fríggjadagur 26. mai 2000síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 100 - 26. mai 2000
14
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 100 - 26. mai 2000
Fríggjadagur 26. mai
er ikki við hesa vikuna – tað verður aftur í næstu viku
JÁKUP MØRK
Eftir at hava trýst seg inn á slóðina,
www.uf.fo, kemur tú til framsíðuna,
haðani til ber at velja seg inn á hópatals
slóðir.
Er ivamál um, hvussu skráin er, fæst
hetta at vita, eins og seinastu tøl frá
V4 dráttinum, kunngerðir av ymsum
slag og onnur praktisk geramál.
Hesar slóðir eru kanska meira ella
minni sjálvsagdar, men harumframt eru
eisini fleiri áhugaverdar slóðir, sum
kanska ikki eru so vanligar á øðrum
heimasíðum.
Síðurnar fylgja sendingunum
Ein partur av hesum áhugaverdu slóð-
um eru heimasíðurnar hjá ymsu send-
ingunum.
Tað, sum kanska er serliga stuttligt
við hesum síðum er, at tær í stóran
mun eru settar upp í tráð við andan í
ymsu sendingunum.
Verður tildømis farið inn á náttarravn-
arnar, er nógv fjant og fjas at velja
ímillum. Hetta skal ikki skiljast á nega-
tivan hátt, men heldur soleiðis, at skráin
í náttarravnunum er av tí heldur lættara
slagnum, og at heimasíðan er gjørd
heilt í tráð við hetta. Sjálvandi við svart-
Útvarpið á netinum
ari bakgrund og einum ravni á síðuni.
Verður tosað um popputar síður, er
síðan hjá Vaglinum tó klárt nummar
eitt hjá Útvarpinum. Fyrsta ein brennir
seg inn í, er ein meiningakanning, har
spurt verður um, hvør skal verða kom-
andi løgmaður í Føroyum.
Kanska í sjálvum sær ein ógvuliga
seriøsur spurningur, men valmøguleik-
arnir fyri hesum boða frá øðrum. Bill
Clinton og Jacob Haugaard eru millum
møguligu valevnini, og so er linjan líka-
sum løgd.
Aðrar sendingar, so sum lurtararnir
og vit, Hvat nú og Crescendo, hava
eisini heimasíður, sum eru settar upp í
tráð við innihaldið, og yvirhøvur er hes-
in stílurin ógvuliga gjøgnumførdur.
Lættast hevði kanska verið at sett
allar síður upp á sama hátt, men talan
er jú um ymsar lurtarar, sum leita sær
inn á ymsu slóðirnar, og yvirhøvur tyk-
ist hetta vera ein sera væl eydnað
roynd hjá Útvarpinum.
Alternativir møguleikar
Umframt omanfyrinevndu síður hjá
ymsu sendingunum, so eru eisini aðrir
møguleikar, sum heldur ikki eru so van-
ligir at síggja á vanligum heimasíðum,
men sum hinvegin kanska heldur ikki
eru so neyðugar at hava hjá øllum.
»Hvat heldur tú« gevur lurtarunum
møguleika at siga sína hugsan um Út-
varpið, og hvør veit, um hetta ikki verð-
ur tikið til eftirtektar.
Eisini er ein kanning um hoyrilíkind-
ini, og hetta, saman við omanfyri-
Eins og eitthvørt virki við virðing fyri sær sjálv-
um, hevur Útvarp Føroya eisini sína heimasíðu,
har upplýsingar av ymsum slag eru at finna
nevnda valmøguleika, má í øllum før-
um takast sum greitt tekin um, at stovn-
urin ikki bert nýtir heimasíðuni til at
kunna umheimin um virksemi stovns-
ins, men hinvegin eisini roynir at akti-
vera persónarnar, sum koma inn á síð-
una.
Sostatt kann Útvarpið eisini fáa stóra
gleði av heimasíðuni, við tað at áhug-
aði á hesari hava møguleika at greiða
frá, hvussu teirra fatan av útvarpinum
er, og hvørji øki tey meta eru týdning-
armikil hjá stovninum at betra.
Lurtið á netinum
Er neyðuga telduútgerðin tøk, ber so
sanniliga eisini til at lurta eftir tíðindu-
num á netinum.
Tað er jú ikki altíð, at tað er gjørligt at
vera við útvarpstólið júst um tað mund-
ið, tá tíðindasendingarnar fara í luftina,
og í so máta er hetta ein ógvuliga
hentur møguleiki
Harumframt er hetti uttan iva ein sera
hentur møguleiki hjá útisetum, og teim-
um sum annars eru stødd uttanlanda,
tí tey tá kunnu fylgja við gongdini her
heima.
Alt í alt er talan um eina heimasíðu,
sum røkkur um nógv endamál, uttan
at alt verður ov útvatnað av teirri orsøk.
Og kanska týdningarmest av øllum, so
gongur tað hampuliga skjótt fyri seg at
koma víðari, tá ein trýstir á slóðirnar,
soleiðis at bíðitíðin, sum aloftast er
rættiliga irriterandi ikki gerst alt ov
drúgv, tá skift verður millum síðurnar.
Viðmerking:
Danir upplýsa um Føroyar
Um ein føroyingur skrivar
til donsk bløð og er fyri full-
veldi, kemur tað ikki í.
Hetta hava fleiri sagt mær.
Sjálvur havi eg ikki roynt
tað, tí eg havi hildið tað vera
nyttuleyst at siga frá støð-
uni, sum eg og meira enn
helmingurin av fólkinum
síggja hana. Flestu danir
vita einki um Føroyar, uttan
tað at Føroyar kosta teim-
um nógv og gevur teimum
nógvar kvalir. Hinir hava
eitt glansbílæt, har danir eru
gávumildir einglar og før-
oyingar fittir óvitar.
Sum Jóannes Patursson
segði á ólavsøku 1946 við
H. D. Joensen: »Teir vilja
bara eiga okkum sum kúgv
á heimabeiti«. Jú, okkurt
kemur í, men tá má ein fittur
partur av greinini høgga
niður á føroyingar ella
sleikja fyri dønum.
Dimma skal takkast fyri,
at hon í nr. 93 prentar grein
eftir sjálvan blaðstjóran á
Politiken, Tøger Seiden-
faden: »Det færøske lands-
styre kan ikke tages alvor-
ligt«. »Jeg kender ikke
meget til Færøerne« byrjar
hann og viðgongur, at tað
er, »en spændende og
værdifuld del af det land jeg
lever i«, og so tað vanliga
at vilja føroyingar hava
frælsi, skulu teir fáa tað. At
enda, aftan á at hava niður-
gjørt landsstýrið biður hann
okkum: »Og lad så være
med at plage os«.
Fyrst í mai hevur Week-
endavisen
stóra
grein,
Uhellig alliance, skrivað av
tí høgravenda (av slagnum
frá kalda krígnum) Ulrik
Høy. Hann hevur funnið ein
føroying, Virgar Dalsgaard,
sum hevur verið 40 ár í
Danmark, at vera tøkan
tápuling ella glaðbeintan
frásøgumann. Og tað er ikki
hissini frásgnir teir borð-
reiða við: »Hoydal-dynasti-
et«, um Kjartan Hoydal,
pápa Høgna, og beiggjan
Gunnar Hoydal. Onnur
sleppa eisini upp í part, t.d.
Z. Wang og Jóanes Niel-
sen. Um Høgna Hoydal
verður ikki sagt tað nógva,
men tað er hann, teir vilja
ráma og fullveldisætlanina.
Vit fáa sjálvandi at vita, at
hann er føddur í Danmark,
og at hann hevur lisið har,
at øll hansara barna- og
unglinga skúlagongd hevur
verið í Føroyum, hevur
ongan áhuga. Áhugavert er,
at Karsten Hoydal ikki
verður viðgjørdur. Jú, at
lesa hetta er sum fyrr í tíðini
á bygd, tá ið menn brigsl-
aðust. Síðst í greinini kemur
tó spurningurin (kanska
ætlað sum rosinan í pylsu-
endanum): »Har Høgni
Hoydal også været betaget
af kommunisterne?« Ja, han
har også været der og var
glad for det«. Eg tími ikki
at viðgera greinina meir.
Hon er tað ikki verd, men
satt at siga, hevði eg ikki
trúð, at eitt danskt blað, sum
nógv halda vera besta ella
næstbesta blað danir eiga,
kemur sær at fylla eina heila
síðu við tílíkum tvassi. Ein
av okkara skilagóðu lands-
monnum sendi blaðnum
eina lítla síðuliga rættleið-
ing, men hon kom sjálvandi
ikki í. Nei, vit mugu ikki
bara fáa fullveldi, men reint
lýðveldi, republik. Sjálv-
andi skulu vit gera hesar
samráðingarnar lidnar, men
longu nú fyrireika samráð-
ingar á hægsta stigi við okk-
ara næstu grannar: Skot-
land, Ísland og Noreg.
Hinumegin Oyrasund ligg-
ur tað framkomna Svøríki.
Hesi lond eru minst líka
framkomin sum Danmørk.
Hví fara yvir um ánna eftir
vatni? Hasi sekshundrað
árini kunnu ikki brúkast til
tað nógva. Teir 20.000 før-
oyingarnir, sum hava valt
ella líðandi fest røtur har,
ráða vit ikki fyri. Hvussu
danir fara við teimum, ráða
teir fyri. Hatta var enn eitt
ljótt útspæl av teimum fyri
at ræða. Lágt ríða teir. Ann-
ars haldi eg, at landsstýrið
eigur at fáa teir at siga okk-
um, hvussu teir eru skrá-
settir, og hvønn teir skráseta
sum føroying ella gita teir
bara?
Fyri góðum hálvum ári
síðani kom ein av mínum
yngru vinmonnum til mín
og spurdi, um eg kendi
Virgar Dalsgaard. Mítt svar
var: »Eg havi ongantíð hitt
hann, men hoyrt skilafólk
siga onkra ótrúliga søgu um
mannin. Tá ið eg so spurdi
meir, fekk eg altíð svarið:
»Honum sigst ikki frá, hann
skal upplivast««.
Maðurin hevði verið til
onkran politiskan fund í
Føroyahúsinum, har Virgar
hevði havt orðið og millum
mangt annað umrøtt meg
sum kommunist. Hann
hevði hildið mannin antin
vera ávirkaðan av drøgg ella
sansaleysan. Nú skilt hann
alt betur. Tað man Ulrik
Høy eisini hava skilt, men
hann hevði brúk fyri einum
tøkum tápulingi.
Steinbjørn B. Jacobsen
15 præster – og igen
I Sosialurin d. 24/5-2000
kunne vi læse, at 15 præst-
er gik ud og offentligt bad
de danske biskopper om
undskyldning. Det må I 15
kunne gøre bedre.
En undskyldning til
de fire præster
De færøske præster er ikke
blevet forespurgt, om de
ønskede en af de besøgende
biskopper som prædikant i
en af deres kirker. De fær-
øske præster fik en liste
over, hvor de udenlandske
gæster skulle prædike, og
fik besked på, at hvis det
ikke kunne lade sig gøre, så
skulle de give besked. De
blev ikke bedt om at sige
»ja, tak« til et tilbud, men
de kunne sige »nej, tak« til
biskoppens planlægning.
Den mulighed benyttede
nogle af præsterne sig så af.
Hvorfor skal de dog ud-
leveres til spot og spe, fordi
de benyttede denne mu-
lighed? Det var biskoppen
selv, der gav dem denne
mulighed. Biskoppen skrev
endda tilbage til dem, at det
blot var et tilbud, og at han
tog deres svar til efterret-
ning. Biskoppen kunne,
som han tidligere har gjort,
sætte præsterne ud af spillet
ved at fratage dem mulig-
heden for at sige »nej, tak«.
Det var dog godt, at den
lokale præst denne gang fik
lov til at virke som det, han
er kaldet til af menigheden,
nemlig hyrde.
Siden udleverer biskopp-
en selv præsternes svar på
hans brev til pressen og
kommenterer deres svar
offentligt. Dermed blev
sagen offentligt diskussi-
onsemne. Enhver præst på
Færøerne må altså svare på
breve fra sin biskop i
bevidstheden om, at hvad
han svarer biskoppen, kan
han risikere bliver udlever-
et til medierne og komm-
enteret offentligt af biskop-
pen og gjort til offentligt
diskussionsemne i medier-
ne. Her er en undskyldning
fra biskoppen på sin plads
til disse præster. At 15
præster akcepterer en sådan
behandling af deres kolleger
er uforståeligt. Her er en
undskyldning fra de 15 til
deres kolleger på sin plads.
At de 15 præster lidt
nedladende reducerer de 4
præsters embeder til 2
kirker, skønt de er præster
ved 12 kirker og 14 menig-
heder, og sætter den ene
præst i parantes, må vække
undren.
En undskyldning
til biskopperne
Naturligvis skal nogle af de
danske biskopper have en
undskyldning. Det mangl-
ede bare. Spørgsmålet er
blot. Hvem skal give denne
undskyldning? Det kan ikke
være de fire præster, I
nævner, og på hvis vegne I
træder frem og undskylder.
De fire præster har blot
handlet efter Guds Ord og
deres præsteløfte. Biskopp-
en bør give en undskyldn-
ing til de implicerede bis-
kopper.
Enhver af os ville også
føle os meget dårligt be-
handlet, hvis vi var blevet
indbudt til at prædike, og
venligt havde sagt ja, og
derefter skulle opleve at
blive udleveret, som det er
sket. Men det er ikke præst-
ernes skyld, for de har ikke
inviteret nogen biskop til at
prædike. Derfor var det reelt
og
præcist
af
biskop
Karsten Nissen, da han i
Femmeren de. 24/5-2000
adresserede kritikken til den
færøske biskop.
Hvor er hyrderne?
En hyrde skal beskytte
fårerne mod fare. Ifølge
Guds Ord er homoseksuelt
samliv synd (Rom. 1), og
syndens løn er døden (Rom.
6). Den, der siger god for
synd, spreder død. De
danske og svenske biskopp-
er spreder død i deres kirker,
når de legitimerer homo-
seksuelt samliv. De spreder
død i fåreflokken. En sand
hyrde vil beskytte sine får
mod sådanne, der spreder
død. Men 15 præster har nu
offentligt undskyldt, at
andre præster vi beskytte
deres får, og har offentligt
sagt, at det er en ære, at få
disse biskopper ind i fåre-
flokken, og at de er mere
end velkomne blandt de får,
de selv skulle være hyrder
for. Det 15 har med deres
erklæring sagt, at det er i
orden, at en biskop står for
det, de danske biskopper
står for. Man kan sagtens
være biskop, lære som de
danske biskopper lærer,
indføre, hvad de indfører,
og alligevel virke som
prædikant. Dermed siges
der ja til, at der i vores kirke
læres som disse biskopper
lærer. Netop deres lære var
jo grunden til, at de fire
sagde »nej, tak«. Denne
begrundelse har de 15 er-
klæret ugyldig, og dermed
åbnet porten på vid gab for
legitimering af homoseksu-
elt samliv og kirkelig
markering af registreret
partnerskab. Stakkels men-
igheder.
Høflighed
At gøre præstens hyrdefor-
pligtelse til et spørgsmål om
høflighed er det samme som
at afskaffe hyrdeforpligt-
elsen. De præster, der har
sagt »nej, tak«, kender uden
tvivl alt til folkeskik og
høflighed, og var en af de
danske biskopper kommet
på besøg på Færøerne,
havde de uden tvivl gerne
givet dem en seng, bespist
dem med alle de færøske
specialiteter, og vist dem
rundt på Færøerne. Men det
er noget ganske andet end
at være høflig mod synd.
Det er ganske enkelt synd,
at lukke dem, der spreder
død, ind i fåreflokken.
Man kan som David
angre, dét, man har gjort.
Gør en enkelt af jer det, så
sig det, så vi kan høre det
og tilliden kan genopretts.
Det skulle siges, nu er det
sagt.
Peter O.K. Olofson
Klaksvig 25/5-2000
Tað er Gøtu Ítrottarfelag,
sum skipar fyri spennandi
tiltakinum, sum Ítrottar-
høllin á Kambsdali verður
karmur um leygarkvøldið
27 Mai.
Dyrnar lata upp klokkan
ellivu. Fyrst á skránni er
spennandi mótasýning við
handlunum Jungmann og
Shop Inn. Eftir mótasýning-
ina verður stórt diskotek og
dansur við bólkinum All
That Rain við manning úr
Kjølum.
All That Rain sóu dagsins
ljós eftir at Kjølar góvust at
spæla. Sangarin í Kjølum,
Signar Í Homrum avgjørdi
at búseta seg í Svøríki, og
var tað tískil rættiliga ómøg-
uligt at halda fram við bólk-
inum. Henning Nicodem-
ussen, Jens Tummas Ness
og Jens Marni Hansen, ið
vóru hinir limirnir í Kjølum,
fingu tí hug til at royna okk-
urt nýtt.
Í All That Rain eru somu
limir sum í bólkinum Sjey,
ið var ein frítíðarbólkur hjá
Henning, Jens Marna og
Jens Tummas, meðan teir
framvegis spældu við Kjøl-
um. Hesir plagdu at spæla
til ymisk smærri tiltøk, tá
sangarin ikki var heima. Nú
tá Kjølar ikki spæla longur,
hava gomlu limirnir avgjørt
at ogna alla sína tíð til
nýggja bólkin
Stóra gjøgnumbrotið hjá
All That Rain, kom tá bólk-
urin fekk møguleika at
royna seg sum upphitingar-
bólkur til Tv-2 konsertina,
sum var hildin í høllini á
Hálsi fyrr í ár. Til hesa kon-
sertina prógvaði bólkurin
veruliga hvør dugur er í
teimum. Tónleikurin hjá All
That Rain er, eins og hjá
Kjølum, heimagjørdur, og
tað eru limirnir sjálvir, sum
skriva orð og løg.
Stórt tiltak á Kambsdali leygarkvøldið
Á skránni verður mótasýning, stórt diskotek og dansur við nýggja føroyska
bólkinum All That Rain