Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-06-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juni 1990síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 88 — 9. juni 1990 Fleiri skaðar men færri krónur Sjóvátryggingin fekk fleiri fráboðanir um skaðar í fjør enn undanfarna år, men í krónum og oyrum gjørdist úrslitið nógv betri hjá Sjóvátryggingini, sum eigur nógv hin størsta partin av avlopinum hjá føroyska tryggingar- samtakinum. Árið 1989 var eitt gott ár hjá føroysku tryggingini. Avlop: 73,3 miljónir. Årid 1989 - 50. roknskap- urin hjå Tryggingar- sambandinum Føroyar - var eitt gott ár hjá tryggingini. Avlopið var 73,3 miljónir í mun til stívliga 22 miljónir árið fyri. Tað stóra talið í avlop- inum finna vit í Sjóvá- tryggingini, sum hevði slakar 54 miljónir í avlopi í mun úl 25,5 miljónir í 1988. Bjartur Dalsgarð, vara- Stjóri, sigur at hóast talið á fráboðaðum skaðum var stórri, var samlaða upp- hæddin fyri skaðarnar væl minni. Talið á skaðum var í fjør 1281 - 138 færri enn undanfarna ár. Fyri hesar 1281 skaðarnar rindaði tryggingin 131 miljónir mótvegis 167 miljónir í 88. Hann sigur, at størsti einstaki skaðin var elds- brunin umborð á Hvítanesi tá báturin lá við skipa- smiðjuna í Hirtshals. Bert hesin skaðin kostaði 29 miljónir. Av ødrum skaðum eru at nevna idnadartrolaran Tanganes, sum sakk vid bryggjuna i Esbjerg, Christian i Grótinum, sum sigldi á ein flúr út fyri Port Elisabeth í Sudurafrika og skadin sum Norrøna fekk tå hon lå vid bryggju i Rosslare í Írlandi. Ill- veðrið 14. januar i fjør kostaði sjóvátryggingini tvær miljónir. Tá hendu 30 skaðar á bátar, alistødir og skip. FÆRRI BILSKAÐAR Høvudsdeildin hjá trygg- ingini hevði 7,4 miljóniríi avlopi. Nógv tann størsti parturin av virkseminum hjá deildini er akfars- Iryggingin. Bjartur Dalsgarð sigur, at í fjør var fyri fyrstu ferð í fleiri ár ein minking í bilskaðum. 6.295 akfars- skaðar í mun ul 6.458 árið fyri. Men talið er høgt kortini. Føroyingar bróta oilar fyri 88 miljónir um írið. Høvudsdeildin hevur hetta seinasta árið eisini tekna fleiri nýggjar trygg- ingar. Bjartur Dalsgarð sigur, at uyggingin hevur teknað fleiri sokallaðar "All Risk"-uyggingar, fíggjartryggingar, flog- ferðslutryggingar, eins og aðrar serligar tryggingar. Tryggingargjaldið fyri hesar var í fjør 21 miljónir móti 13 miljónum árið fyri. Eisini hevur trygg- ingin yviruikid ferdatrygg- ingina, sum fyrr hevur verið á donskum hondum. Sambært roknskapin hjá tyggingini høvdu allar deildir avlop i fjør - uttan endurtryggingardeildin, sum hevði eitt lítið hall. Tryggingarsambandið Føroyar er væl fyri fíggjarliga. Samtakið eigur í dag slakar 750 miljónir krónur. SEINASTI FØDINGAR- DAGURIN ? 1. juli í ár eru 50 ár liðin síðani Tryggingarsam- bandið Føroyar varð stovnað. I hesum sam- bandið verður skipað fyri móttgku mánadagin 2. juli. Hvussu lagnan hjå før- oysku tryggingini - i hvussu er i ti bygnadi hon hevur i dag - verður er ilt at siga. Fleiri politiskir flokkar siga seg vilja taka einkarrættin frá trygg- Ingini, og sagt verður, at landsstýrið arbeiðir við málinum. Landsstýrið setti ein arbeiðsbólk, sum í oktober í fjør lat landsstýrinum eitt álit í samband við før- oysku tryggingina. Í februar bað landsstýrið arbeiðsbólkin koma við einum tilmæli um hvussu bólkurin kundi hugsa sær tryggingina skipaða fram- yvir. Arbeiðsbólkurin verður skjótt liðugur við hetta tilmæli. Men hvør niðurstóðan verður vil Bjartur Dalsgarð, sum er skrivari í bólkinum, íkki siga nakað um. Spurdur um hvat hann sjálvur heldur sigur hann, at best er at taka einkar- rættin frá tryggingini. Hann heldur tó, at gravgangurin verður ikki so stórur hjá ødrum feløgum at sleppa at tryggja í Føroyum og kann tí ímynda sær, at trygg- ingin framyvir hevur eitt natúrligt monopol ístaðin fyri eitt lógarbundið. tór.- Føroyingar bróta bilar fyri 88 miljónir um árið. tíðindablaðið 0Sialurin Sida 7 Ein bybussur er settur Ein av bybussunum er nú settur. Hann varð settur næstseinasta fríggjadag - 1. juni. Hesin býbussurin, sum vanliga nevnist MBF- bussurin hevur i mong er verið bybussur teirra rørslubrakadu í býnum. Tað er ikki ti, at nakað er galið við buss- inum, at hann er settur. Tað er heldur ikki ti, at manningin á brand- stødini, sum sam- vitskufult hevur rgkt hesa uppgávu í hesi mongu ár, ikki vil meira. Heldur ikki er orsøkin, at brúk er ikki fyri bussinum longur. Orsøkin er, at nú vil býráðið ikki longur gjalda tað koyringin kostar. Og hví vil býráðið ikki tað? Sambært Poul Mic- helsen, býráðsformann vil hann nú ikki longur vita av, at bert Havnin skal rinda fyri flutning av brekaðum fólki tá hetta er ein landsupp- gáva aðrastaðni í land- inum. Býráðsformaðurin ó- tolnast eisini eftir eini lýsing av tørvinum á flutningi av brekaðum fólki, ti øll eru samd um, at bussurin hevur verið misnýttur,- sigur hann. Poul Michelsen sigur eisini, at lands- stýrið er við at gera eitt álit um flutning av brekaðum í Føroyum, og hetta álit skuldi vera liðugt 1. juni. Tí varð bussurin settur hendan dag, sigur hann. Men so leggur hann aftrat, at hetta fer neyvan at broyta stødu- na, tí ikki verður roknað við, at nevndin, sum ger álitið fyri landsstýrið, finnur fram til nakra loysn. Býráðstormaðurin leggur aftrat, at hinar bygdirnar heldur vilja nýta pening ul báta- hyljar og graslíkis- vellir... Tórfinn Smith, býráðslimur, skrivar: HVAT BIÐA VIT EFTIR? Tá býráðsformaðurin ikki roknar við at nøkur loysn verður funnin í samband við álitið av koyringini av brekaðum í Føroyum er torført at siggja, hvi hann sjålvur hevur sett koyringin i Havn i samband vid dagin tå hetta ålit skuldi vera lidugt. Vid ødrum ordum hevur hetta bert verið ein undanførsla fyri at sleppa undan hesi "byrðu" hjá kommununi. Viðvíkjandi tørvinum å flutningi av brekad- um, sum byrådsfor- maðurin efurlýsir er at siga, at eg gjørdi mær tann ómak at fara nidan á brandstødina at spyrja hvussu nógv teir koyrdu. Hetta høvdu teir ongan trupulleika at svara. Um 100 fólk hava læknaváttan at nýta bussin og teir koyra í meðal tíggju túrar um dagin. Og tá sagt verður, at hinar bygdirnar nýta heldur sínar skatta- pengar til båtahyljar og graslikisvølir heldur enn ul flutning av brekaðum fólki, hevur ein lyndi til at táua i brosavøddarnar. Har eru ikki fleiri vidmerkingar neydugar. JARNBROT Sannleikin er tann, at fólkaflokkurin í Tørs- havnar Býráð vil nýta tey brekaðu sum jarn- brot mótvegis fólka- flokkinum í landsstýri- num. Tað sigur P.M. Óbeinleiðis sjálvur. i annan bólk i ar denum átt bý- ráðsf aðurin at funni um hann hevði eitt politiskt jarnbrot fyri neyð Í AL taka hetta flut- mingstólið frá teimum, sum ongan møguleika hava at nýta vanligu bussleiðina, nøkur eisini hava ilt við harav at nýta ein vanligan hýruvogn, tykir mær undir alt lágmark ALS IKKI EIN PENG A- SPURNINGUR Tað er ógvuliga ilt at fáa eyga á, at her er talan um ein penga- spurning. Tað sum MBF-bussurin hevði kosta at reka tað sum eftir er av árinum liggur um 100.000 krónur, ella 1/40 partur av ti graslikisvøllurin í Gundadali kostar. Eg nýti hesa sammeting ti P.M. vil so fegin sam- meta flutning av brekaðum við kostnaðin av graslikisvøllum. Og hví talað so nógv um kostnaðinum av hesum eina býbussinum tá vit vita, at hinir býbussarnir kosta bý- ráðnum ikki færri enn einar fimm miljónir um árið?! FYRI BYRAÐIÐ Eg havi bíðið um at fáa hetta mál fyri á fyrstkomandi býráðs- fundi. Hesin verðir hósdagin. Eg vóni at býráðsformaðurin loyv- ir hesum máli á skránna. Tá fáa so allir býráðslimir høvi ul at siga sina hugsan og atkvøda fyri fram- haldandi koyring av brekadum og harvid visa sin vilja i verki. Tórfinn Smith.