Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-06-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 1990síða 10

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Scansat/TV 3 Fríggjadagin kl. 18.00: M.A.S.H. Sturgis, sum er nakað særdur, vil verða blóðdonorur hjá besta vini sínum, Lowry, sum liggur illa særdur á leguni. Men blóðroyndin vísir, at Sturgis hevur leu- kemi, og sjálvur veit hann ikki av tí. Tað verður Hawkeye, sum skal siga honum tað og fáa hann til viðgerðar í Tokyo. Fríggjadagin kl. 18.35: Barney Miller — »Hashkøkan« Ein av vinkonunum hjá Woja bakar eina keku, sum hann tekur við á steðina. Hann etur kekuna saman við Harris, Yemana og Fish og síðani fara teir út við løgreglubilinum. Men teir vita ikki, at kekan var full av hashi, og ávirkanin kemur eisini Fríggjadagin kl. 19.00: Monte Carlo Luc koykir fótin, og tað sær ikki mætari út enn hann noyðist at lata vera at lut- taka í Grand Prix. Er hetta eitt óhapp, ella er tað hansara máti at royna at hjálpa pápa sínum? Fríggjadagin kl. 20.00: Deputies Jerry Wurms og Linda Canada Vit fylgja vid løgreglumonnunum í Bro- ward County í arbeiði teirra. Tað eydnast teimum at finna bilferaran, sum rýmdi aftan á ferðsluvanlukku, og hetta er ein eldri kona. Aðrir løgreglumenn seta fototól upp i einum hotellrúmi fyri at finna og hand- taka skekjur Kriminalløgreglumenninir fara á eina matstovu, har morð er framt. Á løgreglu- austo og Larry Gon Deputies Bob Fr zeies = steðini ugga tveir ungir legreglumenn eini ung hjún, sum mundu mist barn sítt — tað var um at kvalast í mjólk. Hetta er bert ein partur av arbeiðinum, løgreglan fæst vid Friggjadagin kl. 22.20: Double Identity Vesturtyskur filmur frå 1972. Nike Friedberg er ein ungur verksmidjueigari, sum eftir at pápin er deyður, er komin heim aftur til Múnchen úr USA, har hann las kemi. Men síðani hann er komin heim hevur hann kent seg hóttan — gátu- førar vanlukkur henda, og hann er sann- førdur um, at onkur vil hava hann av vegnum. Ein ung genta eltir hann, og langt um leingi fær hann hana at tosa. Hon er russiskur agentur, og tað kem- ur fram, at landsmenn hennara hava hild- ið Mike verið Alexander, ein kendan russiskan njósnara. Russararnir hava ilt við at trúgva Mike, tá ið hann vísir frá samleikaprógv — hann og Alexander líkjast ótrúliga nógv. Mike heldur, at Alexander er uttan iva tviburdabr6dir hansara, sum hvarv undir seinna heims- bardaga. Hann roynir at fáa ameri- konsku ambassaduna at hjálpa sær, men eingin trýr honum, og tá ið gomlu ameri- kansku vinmenn hansara heldur ikki vilja trúgva honum — tá er bert eitt at gera — hann noyðist at finna Alexander. Leikarar: Jean Claude Bouillon, Marina Malfatti. Hansjorg Fetmy, Gabriella Farinon 0.0. Franz Peter Wirth hevur leikstjørnad. Frýgjadagin kl. 0.05: Hitchcock Ernest Findlater og kona hansara hava ikki havt nogv felags, og nu tey eru gom- ul, hava tey als einki. Minnie hevur at Ernest alla tidina, men hann hoyrir ikki, hvat hon sigur. Hann er fyri tad mesta uppi å kamari sinum, har veggirnir eru fjaldir við myndum úr londum langt burturi. Har droymir hann um at meta ti ungu vekru kvinnuni á einari mynd, ella at Minnie er deyð og at hann nú kann gera hvat hann vil. Ein dagin stendur kvinnan livandi framman fyri honum í kamarinum Og um ein dreymur gongur út hví so ikki allir? Leygardagin kl. 17.10: The Last Electric Knight Jacob Rizzo er legreglumaður í New York og hevur úr at gera. Hann er einsa- mallur og væl negdur við sína íbúð, sum kundi trongt til at hampast eitt sindur. Men ein dagin broytist tilvera hansara. Ein orientalskur drongur, Ernie, kemur til hansara. Abbi Ernie er deyður, og í testamentinum hjá honum stóð, at Rizzo skuldi taka sær av dronginum. Rizzo let- ur Ernie búgva hjá sær fyri fyrst, og hann uppdagar skjótt, at Ernie ikki er nakar vanligur drongur. Leygardagin kl. 19.00: Golden Girls Grannin hjá gentunum, hevur trupulleikar heima — bernini eru vaksin « g Renee, flutt heiman, og maður hennara, George, sum er lækni, er sjáldan heima. Tá ið hann er heima, ringir telefonin alla tíðina. Renee kennir seg svikna og einsamalla og sigur grannunum frá, hvussu hon hevur tað. Tær royna at geva henni góð ráð, men tað er ikki so einfalt, sum tær halda Leygardagin kl. 19.30: Hon sá eitt morð Jessica vitjar í einum kvinnufongsli fyri at halda fyrilestur um kreativa skriving. Hon sær skjótt, at har gongur alt ikki, sum tað skal. Fongsulsstjórin Elizabeth Gates hevur ætlanir um at koma upp í politikk, og meðan hon stridist við tað, er torført at fylgja við ollum, sum hendir í fongslinum. Hetta elvir til ósemju millum hana og fongsulslæknan, og tá ið henda seinni verður funnin myrd, verður Elizabeth fyrst illtonkt. Men Jessica ivast og byrjar sínar egnu kanningar Leygardagin kl. 22.55: Agatha Christie ” -. timin Edward er ein ungur maður við nógvum dreymur. Tá ið hann knappliga vinnur nógvar pengar, ger hann av at nú skal okk- urt henda. Hann keypir ein nýggjan bil, koyrir til Brighton og steðgar uttan fyri eitt stórt hotell, har stór veitsla er. Í veitsl- uni stjelur onkur eitt diamanthálsband og rok verður. Edward heldur tað vera best at sleppa sær burtur. Hann setir seg í bilin, men hevur ikki fingið í gongd, tá ið hann sær, at onkur hevur lagt hálsbandið í bilin hjá honum, saman við einum boðum Sunnudagin kl. 19.00: The Chosen Amerikanskur filmur frá 1981. Reuven Malter og Danny Saunders eru tveir trúgv- andi unglingar, sum vaksa til í 40-unum. Danny hoyrir til eina ultraortodoksa familju, pápi hansara er kendur rabbinari. Reuven hevur eina liberala áskoðan á lívið. Pápi hansara, sum er professari, hevur lært hann at seta spurningar við siðir og áskoð- anir. Vit fylgja hesum báðum dreingjunum, vit síggja vinalagið, trupulleikarnar, hvussu teir eru mótvegis pápunum 0.ø. Sunnudagin kl. 21.55: Benson Keisarin av Karasia er heiðursgestur til ein dogurða, sum Gatling guvernørur heldur í heimi sínum. Tá ið Kraus, eitt sindur óð, fer niður í kjallaran at finna okkurt at geva gestunum og at fáa frið eina letu, læsir hon seg inni í kuldarúminum. Tá ið Benson seinni finnur hana, eydnast tað honum at læsa bæði inni, og tað elvir til rok hjá guvernerinum Mándagin kl. 17.00: Vin, kvinnur ... og vn Hugo er horvin. Alt tykist so gátufort. ti hann er vanur at koma rættstundis til ar- beiðis. Hann hevur heldur ikki verið í Nr. 87 — 8. juni 1990 veitslu kveldið fyri, og tá ið Jack frættir tað, verður hann bangin Mánadagin kl. 19.00: Sport Special Hetta er ein sending um tennisspælaran Chris Evert Lloyds, um lv og virki henn- ara. Vit fylgja við Chris síðani hon var smágenta, í viðgangi og mótgangi heima og á tennisvellinum — til hon í 1988 gavst. Ingrid Bentzer leggur til rættis. Mánadagin kl. 21.00: The Other Lover Amerikanskur romantiskur sjónvarpsfilm- ur frá 1985. Rithevundurin Jack verður, móti sínum vilja, forelskaður í Claire, sum skal geva nýggjastu bók hansara út. Trupulleikin er, at Claire hevur mann og bern, og hverki hon ella Jack vilja vera atvoldin til, at familjan verður ólukkulig. Men tey kunnu ikki lata vera at hittast, og at enda noyðist Claire at velja Týsdagin kl. 18.00: Nyggj sendirød: Rags To Riches Amerikonsk musical-sendirød um Nick Foley, ein gullash-barón, sum hevur arbeitt seg upp frá at vera fátækur til fleiri ferðir millióning. Hann ættleiðir 6 foreldraleysar gentur, fyri at fáa eina ábyrgd og meining við livinum. Men hetta hugskotið broytir sjálvandi tilveru hansara av álvara. „Fyrsti kærleikin« Diane verður fyrstu ferð í lívinum forelsk- að, og tað er í einum greiva. Nick er ør- kymlaður og roynir at steðga henni Týsdagin kl. 21.00: The Grey Fox Canadiskur western frá 1982. Filmurin lýs- ir eina meira ella minni sanna søgu um ein genialan tjóv, sum verður leyslatin aftan á at hava sitið í 30 ár. Beinanvegin fremur hann eina brotsgerð afturat og síðani hvervur hann Mikudagin kl. 18.00: Por í hjørtum Tá ið Jonathan um morgunin fer í svimji- hylin, skriggjar hann. Onkur hevur stoytt kemikaliu í vatnið og tað sviður í eygunum á honum. Jennifer koyrir hann beinanvegin á sjúkrahúsið, har læknarnir royna at bjarga sjónini. Ímeðan fær Jennifer vatnið í hylinum kannað. Hon ringir til fyritøk- una, Sum vanliga ansar hylinum og fær at vita, at onkur hevur sligið mannin niður, sum var har. Á sjúkrahúsinum fær Jonathan eina ávaring um, at onkur vil taka hann av døgum, og hann uppdagar Skjótt, at onkur hevur verið inni á stovuni og flutt innbúgvið. Skjótt sæst, at tann sum er eftir Jonathan, er staddur á sjúkra- hr 1ni1m nusinum