Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-03-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. mars 2003síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 42 - 1. mars 2003 Nr. 42 - 1. mars 2003 17 Javnaðarflokkurin hevur boðað frá, at hann fer at leggja uppskot fyri løg- tingið, sum skal fáa tingið at boða frá, hvør almenna før- oyska støðan til Irak- kreppuna er HEIMSPOLITIKKUR Edvard Joensen Nú eiga føroyingar at koma við eini klárari fráboðan um, hvørja almenna støðu vit hava til kreppuna, sum heldur øllum heiminum í skáki, sigur Jóannes Eides- gaard, formaður í Javnaðar- flokkinum. Føroya Javnaðarflokkur hevur boðað frá, at hann fer at leggja uppskot fyri løg- tingið, sum skal noyða ting- ið til at koma við eini greiðari útmelding um ting- sins støðu. Eisini hevur uppskotið til endamáls at fáa løgmann at koma við eini útmelding um støðuna hjá landsstýrinum. – Vit kunnu ikki bara sita her í hesum rómapottinum og halda, at vit kunnu lata sum einki, sigur hann. Gera vit tað, eru vit heimsin størstu egoistar. Tí vilja vit á hendan hátt heita á løg- mann um at boða frá úti í heimi, hvør almenna før- oyska støðan í málinum er, sigur Jóannes Eidesgaard. Bíða efir løgmanni Hann sigur, at øll hava gingið og bíðað eftir løg- manni, men haðani kemur einki. Ikki tí, at vit ikki fyrr hava blandað okkum upp í kjakið um eitt nú hernaðar- mál. Vit kenna øll til tær hernaðarsamtyktirnar, sum fyrr eru gjørdar av Føroya Løgtingi, vísir hann á. Í stuttum gongur fráboð- aða uppskotið hjá Javnað- arflokkinum út uppá, at einki skal gerast í Irak uttan í ST høpi, sigur Jóannes Eidesgard. Hann vísir á, at bestu úrslitini í slíkum støðum havi vit sæð, júst tá ST hevur staðið fyri tí, sum gjørt er. Til dømis í Kosovo, Afghanistan og eisini í seinasta Flógvakrígnum, sum var. Tað gekk rímiliga skjótt fyri seg. Hinvegin er seinasta kríggið, amerikanarar hava ført av sínum eintingum, Vietnamkríggið. Og tað var bæði drúgt og blóðugt., vís- ir hann á. – Vit hava eisini eina skyldu mótvegis teimum føroyingum, sum hava sítt arbeiði í økinum, talan er um. Tað eru als ikki so fáir føroyingar, sum eitt nú sigla á leiðini, sigur for- maður Javnaðarfloksins. Ymiskar støður Jóannes Eidesgaard sigur, at hann vónar at fáa aðrar flokkar á tingi at taka undir við uppskotinum hjá Javn- aðarflokkinum. Bæði úr samgongu og andstøðu. Og skilligt er, at hann setir sítt álit á Tjóðveldisflokkin, sum hann metir hava somu støðu til málið, sum Javn- aðarflokkurin hevur. Tað byggir hann millum annað á felagstiltakið, flokkarnir skipaðu fyri við friðar- gonguni fyri stuttum. Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, sigur, at hansara persónliga støða til málið er greið og eisini almannakunngjørd. Hann hellir til ST loysnina. – Tað undrar meg, sigur Høgni Hoydal, at eingin hevur víst á, at um nú herdeildir endiliga skulu sendast inn í Irak at fáa stýrið har av vegnum, so eiga tað at vera ST her- deildir. Vit kunnu ikki liva við eini skipan, har tey sterku londini bara kunnu gera við veikaru londini, sum teimum lystir. Tjóðveldisflokkurin hev- ur greiða støðu í verjumál- um, sigur Høgni Hoydal. Men hetta ávísa uppskotið frá Javnaðarflokkinum er ikki komið fyri tingið í skrivandi stund, so Tjóð- veldisflokkurin hevur ikki sæð tað enn. – Men vit fara at viðgera tað, og allar meiningar skulu hoyrast, áðrenn ein almenn støða verður tikin og kunngjørd, sigur Høgni Hoydal. Hann heldur, at føroying- ar nú eiga at koma burtur frá tí barnsliga skotgravar politikkinum, vit hava sæð bæði í áttatiarunum og ikki heilt frítt nú eisini, síðan hetta málið tók seg upp. Jørgen Niclasen, ting- maður Fólkafloksins, sigur, at Fólkaflokkurin heldur ikki kennir uppskotið, men fer at viðgera tað, tá tað kemur. Hinvegin hevur Fólka- flokkurin eina greiða støðu til Irakmálið, sigur hann. Hon er almannakunngjørd við tí brævinum, Fólka- flokkurin herfyri sendi danska forsætisráðharran- um, har sagt verður, at Fólkaflokkurin tekur undir við hansara stuðuli til USA í hesum máli. Løgtingið má taka eina støðu í Irakmálinum Com Data hevur gjørt eina viðlíkahaldsskip- an, ið serliga er ætlað skipum TELDUSKIPAN Eirikur Lindenskov Com Data hevur framleitt eina viðlíkahaldsskipan, serliga ætlað skipum og verkstøðum. – Talan er um ein før- oyska loysn, har hugt hevur verið eftir øllum sum er á marknaðinum, og síðani er tað besta tikið burturúr til føroysku skipanina, sigur Ísak Jacobsen, deildarstjóri hjá Com Data. Fríggjadagin í síðstu viku var samkoma á Maskin- meistaraskúlanum, tí Com Data hevur latið skúlanum forritið til nýtslu í undir- vísingini. Com Data ger nógvar skipanir til virki av ymsum slag. Men Sildberin, sum hendan skipanin eitur, er serliga ætlað skipum. – Tá virksemið verður størri enn sum so, at tú kanst hava tað í høvdinum, tá vil eg siga, at brúk er fyri skipanini, sigur Ísak Ja- cobsen, tá vit spyrja hann, hvussu stórt virksemi skal til, áðrenn tú hevur brúk fyri slíkari skipan. – Um tú t. d. skalt á ein langan ísfiskatúr, so kanst tú við hesi skipanini vita júst hvat tú skalt hava við og hvat tú skalt keypa til túrin, sigur Ísak Jacobsen. Tað eru Hjørleif Bech og William West á Com Data, sum hava ment skipanina í neyvum samstarvi við maskinmonnum, sum hava roynt skipanina og gjørt viðmerkingar. – Tað er einki dulsmál, at vit eru erpnir av skipanini, tí hóast aðrar skipanir eru, so er hetta tann fyrsta, sum er framleidd beinleiðis til endamálið, sigur Ísak Ja- cobsen. Skipanin er fyrst og fremst gjørd til føroyska marknaðin, men tað er eingin trupulleiki at umseta hana til onnur mál eisini, sigur Ísak Jacobsen. Sildberin skal halda skil á Jóannes Eidesgaard og Tony Blair eru ikki samdir um, hvusus kreppan í Irak skal loysast. Jóannes Eidesgaard sigur, at heldur ikki innanfloks í enska Labour flokkinum eru øll, sum er samd við forsætisráðharanaum, og í enska fólkinum er meiriluti í móti tí Ísak Jacobsen, deildarstjóri á Com Data, handar Gordon Hofgaard, stjóra á Maskinmeistaraskúlanum, loyvisbrævið til skipanina Mynd: Jens Kristian Vang Føroya Sparikassi 75,9 mió. kr. í yvir- skoti áðrenn skatt. Nevndin fer at skjóta upp fyri aðalfundin- um, at 34 mió. kr. verða lutaðar út sum vinningsbýti til parta- eigararnar, svarandi til eitt vinningsbýti upp á 5% BÚSKAPUR Tíðindaskriv frá Føroya Sparikassa Føroya Sparikassi hevði eitt gott úrslit í 2002. Avlopið áðrenn skatt gjørdist 75,9 mió. kr., og ársúrslitið eftir skatt 60,6 mió. kr. Hetta er besta roknskaparúrslit hjá Sparikassanum nakrantíð. Roknskapurin verður lagd- ur fyri aðalfundin til góð- kenningar tann 21. mars 2003. Úrslitið av fíggjarpostum øktist við 27,7 mió. kr. svarandi til 13,7%, úr 202,9 mió. kr. í 2001 upp í 230,6 mió. kr. í 2002. Nettorentu- inntøkurnar øktust við 13,9 mió. kr. í 2002 ella 7,5%. Inntøkurnar av ómaks- gjøldum hækkaðu við 4,5 mió. kr. svarandi til 36,6%. Hartil hevði Sparikassin ein kursvinning uppá virðis- brøv og gjaldoyra uppá 6,4 mió. kr. móti einum kurs- tapi uppá 2,3 mió. kr. í 2001. Hinvegin eru rakstrarút- reiðslurnar øktar við 11,9 mió. kr. ella 11,2%, úr 106,3 mió. kr. í 118,2 mió. kr. Lønarútreiðslurnar øktust við 3,2 mió. kr. ella 5,4%, meðan restin av økingini í rakstrarútreiðslunum fyri stóran part stavar frá eyka kostnaði í sambandi við umleggingina til partafelag, ábyrgdarafundum og menning av Balanced Score- card sum leiðslutóli. Avskrivingarnar av ítøki- ligum ognum gjørdust 15,8 mió. kr. móti 8,7 mió. kr. í 2001. Hetta er ein øking uppá 7,1 mió. kr., harav 6,5 mió. kr. stava frá niður- skriving av ognum Spari- kassans. Avskrivingar og burturleggingar av skuldar- um, netto, gjørdust 18,0 mió. kr. móti 13,0 mió. kr. í 2001. Hetta er ein øking uppá 5,0 mió. kr. Úrslitið áðrenn skatt gjørdist sostatt 75,9 mió. kr. móti 73,8 mió. kr. í 2001. Føroya Sparikassi hevur útreiðsluført 15,3 mió. kr. í skatti í 2002 móti 16,3 mió. kr. í 2001. Ársúrslitið eftir skatt er tað besta nakrantíð hjá Spari- kassanum, nevniliga 60,6 mió. kr. móti 57,5 mió. kr. í 2001. Fíggjarstøðan javnvigaði við 5,191 mia. kr. við árs- enda 2002 móti 4,954 mia. kr. í 2001. Vøksturin er 237 mió. kr. ella 4,8%. Útlánini við ársenda 2002 vóru 3,979 mia. kr. móti 3,589 mia. kr. í 2001. Vøksturin er 390 mió. kr. ella 10,9%, og hevur vøkst- ur verið bæði til vinnu og privat, meðan útlánið til al- mennar myndugleikar o.t. er fallið. Innlánini vóru 3,947 mia. kr. í 2002 móti 3,792 mia. kr. í 2001. Vøksturin er 155 mió. kr. ella 4,1 %. Útlánsprosentið, tað er lutfallið millum útlán íroknað burturleggingar og innlán, var 102,9% móti 96,4% í 2001. Eginognin er nú 877 mió. kr. móti 820 mió. kr. við árslok 2001. Hetta er ein vøkstur uppá 57 mió. kr. Solvensprosentið við árs- lok var 22,0% móti 24,1% við árslok 2001. Lógar- kravið er 8%. Gjaldførið var 798 mió. kr. við árslok 2002 móti 934 mió. kr. í 2001. Sparikassin hevur so- statt ein yvirdekning í mun til lógarkrav um gjaldføri uppá 80,6%. Eginpeningurin varð rentaður við 7,1% eftir skatt í 2002 móti 7,3% í 2001. Fallið stendst av, at eginpeningurin er øktur lut- falsliga meira enn úrslitið er økt, m.a. vegna tann stóra áhugan at tekna parta- pening í Sparikassanum. – Nevndin fer at skjóta upp fyri aðalfundinum, at 34 mió. kr. verða lutaðar út sum vinningsbýti til parta- eigararnar, svarandi til eitt vinningsbýti upp á 5%. Partabrøvini høvdu við árslok eitt innara virði upp á 129 kr. pr. 100 kr. í parta- peningi, siga Marner Jac- obsen, forstjóri og Bjarni Olsen, stjóri í Føroya Spari- kassa í tíðindaskrivi. Gott ár hjá Føroya Sparikassa Bjarni Olsen, stjóri og Marner Jacobsen, forstjóri í Sparikassanum. Partabrøvini í Sparikassanum høvdu við árslok eitt innara virði upp á 129 kr pr. 100 kr í partapeningi Vilja hava Bjarna Djurholm at hugsa seg um einaferð enn –Tað er fólksins vilji at tunnilin ímillum Øravík og Hov verður gjørdur eftir tí nýggja uppskotinum, sigur starvsfólkið á Suð- uroyar Sjúkrahúsi HOVSTUNNIL Áki Bertholdsen –Ætlanin at gera tunnil ímillum Øravík og Hov eftir uppskotinum hjá Landsverkfrøðinginum eig- ur at verða slept ongantíð ov skjótt. Eisini starvsfólkið á Suðuroyar Sjúkrahúsi hava nú lagt seg út i kjakið um, hvussu ætlaði tunnilin ímillum Øravík og Hov skal leggjast. Og teiy heita staðiliga á Bjarna Djurholm, landsstýr- ismann í vinnumálum um at hugsa seg um einaferð afturat og at leggja tunnlin, har NCC hevur bjóðað sær til at bora og at sleppa ætlanini at bora, har Lands- verkfrøðingurin ætlar. Í tveimum brøvum til Bjarna Djurholm, sum til- samans 90 starvsfólk á Suðuroyar Sjúkrahúsi hava skrivað undir, fegnast tey um ætlanina at bøta um sambandið ímillum syðru og norðaru helvt í Suðuroy. Í einum brævi, sum 22 starvsfólk á Sjúkrahúsin- um, sum búgva í syðru helvt í oynni, hava skrivað undir, siga tey, at tað hevur hevur verið teirra størsta ynski í mong ár at fáa betri samband, tí tey hava verið sera ótrygg at koyra eftir tí vánaliga vegnum, serliga um veturin og í óðnarveðri. Tey vísa eisini á, hvussu nógv ferðslan er økt sein- astu árini og serliga stúra tey fyri teimum stóru bilun- um, sum volda stórar trup- ulleikar á tí smala vegnum. Men tey siga eisini, at tað harmar tey at tunnilin skal liggja uppi á hálvari Hovs- egg, soleiðis sum Lands- verkfrøðingurin hevur ætlað og tað skilja tey ikki. Tí vóna tey, at hendan ætl- anin verður slept ongantíð ov skjótt, og at tunnilin kemur at liggja lægri og longur vesturi, har NCC hevur bjóðað sær til at bora, so sleppast kann undan at fara uppí hæddina. Verður ætlanin hjá NCC fylgd, slepst undan nógvari nýgerð av vegi og harvið eisini undan nógvari kava- rudding og nógvum haldi og tað fer at spara nógvar milliónir, bæði í orku peningi og tíð. – Av tí at vegaføringin við hesi nýggju ætlanini verður nógv styttri, kann grótið úr tunlinum ístaðin verða nýtt til útfylling av tí nýggju samferðsluhavnini, ið skal gerast á Tvøroyri, sigur starvsfólkið á Suður- oyar Sjúkrahúsi. Tey vísa á, at undirsjóv- artunnilin ímillum Lorvík og Klaksvík skal ganga undir Lorvíksbygd at at tað fer at dýrka tunnilin 27 milliónir . – Tað verður sagt, at hetta verður gjørt tí at tað er fólksins vilji har á staðnum. Tí meta vit, at suðuroyingar hava sama rætt at seta somu krøv. Í Suðuroy er tað fólksins vilji, at tunnilin verður lagdur sum NCC hevur bjóðað sær til at bora og tað eigur at verða tikið til eftirtektar. Tey vísa eisini á, at tey serkønu í tunnilgerð siga, at tað er eingin trupulleiki at gerðast tunnilin, sum NCC hevur bjóðað sær at bora við teimum nýúímas amboðum, sum í dag verða nýtt. – Og verður tunnilin fyrst lagdur á skeivum stað, vendst ikki aftur, leggja tey afturat. Sita mangan við ótta Samstundis hava 68 onnur starvsfólk á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum búgva í norðaru helvt í Suðuroy, eisini sent landsstýris- manninum bræv, har tey stuðla ynskinum frá starvs- feløgunum í syðru helvt. Tey siga, at tey hava mangan sita við ótta í ring- um veðri ímeðan starvsfel- agir sunnan av oyggj hava verið á veg til ella frá ar- beiði. Tey hava eisini mangan verið noydd at átikið sær eyka vaktir, eins og tey, sum búgva sunnanfyri, mangan hava verið noydd at gista á sjúkrahúsinum tí at tað er ikki koyrandi ímillum. Samstundis hava fleiri av teimum børn, sum dagligas koyra um Hovsegg og tí stuðla tey ynskinum um at tunnilin verður lagdur, har NCC kann bora hann. Tey siga, at tey skilja ikki, at Landsverkfrøðing- urin ætlar at gera ein tunnil, sum harafturat verður dýr- ari enn neyðugt og tí heita tey á landsstýrismannin um at sleppa ætlanini hjá Landsverkfrøðinginum og heldur at gera tunnilin, sum NCC kann bora. Myndin vísir tey bæði uppskotini sum er gjørd um tunnil ímillum Øravík og Hov. Rundingurin høgru- megin er tunnilin, sum Landsverkfrøðingurin ætlar at gera og sum Starvsfólkið á Suðuroyar Sjúkrahúsi heitir á landsstýrið um at sleppa. Rundingurin vinstrumegin er tunnilin, NCC kann bora og sum er nógv betri fyri ferðsluna C M Y K 17 16