leygardagur 9. juni 1990síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
EET ———
8
$
£
|
Nr. 88 — 9. juni 1990
Enn er tað
stuttligt
Ein stórur partur av teimum, sum eru liðug við
skúlan í summar, veit sær einki at gera eftir
summarfrítíðina
Ovfarakæti var á 10. floks-
næmingunum í gjár, tí tey
høvdu sín seinasta skúla-
dag. Um triggjar vikur
venda tey teimum 10
árunum í skúlanum bakið. Á
summum skúlum fóru
næmingarnir tíðliga heim at
vekja lærararnar og bjóðaðu
teimum ul morgunmatar á
skúlanum. Næmingar og
lærarar spældu og skemtaðu
og hildu rødu fyri hvørjum
ødrum.
Ein dagur uttan nakrar
trupulleikar.
29. juni fåa hesir næm-
ingar prógvini handað. Og
so fara tey flestu at halda
summarfrí.
Tá summarið fer at halla,
fer ein stórur partur av somu
næmingum at seta seg á
annan skúlabonk. Tey fara í
studentaskúla, á HF ella
handilsskúla.
Men tað eru ikki øll, sum
hava hug at halda fram við
at ganga í skúla. Teirra
framtíð er heldur ótrygg.
Nøkrum fáum hevur
eydnast at finna lærupláss,
men arbeiði er alt annað enn
lætt at fáa.
Hvussu stórur partur av
teimum, sum nú verða lið-
ug, fer beint út í arbeiðs-
loysi, er eingin sum veit.
Eingin kanning er gjørd, og
Jane Hoydal saman við Lis
og Andreu, sum um tríggjar
vikur fara úr skúlanum
eingin fylgir teimum, tá tey
eru farin úr skúlanum.
Jane Hoydal er flokslær-
ari hjá einum 10. flokki í
Kommunuskúlanum i
Havn. Í hennara flokki fer
heldur helvtin av næming-
unum fram við at ganga í
skúla, tvey hava fingið
lærupláss. Jane heldur, at
tað meira eru foreldrini,
sumerusvartskygd viðvíkj-
andi framtíðini hjá teimum
ungu. Tey ungu sjálv hugsa
ikki so langt fram.
NOGV UNG
UTTAN ARBEIÐI
Nick Thomsen, sum er
flokslærari hjá 10. flokki á
Venjingarskúlanum, metir,
at av tnæmingunum har á
skúlanum verða 20 %, sum
verða slept upp á fjall og
hvørki fáa læruplåss ella
arbeiði. Tey, sum ikki vilja
halda fram við at ganga í
skúla. Men helst er parturin
nógv stórri fyri alt landið, ti
sjálvt um lutfalsliga stórur
partur av øllum býr í Havn,
er møguleikarnir helst eisini
flesur har.
Fyrr bar til at fáa sær
arbeiði á landi aftaná skúlan
ella at fara til skips. Men
arbeiði er lítið nú, og skipini
fækkast í tali.
- Tey, sum eru troytt av
skúla og heldur vilja hava
eitt arbeiði, verða tey flestu
við sviðið soð, ber Nick
Thomsen ótta fyri. Summi
skúlatroytt halda kortini
fram við at ganga í skúla, ú
tey vita sum er, at uttan
útbúgving hava tey fáar
møguleikar.
EINGIN FYLGIR
TEIMUM
Hann heldur tað vera
harmiligt, at eingin kanning
verður gjørd fyri at fáa at
vita, hvat verður av teimum,
sum fara úr skúlanum. Skúl-
in missir sambandið við
næmingarnir í somu løtu,
tey fara úr skúlanum. Aðra-
staðni hava tey eisini í ára-
vís havt vinnuvegleiðarar á
skúlunum. Hesir hava veg-
leitt í at velja arbeiði ella
útbúgving og hava eisini
fylgt við, hvussu hevur
gingist teimum ungu, tá tey
eru farin úr skúlanum.
Tað byrjaði longu í fjør, at
líuð arbeiði var ul teirra,
sum fóru úr skúlanum. Nick
Thomsen veit um fleiri, sum
gingu langt út á heysuð
uttan arbeiði. Onkur fekk
kanska nakrar tímar arbeiði
um vikuna, ofta fyri vána-
liga løn.
Leidarin å sosialu deild
Tórshavnar býráðs hevur
alment sagt, at ein stórur
partur av teimum, sum fær
forsorgarhjálp vegna
vinnuloysi er ungfólk.
Síð a 5
- Tað er so í hvussu er at
ásanna, at tey ungu hava tað
serliga trupult við at fáa
arbeiði, sigur Nick Thom-
sen.
randi
Í gjár var alt spæl og skemt
hjá næmingunum í 10
flokki. Í fótbóltsdystinum í
gjár millum 10. flokk og
lærarar í Kommunuskúl-
anum vunnu lærarararnir
stórsigur
Føroyskir
røktarar
Felagið Dansk Plejerforen-
ing Føroya Deild er ikki til
longur. Nú hava sjúkrargkt-
ararnir skipað seg í føroyskt
fakfelag.
Hetta hendi hóskvgldið.
Fyrst hevði danska felagið
fund, ið samtykti avtøku av
felagnum, og sidan vard
boðað til aðalfundar í Før-
oya Pleygarafelag.
Fremsta orsøkin til at
stovna føroyskt felag var, at
landsstýrið ikki longur er
sinnað at gera sáttmála við
donsk felag. Fleiri aðrir
fakbólkar hava tí latið nýtt
føroyskt felag avloyst tað
%
Nevndin i Føroya Pleyg-
arafelag
gamla danska
55 sjukrarøktarar eru i
øroyum, íroknað teir 12
næmingamir, sum verða
lidnir í august mánaði..
Nevndin í Føroya Pleyg-
arafelag er henda: Henning
Christensen, formaður,
Hallur Heinesen, næstfor-
maður, Tove Winther,
kassameistari, Dånjal Joen-
sen og Steinvør Mittún.
randi