Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-06-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 1990síða 5

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

VR FE BES DEDE Sd ate Nr. 89 — 12. juni 1990 Leiguíbúðirnar undir fjalli | Leigan 1.000 kr. Í farnu viku kravdi leigu- neyndin í Havn, at prísurin fyri at leiga eina av teimum 36 íbúðunum Undir Fjalli fer niður við 1.000 krónum um mánaðin, úr 4.500 til 3.500 3 + Sø | st grp Jégvan H. Andreassen, dómari, er formaður i — leigunevndini. Men hann hevur ikki nógvar við- merkingar til avgerðina. - Vit avgjørdu at krevja prisin settan nidur av teirri einfaldu orsøk, at grundar- lag ikki er fyri at krevja 4.500 krénur um månadin fyri hasar íbúðirnar. Spurdur um tann metanin er gjørd við samanbering við privata marknaðin, svarar Jógvan, at tað er hon ikki. - Eg veit ikki hvat hatta Poul Michelsen, býráðsformaður: Endabresturin á almenn- Síða 5 hevði kostað um tað var privat, men eg haldi tað so vera dýrt, sigur hann. Hann sigur tey hava hugt at einari íbúð, og at hon bert var millum 30 og 40 fermetrar. (Poul Michelsen sigur annars at tær eru millum 50 og 60 ari bygging í Førovum! - Tað kann ikki undir nøkrum umstýðum forsvarast at leggja kanska 60% dv kostnaðinum fyri leiguíbúðir yvir á tey, ið strevast fyri sjálvi at fáa sær innivist. Stendur leiguneyndin við sítt, rokni eg tí hetta fyri endan av allari almennari bygging í Føroyum Poul Michelsen hevur áður sagt, at tað als ikki ber til at byggja til at leiga út í Føroyum. Tað verður so dýrt, at ongin hevur ráð at gjalda fyri at búgva har. Hann hevur sum býráðs- formaður kortini verið við at gera nakrar royndir - men seinasta kravið frá leigunevndini heldur Poul Michelsen vera tann av- gjørda endabrestin fyri allari tílíkari almennari bygging í Føroyum. Bert 54% til leigararnar Poul Michelsen vísir á, at hetta er fyrsta bygging av sínum slag ið bygd er eftir lógini. Fæst hon ikki at bera til, fæst onki at bera til! - Stuðulsskipanin í sam- bandi við byggingina álegði landi og kommunu at gjalda hvor síni 18% av kostnaðinum - og síðani hava vit lag 10% afturat, sigur Poul Michelsen. Tað merkir also, at 46% av kostnaðinum kunnu haldast uttanfyri raksturin. Restin av langfreistaðu fíggingini umframt rakst- rarútreiðslurnar vórðu síðani roknaðar út til 1,62 mió. kr. um mánaðin - ella 4.500 kr. fyri hvgrja av teimum 36 íbúðunum. - Verður inntgkan nú knappliga 36.000 kr. minni um mánaðin er ongin møguleiki fyri at fáa hetta at bera til, og alt fer á heysin, heldur Poul Mich- elsen. Dómarin vil ikki tosa Poul Michelsen heldur ikki, at leigunevndin hevur sett seg nóg væl inn í viðurskiftini, áðrenn hon tók avgerðina um at seta leiguna niður. - Ein tílík nevnd má bæði hyggja at hvussu nógv íbúðirnar kosta, og hvussu nógv fólk hava ráð at gjalda. Tástani kann finnast fram til eitt tal, ið er hóskandi. Í hesum føri hevur nevndin avgjørt ikki sett seg nóg væl inn í viðurskiftini, heldur Poul Michelsen. Men tað sær tað sam- bær býráðsformannin hel- dur ikki út til, at nevndin hevur nakran hug til. - Eg havi fleiri ferðir biðið nevndarformannin Jógvan H. Andreassen, um ein fund um málið, men hann hevur å arrogantan hátt avvist tað hverja ferð. sigur Poul Kunnu ikki leggja meira á hini Spurdur um tað ikki var eim loysn at latið tað almenna stuðla meira, sigur Poul, at tí er hann lítið fyri. - Tí tá leggja vit byrðarnar á tey, sum sjálvi strevast við at fáa eini hús upp at standa. Hesi noyðast at gjalda 100% av tí tað kostar at fáa innivist í egnum húsum. At farið at álagt teimum at gjalda eini 60% av leiguíbúðunum afturat hevði verið púrasta óforsvarligt, heldur býráðsformaðurin. Og at roynt at gjørt nakrar íbúðir ið eru bíligari en tær undir fjalli, heldur han heldur ikki vera rætta vegin. - Mín persónliga meining er, at vit altíð eiga at halda eitt ávíst stødi á fermetrar...) Hvat býráðið og sjálvsognarstovnurin ið stendur fyri rakstrinum av íbúðunum sigur ul avgerð- ina, segði Jógvan Andreas- sen seg ikki vita í gjár. - Trupulleikin hjá býráðnum er sjálvandi at byggingin er vorðin ov dýr, er tað einasta hann sigur. Og tað heldur hann - og restin av nevndini - also ikki at leigararnir skulu gjalda fyri. S-S- byggingini her í býnum. Tað hevði sjálvandi verið lættari at bygt "ghetto'ir", men byrja vit fyrst at ganga tann vegin, enda vit skjótt í eini Óndari ringrås Tað fer at hava við sær at munur verður á hvussu fólk búgva, og vit fara at skapa ein stættarmun, sum ikki er til staðar í dag. Eftir mínum tykki eigur munur ikki at vera á hvussu stjórin býr, og hvussu Palleba býr. Og sambært Poul eru íbúðirnar Undir Fjalli bæði góðar og rúmligar. - Tær hava allar neyð- ugar hentleikar, og eru til- samans upp ímóti 60 fermetrum til støddar, sigur hann. (Formadurin i leigunevndini sigur annars at tær bert eru g6dar 30 fermetrar...) Skal bygging til leigu- endamál - við toluliga góðum stødi - vera liv lagað, heldur Poul Michelsen einasta møgu- leika vera, at ein lógar- broyting gevur bæði tí ið leigar og ti ið leigað verður frá, møguleika at draga nakað av kostnað- inum frá í skatti. Fund í gjár I gjár hevði sjålvsognar- stovnurin fund við by- ráðið, har hugt varð at hverjir møguleikar eru, nú inntøkurnar verða 36.000 kr. minni um mánaðin. Men undan fundinum var Poul Michelsen sera svartskygdur. - Stendur nevndin vid sitt vænti eg, at neydugt verdur at koyra alt å heysin, sigur hann. Og tå er ikki væntandi, at nakar aftur fer undir tilikt tiltak, og almenn bygging i Føroyum er harvið farin i søguna! S-S-