leygardagur 1. mars 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 42 - 1. mars 2003
Nr. 42 - 1. mars 2003
7
Lærarafelagið vil ikki
góðtaka, at
fólkaskúlin verður
lagdur undir
kommunurnar at
umsita
FÓLKASKÚLIN
Áki Bertholdsen
Lærarafelagið
góðtekur
framvegis ikki, at fólka-
skúlin verður lagdur undir
kommunurnar at umsita.
Og felagið fer at gera alt,
sum tað kann, fyri at forða
fyri hesum.
Elsa Birgitta P. Petersen,
formaður í Føroya Lærara-
felag, er enn sum áður púra
avgjørd í síni meining um,
hvør skal umsita fólkaskúl-
an í Føroyum.
Men hon heldur, at tað
skal vera undarligt, at
landsstýrisfólk úr sama
flokki skulu hava so mót-
stríðandi fráboðanir í ein-
um so álvarsligum máli.
– Herfyri vissaði Annlis
Bjarkhamar um, at tað var
ongin ætlan um at leggja
skúlan undir kommunurnar.
Men nú sigur Høgni Hoy-
dal tað beint øvugta.
– Har er ov langt ímillum
áskoðanirnir til at vit kunnu
hava álit á myndugleikun-
um, sigur Elsa Birgitta
Petersen.
Kommunurnar
forrokna seg
Hon heldur fast við, at tað
má ikki henda, at skúlarnir
verða lagdir undir komm-
unurnar.
Hon sigur, at kommun-
urnar vænta kanska, at fáa
ein stóran pengaposa við, tá
ið tær fáa skúlarnar at
umsita.
– Men royndirnar úr okk-
ara grannalondum vísa, at
tær fáa ikki tær upphædd-
irnar, tær hava roknað við
og at skúlin bara versnar og
versnar, tá ið hann verður
lagdur undir kommunurnar.
– Tað er kanska ikki
kommunurnar, sum hava
skyldina, men tað vísir seg,
at játtanirnar bara minka og
minka.
Samstundis hevur norska
lærarafelagið fyri kortum
verið í verkfalli, tí at tað
góðtekur ikki, at tað skal
samráðast við kommunurn-
ar um lønir.
Hon sigur, at verður skúl-
in lagdur undir kommun-
urnar at umsita, verður tað í
ein ávísan mun hugburður-
in
hjá
kommunustýris-
limunum, sum ger av,
hvørjar sømdir, skúlin fær.
– Tað er eisini stórur
vandi fyri, at umisitingin av
skúlanum verður tengdur at
fíggjarligu
støðuni
hjá
hvørjari einstakari komm-
unu. Fer tað at tátta í fíggj-
arliga hjá eini kommunu,
vita vit at royndum, at skúl-
in og almannaverkið eru
teir stovnarnir, sum verða
teir fyrstu at merkja spari-
knívin.
Tað kemur eisini fyri, at
lærarar fáa ikki tilfar til
keyps, tí kommunur eru so
ringir gjaldarar og tað er
eisini stórur munur á,
hvussu
skúlabygningar
verða røktir.
Tað er somuleiðis rætti-
liga stórur munur á, hvussu
skúlarnir í teimum ymsu
bygdunum eru fyri. Yvir-
høvur raðfesta kommunur
skúlarnar høgt, men tað eru
sanniliga eisini undantøk.
– Alt hetta hendir, hóast
skúlin er undir miðfyrisit-
ingini, sum krevur eitt
minstamark av skúlunum.
Elsa Birgitta Petersen
sigur, at eitt er at umsiting
skal verða so nær brúkarun-
um sum gjørligt.
– Men hetta er at fara
borgarunum ov nær og fyri
at tryggja eina javntgóða
undirvísing í øllum skúlum,
er tað alneyðugt, at skúlin
verður umsitin av miðfyri-
sitingini.
Elsa Birgitta P. Petersen
sigur, at tí hevur tað av
størsta týdningi, at umsit-
ingin av skúlanum verður
verandi undir undir mið-
fyrisitingini.
– Annars verður vandin
alt ov stórur fyri, at skúl-
arnir og tilboðini til næm-
ingarnar verða ymisk, alt
eftir, hvønn hugburð hvør
einstøk kommuna, hevur.
Formaðurin í Lærarafel-
agnum sigur, at eitt enda-
mál er at koma nærri brúk-
arunum, men Føroyar eru
so lítið land at tað er óneyð-
ugt at koma nærri brúkar-
anum í hesum føri.
Hon veit ikki, hvat fer at
henda, men felagið fer at
gera tað, sum kann gerast
fyri at forða fyri hesi ætlan-
ini og hon utihýsir heldur
ikki, at tað kann koma upp
á tal at seta tiltøk í verk.
Landsstýrið arbeiðir
við eini ætlan um at
leggja fólkaskúlan
undir Kommunurnar
at umsita
FÓLKASKÚLIN
Áki Bertholdsen
Landsstýrið arbeiðir fram-
vegis við eini ætlan um at
leggja fólkaskúlan undir
kommunurnar at umsita og
reka.
Hetta upplýsti landsstýr-
ismaðurin í kommunumál-
um, Høgni Hoydal, fyri
stýrinum í Kommunusam-
skipan Føroya í síðstu viku.
Kommunusamskipanin
hevði biðið hann koma á
fund at greiða frá, hvørjar
ætlanir Landsstýrið í hevur
á hesum øki.
Kommumusamskipanin
tók hetta stigið eftir at Ann-
lis
Bjarkhamar
herfyri
kunngjørdi í Sosialinum, at
Landsstýrið ongar ætlanir
hevur um at lata kommun-
urnar yvirtaka fólkaskúlan.
Hetta gjørdi landsstýris-
kvinnan greitt í einum svari
til forkvinnuna í Føroya
Lærarafelag, sum beint
frammanundan hevði sagt í
Sosialinum, at Lærarafel-
agið fór at berjast ímóti eini
slíkari ætlan við hond og
fót.
Vilja hava greiði á
Jógvan Krosslá, formaður í
Kommunusamskipanini,
sigur, at ætlanin var tí at fáa
greiði á, hvat Landsstýrið
ætlaði tí í einum áliti, har
ábyrgdarbýtið ímillum land
og kommunur verður við-
gjørt, stendur, at kommun-
urnar skulu eisini umsita
skúlan, eins og eldraøkið,
barnaansing o.a.
– Men nú Annlis Bjark-
hamar sigur tað beint
øvugta, vildu vit hava
greiði á málinum, so at
kommunurnar ikki brúktu
kreftir uppá at fyrireika seg
til mál, sum kanska ikki
blivu sett í gildi kortini.
Men Høgni Hoydal viss-
aði um, at arbeitt verður
víðari eftir teimum ætlan-
um, sum eru lagdar.
Men nær fólkaskúlin
verður lagdur undir komm-
unurnar, visti hann ikki.
Ætlanin er fyrst at síggja,
hvussu væl tað hepnast hjá
kommununum at umsita og
reka eldraøkið, sum tær fáa
ábyrgdina av 1. januar.
Í hesum sambandi segði
landsstýrismaðurin, at ætl-
anin er at seta ein politiskan
bólk at fylgja við hesum ar-
beiðnum. Í bólkinum skulu
sita landsstýrismenninar í
fíggjarmálum, trivnaðar-
málum og kommunumál-
um, umframt formenninir í
Kommunusamskipan Før-
oya og Føroya Kommunu-
felag mynda henda bólkin.
Jógvan Krosslá legur
dent á, at tað er landsstýrið,
sum vil hava skúlarnar
undir Kommunurnar at um-
sita og at reka kommun-
urnar tí mugu fyrireika seg
til tað.
Ì hesum liggur at komm-
unurnar skulu umsita allan
skúlan og at tað hereftir
skal vera Kommunuala Ar-
beiðsgevarafelagið,
sum
skal samráðast um lærara-
lønirnar, men at tað verður
eftir yvirskipaðum reglum
og eftirlitið frá Landsstýr-
inum, so at skúlin verður
eins um alt landið.
Skúlin er nóg nær borgaranum sum er
–Kanska halda kommunur at fáa tær skúlan at umsita, fáa tær
eisini ein stóran pengaposa við. Men royndir aðrastaðni vísa, at
tær haav forroknað seg og avleiðingin er, at skúlin verður verri
og verri, sigur Elsa Birgitta Petersen
Landsstýrið ætlar at kollvelta fólkaskúlan
Tað er framvegis ætlanin hjá
Landsstýrinum, at
fólkaskúlin skal leggjast
undir kommunurnar at
umsita og reka, hevur Høgni
Hoydal upplýst fyri
Kommunusamskipan Føroya
Stórt føstulávintstiltak í Mentanarhúsinum
Lagt verður fyri í dag
við barna-og grýlu-
tiltaki, har Angela og
Hannibal verða við.
Kalt borð verður kl.
20, og seinni í kvøld
verður 60-ára dansur.
Í morgin verður vísu-
konsert við Stanley
Samuelsen og Hanusi
G. Johansen
TILTØK
Vilmund Jacobsen
Í dag og í morgin verður
Mentanarhúsið í Fuglafirði
karmur um fleiri tiltøk,
bæði fyri børn og vaksin.
Klokkan 16 í dag fara
kendu andlitini, Angela og
klovnurin, Hannibal, at
undirhalda, og børn fara at
lata seg í sum grílur.
Tær tríggjar vakrastu
grílurnar fáa virðisløn, sum
er ein kassi av sodavatn í
part frá Faxe, sum Poul
Michelsen umboðar.
Børnini fáa føstulávints-
bollar og sodavatn og tey
vaksnu, sum eru við børn-
unum, fáa ein kaffimunn.
Samson Nesá sigur, at
hetta er eitt barnatiltak, har
tey vaksnu eru vælkomin at
verða saman við børn-
unum.
Kalt borð og dansur
Frá klokkan 20-23 í kvøld
verður stórt, kalt borð í
Mentanarhúsinum
við
dinner-tónleiki á klaveri.
Kalda borðið kostar 195
krónur, og Samson Nesá
sigur, at fleiri pláss eru
eftir.
- Best er at bíleggja sær
pláss, sigur hann.
Eftir kalda borðið verður
60-ára dansur til kl. 03.45
við gomlu bólkunum, Silly
Boys úr Fuglafirði og
Thunderbirds
úr
Vest-
manna.
Dansurin
kostar
130
krónur, og atgongumerki
kunnu keypast í forsølu.
Samson sigur, at pláss er
fyri 660 fólkum til dansin.
Vísukonsert
Í morgin, sunnudagin kl.
19.30, verður vísukonsert í
Mentanarhúsinum
við
Stanley Samuelsen, sum er
sangari í Silly Boys og
Hanusi G. Johansen.
Samson Nesá sigur, at
konsertin væntandi varar
einar tveir tímar og at-
gongumerki, sum kosta 100
krónur, kunnu keypast við
dyrnar.
Myndin er av Silly Boys
undir venjing í Mentanar-
húsinum hóskvøldið. Hin
bólkurin, sum fer at spæla til
dansin í kvøld, er
Thunderbirds.
Í morgin fara Stanley Samu-
elsen (mynd) og Hanus G.
Johansen at hava vísukonsert
í Mentanarhúsinum.
Matvørudeildin hjá
Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni fer nú
at kanna, um hagreið-
ingin av útróðrarfiski
fer fram sambært
kunngerð, ið er ásett
av Føroya Landsstýri
og byggir á krøv hjá
ES
ÚTRÓÐRARFISKUR
Vilmund Jacobsen
Eftirlitið við hagreiðingini
av útróðrarfiski skal nú
styrkjast.
Hetta hevur Heilsufrøði-
liga Starvsstovan hevur
gjørt av.
- Matvørudeildin hjá okk-
um fer komandi tíðina at
kanna, um hagreiðingin av
útróðrarfiski er í samsvari
við galdandi reglur. Eitt av
krøvunum er, at útróðr-
arfiskur verður niðurkøldur
umborð á bátinum - so
hvørt, sigur Starvsstovan.
Víst verður á, at krøvini
eru ásett av Føroya lands-
stýri í kunngerð og hava
verið galdandi í mong ár.
- Hetta varð gjørt við
heimild í løgtingslóg nr. 46
frá 21. juni 1985. Kunn-
gerðin byggir beinleiðis á
ES-direktiv 92/48.
Bundið seg
Heilsufrøðiliga Starvsstov-
an sigur, at Føroyar sam-
bært avtalum við ES hava
bundið seg til at fylgja
hesum ásetingum.
- Vit eru tann almenni
myndugleikin, sum í hesum
sambandi skal veita keyp-
aralondunum trygd fyri, at
reglurnar verða fylgdar.
ES reglurnar staðfesta, at
fiskur skal kølast niður
móti markinum, har ísur
smeltar.
- Vit fara bert í fyrstu at-
løgu krevja, at allur útróð-
arfiskur verður køldur nið-
urum 4º C umborð, sigur
Heilsufrøðiliga Starvsstov-
an.
Betur nú
Mett verður, at møguleikin
fyri einum munadyggum
eftirliti nú er nógv betri enn
áður, tí nú kunnu bert løg-
gildaðar landingarmiðstøð-
ir landa og taka ímóti ís-
fiski.
- Landingarmiðstøðirnar
hava við løggildingini fing-
ið nøkur rættindi og nakar
skyldur. Soleiðis er álagt
einstøku
landingar-mið-
støðini at fylgja við, um
fiskurin,
sum
móttikin
verður, er hagreiddur sam-
svarandi krøvunum.
Heilsufrøðiliga Starvs-
stovan kann gera nærri
reglur fyri, hvussu landing-
armiðstøðirnar fyrihalda
seg til fisk, sum ikki lýkur
ásettu krøvini.
- Vit fara nú miðvíst í
gongd við hetta eftirlit,
verður sagt á Matvøru-
deildini hjá Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni.
Útróðrarfiskur skal kølast niður umborð
Møguleikin fyri einum munadyggum eftirliti við útróðrarfiski er nógv betur nú enn áður, tí nú
kunnu bert løggildar landingarmiðstøðir landa og taka ímóti fiski. - Í fyrstu atløgu fara vit bert
at krevja, at allur útróðrarfiskur verður køldur niður um 4 stig umborð, sigur Heilsufrøðiliga
Starvsstovan.
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
7
6