leygardagur 1. mars 2003síða 6
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 42 - 1. mars 2003
Nr. 42 - 1. mars 2003
11
Stórur bindiklubbi í Vestmanna
Seinasta leygarkvøld
savnaðust yvir 130
bindiklubbakonur til
hugnakvøld í Vest-
manna. Tað var Vest-
manna kirkjukór,
sum skipaði fyri
hugnakvøldinum
HUGNAKVØLD
Solby A. Eliasen
Um hetta hugnakvøldið í
Vestmanna skal lýsast stutt,
so kann ikki annað sigast
enn, at 130 konur flentu í
kíki alt kvøldið.
Lagt varð upp til eitt av
teimum heilt góðu hugna-
kvøldunum í miðhøllini í
Vestmanna skúla. Borðini
vóru vakurt dekkað og
matskráin bjóðaði upp á
fiskasúpan og ís omaná.
Erla Olsen er kórleiðari,
og hon sigur, at tá tey fóru
at hugsa um, hvat tey
skuldu eta, tá hugsaði hon
við sær sjálvari, at altíð er
tað kjøt ella salat.
– Tí helt eg, at ein fiska-
suppa hevði verið minst
líka góð, og tað vísti seg
eisini at verða vælumtókt,
sigur hon.
Tað vóru ikki bara konur
úr Vestmanna í skúlanum
hetta kvøldið. Tær komu
eisini úr Havn og úr Kví-
vík. Og tær fingu hugna og
látur fyri allar pengarnar.
Martin Joensen var har
og sang nakrar av sínum
kendu
sangum.
Eisini
høvdu fyrireikararnir út-
vegað sær bindiklubba-
sangir úr Suðuroy og Norð-
oyggjum, og tað varð sung-
ið av øllum lívsins kreftum.
Mitt í øllum fór Erla upp
á pallin og segði, at nú fóru
tær at fáa vitjan av einum
bindiklubba uttanífrá. Hon
segði seg onki kenna til tær,
og at tær høvdu ikki teknað
seg til. Og so byrjaðu tær at
koma ein og ein, júst sum tá
konur hittast til ein vanlig-
an bindiklubb. Men tað
vardi ikki longi, fyrr enn
láturin var um at fáa takið á
skúlanum upp frá. Tí bein-
anvegin sást, at hetta vóru
menn ílatnir kjólar og
parykk.
Teirra framførsla av ein-
um bindiklubba var sera
góð. Og til tíðir hoyrdist nóg
illa, hvat teir søgdu, tí kon-
urnar flentu so nógv og hart.
Men har var nógv lokalt
skemt, og uppaftur skemti-
ligari fyri konurnar av tí
sama.
– Tað var sera stuttligt at
hoyra menninar tosa okkara
bindiklubbaprát um eitt nú,
hvussu torført tað er at
sleppa út hetta eina kvøldið
um vikuna til bindiklubb, tí
menninir eru so nógv úti,
greiðir Erla frá og flennir
so hjartaliga samstundis.
Afturvendandi
Bindiklubbakonurnar
í
Vestmanna hava hits eina-
ferð fyrr, men tá var tað so
gott sum bara í Vestmanna.
Hesuferð vóru konur úr
Havn og úr Kvívík eisini
við. Og harafturat vóru eis-
ini pensionistar bodnir við
eisini.
– Eg hugsaði við mær
sjálvari, at tað tykist sum
tað ongantíð er nakað
skemtiligt fyriskipað fyri
pensionistunum. Altíð eru
tað fyrilestrar ella okkurt
líknandi. Men eg meini so
við, munnu pensionistarnir
ikki hava fingið ov mikið
av fyrilestrum gjøgnum alt
lívið? Tey skula eisini
sleppa at flenna og stutt-
leika sær, og tað gjørdu tær
eisini, tað er púra vist,
greiðir Erla frá. Og hon
heldur fram, at ein teimum
hevði sagt við seg aftaná, at
so nógv hevði hon ikki
flent alt lívið, og hon fór
helst heldur ikki at flenna
so nógv aftur.
So Erla og hinir fyriskip-
ararnir kunnu fegnast um,
at allar konurnar lótu av-
bera væl at kvøldinum.
– Eg kann ímynda mær,
at hetta kann fara at verða
eitt afturvendandi tiltak. Vit
hava í øllum førum longu
fingið fleiri áheitanir um at
skipa fyri onkrum líkandi
aftur longu í heyst, men nú
fáa vit at síggja, sigur Erla
Olsen at enda.
130 konur vóru til bindi-
klubbahugnakvøld, sum var í
Miðhøllini í Vestmanna
skúla
Mynd: Birgir W. Høgnesen
Ein heldur óvanligur bindi-
klubbi kom á vitjan. Tað
vóru nakrir menn, sum
høvdu latið seg í konufólka-
klæðir og parykkar. Láturin
mundi ongan enda fingið
Mynd: Birgir W. Høgnesen
Heitar pylsur, meðan tit bíða
Fyri stuttum kom ein
pylsuvognur at
standa við síðuna av
ferjuleguni í Leirvík,
har fólk, sum bíða
eftir bátinum, hava
kunnað keypt sær eitt
hvørt lætt at eta
PYLSUVOGNUR
Solby A. Eliasen
Leirvík:
Er ein staddur í Leirvík og
ikki sleppur við ella er ov
seinur til Ternuna, so nýtist
einum
ikki
at
ganga
svangur á Leirvíkskei og
mala. Tí nú er ein pylsu-
vognur komin á keiina, sum
er opin ávísar tíðir á degn-
um. Hann liggur næstan
fastur í ferjuleguni, so ikki
er langt at ganga, um ein
gerst svangur í bíðitíðini,
sum til tíðir kann gerast
drúgv. Í pylsuvogninum
selja tey franskar hot-dogs,
pyslur við breyð, pizza og
sodavatn eisini.
Tað er jugoslavin Velko
Gjrgjirski,
sum
eigur
pylsuvognin. Hann og kona
hansara fluttu til Føroyar
fyri umleið einum hálvum
ári síðani. Tey hava búð í
Leirvík og arbeiða bæði á
fiskavirki. Frammanundan
búðu tey í Danmark.
– Tá vit búðu í Danmark,
bleiv eg forelskaður í
pylsuvognunum av hesum
slagnum, sum ein sær
nógvastaðni í Keypmanna-
havn. Eg havi ongantíð
beinleiðis arbeitt í einum
pylsuvogni, men nú fái eg
meg so royndan, sigur
Velko, sum lat pylsuvognin
upp fyri eini góðari viku
síðani. Hann og konan
skiftast um at arbeiða har,
men Velko sigur, at um
undirtøkan heldur fram við
at vera líka góð, so fara tey
at royna at fáa onkra gentu
at arbeiða eisini.
– Vit hava jú eitt arbeiði
sum er, og vit kunnu ikki
vera í báðum støðum í
senn. Eisini hevði tað lætt
eitt sindur um hjá okkum,
sigur hann.
Pylsuvognurin er komin
niðri frá, og Velko sigur, at
hann vildi hava júst ein
tílíkan, tí honum dámar teir
so væl.
– Vit hildu, at tað var so
líka til at stilla pylsuvognin
har, tí har eru jú ofta svong
fólk, sum bíða, sigur Velko.
Hann letur væl at gongdini
og sigur, at tey selja nógv.
Serliga førararnir á teim-
um størru bilunum, sum
onkuntíð noyðast at bíða
upp í fleiri túrar, eru fegnir
um pylsuvognin, sum hevur
opið frá klokkan 11 til 15
og 17 til 21. Men Velko
leggur at enda afturat, at
hann hevði kunnað hugsað
sær havt hann opnan longri.
Men so má eyka fólk til.
Í øllum førum, so hava
fólk nú tveir møguleikar at
velja í, meðan tey bíða í
Leirvík. Tey kunna antin
fara niðan á Statoilstøðina,
ella tey fara til pysluvognin
á keiini at keypa.
Jugoslavin Velko Gjrgjirski
hevur latið pylsuvogn við
ferjuleguna í Leirvík upp.
Hann letur væl at undirtøk-
uni og sigur, at tey selja nógv
Mynd: Eirikur Lindenskov
Føroyskt Heimavirkið stongt
Heimavirkið í Vágs-
botni er nú stongt.
Nevndin hevur gjørt
av at lata aftur, tí ikki
kann haldast fram,
sum gongdin hevur
verið tey seinastu sjey
árini
MVG-SKIPAN
Solby A. Eliasen
Handilin er stongdur, tí ikki
hevur verið møguligt at
rikið hann uttan hall sein-
astu sjey ella átta árini.
– Føroyskt Heimavirkið
hevur havt eitt hall upp á
tilsamans yvir 800.000
krónur frá 1995 til og við
ársenda 2001. Endaliga
uppgerðin fyiri 2002 er ikki
gjørd enn, men vit vænta, at
hallið verður nakað tað
sama, siga tey frá Heima-
virkinum.
Men tey leggja dent á, at
Heimavirkið er ikki farið á
húsagang. Men við verandi
gongd, so meta tey ikki, at
handilin hevði megnað at
borið seg í nógv meira enn
fýra ár afturat. Og tískil
hevur nevndin tikið avgerð
um, at pengarnir heldur
skulu nýtast til okkurt ann-
að endamál. Og tað verður
at geva bøkur út.
Í brævið, sum Føroyskt
Heimavirkið hevur sent út til
fjølmiðlarnar, verður sagt, at
Heimavirkinum kann ikki
vera lívið lagað, sum nú er.
Tað kemur fyrst og fremst av
meir virðisgjaldinum.
Føroyskt Heimavirkið selur
bert handvirkaðar vørur, og
tí hevur handilin onki inn-
gangandi MVG, men bert
útgangandi. Og tað vil siga,
at t. d. fimta hvør króna,
sum kemur í kassan skal
latast landskassanum.
Vøran, sum Føroyskt
Heimavirkið keypir, kemur
fyri tað mesta frá pension-
istum, sum hava verið av-
bera glað fyri at hava hetta
at takast við. Men nú er tað
so farið í søguna - fyribils
í øllum førum. Og MVG,
sum verður lagt afturat,
dýrkar vøruna uppaftur
meira, og tað hevur sam-
stundis havt við sær, at
sølan
í
handlinum
er
minkað niður í eina helvt.
Tað eru sostatt høvuðsor-
søkirnar til skeivu gongd-
ina seinnu árini.
Tey hava roynt ymiskar
vegir at fáa hjálp til at av-
taka MVG skylduna hjá
øllum heimavirkjum í land-
inum, men tað letur ikki til,
at nakað er komið burturúr.
Tí í øllum førum eru
heimavirkini í landinum
framvegis MVG skyldug.
Frá Heimavirkinum verður
sagt, at tað sigur seg sjálvt,
at um ikki politikararnir
ikki broyta hesa MVG
lógina fyri hesa gomlu før-
oysku handarbeiðsmentan,
so fer hon fyri bakka.
– Og er hon fyrst farin,
kemur hon ikki aftur, siga
tey.
Nevndin
í
Føroyskt
Heimavirkið sigur, at tey
hava ikki orku til at fáast
við hetta málið longur, og
tey harmast støðuna. Tey
siga, at tey hava nú koyrt í
hesum málinum í yvir átta
ár, og nú er orkan uppi, og
handilin stongdur.
Heilt fitt av vøru, sum
Heimavirkið hevur goldið
fyri, liggur framvegis á goy-
mslu. Hvat fer at henda við
vøruni, vita tey ikki at siga,
men tey halda ikki, at tað
kann vera rætt, at Heima-
virkið fer at hava útsølu.
– Vit hava ongantíð havt
útsølu, og vit fáa okkum
ikki til at fara at hava før-
oysk hondgjørd skjúrt til
tjóðarbúna okkara á útsølu.
Tað minkar nógv um virð-
ingina fyri tí megnar ar-
beiði, sum liggur aftan fyri
eitt tílíkt skjúrt, verður at
enda sagt frá Heimavirk-
inum.
Føroyskt Heimavirkið í Vágs-
botni er nú stongt, tí nevndin
metir ikki, at handilin fer at
kunna venda skeivu gongd-
ini, sum er komin orsakað av
MVG lógini, sum sigur, at
eisini sjálvsognarstovnar eru
MVG skyldugir
Í dag kunnu Vøggu-
stovan og Barnagarð-
urin við Konmans-
mýru í Havn halda 20
ára dag. Dagurin
verður hildin á
stovninum
FØÐINGARDAGUR
Solby A. Eliasen
Dagurin verður sum sagt
hildin í dag, leygardagin.
Har verður opið hús, og øll
eru hjartaliga vælkomin,
verður sagt frá Konmans-
mýru.
Tey
hava
fyrireikað
henda dagin í langa tíð nú
saman við børnunum. Tey
hava verið úti í náttúruni og
heinta steinar, bløð, gággur
og ymiskt annað, sum tey
so hava nýtt til prýði á
stovninum í samband við
stóra dagin.
Bæði vøggustovan og
barnagarðurin halda dagin
saman, hóast tað er dagurin
hjá Vøggustovuni. Dagurin
hjá Barnagarðinum verður
ikki fyrr enn í juli.
- Vit hildu, at tað var líka
gott at halda dagin saman,
tí vit eru jú í sama bygn-
ingi, og samstarvið millum
okkum er avbera gott. Og
harafturat er juli so keðilig
tíð, tí tá eru so mong í feriu,
sigur Elsebet Bolstad, leið-
ari av Barnagarðinum. Hon
hevur starvast á stovninum
í 12 ár, harav tey sjey, sum
leiðari. Og tað er nakað
sum
eyðkennir
henda
stovnin, at starvsfólkini
hava verið har í langa tíð.
- Nú er tað soleiðis, at
Vøggustovan í veruleikan-
um er nógv eldri. Tað var
Nancy
Bjørklund
sum
saman við Birthe Toftagarð
byrjaðu vøggustovuna yviri
við Strond í 1965, og hevur
hon so virkað síðani. So
hon er farin um tey 35 árini.
Men tað eru so 20 ár, síðani
vit byrjaðu her, greiðir
Elsebet frá.
Varaleiðarin á Vøggu-
stovuni Hannibeth Dam
hevur starvast har í 35 ár í
septembur. Fleiri av starvs-
fólkunum hava starvast har
millum 15 og 20 ár. So alt
bendir á, at talan er um eitt
gott arbeiðspláss.
Tey vænta nakað av fólki,
tí tað gjøgnum árini hava
verið so mong, sum hava
gingið har. Summi eru enn-
tá foreldur í dag, sum hava
gingið í vøggustovuni. Og
tað kundi verið avbera
stuttligt hjá teimum at vitja
teirra gamla stovn og síggja
gomul bløðútklipp.
- Vit hava havt ein so
avbera góðan og dugnaligan
skrivara. Hon hevur verið
ófør at goyma útklipp úr
bløðunum,
gomul
sum
nyggj, so nú savna vit alt
saman og heingja tey fram
til sjálvan dagin, sigur Else-
bet, sum gleðir seg til dagin.
Tilsamans 96 børn ganga
í vøggustovu og barnagarði
á Konmansmýru.
Rundur dagur á Konmansmýru
Elsebet Bolstad, leiðari á Barnagarðinum og Hannibeth Dam, varaleiðari í Vøggustovuni her avmyndaðar saman við børnunum
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
11
10