fríggjadagur 8. juni 1990síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
£
Nr. 87 — 8. juni 1990
Fyrsta samrådingarumfarid er av.
Menn eru komnir aftur ur Bruxelles
sum av torvheidum. Vid sær i taskuni
høvdu teir tollfrælsi fyri kongafiskafløk
svarandi til tveir túrar hjá hvalbiar-
trolarunum.
Eg vóni inniliga at eg fari skeivur,
men eg havi ein illavorðnan varhuga av
at fleiri Stóribeiggjar í hesum landi nú
gniggja hendur í frøi, ti nú tykist bert
ein bjargingarkós megulig: Limaskap-
ur í EF.
Illavorðnir tankar føda ofta enn
meira illavorðnar tankar, ti knappliga
kemur hesin tankin undan kavi: Kann
tad hugsast, at somu menn hava teskad
i oyruni hjá Stórabeiggjunum i Brúxell-
es, at nú er tíðin búgvin at kroysta fer-
oyingar inn í EF?
Nei, so illavorðin kann eingin føroy-
ingur vera?
Sjálvur eri eg sannferdur um, at eitt
sameint Eystur og Vestur Europa vildi
verið eitt risastig fram ímóti ti sam-
eindu ve-ð, vit ell droyma um, men líka
sannferdur eri eg um, at hesin vegur
ikki gongur gjøgnum EF, so sum hesin
felagsskapur er skipaður í dag og við ti
»ideologi«, sum har ræður. Ja, eg vil
fara so langt sum at siga, at limaskapur
í dagsins EF vildi verið ein hin stersta
vanlukka, ið kundi hent okkara land.
Hvi?
Nú verður sum kunnugt eingin >pro-
fetur< í egna landi, so eg skal her loyva
mær at endurtaka nekur orð úr einari
grein (»Aftenposten« 19. mai í år) av ti
konservativa fyrrverandi norska for-
sætisráðharranum Káre Willoch.
Willoch stúrir fyri, at tann viðgongda
liberalisman verður ein >mótasak<, nú
sosialisman molast sundur og hann
heldur, at um kapitalisman
„fár utvikle seg til et system som lar
de sterke trakke pá de svake, vil man
ikke bare fá nye ulykker, men ogsá en
ny belge av anti-kapitalistiske og
autoritære økonomiske
ideer«.
Nú er tað, ið her verður sagt, neyvan
nakað kollveltingarkent nýtt fyri
mong, men tá ein so hegravendur og al-
tjóða kendur politikari sum Willoch út-
talar, at vandi er fyri at kapitalisman
kann »mennast« til eina skipan, sum vil
loyva teimum sterku at traðka á tey
veiku og ti skapa nýggjar ólukkur, ja,
tá er talan um kollveltingarkendar
nýggjar politiskar tónar.
Í hálvthundrað ár hava Pallebaarnir
og Marsonnurnar í Eystur Europa liv-
að í einum gegli, og droymt um frælsi
teorier og
-
Meðan vit steðga eftir samráðingarúrslitinum við EF
Limaskapur í EF ein
olukka fyri Førovar!
I Europa fer i dag fram mest sum ein kapping millum tvær kollveltingar. Ein i
desentraliserings-kollvelting fyri eystan og ein sentraliserings-koll velting fyri
vestan. Eystan-londini vilja spreingja Moskvaleinkjurnar, meðan vestanlondini
vilja skapa eitt nýtt Moskva í Bruxelles skrivar Tórmóður Dahl. verkfróðingur í
tí seinna "Sjónarmiðinum" um spurningin Føroyar-EF.
I fyrru greinini visti hann á tann stóran týdningin tað hevur, at oll
Norðurlond standa saman sum ein bólkur í spurningum um EF og tann innara
marknaðin. Hann vísti á, at tað ódálkaða råvørutilfeingid í Norðuratlantshavi
hevur ógvuliga stórt virði, og hetta vita EF-londini.
Tórmóður Dahl: -Ja, eg v
limaskapur í dagsins EF vildi verið ein hin størsta
Síða 7
sjónarmið
7 I fra so lanot mn af af
uJAra 50 Lang! Sum al siga, al
ólukka, ið kundi hent okkara landi
Enn standa norðurlendsku tjóðirnar, Finland, Svøriki, Noreg, Ísland, Grønland og
Føroyar uttanfyri EF, tey eiga at vera ein sunnur og sterkur mótpolur til EF í framtíðini
eisini heldur Tórmóður Dahl
og »fyrijåttada landið<: Vesturheimin,
ið flødir yvir av ellum Mammons >væl-
signilsum«. Men nú »perestrojkan«
hevur opnað hurðarnar, vilja hesi fólk
als ikki steðga tey neyðugu kanska 15-
20 árini til livifóturin í hesum londum
hevur meguleikar at koma á hædd við
hann í grannalondunum vestanfyri —
nei, tað skal henda beinanvegin.
Hetta merkir, at í Europa er í dag
borðreitt við vanda fyri ovurhonds
stórum kensluleddum ósemjum, sum
óivað bert kunnu temjast við her-
valdinum, og hvat tað kann hava við
sær av nýggjum ólukkum, nýtist mær
neyvan at úigreina.
Aframt i nøkur heilt få år vil tað
kanska vera meguligt at tálma teir
stóru samanbrestirnar, men tá einans
við at framskunda idnadarframleidsl-
una báðumegin uttan fyrilit til eina
vaksandi og enn meira umfevnandi
dálking av umhvervinum — men tað vil
eisini verða sum at gera klekkju til sína
egnu reyv, ti náttúruna hava hesi lond
longu troytt til ytsta mark.
At trúgva ella vóna at teknologiurin
skal megna at loysa hesar trupulleikar,
er rætt og slætt tápuligt. Beiskur
royndur lutur progvar, at tað megnar
teknologiurin ikki, og enn dyggari enn
higartil koma vit at ásanna hetta næstu
árini og so við og við sum fleiri oljupall-
ar og atomorkuverk koma í rakstur —
og ikki minst: sum tíðarinnar tonn
tærir verandi pallar, atomorkuverk,
evnafreðiligar (kemiskar) verksmiðjur
o.s.fr.
Hetta er kósin, vit stýra eftir i dag,
og inn í fyrisitingarmiðdepilin fyri hesa
kós: Bruxelles, stevnir nú okkara sam-
ráðingarnevnd fyri at bidda um toll-
frælsi fyri mat — fyri okkara fiskaver-
ur, og teir fara at tosa um okkara
„special needs« (serligan tørv), meðan
fólk í londum kring henda miðdepil liva
á hungursmarkinum.
Okkara „special needs« er fyrst og
fremst eitt landsstýri og ein tingmann-
ing, sum megnar at kveikja nýggjar
vónir í tað fólk, ið býr á hesum klettum,
so vit í staðin fyri „special needs«
kunnu vísa á okkara serliga kunnleika
og hegni at umsita tað nógv hóttaða til-
feingið, ið livir og grer í Norður At-
lantshavinum.
Samanumtikið
Í Europa fer í dag fram mest sum ein
kapping millum tvær kollveltingar. Ein
desentraliserings-kollvelting fyri eyst-
an og ein sentraliserings-kollvelting
fyri vestan. Eystan-londini vilja
spreingja Moskva-leinkjurnar, meðan
vestan-londini vilja skapa eitt nýtt
Moskva í Bruxelles. »Ganda-ordid« fyri
báðar bólkar er frælsi. Fyri eystan er
tað »einstaklinga- og tjodarfrælsi«, sum
eru ganda-orðið, meðan tað fyri vestan
eitur »frælsur marknadur«. Fegur orð
frá einum rødarapalli og í góðum vert
skapi, men aftanfyri gliturmyndirnar
krógvar seg ein heilt ødrvisi beiskur
veruleiki: Í navni frælsisins >traðkar
hin sterki á hin veika« (fyri at nýta orð
Willoch's)
Okkara fremsti fiskaselustjóri krog
ar ikki burtur, at hann metir førovskan
limaskapi í EF sum einastu bjarging úr
ollum trupulleikum, og á seinasta aðal-
fundi Sjóvinnubankans varð okkum,
sum toppurin av kransakekuni, há-
tíðarliga lovað »milliardir í studningi«
bert vit valdu at gerast limir í EF
Eru vit og feroyska fiskivinnan í dag
í ferð við at verða »lirkad og lumpad«
(sum Erlendur Patursson sáli so mang-
an tók til) inn í frælsa marknaðarins
tvingsilstroyggju?
Vónandi ikki.
Enn standa norðurlendsku tjóðirnar:
Finland, Sveríki, Noreg, Ísland, Gren-
land og Feroyar uttanfyri EF. Ein
sunnur menningur av Europa í síni
heild, og her er sjálvandi eisini hugsað
um tey »nyggju« frælsu eystan-londini,
hevur fyri neyðuni, at Norðurlondini nú
meira enn nakrantið áður skapa ein
sterkan mótpól til EF. Við »møtp6l«
meini eg her á ongan hátt eitt »anti-
EF« tvertur ímóti vil eitt sterkt
„Sameindu Norðuriendsku Tjóðir<
(SNT) virka sum ein neyðug steðug
ábeining (»feed back«) á EF-kósina, tá
tann vidgongda liberalisman (ella fyri
tann saks skuld: viðgongda sosialism-
an) »tradkar á tey veiku« og ikki minst i
sambandi við ta vaksandi náttúruoyð-
ing og dálking frá tungidnaðinum, tí
kemiska idnaðinum, kjarn- og kolaorku-
verkunum 0.s.fr.
Hetta mál er sum skilst tverpolitiskt
og vit eiga at taka undir við og stuðla
ellum teimum systrum og breðrum
okkara í hinum Norðurlondunum, ið nú
leita saman fyri at royna at fremja eitt
sterkt Sameindu Norðurlendsku Tjóðir.
Feroyskir ting- og landsstýrismenn
bera orð fyri einans at vera kommunal-
politikarar. Gerið nú hesi orð fyri
skommum og takið eitt rimmar initia
tiv í hesum sera álvarsama máli.
Tormóður Dahl