leygardagur 1. mars 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 42 - 1. mars 2003
Nr. 42 - 1. mars 2003
9
Helst vóru skeiv am-
boð brúkt, tá av-
greiðslumaðurin hjá
Shell í Vágum miku-
kvøldið endaði á
Landssjúkrahúsinum
við brunasárum eftir
eina spreinging í
einum tanga við ben-
sinstøðina í Miðvági
ÓHAPP
Edvard Joensen
Miðvági:
Samanfall av
óhepnum umstøðum tykist
vera orsøkin til ohappið við
Mylluna í Miðvági miku-
kvøldið.
Arbeiðseftirliti
kannar málið, men er enn
ikki komið til nakra enda-
liga niðurstøðu. Líkt er tó
til, at amboðini, brúkt vóru,
ikki vóru tey heilt røttu,
metir arbeiðseftirlitið.
Tá
avgreiðslumaðurin
hjá
Shell,
seinnapartin
mikudagin skuldi fylla
blýfrítt bensin í tangarnar
hjá Mylluni, hendi tað
óhapp, at hann fylti í
dieseltangan.
Hann
var
beinanveg
varugur við mistakið, og
boðsendi einum bili hjá
IRF, sum skuldi tøma úr
aftur tanganum og pumpa í
tangabilar hjá Shell, sum
síðan skuldu flyta alt
burtur. Tangin skuldi tøm-
ast heilt.
Av løgreglustøðini í Mið-
vági verður greitt frá, at
fyrst varð sogið úr tangan-
um upp í ein tangabil hjá
Shell, og síðan, tá hesin var
fullur, skuldi takast upp í
tann næsta.
Meðan fylt varð í seinna
tangabilin,
hendi
ein
spreinging, sigur løgreglan.
Talan var ikki um, at eldur
yvirhøvur var brúktur nakr-
astaðni í námind, sigur
løgreglan, sum metir hend-
ingina sum »eitt av teimum
ekstremu tilfellunum«, tá
óhappið bara hendir.
Maðurin brendi seg nak-
að í andlitið og um hondina
og varð fluttur á Lands-
sjúkrahúsið, men verður
ikki sendur til Danmarkar,
sigur løgreglan í Vágum.
Arbeiðseftirlitið varð til-
kallað og hevur gjørt kann-
ingar i málinum.
Av Arbeiðseftirlitinum
verður sagt, at tey hava eina
ábending um, hvat kann
vera hent, men kortini onga
greiða niðurstøðu í skriv-
andi stund.
Tað er soleiðis, greiðir
Karl Joensen, stjóri á Ar-
beiðseftirlitinum frá, at
streymasndi veskur sum
eitt nú bensin og dieselolja,
gera statiskan spenning,
sum má leiðast burtur onk-
ursvegna. Tað eru tanga-
bilarnir hjá oljufeløgunum
útgjørdir til við slangum,
sum hava jørðforbindilsi og
tann vegin leiða spenningin
burtur.
Hinvegin hevði reinsi-
bilurin hjá IRF, sum tók
bensini og oljuna upp úr
jørðtanganum og pumpaði í
oljubilin, ikki slíka slangu.
Tí er stórur møguliki
fyri, at spenningurin, sum
bensinið og oljan hava
skapt, hevur gjørt ein
neista, sum síðan hevur
orsakað eina spreinging.
Maðurin,
sum
fekk
skaða, stóð uppi á oljubilin-
um, sum er spildurnýggj-
um. Treygdin var í lagi, og
verja rundan um pallin,
maðurin stóð á, og helst tí
er hann ikki dottin niður,
sigur Karl Joensen.
Stjórin á Shell, Hákun
Djurhuus, var á staðnum
stutt eftir óhappið. Hann
fegnast um, at maðurin
tykist vera sloppin rímiliga
væl frá óhappinum, sum
væl kundi verið størri.
Hákun Djurhuus rósar
teimum, sum vóru á stað-
num fyri a bera skjótt og
rætt at, soleiðs at maðurin
fekk ta fyrstuhjálp, sum
skuldi til.
– Hann varð rætt við-
gjørdur við køldum vatni
beinanveg, og tað gekk
kanska eitt korter ella so, til
hann fekk læknaviðgerð,
sigur Hákun Djurhuus.
Í Miðvágs-Sandavágs
Skúla hava tey lært
Leivskvæðið í vetur,
og nú føstulávint er,
samlaðust næming-
arnir í fimleikar-
høllini at kvøða um
Leiv Øssursson
MENTAN
Edvard Joensen
á Giljanesi: Næmingarnir í
Miðvágs- Sandavágs Skúla
savnaðaðust fríggjamorg-
unin í fimleikarhøllini í
skúlanum á Giljanesi at
kvøða Leivskvæðið, sum
tey hava havt fyri í føroysk-
um í vetur.
Hetta er afturvendandi
tiltak, at næmingarnir so-
leiðis savnast at kvøða eitt
føroyskt kvøði, tey hava
lært. Í fjør var tað Seyða-
maðurin á Sondum, sum
mestsum hoyrir við til
barnalærdómin í Vágum.
Gamalt er, at dansitíðin
endar á føstulávint. Í føstu
verður ikki farið upp á gólv.
Tó er ikki óvanligt at dansa
føroyskan dans í privatum
veitslum so sum brúdleypi,
hóast tað er í føstu.
Á Giljanesi tóku tey sam-
an og dansaðu Leivskvæð-
ið, sum tey hava lært í vet-
ur. Tað var ein av lærarun-
um, Hervør Jørgensen, sum
skipaði. Nógvir av lærarun-
um vóru uppií, og eisini
okkurt foreldur var komið
inn á skúlan at luttaka í
dansinum hendan fríggja-
morgunin undan føstuinn-
gangi.
Árliga føstulávints-
tiltakið hjá Lions
Club Vágum verð-
ur í ítróttarhøllini
á Giljanesi sunnu-
dagin. Ágóðin fer,
sum vanligt er, til
vælgerandi enda-
mál
INNSAVNAN
Edvard Joensen
Vágar: Eins og undan-
farin ár skipar Lions
Club Vágar fyri stórum
tiltaki í Ítróttarhøllini a
Giljanesi sunnudag í
føstuinngangi.
Tiltakið er ætlað sum
innsavnan, og nógv eru
tiltøkini, sum hava fing-
ið peningaligan stuðul
frá Lions Club
Lionstiltkaið á Gilja-
nesi verður sett av Lions
forsetanum í Vágum,
Hans Jacobi Joensen,
klokkan 16.00 seinna-
partin 2 mars. So verður
farið undir ymsu tiltøk-
ini, sum eru nógv.
Stórt eydnuhjól er fast
á Lionsdegnum. síðan er
tað slíkt sum 21 spæl og
tombola. Fiskibrunnur
loppumarknaður.
Og
sum rímiligt er á føstu-
lávint, er eisini tunnu-
sláttur.
Matsøla er eisini, har
til ber at keypa smurt
breyð og køkur, saman
við kaffi ella te. Pita-
breyð, pylsur og pizza
verða eisini at fáa.
Klokkan 20 fer dansi-
felagið »Upp á tá« at
sýna fram dansir, tey
hava dansað í vetur, eins
og Sørvágs Tónleikara-
felag eisini fer at spæla.
Lions Club plagar
eisini at hava lutaseðla-
sølu um hesa tíðina, og
verður vanliga drigið, tá
Giljanes tiltakið endar
umleið klokkan 23.00
sunnukvøldið. Í ár eru til
dømis ein rúgva av
gávukortum eins og
flogferð at vinna.
Peningurin, sum kem-
ur inn á tiltøkunum hjá
Lions Club, verður latin
góðgerandi endamálum.
Eitt nú hava Vága Bjarg-
ingarfelag, Ungdóms-
orkestrið
í
Vágum,
Heilafelgið og Felagið
fyri minnisveik fingið
peningaligan stuðul frá
Lions Club í Vágum. Í
fjør fekk Herbergið hja
Frelsunarherinum stuð-
ulin.
Høvuðsstuðulin í ár,
verður latin ætlaðari
bókaútgávu um sam-
ferðslusøguna í Vágum
og Mykinesi, sigur Li-
ons Club í Vágum.
Føstulávint
á Giljanesi
Høvuðsstuðulin frá Lions tiltakinum á Giljanesi í fjør
varð latin Herberginum hjá Frelsunarherinum. Andras
Henriksen, táverandi forseti í Lions Club í Vágum,
handar Niels Edvardi Olsen stuðulin
Mynd Lions Club Vágar
Ábending um
orsøkina
Tað var. meðan pumpað varð úr
tangunum hjá Mylluni í Miðvági, at
óhappið hendi
Mynd: Edvard Joensen
Stígum fast á várt gólv
Í Miðvágs - Sandavágs Skúla hava tey tann sið at fara upp á
gólv á føstulávint. Tá verður dansað og kvøðið slíkt, tey hava
lært í føroyskum um veturin
Mynd: Edvard Joensen
Leygardagin tann 22.
mars verður skipað fyri
innandura kapping í
fótbólti í ítróttarhøllini
á Kambsdali. Tað, sum
er serligt við hesi kapp-
ingini er, at hon er fyri
tónleikarar og fólk, sum
hava eitt natúrligt til-
knýti til føroyskt tón-
leikalív
FÓTBÓLTUR
Ingrid Bjarnastein
Mentanarhúsið í Fuglafirði
skipar saman við pop.fo
fyri innandura kapping í
fótbólti fyri tónleikarar
leygardagin tann 22. mars.
Henda kappingin verður í
ítróttarhølllini á Kambs-
dali. Hon er tó ikki bara
fyri tónleikarar, men eisini
fyri fólk, sum hva eitt
natúrligt tilknýti til før-
oyskt tónleikalív, tað verið
seg tøkningar, fjølmiðla-
fólk, fyriskiparar og líkn-
andi. Aftaná verður stór
veitsla í Mentanarhúsinum
í Fuglafirði, har alt endar
við almennum dansi, og
tónleikararnir sleppa at
tríva í ljóðførini um hugur
er til tess.
Sjálv fótbóltskappingin
byrjar á middegi og endar
klokkan 19. Hon er sum
flest allar inndurafótbólts-
kappingar, har hvørt liðið
verður mannað við fýra
spælarum,
harafturat
í
mesta lagi tveimum eyka-
spælarum. Tónleikarar og
tónleikabólkar
skulu
manna lið og tekna til í
felag, men um tað er onkur,
sum ikki hevur nakað lið at
spæla við, kann viðkom-
andi venda sær til fyrireik-
ararnar, so eitt lið møguliga
kann setast saman við fleiri
í somu støðu.
Spælt verður eisini eftir
vanligum innanduraregl-
um. Skikkaðir dómarar
koma at døma og hvør
dystur er fimm minuttir.
Liðini verða øll koyrd í
bólkar, so øll sleppa at
spæla nakrar dystir. Kapp-
ingin endar við eini finalu,
har vinnarin skal finnast.
Veitsla
Aftaná kappingina verður
veitsla í Mentanarhúsinum
í Fuglafirði. Her eru tón-
leikararnir eisini vælkom-
nir til at taka makarnar hjá
sær við. Kalt borð verður til
gestirnar.
Aftaná midnátt verða
dyrnar í Mentanarhúsinum
lætnar upp til almennan
dans. Tá kunnu tónleikarar-
nir eisini sjálvir taka ljóð-
førini fram og spæla um
hugur er til tess. Pallurin og
ljóðanlegg verða gjørd klár,
so tey ið hava hug, kunnu
spæla sum teimum lystir.
Eisini verður ein DJ, sum
kemur at venda plátum.
Kostnaðurin fyri hvørt
liðið er 250 krónur, og har-
afturat kostar veitslan 200
krónur fyri hvønn.
Um tú ert ein tónleikari
ella um tú ert ein av teim-
um, ið metir seg hava eitt
natúrligt tilknýti til tónleik,
so kanst tú tekna teg til
kappingina á teldupost-
adressuni
pop@pop.fo.
Goldið verður fyri kapping
og
veitslu
á
konto
106.092.3 í Norðoya Spari-
kassa. Tá goldið verður fyri
kappingina skal viðmerkj-
ast navnið á liðnum, og tá
goldið verður fyri veitsluna
skal viðmerkjast »veitsla
fyri tónleikarar«.
Kappingin og veitslan
eru treytað av, at nóg stórur
áhugi er fyri at taka lut.
Seinasta freist at tekna lið
til kappingina er 12. mars
2003.
Tá
skulu
allar
upplýsingar verða fyrireik-
arunum í hendi, og lut-
tøkugjaldið vera goldið.
Upplýsingar og tíðindi
verða annars at frætta á
pop.fo komandi vikurnar.
Í 2001 varð farið undir
at byggja út niðan fyri
Kommunuskúlan.
Barakkirnar, sum
stóðu í Kongagøtu
niðan fyri skúlan, eru
rivnar niður, og ætl-
anin var at byggja ein
nýggjan bygning upp
aftur til fyrsta og ann-
an flokk. Henda bygg-
ingin er nú steðgað, tí
ein serstøk byggisam-
tykt er komin fram,
sum sigur, at hetta øk-
ið eigur at vera fríøki
BYGGING
Ingrid Bjarnastein
Enn ein byggisamtykt er
komin fram í Tórshavnar
Kommunu um eitt fríøki.
Her er talan um økið frá
Frelsunarherinum, niðan
við Tórsgøtu, tvørtur um
Grasagarð og heilt niðan til
Kommunuskúlan.
Hetta
økið skal vera eitt fríøki, og
tað stendur í eini serstakari
byggisamtykt frá 1980.
Henda byggisamtyktin
hevur við sær, at ætlaða út-
byggingin av Kommunu-
skúlanum niðanfyri sjálvan
skúlan, sum væl og virði-
liga er farin í gongd, má
steðgast inntil greiða er
fingin á, hvat skal gerast.
Gomlu
barakkirnar
í
Kongagøtu
eru
annars
longu rivnar niður og økið
er planerað, so klárt er
longu at byggja.
– Kommunuskúlin hevur
havt stórt plásstrot, og tá vit
fyri góðum ári síðani byrj-
aðu at byggja var ætlanin,
at nýggi skúlabygningurin
skuldi hava fýra stovur,
sum skuldu hýsa fyrsta og
øðrum flokki í byrjanini av
komandi skúlaári, sigur
Heðin Mortensen, formað-
ur í byggi- og býarskipan-
arnevndini.
– Barakkirnar eru nú
rivnar niður, og trupulleikin
hjá okkum er tann, at tá
byggjast skal uppaftur,
sendu vit málið til granna-
hoyringar, sum vit eiga at
gera. Í hesum føri í Tórs-
gøtu. Málið varð tikið upp á
fundi mánadagin, og tá
fingu vit eitt tilmæli, har
tað stóð í, at ein serstøk
byggisamtykt
frá
1980
sigur, at hetta økið eigur at
vera eitt fríøki.
Steðgast
Arbeiðið er tískil steðgað,
og málið er sent umsiting-
ini til kanningar.
– Vit høvdu annars alt
upp á pláss. Vit høvdu
fingið ein arkitekt at tekna
bygningin og tað var eisini í
umsitingini. Trupulleikin
er, at um tú rívur nakað
niður, so kemur tað undir
nýbyggjarí, um tú skalt
byggja nakað uppaftur á
sama stað, og tað kunnu vit
tískil ikki, sigur Heðin
Mortensen.
Nú eru tvey ting í at velja.
Antin verður onki bygt ella
verður tann serstaka byggi-
samtyktin broytt, og um hon
skal broytast kemur hetta at
taka í øllum førum eitt hálvt
ár. Fyrst skal málið í byggi-
og býarskipanarnevndina og
síðani skal tað í býráðið.
Síðani skal málið liggja
alment frammi, so fólk
kunnu koma við møguligum
klagum, og tá hesir tríggir
mánaðirnir eru farnir skal
málið út í Landsstýrið, har
teir skulu taka seinastu av-
gerðina. Um byggisamtykt-
in verður broytt skal hon aft-
ur niðan í byggi- og býar-
samskipanarnevndina. So
talan er uttan iva um eina
drúgva ferð.
– Hetta er ein tung pro-
sess, sum tekur í øllum
førum eitt hálvt ár. Vit eru í
dýrastu neyð við skúlum í
løtuni. Fyrsti og annar
flokkur í Kommunuskúl-
anum hava hildið til á
loftinum í Tilhaldinum. Vit
mugu so royna at møguliga
leingja avtaluna við tey ella
at finna teimum okkurt
annað at vera í, sigur
formaðurin í byggi- og
býarskipanarnevndini.
Eftir ætlan skuldi skúla-
bygningurin standa liðugur
í ár, og um so verður, at
serstaka
byggisamtyktin
verður broytt, so verður
arbeiðið í øllum førum eitt
hálvt ár seinkað.
– Eg eri sjálvandi keddur
av hesum. Vit høvdu kann-
að alt – havt arkitektar og
umsiting í málinum, so vit
høvdu tær bestu fortreyt-
irnar fyri at byrja. Nú bíða
vit eftir svari frá umsiting-
ini, men eitt er vist, og tað
er, at her má handlast skjótt
og kreativt sigur Heðin
Mortensen at enda.
Útbyggingin steðgað
Sera
óheppið
Jógvan Arge, sum
situr í Mentamála-
nevndini hjá Tórs-
havnar býráð, sig-
ur, at støðan við
Kommunuskúlan-
um er ógvuliga
óheppin. Men
fyrst og fremst
skal serstaka
byggisamtyktin
haldast
BYGGING
Ingrid Bjarnastein
– Eg eri ógvuliga bilsin
sum býráðslimur, at tað
ferð eftir ferð koma
slíkar byggisamtyktir
fram,
sigur
Jógvan
Arge um málið við út-
byggingini av Komm-
unuskúlanum.
– Hetta er sera ó-
heppið, og tað er løgið
at umsitingin ikki hev-
ur betri tak á sínum
pappírum, so tey ikki
vita, hvør byggisamtykt
er galdandi tá byggi-
ætlanir verða lagdar.
Mentamálanevndin
beindi málið aftur til
umsitingina, har málið
hevur verið til hoyring-
ar. Ymiskar atfinningar
hava verið frá grannun-
um, og vóru tað teir,
sum gjørdu vart við, at
økið skuldi vera urta-
garðsøki.
– Eg síggi eitt, og tað
er, at býráðsumsitingin
skuldi havt betri skil á
pappírunum, men hvat
skal gerast, dugi eg ikki
at siga. Men fyrst og
fremst skal byggisam-
tyktin haldast, sigur
Jógvan Arge.
Tónleikarar á vøllin
Her skuldi nýggi skúlabygningurin við fýra skúlastovum til fyrsta og annan flokk. Byggingin er
nú steðgað, tí ein serstøk byggisamtykt frá 1980 er komin fram, sum sigur, at økið skal vera
fríøki. Heðin Mortensen, formaður í byggi- og býarsamskipanarnevndini, veit ikki, hvat gjørt
verður, men málið liggur í umsitingini í løtuni
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
9
8