Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. mars 2003síða 8

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 42 - 1. mars 2003 15 Sunnudagin 23. februar andaðist Amaliel Hansen í Klaksvík, 73 ára gamal. Hann var ættaður úr Mikladali, yngstur av teimum 6 børnunum hjá Malenu og Jógvan í Beiti. Amaliel búði í Klaksvík meginpartin av ævi síni. Hann fekk sær handilin Kósabúðin við fjølbroytt- um úrvali av matvørum og klædnavørum og hevði handilin í mong ár. Tað gjørdist hansara lívsstarv at vera handilsmaður. Hann leitaði tó eisini aftur á slóðina og hevði hús og jørð í Mikladali. Áhugin fyri samfelagsviðurskiftum var sera stórur. Amaliel var tjóðskaparsinnaður, hann var loysingarmaður og í mong ár virkin limur í Norðoya Tjóðveldisfelag. Eisini var hann í nøkur ár fyritaksstjóri á blaðnum 14. September. Hann giftist í 1958 við Hansinu Højbro úr Klaksvík, og tey fingu børnini Paulu, Malenu, Elin og Jógvan. Fyri nøkrum árum síðani fekk Amaliel ta ringu Alzheimer-sjúkuna, og tey seinastu árini var hann á Røktarheiminum í Klaksvík. Amaliel Hansen deyður NØVN Í VIKUNI 1. mars eru 35 ár liðin, síðan Kári Hammer í Vági bleiv umboðsmaður fyri oljufelagið Esso, seinni Statoil, í sunnaru helvt í Suðuroy. Kári, ið er føddur og uppvaksin í Vági, fór til skips sum 16 ára gamal og sigldi til 1958, tá hann fór á stýrimansskúla. Í 1960 tók hann prógv sum stýrimað- ur. Í 1964/65 tók hann skipsførarprógv. Í fýra ár sigldi hann í Grønlandi við einum sleipibáti hjá danska bjargingarfelagnum, EM.Z. Switzer. Hann gavst at sigla, tá hann 1. mars 1968 yvirtók umboðið fyri olju- søluna Esso í sunnaru helvt í Suðuroy, eftir at Martin Joensen, heilsølumaður í Vági, gavst vegna aldur. Kári hevur ábyrgdina av bygdunum frá Hovi til Sumbiar. Seint í 80-unum skifti oljufelagið navn frá Esso til Statoil. Kári fegn- ast um at Sumbiartunnilin er komin, tað hevur ikki altíð verið so stuttligt at koyrt til Sumbiar við olju í kavaroki og ódnarveðri. Seinastu fimm árini hevur Kári, saman við konuni, Poulu, havt ábyrgdina av Statoilstøðini á Vági. Eftir at hava arbeitt hjá sama oljufelag í 35 ár, sigur Kári, sum verður 67 ár í sep- tember, at hann hevur havt tað gott, og honum dámar arbeiðið væl. m.g. Í dag, 1. fyrsta mars, hevur Sylverius Jacobsen, smiðjumeistari, arbeitt á Skála Skipasmiðju í 33 ár. Vit høvdu frætt at hann hevði 30 ára starvsdag 1. mars, men tá vit ringdu til hann, vísti tað seg, at liðin vóru 33 ár, síðan hann byrj- aði sum lærlingur á Skála Skipasmiðju í 1970. Syl- verius er 49 ára gamal og leirvíkingur. Hann er fødd- ur í Klaksvík seks tímar eftir at eineggjaði tvíbura- bróðurin, Marius, var fødd- ur í Leirvík. Eftir at Marius var føddur, bleiv mamman í skundi flutt við útróðrar- bátinum Gulakletti til Klaksvíkar, har Sylverius er borin í heim. Hetta var undir Halvorsensstríðnum í Klaksvík. Sylverius hevur búð á Skála síðan 1973, tá hann giftist við Sannu, fødd Berg, av Skála. Tey eiga 3 døtur og 3 ommu og abba- børn. Sylverius hevur verið limur í Javnaðarflokkinum frá ungum av, og hevur hann eisini verið uppstill- aður fyri flokkin í Eystur- oynni. Hann er formaður fyri Meinigheitsstýrið á Skála, og brúkar hann stór- an part av síni frítíð har. m.g. Sylverius Jacobsen starvsdag á Skála Skipasmiðju Kári Hammer - oljuumboðsmaður í 35 ár Tað eru nú liðin 30 ár síðani, at hesar fittu, ungu genturnar vóru klaktar sjúkrasystrar. Útbúgvingin byrjaði 4. august 1969 á há- skúlanum, og vóru vit 18 í tali, tá vit byrjaðu og 14 í tali, tá vit vórðu útlærdar Nógv og góð eru minnini frá forskúlatíðini, tá vit, ungar og fullar av dreymum um lívið frammanfyri, gleddu okkum til at nema kunnleika til hetta yrki, sum vit høvdu valt. Spennandi varð, tá vit skuldu møta á deildunum, íklæddar stríputum bláum og hvítum bummulsbúnum við flipp og sloyfu, fyri- klæð og kappa. Har lærdu vit tað praktiska arbeiði í sjúkrarøktini, og at hava umsorgan fyri sjúklingun- um, sum vit bert høvdu lisið um, men nú skuldi læra at røkta. Vit lærdu »teori og praksis« - hond í hond saman við ábyrgd. Vit vóru teir fyrstu næm- ingarnir, sum í 1970 fluttu inn á B75 at búgva. Køkurin varð hjartað, har vit terpaðu saman, tað verði seg medisin, kirurgi, in- fektiónspatalogi ella aðrar lærugreinar. Teir seinastu átta mán- aðirnar gekk leiðin til Dan- markar, har vit tóku psyki- atri á Nykøbing Sjælland, barnasjúkur og oyra/nøs og háls á Sundby Hospital. Síðani komu vit heimaftur og tóku tað endaliga prógv- ið. Alt hetta sjóvaði okkum saman, og hava vit nógvar glaðar og ógloymandi løtur saman, sum nú eru dýrabar minni, vit goyma í hugan- um. Tað er við sorgblídni, vit hyggja at myndini. Allar so ymiskar av lyndi og lagn- urnar so ymiskar. Allar upplivað lívið við tí viðráki og mótrákið, sum tað nú einaferð hevur at bjóða. Tvær eru tíverri ikki mill- um okkum meira, og minn- ast vit tær við sakni. Tað at kenna tykkum hevur gjørt mítt lív so nógv ríkari. Við hesum vil eg ynskja okkum tillukku við degnum og við nýggja heit- inum, »sjúkrarøktarfrøð- ingar«, og takka fyri alt! Heilsan Maria Tær hava verið sjúkrasystrar í 30 ár Sjúkrasystrarnar, sum tóku prógv á Sjúkrasystraskúla Føroya í 1973: Aftast frá vinstru: Elsupa (Petersen) Hansen Sólgerð (Jacobsen) Mortensen (deyð 1996), Esmi (Jacobsen) Olsen, Sólvá Patursson (lærari), Poula Poulsen (lærari), Esther Thomsen (lærari), Rutt (Poulsen) Mikkelsen, Kristianna (Olsen) Michelsen, Jóngerð (Joensen) Poulsen, Maria (Andreassen) Anderssen. Fremst frá vinstru: Poulina Jacobsen (deyð 1993), Anna (Joensen) Jacobsen, Anna Maria (Jacobsen) Sørensen, Kirstin (Jacobsen) Jensen, Marita (Mohr) á Ryggi, Hildur (Bendtsen) við Høgadalsá, Ása (Jørgensen) Poulsen 15 14 Nr. 42 - 1. mars 2003 STARVSVENJING Mortan Seyer Vistrup Torbjørn Lützen gongur í 10. flokki í Eysturskúlan- um. Hann er í starvsvenjing hjá Valdemar Lützen, her lærir hann at ekspedera, og so sleppur hann eisini við- hvørt at avreiða kundarnar. – Eg læri alt møguligt her. Eg læri um øll møgulig amboð, og eg læri at av- greiða kundar, og onkutíð sleppi eg eisini at koyra trukk, sigur Torbjørn. Hann hevur úr at gera, tí handilin er ógvuliga stórur, og har eru nógvir kundar. – Eg sleppi at gera næst- an akkurát tað sama, sum hinir gera, ið arbeiða her. Torbjørn er ógvuliga glaður fyri at vera í starvs- venjing hjá Valdemar Lüt- zen. Í starvsvenjing hjá Valdemar Lützen NØVN Í VIKUNI Tórbjørn Lützen við trillubørini uttan fyri handilin hjá Valdemar Lützen, har hann er í starvsvenjing Í morgin fyllir Gigga við Keldu í Klaksvík 90 ár. Hon er fødd á Kirkju í Fugloy. Bert 2 ára gomul, tá hon gjørdist faðirleys, varð hon send til Klaksvíkar at vera. Gigga býr í dag á Norðoya Røktar- heimi. Hóast sjúku lættir hon við sínum ljósa og glaða lyndi um gerandisdagin hjá øllum, ið koma á hennara leið FØðINGARDAGUR Rúna Sivertsen Sigga Malena Elisabeth Sofie Rasmussen, soleiðis varð hon doypt, men alt sítt lív hevur hon verði rópt Gigga. Foreldur hennara, Absolina og Hanus Ras- mussen á Kirkju í Fugloy, fingu trý børn. Ein son, sum doyði bert 12 ára gamal og tvær døtur, Sigrid og Giggu. Tað var bara knapt ár millum systrarnar báðar. Bert 2 ára gomul gjørdist Gigga faðirleys og varð send til Klaksvíkar at vera. Fyrst búði hon hjá Ellu og Malvinus í Vátutoft. Ella var mostur hennara. Men tá hon var 5 ára gomul, flutti hon norð á Stengurnar til Elspu og Joen Jacob Ja- bobsen. Gigga sigur, at hon hevði tað ógvuliga gott hjá Elspu og Jóan Jakku. Tá barnaár og skúli vóru lokin, fór hon sum flestu gentur tá út at tæna. Leiðin gekk suður til Havnar, har hon var arbeiðsgenta hjá millum øðrum Jens Mohr, Edward Mitens og dr. Lynge. Giftist Theodor við Keldu Tá Gigga var um 20 ára gomul, kom Theodor við Keldu úr Leirvík til Klaks- víkar at arbeiða. Fyrst á posthúsinum og síðani í handlinum hjá Joen Jacob, sum var handilsmaður og hevði handil á Stongunum. Skjótt rann saman millum Giggu og Theodor, men tað skuldu ganga heili seks ár, til tey í giftust. Í 1937 flutti dr. Lynge aftur til Danmarkar. Tey vildu hava Giggu at koma við teimum niður, og tað tilboðið kundi hon ikki siga frá sær. Hon helt, at hon mátti sleppa at uppliva okkurt, áðrenn hon gifti seg. Hon var arbeiðsgenta hjá teimum í Danmark í tvey ár, og tá hon í 1939 kom heimaftur, giftust hon og Theodor. Gigga og Theodor fingu trý børn, Regin, Jógvan og Áslu. Regin býr í Munkebo á Fjóni, og Jógvan og Álsa búgva bæði í Klaksvík. Ikki bara ein dansur á rósum Tað, sum eyðkennir Giggu, er hennara serstakliga posi- tiva lyndi. Tað kom henni til góðar, tá Theodor, bert 38 ára gamal, gjørdist sjúk- ur av parkinson. Pensjónin tá á døgum munaði lítið og var ikki nóg stór at breyð- føða einari familju. Men Gigga fírdi ikki fyri at taka fatt og lá ikki á tí løtu síðuni. Í nøkur ár arbeiddi hon á hotellinum hjá Erik Olsen, har hon hjálpti til við mat- gerð og hevði ábyrgdina av borðreiðingini. Seinni fór hon á pylsu- virkið hjá Hans Jakku, kollfirðinginum at arbeiða. Eitt skifti bakaði hon til handlarnar at selja, og í fleiri ár hevði hon loger- andi, sum tað varð rópt tá. Við hvørt búðu upp í 4 dreingir til leigu hjá teim- um. Hetta vóru avbygda- dreingir, sum vóru í læru ella gingu til telegrafist og á skiparaskúla í Klaksvík. Fyrsta nýggja knæið Gigga var tann fyrsta, sum fekk nýtt knæ á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. At fara undir slíkar skurðviðgerðir her heima kravdi mót, bæði hjá læknum og sjúklingum. Rajani, sum skuldi gera skurðviðgerðina, segði, at tað skuldi verða Gigga, ið bleiv tann fyrsta, tí hon er so positiv. Rajani visti, hvønn týdning tað hevði fyri sjúkrahúsið, at henda fyrsta skurðviðgerðin fekk góða umtalu. Og væl dugdi læknin at velja, tí sama hvussu hevði gingist, hevði Gigga iva- leyst fingið tað positiva fram. Seinni varð hitt knæið skift, men tað var úr plastikk. Tað vóru bert 5 mánaðir millum skurðvið- gerðirnar, og eydnaðust tær báðar væl. Út at ferðast á gamalsaldri Á blaðungum árum komu Gigga og Hjørdis hjá Peturi Háberg at kennast. Tær gjørdist góðar vinkonur og hevur teirra vinarlag hildið til henda dag. Ungar í sinninum, sum tær báðar eru, lótu tær ikki aldurin ráða, men fóru á gamalsaldri út at ferðast. Tá vóru báðar um 80 ára aldur. Fyrsta ferðin gekk til Pólands, og eitt árið gekk leiðin við bussi til París. Eisini hava tær báðar verið í summarhúsi í Danmark, har tær koyrdu um stóran part av Jútlandi í bili við Hjørdis sum bilførara. Hjørdis sigur, at Gigga er ein einastandandi góð og trúføst vinkona. Fitt og lítillátin Gigga er ein serstakliga fitt og lítillátin kvinna. Sum so nógv onnur faðir- ella móðurleys, mátti hon, sum lítil genta, út til onnur at verða. Tá vóru sosialu livi- umstøðurnar heilt aðrar enn í dag, og mong eru tey børn, sum ikki sluppu at vaksa upp heima saman við sínum systkjum. Eitt, sum eyðkennir mong av hesum, er, at tey gera lítlan háva burtur úr sær sjálvum og vilja ongum liggja til byrði. Og júst soleiðis er Gigga. Altíð er hon við tí góða orðinum, smílandi og sera fyrikom- andi. Gigga var til trúgv á Jesus, ið hon alt lívið hevur sett sítt álit á. Saman við manni sínum og børnunum hevur hon verið samkom- uni í Betesda ein stuðul og fyrimynd. Vit ynskja Giggu og øll- um hennara hjartaliga til- lukku við føðingardegnum, og at Harrin má vera við henni tað, sum eftir er av róðrinum. Gigga við Keldu níti ár Í morgin fyllir Gigga við Keldu í Klaksvík 90 ár 35 ára starvs- dagur Leygardagin 1. mars eru 35 ár liðin síðan Kári Hammer í Vági byrjaði sum oljusølu- maður hjá Esso, sum seinni varð broytt til Statoil. Í hesum sam- bandi verður opið hús hjá Kára frá kl. 10 fyrrapart til kl. 15 seinnapart. C M Y K 14