Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. mars 2003síða 7

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 42 - 1. mars 2003 Nr. 42 - 1. mars 2003 13 Rolf Guttesen 26. 02. 2003 Um tú ert koblaður á inter- netið, ber til at tekna seg fyri at fáa "Tíðindaskriv frá Landsstýrinum". Eg helt, at tað ljóðaði frá- líkt, so bar til at fáa bein- leiðis kunning úr Lands- stýrinum um tað, sum fyrifórst har. Eg teknaði meg, og sendi teimum mína e-meyl adressu. Og jú, píka sjey, í gjár kom ein meylur til mín, sum kallaðist "Tíðindaskriv frá Landsstýrinum". Eg gleddi meg til hesi fyrsta- honds tíðindi, nú vóru góð- ir møguleikar. Ikki ryktir, men objektiv vitan. Á meylinum var so eisini tann vanliga adressan í blá- ari skrift við striku undir. Tað var bara at trýsta á knøttin, so mundu tíðindini standa har á skerminum beinanvegin. Eg trýsti . Men har kom einki tíðindaskriv. Í staðin kom heimasíðan hjá Løg- mannsskrivstovuni. Alt í lagi, har vóru nógvir knappar og møguleikar. Og mín sann, ein æt Tíð- indaskriv, so eg mátti vera á rættari leið. Trýsti á. Men einki tíðindaskriv. Her fekk eg tilboð um at melda meg til at fáa "Tíð- indaskriv frá Landsstýrin- um". Ná, men tað hevði eg longu melda meg, eg leitaði bara eftir tíðindunum, hvar vóru tey? Eg vendi aftur til heima- síðuna, og kannaði møgu- leikarnar. Har var so ein kassi sum æt "Seinasta nýggja" og undir hesari yvirskrift møguleiki at trýsta seg inn á td. Lands- stýrisfund 25.02.03. Kanska var tað hetta sum sum í tilsenda meylinum kallaðist "tíðindaskriv", hvør veit? Eg royndi, og naka skeddi. Fram kom ein síða, men nøkur tíðindi vóru ikki at finna enn. Ein næstan blank síða, men flott bræv- høvd, veðrurin í rednings- kransi og "The Prime Minister’s Office". Og so var ein einslig regla mitt á síðuni: Landsstýrisfundur 25. 02. 03. Framvegis á rættari leið. Eg peikaði so við pílinum og trýsti á. Spenningurin økist. Ein nýggjur rútur kom fram. Men nú skuldu kanska orðabøkur fram, tí hetta var hvørki føroyskt ella serføroyskt. Hetta var á eingilskum. Men tað dugi eg so dánt eisini. Á hesum rútinum verður sagt frá at: "You have chosen to down- load a file from this loca- tion. What would you like to do with this file?" So bar til at velja millum at seyva ella at lesa "on location". Tað mundi verð lættast at lesa beinleiðis, uttan at seyva fyrst. Tað eydnaðist so at raka rætta knøttin. Og fra kom ein síða. Og hetta var so tað. Longur slaps ikki. Yvirskriftin var Lands- stýrisfundur 25. 02. 2003. "Á Landsstýrisfundinum í dag vóru m.a. hesi mál fyri:" Eg beit merki í m.a. (millum annað). So verða í stuttum 6 punkt (yvir- skriftir) nevnd. Einki meir. Bert 11 reglur. Niðast stendur so: "Upp- lýsingar um omanfyri- nevndu mál kunnu fáast frá løgmanni ella avvarðandi landsstýrismanni." Eg føldi med rættiliga nipnan. (Umber meg, eg bannaði eisini, men ongin hoyrdi). Alt hetta stríð til onga nyttu. Kanska skuldi eg ditta mær at ringja til løgmann og spyrja hvussu tað gekst við málinum um havrættar- sáttmála frá 1982? Nei, eg vildi ikki. Kanska høvdu longu eini 25 fólk ringt. Og løgmaður, sum altíð er nærlagdur, hevði kanska ongan náttarsvøvn fingið, tí hann so gjarna vil upplýsa fólk. Eitt er, at proseduran er óneyðuga long og fløkt. Annað er, at eingi tíðindi eru at fáa, um tú kemur vegin fram. Best er ikki at siga meir. Málið um óhepnu landsantikvarsetanina verður ikki gjørt klárari av Tjóðveldisflokkinum, sum tað sær út í løtuni. Alt tosið um Umboðsmannin tykist í verandi løtu verða ein máti at sleppa undan at taka tær avleiðingar, ið eiga at takast. Tosað verður um, at málið verður viðgjørt hysteriskt. Álvaratos, er hetta nýggja linjan hjá Tjóðveldisflokkinum mótvegis fakfeløgum? Málið er tikið upp av fakfelagnum, ið varðar av starvs- økinum, og hevur Magistarafelagið kravt, at starvssetanin verður tikin aftur. Starvsfólkini, ið landsantikvarurin hevur undir sær og meira týdningarmikið skal hava undir sær framyvir, hava skrivað og víst sína ónøgd. Fyrrverandi landsantikvarurin, ið skuldi vitað, hvat hann tosar um, hevur eisini talað hvassliga at og hevur kallað starv- setanina politiska. Tað tykist sum um, at landsstýris- kvinnan í mentamálum hevur tikið eina avgerð, ið mong, ið hava skil fyri økinum, halda verða skeiva ella ivasama. Landstýriskvinnan í mentamálum skal tó hava púra rætt í, at tað er óviðkomandi fyri málið, at hon er ung og er kvinna, og tí var eisini talað hvassliga at á hesum stað, tá tað bleiv nevnt í almenna kjakinum, at hetta var eitt mál millum "eina unga vágskvinnu og høgar embætismenn". Aldur og geografiskur uppruni er fullkomuliga óvið- komandi í hesum málinum. Tað snýr seg um lands- stýriskvinnuna í mentamálum. Tað tyksit løgið, tá tosað verður um, at hesin og hasin bert kunnu fara til Løgtingsins Umboðsmann, og ikki minst, tá landstýriskvinnan sjálv ætlar sær til Umboðsmannin við Løgmanni. Skulu fakfeløg og einstaklingar nú als ikki kunna venda sær til avvarandi landstýrismann, uttan at blíva kveistraði til viks við at hesi bara kunnu fara til Umboðsmannin? Hvat skal Umboðsmaðurin taka støðu til í hesum málinum? Skal hann taka støðu til, um landstýriskvinnan hevur formliga heimild til at taka støðu, sum hon ger? Tað svarið er givið uppá forhond. Skal Umboðsmaðurin taka støðu til, um starvsfólkapolitikkurin hjá landstýrinum er fylgdur? Tað vildi verið fullkomuliga láturligt, um sami Løgmaður og sama samgonga, ið setti hendan politikk í verk, noyðast at fara at spyrja onnur, hvat meint var við, í tí, ið tey sjálvi hava sett í verk. Løgtingsins Umboðsmaður er síðsti útvegur hjá eitt nú borgarum, ið eru illa viðfarnir. Tí kundi til dømis hugsast, at um einki spurdist burturúr nøkrum øðrum, at onkur einstaklingur, ið kennir seg illa viðfarnan í hesum málinum, bað Umboðsmannin kanna, um rætt var farið fram umsitingarliga. Tað vildi verið fullkomuliga burturvið, um Løgtingsins Umboðsmaður skuldi verið tyngdur av málum, ið krevja eina politiska viðgerð, ella uppaftur meira margháttligt av málum, har landstýrisfólk vilja hava Umboðsmannin at kanna Løgmann. Umboðs- maðurin er til fyri borgaran, og ikki til landstýrisfólk at goyma seg aftanfyri ella til at turka politiskar trupulleikar av uppá. DAGSINS MEINING Sosialurin Umboðsmaðurin er ikki til at goyma seg aftanfyri VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Upplýst ella avlýst? Tað sær fínt út, men innihald er einki Katrin Dahl Jakobsen Soleiðis vórðu føroyingar flokkaðir í framsøgurøðuni hjá Óla Brekmann undir fyrstu viðgerð av skatta- uppskotinum hjá Karsteni Hansen. Óli greiddi frá, at inntøkurnar hjá landi og kommunum eru vaksnar, so hvørt sum minusborgarar eru blivnir plusborgarar, so hvørt sum arbeiðsloysið er minkað og fólk, sum hava fingið ALS ella aðra veit- ing, eru farin út at skaffa sær sjálvum og samfelag- num nýggjar inntøkur. Hetta er greið tala. øll, sum fáa úr ALS ella aðra veiting eru minusborgarar! Eru minni verd enn framsøgu- maðurin. Minnusborgarin er solidariskur við Óla Nú er tað ikki nakað nýtt, at høgra-ekstremistar hugsa so. Men at slíkt verður varpað út frá tingsins røð- arapalli avdúkar, hvussu spýggjuligar allar solidar- iskar skipanir munnu falla Óla. Skipanir, sum hesir somu minusborgarar hava goldið saman við plusborg- aranum og fíggjar- nevndarformanninum Óla Brekmann, soleiðis at eisini hann og hansara hava ein botn undir sÊr, skuldi hóttafall komið á. Tó vóni eg ikki tað. Kann vera at slík tala er innanhýsis »jargon« í tí mest borgarliga leirinum í fíggjarnevndini, tá tøl verða vigað aftur og fram, og gjørt verður upp, hvør hevur uppiborið hvat. Tað skuldi ikki undrað meg. Ein umbering hevði verið hóskilig. Minusborgarar og plusborgarar VIÐMERKINGAR Johan Dahl løgtingsmaður Góði Shumann, tú spyr meg, hví eg sigi, at - »fiski- vinnan føðir Havnina og øll embætisfólkini og tey al- ment løntu eins væl og hon føðir restina av landinum«. Nú er veruleikin einaferð soleiðis, at fiskivinnan er okkara høvuðsvinnna og umleið 80% av hesi vinn- uni, sum er grundarsteinur undir samfelag okkara, liggur í útjaðaranum ella uttan fyri Havnina. Í framhaldi spyr tú, hví eg nevni tað í hesi raðfylgju - »Havnina og embætis- fólkini og tey alment løntu og síðani kemur restin av landinum«?? Faktorernes orden er lige- gyldig - men í veruleikanum vil hetta siga, at útjaðarin breyðføðir seg sjálvan - harumframt Havnina og kanska serliga tann almenna sektorin og servisvinnuna annars, sum nú einaferð liggur i Havn - tað kann ikki burtforklárast. Tað serskilda við Havnini í mun til restina av land- inum er, at her búleikast stórt sæð allur tann almenni sektorurin, umsitingin og eisini fyri ein stóran part servisvinna - tann av fiski- vinnuni avleidda vinnan. So mín spurningur er - hvat er tað, sum tú ikki skilir??? Svar til Schuman Hjaltalin John Johannesen Filmarnir "Ringanna Harri", sum vit nú kunnu síggja í filmshølum kring heimin, eru eitt gott dømi, um forklárast skal, hví fólki dámar ævintýr. Ævintýr- heimurin er magiskur og spennandi. Álvar búgva goymdir í skógunum, og dvørgar smíða í risahøllum undir fjøllum. Og har eru hetjur. Hetjurnar liva eitt lív, ið vit beundra. Sum Arwen og Aragorn taka tær til vápna og berjast ímóti óndskap- inum. Tey standa fyri sann- leika og rættvísi, hjálpa og bjarga teimum, ið eru í neyð, og uppliva ein vakran romantiskan kærleika, ið bert er møguligur, tí at tey eiga hesar hetjudygdirnar, ið vit hávirða tey fyri: vilja- styrki, kærleika, trúskap, dirvi, erligheit, sjálvsoffr- an, o.s.fr.. Áttu tey ikki hesar hetju- dygdirnar, so hevði søgan jú verið ein heilt onnur. Vóru tey nakrir yvirflad- iskir egoistar, ið bert dyrk- aðu seg sjálvi, so hevði teirra søga ikki verið verd at fortelja. Sannleiki, rætt- vísi, kærleiki, og alt tað vakra, vit finna í tílíkum filmum, høvdu ongan týdn- ing havt fyri teimum. Tey høvdu bara livað eitt spilt, óinteressant og meinings- leyst lív, har tey ikki gjørdu nakað gott, men bert góvu eftir fyri øllum teirra ringu síðum. Tey høvdu bert sitið heima á einari sofu og etu seg spikafeit av junkfood, tá ið tey ikki høvdu skund við at vera ótrúgv hvør móti øðrum, ella at drekka seg skít niðri Tórshøll ella Club 20. Men hey! Hatta ljóðar jú kent. Hatta er jú galdandi fyri næstan øll menniskju, eg nakrantíð havi hitt! Tey koma út aftur úr filmshølunum við tárum í eygunum, men venda so aftur til teirra totalt mein- ingsleysa, egoistiska lív. Tey gráta yvir vakurleikan og trúfestið millum Arwen og Aragorn, men hvat teimum sjálvum viðvíkur verður tað ongantíð til meira enn at fáa sær eitt lítið niðri í Club 20, og at detta av í teirra egna spýggi. Tey hálova góðsk- uni, dirvinum og styrkini hjá hesum hetjum, men sjálvi lyfta tey ikki hond frá síðu fyri at hjálpa nøkrum. Tey duga rætt og slætt ikki at síggja, at tað sum hendir í filminum á nakran hátt rakar tey. Og tað fær meg at und- rast. - Hvat hundan síggja tey so í hesum filmunum? Dámar mannfólkunum bara at síggja blóð og harðskap? Halda konufólkini bara at Viggo Mortensen er "lekk- ur"? Eru fólk í veruleikan- um so innantóm? Er tað, sum hendir í filmunum, als ikki realistiskt? Hevur tað einki við tað veruliga lívið at gera? Jú, meir enn so! Álvar og dvørgar eru kanska ikki til, og tað er gandur kanska heldur ikki, men hetjur eru ikki bara at finna í ævin- týrum. Menniskju eru, ið vilja stríðast hart, ofra nógv og seta seg sjálvi í stóran vanda fyri at hjálpa øðrum, og brúka teirra lív uppá at gera tað, sum er rætt. Og tað má jú vera tað, sum ein hetja er. Og so síggja vit, at hetjur veruliga finnast! Og tær hava ikki allar svørð í hond. Tí ein hetja er ikki bara ein sum elskar at syfta svørði. Ein hetja ger tað, ið skal gerast, fyri at gera heimin til eitt betri stað. Og trupulleikin er ikki altíð ein Myrkur Harri, ið býr í sínum Myrka Landi, ella nakað annað, ið má drepast við svørði. Trupulleikin kann líka so væl vera sam- felagslig órættvísi, ið kemst av vánaligum lóggeving- um, hungursneyð ella heilt einfalt apati - vantandi samkensla - í hjørtunum á almenninginum. Og so má ein, ið vil vera hetja, laga seg eftir tí. Hann kann jú ikki bara taka eitt svørð og byrja at drepa frá hond. Tað er klárt, at vóru Gandalf og hini her, so høvdu tey borið seg annarleiðis at enn í filmunum- kanska sum Ghandi, Móður Theresa ella Martin Luther King. - "Ger tað, tú kanst, við tí, tú hevur, har sum tú ert", sum Theodore Roosevelt segði. Og tað er eisini klárt, at tey høvdu skammast og vamlast við tey flestu av okkum, soleiðis sum vit liva okkara lív. Læra vit ikki av filmum sum Ring- anna Harra, so eru hesir filmarnir burturspiltir, og tað eru okkara lív eisini. - "Tann, ið bert livir fyri at tæna sær sjálvum, ger verðini eina tænastu, tá hann doyr" - Tertullian. Hetta snýr seg ikki bara um tað kliché-kenda og bagatelliseraða "moralska forfallið". Fólk, sum sita á teirra fløtu reyv og dyrka seg sjálv meðan onnur doyggja, eru ónd - annað kann tað ikki kallast. Tey flestu okkara kenna søguna um ríka mannin og Lazarus - um hvussu ríki maðurin lat Lazarus svølta á gólvinum við sítt borð. Tey flestu eru eisini samd í, at hetta var nóg mikið til at døma ríka mannin, og siga at hann var eitt ónt menn- iskja (og hann endaði eisini í helviti). Tað løgna er, at fólk ikki síggja hvussu tey sjalv eru akkurát líka ring. Tey neyðstøddu í okkara tíð liggja kanska ikki við okk- ara føtur - tey eru longri burtur - men fjølmiðlarnir gera okkum alla tíðina var við teirra neyð, og hjálpar- felagsskapir finnast alla- staðni og biðja okkum um hjálp. So í veruleikanum kunnu vit røkka tey líka lættliga sum ríki maðurin kundi røkka Lazarus. Tó kenni eg so at siga ongan, ið ger nakað. Og tey fáu sum gera, geva so lítið, at tað als ikki líkist næsta- kærleika, men heldur sjálv- rættvísi. - Bara so at eingin kann siga tey ring fyri, at tey einki gera. Eg krevji ikki, at fólk skulu geva inntil tey sjálv mugu bidda. Geva vit bara eitt sindur, samstundis sum vit royna at fáa onnur at gera tað sama, so kunnu vit avrika so ótrúliga nógv meiri, enn um vit bert sjálv geva okkum fátøk og troytt. Og eg skilji eisini at verðin kann tykjast at vera eitt alt ov stórt stað, soleiðis at ein kennir seg lítlan og maktarleysan. Men tað kann ongantíð vera ein umbering fyri einki at gera. Sum Helen Keller segði: "Eg eri kanska bara ein, men eg eri tó ein. Eg kann kanska ikki gera alt, men eg vil tó ikki halda meg frá at gera tað, eg kann". At vera ein hetja er ikki nakað, ið bert er fyri løgnar einstaklingar. Tað er ein lagna, ið kallar á okkum øll. So leingi pína og órætt- vísi finnast í verðini kann einki gott menniskja hvíla. Og sannleikin er tann, at her eru hetjur. Nógv eru altíð runt um heimin, ið berjast og gera sítt fyri at minka um neyðina og órættvísina, og gera heimin til eitt betri stað. UNICEF roynir at gera byggja fyri at útbúgva fólk í triðja heiminum. Tey læra at gera brunnar og at ansa eftir sjúkum sum AIDS, og kanningar hava víst at jú meiri útbúgving ein kvinna fær, jú færri børn fær hon, so hetta hjálpir eisini móti ov miklum fólkavøkstri og harvið móti hungursneyð. Onnur royna at virka fyri at landbrúksstuðulin í Europa verður tikin av, tí at hann ger tað ómøguligt fyri bóndur í tí triðja heiminum at kunna kappast á heims- marknaðinum, og er sostatt við til at halda teimum niðri í fátækradømi. Hetta eru bara nøkur dømir. Har er nokk at gera, og nokk av møguleikum og mátum at gera tað uppá. Gerið okkurt. - Bara okkurt! Tað kann kanska ikki gera tykkum til hetjur, men tað er ein byrjan og so eru tit í minsta lagi ikki heilt ónd longur. Og ein dagin, so gerst okkara søga kanska verd at fortelja. Hetjur og ævintýr Tøkk Øllum tykkum, sum við gávum, blómum, telegramm og uppringingum, gjørdu okkum gullbrúdleypsdagin so hugnaligan, takka vit hjartaliga. Heilsan Ketty og Herluf Thomassen Sandavági C M Y K 13 12