Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-06-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 1990síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 sjónarmið Hví ikki friskular i Føroyum - Komu frískúlar í Føroyum, kundu teir stimbra arbeiðið fyri einum betri fólkaskúla, skrivar Elin Henriksen, sum er lærari Grundlógarbrot? Nú spurningurin um at loyva frískúlum í Føroyum hevur verið frammi á tingi, sæst tervur á einum orðaskifti um ein heilt grundleggjandi spurning: Hver hevur heimild at nokta frískúlum? Fyrst er at hyggja i >Legtingslóg um fólkaskúlan“ frå 22. mars 1979, $42: „Eitt og hvert undirvísingarskyldugt barn hevur skyldu at ganga í fólkaskúl- anum, um tað ikki á annan hátt fær undirvising, ið kann javnmetast við ta, ið vanliga verður kravd í fólkaskúlan- um. 2. stk. Um so er, at eitt undirvísing- arskyldugt barn verður innskrivað í ein viðurkendan privatskúla, ella tann, ið hevur ábyrgdina fyri undirvísing barn- sins, sbr. $54, skrivliga fyri skúla- nevndini váttar, at hann sjálvur vil skipa fyri undirvísingini, kann ikki verða kravt, at barnið verður innskriv- að í folkaskulan«. Soleiðis, sum eg lesi hesa lógargrein, kundi hugsast, at nekur foreldur velja sjálvi at skipa fyri undirvísingini av børnum sínum. Tey taka seg saman, finna heli og lærara og gjalda sjálvi all- ar útreiðslur. Tá ið undirvísingin fer í gongd, er í veruleikanum stovnaður ein privatskúli. (Heitið »friskuli« verður vanliga nýtt um ein skúla, ið er skip- aður sum ein sjålveigandi stovnur). Og nú er galið! Tí hvat stendur í »Løgtingslog um fyrisiting< frå 2. oktober 1978, $27, stk. 1: »Privatir skúlar, sum geva eina undirvísing svar- andi til undirvísingina í fólkaskúlanum ella eina undirvísing, ið miðar ímóti eini alment góðkendari útbúgving ella roynd, skal góðkennast av landsskúla- ráðnum við rætti til at geva tílíka undirvísing. Tílíkir skúlar mugu bert góðkennast, um so er, at tað er ein rími- ligur tervur á hesum«. (Í $23 standa samsvarandi reglur fyri skúlar, ið eru skipaðir sum sjálveigandi stovnar.) Foreldrini, sum tóku seg saman at skipa fyri undirvísingini av bernum sínum sambært einari lóg, hava als ikki loyvi til tess sambært eini aðrari lóg! Nei, tey mugu fyrst spyrja landsskúla- ráðið, og landsskúlaráðið sigur nei, tí tað sær ongan rímiligan terv á hesum privatskúla. Foreldrini klaga til lands- stýrið, sum gevur landsskúlaráðnum viðhald. Úrslit: foreldrini mugu sleppa ellum ætlanum um sjálvi at skipa fyri undirvísingini av bernum sínum; bern- ini fara í fólkaskúlan. Hetta er ikki bara ein hugsað ímynd- ing. Hetta er tað, sum veruliga hendi við royndarskúlanum úti á Reyni fyri tveimum árum síðani. Tann royndar- skúlin slapp ongantíð í gongd! Tá ið bernini, sum har gingu í forskúla, komu í skúlaskyldugan aldur, máttu tey í ein annan skúla at ganga. Í Grundlógini, $76, stendur: »Alle bern í den undervisningspligtige alder har ret til fri undervisning i folke- skolen. Forældre eller værger, der selv sørger for, at børnene får en undervisn- ing, der kan stå mål med, hvad der almindeligvis kræves i folkeskolen, er ikke pligtige at lade børnene undervise i folkeskolen«. Hvussu kann ein løgtingslog åleggja tað sum eina skyldu, sum í Grundlógini er ein rættur? Hvussu kann ein legtingslóg lata landsskúlaráðnum heimild at meta, um »rimiligur tørvur« er á at loyva foreldr- um at nýta sín grundlógartryggjaða rætt til sjálvi at syrgja fyri, at bern teirra fáa eina undirvísing, ið stendur mát við fólkaskúlans? Ein betri fólkaskúla? Ja, men ... — fólkaskúlin kann aldrin gerast so góður, at øll kunnu vera nøgd. Hví? Tí vit eru ikki ell á einum máli um, hvat ein góður skúli er! Tíbetur, tí tað var eitt keðiligt, eintáttað, grátt samfelag, har ell høvdu somu lívsáskoðan, somu virði og somu mål. Just í tí fjølbroytta livir meguleikin fyri menning. Fólkaskúlin hevur ta uppgávu at vera fyri oll, og tað i sær sjálvum av- markar meguleikar hansara fyri ný- hugsan. Fólkaskúlin sleppur ikki long- ur, enn foreldur, skúlanevndir og skúla- ráð loyva. Ein frískúli leggur fram stevnu sína fyri foreldrum, og tey, sum taka undir við henni, velja skúlan. Frískúlin hevur innbygda heimild frá foreldrunum til at royna aðrar leiðir enn tær áður slóðaðu — ella at halda seg til tær gomlu, um hann heldur fólkaskúlan broytast ov nógv. At frískúlar hava loyvi at virka, stimbrar arbeiðið fyri einum betri fólka- skúla; tað gevur honum kapping, og í hesum feri er kapping sunn. »Friskular eru so dyrir«, verður ofta tikið til. Nú er tað so við kostnaði av at reka skúlar, at tað er næstan ógjerligt at samanbera rætt- víst. So nógv ymiskt ávirkar kostnaðin pr. næming á skúlanum: steddin á skúl- anum, aldursbýtið hjá næmingunum, aldursbýtið hjá lærarunum, hvussu nógvum næmingum tervar serundirvís- ing, aldurin á bygningunum o.s.fr. Við ellum hesum fyrivarnum verður av og á nýtt eitt samanberingartal, sum eitur »lærara-løntimar pr. næming«. Í fólkaskúlanum í Danmark er hetta tal i miðal 2,49. Hjá fríu grundskúlunum er talið í miðal 2,27. T.v.s. at í frískúl- unum er í miða| umleið 1 næmingur meira pr. lærara. Tað er eitt sindur keðiligt altíð at samanbera við viðurskifti í Danmark, Nr. 87 — 8. juni 1990 men eftirsum feroyskar skúlalógir í stóran mun eru skrivaðar av eftir donskum, er tað kanska ikki heilt burturvið. — Fyri hvenn eru frískúlarnir dýrir? Um teir ikki skulu vera so dýrir hjá for- eldrunum, so mugu politikararnir sam- tykkja at fíggja frískúlum við eini upp- hædd, sum svarar til fólkaskúlans. Almennu útreiðslurnar pr. næming í fólkaskúlanum vóru í Danmark í 1988 kr. 29.000. Almennu útreiðslurnar pr. næming í frískúlunum vóru kr. 22.000. Tað almenna sparir sostatt einar 7.000 kr. um árið fyri hvenn næming, sum gongur í frískúla — sæð fyri alt landið undir einum. Ein lítil kommuna, sum steingir skúlarnar á smáplássunum, fær tó ektar útreiðslur, um bygdarfólk- ið stovnar ein frískúla fyri at varðveita skúlan í bygdini. Tá ið frískúlar í miðal nýta færri lær- ara-løntimar og minni av almennum peningi pr. næming, so er tað, tí at politikararnir hava avgjert, at studn- ingurin ikki fevnir um allar útreiðslur. Og tað ber bara til at reka frískúlar fyri hendan avmarkaða studningin, tí at foreldrini ridna fyri skúlagongdina, og tí at skúlarnir royna at spara sum mest, m.a. við nógvum ólentum arbeiði, bæði hjá foreldrum og lærarum. (Kelda til telini: Friskolebladet, 24/8-1989) Nakrar rættleiðingar til orð politikkara, soleiðis sum tey eru endurgivin í frágreiðingini í Sosialinum tann 25. mai 1990. Har stendur m.a.: >Kristiligi Fólka- flokkurin vísir eisini á, at í Keypmanna- havn gongur fjórði hver næmingur í frí- skúla, og í ellum Danmark er talan um 20% av ellum næmingum, sum fáa undirvising i privatskula«. Í Danmark eru tað umleið 10% av næmingunum, sum ganga í fríum grundskúlum og privatskúlum. Fyri Keypmannahavn er talið 22%. Í Sosialinum nr. 78 stendur eisini: „Signar Hansen nevndi demi við nýggjasta privatskúlanum í Havn. Har eru bert einir 5 næmingar til hvønn lær- aran«. Nyggjasti — og einasti — privatskul- in i Føroyum, sum gevur eina undir- vising svarandi til undirvisingina i fólkaskúlanum, er mær kunnugt Skúlin við Hoyvikstjørn (Adventistaskúlin). Hesin skúli varð stovnaður fyri 1978 — t.v.s. eftir gamlari lóg. Og á hesum skúla eru meira enn 5 næmingar fyri hvenn læraran. Um landsstýrismaðurin í skúlamál- um veit um nakran annan privatskúla í Havn, hevði tað verið áhugavert at fingið at vita, hver hesin skúli er, og hvat tað var, sum í eygum myndugleik- anna var ein nóg rímiligur tervur til, at hesin skúlin kundi góðkennast. Hvat ræðast tit? Hvat hevði hent, um loyvt varð at seta á stovn frískúlar í Føroyum? Vit høvdu ivaleyst — eins og aðra- staðni — fingið tvey sleg av frískúlum: eitt slag, sum var meira afturhaldssinn- að enn fólkaskúlin, og eitt slag, sum var meira framburðssinnað. Tey eru ivaleyst mong, sum eru bang- in fyri, at tann afturhaldssinnaði frí- skúlin hevði fingið tey ríkastu for- eldrini og ríkastu stuðlarnar. At hann varð betur fyri fíggjarliga enn fólka- skúlin og nógv betur fyri enn tann framburðssinnaði frískúlin. Kanska hevði tað verðið so. Og hvat um tað? Jú, tað skal eitt minstamál av peningi til at reka ein skúla, til læraralønir og heli. Men pengar eru als eingin trygd fyri dygd, tá ið tað snýr seg um skúla- skap. Alskyns dýr útgerð og lágt næm- ingatal í hverjum flokki kunnu ongan- tíð metast við týdningin av at hava góðar lærarar. Og góðir lærarar kunnu ikki keypast fyri pengar. Teir fara hagar, sum hugsjónir teirra eru. Hjá meginpartinum av lærarunum vil tað siga: í fólkaskúlan. Tíbetur, tí hann velja eisini tey flestu foreldrini. Men lærarar kunnu ikki keypast til at verða verandi í fólkaskúlanum, uttan mun til, um frískúlar eru til ella ikki. At læraralønin er alt ov låg, er ein spurningur fyri seg. Men spyr teir mongu lærararnar, sum eru givnir i fólkaskúlanum, hví teir fóru! Hjá nekr- umv egna lenina — lat tað fara. Harmi- ligari er við teimum mongu, sum gjerd- ust lærarar av áhuga og kærleika til júst hesa uppgávu, men sum eftir fáum árum í fólkaskúlanum hava mist alt áræði. Sum vildu royna sítt besta at skapa ein betri fólkaskúla — men vórðu køvdir i vanahugsan; ikki var rúm fyri teimum. Tí góvust teir, ella — enn verri — teir sættust við viðurskiftini, sum tey eru. Ég havi sterstu virðing fyri teimum lærarum, sum vilja gera ein betri fólka- skúla — og verða verandi í honum! Men tað er hugstoytt at hoyra fyrrverandi lærarar, sum nú eru vorðnir politikkar- ar ella embætismenn, brúka „at gera fólkaskúlan betri« sum argument móti at loyva frískúlum. Hvussu kunnu fólk, sum sjálvi eru givin í lærarayrkinum, nokta eðrum at royna aðrar leiðir at skapa ein betri skúla? Hvat er tað, tit ræðast? Skanderborg, 5 juni 1990 Elin Henriksen.