.
Aðrar lógir
Koyrir tú ólógliga og verð-
ur tikin, mást tú beta.
Verður tú ákærdur fyri
stuldur og funnin sekur,
mást tú beta. Hevur tú
gjørt teg inn á onkran,
verður tú eftir lógini
demdur fyri tað, ið tú hev-
ur gjørt og mást beta.
Stendur tú í skuld til
onkran, og rætturin sam-
tykkir, at tú skalt gjalda,
og tú tó ikki gert tað, so
bankar pantifútin á dyrn-
ar og avgreiðir málið á
staðnum.
So einfalt verður farið
fram í sambandi við aðrar
lógir: Málið fellur til
dóms, og aftaná at dóm-
urin er framdur, er slætt
borð. Tó er lógin fram-
vegis galdandi, og sami
persónur verður demdur
eftir somu lóg, um hann
aftur ger sama lógarbrot.
Tað sama
Sama er galdandi við lóg-
ini um P-talið. Gamaní, at
ein kann beta fyri ikki at
vilja lata inn sítt P-tal,
men tá ið ein hevur bett,
er henda saman lóg fram-
vegis galdandi. Vil ein
framvegis ikki gera tað, so
hevur ein aftur framt
sama lógarbrot, og má
dragast fyri rættin av
nýggjum.
Kundi hent, at tær so
væl aktaðu bankakonti
høvdu kent harðari ágang
av slíkum framferðar-
hátti, enn um P-talið varð
borið peningastovnunum.
Eins og í eðrum lógar-
málum, so fylgir ein hótt-
an við, um lógin ikki verð-
ur fylgd, og torfert er út
frá omanfyri standandi at
síggja, hvussu málið við
P-talinum kann fremjast
eðrvísi enn við hóttan um
steinging av konti.
Tí havi eg latið mítt P-
tal inn fyri langari tíð
síðani!
XX XX.XX-XXX
I
Nr. 83 — 1. juni 1990
Mål og miðal
| -Fleiri hava sagt, at tað var být og ótaktiskt at geva boð um
at lata P-talið inn til peningastovnarnar, tí tað bar til at fáa
fatur á hesum á annan hátt. Men eg haldi, at tað var gott, at
fólk kendu seg provokerað, at tey mótmæltu. Nú er møguleiki
fyri, at skrásetingar- og P-talsspurningurin verður viðgjórd-
ur av nýggjum og helst eisini skattaspurningurin skrivar
Marita Petersen, løgtingskvinna m.a. í greinini.
Seinastu vikurnar hevur
nógv rok verið um nýtsl-
una av P-talinum. Vit
kunnu spyrja, hví alt
hetta rumblið nú. Tað eru
jú fleiri ár síðan lógir um
P-talið vórðu viðtiknar.
Fyrstu ferð í 1983, síðan í
1987, og ikki minni enn
tvær ferðir í 1989 hevur
logtingið gjert viðtekur
viðvíkjandi nýtslu av P-
talinum.
Rætt er tað, at mótmæli
hava verið í sambandi við
allar hesar viðtekur. Men
tað hava verið ymisk, ið
hava mótmælt tær ymsu
ferðirnar. tó undantikið
fakfeløg innan Føroya Ar-
beiðarafelag, sum fleiri
ferðir hava sent tinginum
mótmæli.
Ikki fyrr enn nú, tá fólk
verða hótt við revsitiltøk-
um, um tey ikki akta, mót-
mæla øll frá Føroya Ar-
beiðarafelag eðrum megin
til fólkafloksungdóm
hinumegin. Um tað er tað
sama, øll hesi eru ímóti er
tó ikki heilt greitt, men tá
flestallir borgarar land-
sins eru bangnir og
ótryggir við skipanina, so
er tað skipanin, sum er
skeiv ella ógreið, og ikki
borgarunum, ið bagir eitt-
hvert.
Sum tað so ofta er ført
fram hesa seinastu tíðina,
so fingu vit P-talið í 1983,
tá vit fingu samtíðar-
skattaskipanina. Sjálv
havi eg verið ógvuliga iva-
som um hesa skipan, tí
hon tekur ræði á borgar-
unum.
Men flestøll ynsktu eina
samtíðarskattaskipan
bæði borgararnir, skatta-
myndugleikarnir og po-
litikararnir, tó helst við
ymsum motivum. Mynd-
ugleikar og politikarar tí
ein slík skipan ger tað
lættari at fáa skattin inn,
meðan borgararnir við
hesi skipan vita, at teir
eiga tað, sum teir fáa út-
goldið.
Við hesi skipan og við
teimum seinnu broyting-
unum um nýtslu av P-tal-
inum, haldi eg, at vandi er
fyri, at vit við ellum hes-
um eru í ferð við at blanda
mál og miðal saman.
Málið við politikki er at
skapa eitt gott samfelag
hjá borgarunum at liva í,
eitt solidariskt vælferðar-
samfelag, har fólk eru
„fræls og sjálvi før fyri at >
Marita Petersen: -Allar
royndir vísa, at um
skattatrystid verður ov
stórt, fara fólk at hugsa
skattatekniskt. Tá er
komið ov langt og nýggj-
ar hugsanir mugu til.
taka avgerðir. Miðalin er
m.a. skattainntekur frá
borgarunum.
Nú tykist alt vent við.
Málið við politikkinum
tykist nú vera, hvussu vit
á mest ómakaleysan hátt
fáa sum mest av skatta-
peningi inn, og miðalin til
hetta eru teldurnar.
Sjålvsagt vita vit øll, at
uttan skattainntøkur
verða vit ikki før fyri at
byggja upp eitt gott sam-
felag fyri allar borgarar.
Vit mugu hava pening fyri
at gera góðar skúlar, gott
heilsuverk, góðar sosialar
skipanir, vælútbygda
samferðslu og annað, ið
hoyrir til í einum nútím-
ans samfelag.
Vit eiga sjálvsagt at
hava eina so góða og rætt-
vísa skattaskipan, sum til
ber, men neyðugt er,
hverja ferð vit gera nýggj-
ar skipanir, at hava í huga
steðuna hjá borgarunum.
Vit mugu ikki gera fólk
ófræls ella taka møguleik-
arnar at hugsa frá teim-
um, ikki gera tey til lutir,
sum nøkur »beturvitandi«
noyðast at taka avgerðir
fyri, tí tey vita betur og
duga betur enn vanliga
fólkið.
Gongdin í dag er, at
teknifreðin vinnur meir
aog meira fram innan øll
eki. Tað er einki undarligt
í tí, tí hetta er hent ambod -
sjónarmið
við nógvum meguleikum.
Men júst tí er neyðugt at
vera á varhaldi, so
maskinurnar ikki taka
ræði á okkum. Alla tíðina
eiga vit at minnast til, at
tað eru vit, ið seta málini
og gera av, hvussu vit
koma til hesi mál, meðan
maskinurnar bert eru
hjálpitól.
Fleiri hava sagt, at tað
var býtt og ótaktiskt, at
geva borgarunum harra-
boð um at lata P-talið inn
til peningastovnarnar, tí
tað bar til at fáa fatur á
hesum á annan hátt. Men
eg haldi, at tað var gott,
at fólk kendu seg so
provokerað, at tey mót-
mæltu. Nú er meguleiki
fyri, at skrásetingar- og P-
talsspurningurin verður
vidgjørdur av nýggjum og
helst eisini skattaspurn-
ingurin.
Vit mugu royna at fáa
eina skattaskipan, sum er
rættvís og ikki ov tverlig
at umsita. Meguliga er
rætta letan nú komin til at
fara yvir til skipan, har
inntekuskatturin = verður
munandi lækkaður, og
heldur fáa inntekurnar til
landskassan inn á annan
hátt.
Vit hava sæð tað í ødr-
um londum fyrr, og vit
síggja tað hjá okkum
sjálvum nú, hvussu bein-
leiðis skatturin tyngir
borgararnar, og allar
royndir vísa, at um trýstið
verður ov stórt, fara fólk
at hugsa skattatekniskt.
Tá er komið ov langt og
nýggjar hugsanir mugu
til.
Marita Petersen
SA