Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-01, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. mars 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 42 - 1. mars 2003 Nr. 42 - 1. mars 2003 5 Lítið og einki er gjørt við skúlan í Sumba, síðani hann varð bygdur í 1965, men nú verður skúlin nútímansgjørdur og bygt verður uppí eystureftir SKÚLABYGGING Dagfinn Olsen Skúlin í Sumba verður nú útbygdur. Í vikuni varð farið undir arbeiðið. Bygt verður uppí eystureftir og verður nýggi bygningurin 372 fermetar. Har verða serstovur og onnur høli. T.d. fáa sumbingar nú bókasavn, skúlakøk, høli til serundirvísing og eini 80 fermetrar verða eitt slag av samkomuhøll og fimleikar- høll. - Teldurúm og evning og smíð verða eisini í nýggju hølunum, sum verða í trim- um hæddum, sigur Arn- finnur Bjarkhamar, fyrsti- lærari. Gamli skúlabygningurin verður eisini umbygdur og umvældur. Har verða skúlastovur og Arnfinnur Bjarkhamar fegnast um at fáa skrivstovu til skúlaum- sitingina. Kommunan er nevniliga nærum komin á mál við at innrætta gomlu fiskahúsini til kommunu- skrivstovu. Kommunan hevur annars hildið til í skúlanum. - Skúlin í Sumba er bygd- ur í 1965 og lítið og einki er gjørt við hann síðani, men krøvini eru stór í dag, so byggiarbeiðið er kærkom- ið, sigur Arnfinnur Bjark- hamar. Fleiri ætlanir Sum nú er fara børnini í Sumba til Vágs at hava fim- leik og at svimja. - Tosað hevur verið um at fara undir eina høll oman fyri skúlan, men hetta eru ætlanir, sum helst liggja longur frammi í tíðini, sigur Arnfinnur Bjark- hamar, sum leggur afturat, at møguliga verður eisini talan um, at tannlæknin fram yvir fær umstøður, so hann kemur suður til Sumbiar at vitja. Útbyggingarætlaninar fyri skúlan í Sumba eru mettar at kosta einar 10 milliónir krónur. Hetta er við MVG og ætlanir eru ikki um at taka lán. Sumb- ingar ætla, at skúlin skal standa liðugt útbygdur og umvældur í 2005. Tá nýggja lonin er kom- in, verður skúlagongdin ætlandi har, meðan arbeitt verður uppá gamla skúla- bygningin. Tað er Jóanes við Ósagarð, byggimeistari, sum ger jørð- og betong- arbeiðið, meðan ein fyri- tøka á Tvøroyri skal taka sær av restini av arbeiðin- um við skúlanum í Sumba. Sumbingar út- byggja skúlan Skúlin í Sumba verður nú útbygdur og umvældur. Lítið og einki er gjørt við hann, síðani hann varð bygdur í 1965 Mynd: D. Olsen Bussur tók í tunnilsloft Tann spildurnýggi bussurin hjá Askham bussum í Hvanna- sundi tók í tunnils- loftið í norðara tunl- inum fríggjamorgun- in, tá hann var á veg til Klaksvíkar við skúlabørnum BYGDALEIÐIR Solby A. Eliasen Óhappið hendi um hálvg- um átta tíðina fríggjamorg- unin. Hans Jon Askham koyrdi bussin, og hann sig- ur, at hann bleiv sjálvur ikki so kløkkur, men skúlabørn- ini, sum aloftast sova á veg inneftir, blivu sera kløkk. Ein tílíkur stoytur gevur eisini ein stóran brest frá sær, so tað hevur ljóðað øgiliga hart í bussinum. – Eg helt, at eg kendi hvønn kneysa í tunlinum, men tað letur tað so kortini ikki til, sigur Hans Jon, sum júst var komin aftur til Klaksvíkar eftir enn ein túr gjøgnum tunlarnar, tá Sosi- alurin fekk fatur á honum. Hann og pápi hansara undr- ast báðir stórliga á staðið, har óhappið hendi. – Eg havi koyrt í nøkur ár nú, og babba í yvir 20 ár, men ongantíð hava vit tikið í har áður, sigur Hans Jon undrandi á málinum. Tað er ein vissur vandi í at koyra gjøgnum báðar tunlarnar á Borðoynni, tí teir eru so smalir og lágir, men tað er tann einasti møguleikin, um ein skal yvir til Klaks- víkar. – Eg hugsi ikki um tað til dagligt, ein veit, at tað kann henda, at ein tekur í, men bangin fyri tí, tað eri eg kortini ikki. So hevði eg ikki kunnað koyrt. Tað er ein partur av at koyra buss her í Norðoyggjum, sigur hann. Hann sigur eisini, at hann ofta hevur tikið í tunnils- loftið, men hetta er fyrstu ferðina, at tað hevur tikið so dygt. Feðgarnir báðir í Hvannasundi, sum reka Askham Bussar vóru sera ernir, tá teir seinast í 2002 fingu tann spildurnýggja bussin, sum kostaði knapp- ar 2 milliónir, heim. Men Hans Jon sigur, at teir hava verið greiðir yvir, at eitt tí- líkt óhapp altíð kann henda. - Bussurin er niðanfyri mátini, sum standa uttan fyri tunnilsmunnan, men heldur ein seg ikki beint í miðjuni, so verður galið beinanvegin, ásannar hann eftir hvøkkin fríggjamorg- unin. Onkuntíð hevur Hans Jon steðgað mitt í tunlinum fyri at hyggja at avstandin- um frá bussinum og upp til tunnilsloftið. - Vit tosa ikki um metrar her, tað eru sentimetrar frá takinum og upp til loftið. Um eg sigi eina sponn, so er tað at taka ov rívan til, sigur hann, meðan hann vísir við fingrunum, hvussu lítið pláss í veru- leikanum talanin er um. Hans Jon er uppvaksin við at koyra gjøgnum tunl- arnar, og hann hevur sitið í bussum við pápa sínum, síðani hann dugdi at ganga. Hans Jon vísir á, hvussu dýrabarari last hann koyrir við hvønn dag. Hann koyrir skúlabørn í framhaldsdeild- ini til Klaksvíkar í skúla. Tað eru fleiri børn í hvørj- ari av teimum trimum bygdunum norðanfyri tunl- arnar. Tað svarar til eitt heilt ættarlið, sum koyrir nógvar dagar á árinum gjøgnum tunlarnar. Hans Jon fór til Havnar við bussinum fríggjakvøldið at sýna skaðan, sum er sera stórur. Hann sigur, at møgu- liga skal bussurin til Dan- markar at gerast aftur. Men um so er, so hava Askham bussar ein eyka buss at taka til, so sleppast kann undan at leiga ein til rutuna millum Klaksvík og Viðareiði. Spildurnýggi bussurin hjá Askham bussum fekk stóran skaða, sum fer at kosta nógv at gera aftur, tá hann tók í tunnilsloftið í norðara tunl- inum á Borðoynni fríggja- morgunin Mynd: Rúna Sivertsen Setti landsantikvarur- in, Símun Arge, held- ur fram í starvinum í tvær vikur afturat, til Steffen Stumman Hansen kann taka við STARVSETAN Nýggi landsantikvarurin, SteffenStumman Hansen, tekur við starvinum tann 17. mars. Til ta tíð røkir Símun Arge, settur lands- antikvarur, starvið. Peter Petersen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, sigur, at ynski var frá mentamála- ráðnum, at nýggi landsan- tikvarurin skuldi taka við starvinum tann 1. mars. Men Steffen Stumman Hansen boðaði rímiliga skjótt Mentamálráðnum frá, at hann ikki kundi vera leysur av skyldum sínum í sínum verandi starvi fyrr enn um hálvan mars. Tí er avgjørt, at hann byrjar í starvinum sum føroyskur landsantikvarur tann 17. mars. Komandi tvær vikurnar fer Símun Arge so fram- haldandi at røkja starvið. ej Símun Arge heldur fram í tvær vikur afturat C M Y K 5 4