leygardagur 1. mars 2003síða 10
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 42 - 1. mars 2003
Nr. 42 - 1. mars 2003
19
Metstór undirtøka fyri
ES-limaskapi
Ein meiningakanning, sum ein kanningarstovnur hevur
gjørt fyri trý norsk bløð, vísir, at 49,6 prosent av norsku
veljarunum taka undir við, at Noreg fer upp í ES. Tað
eru 0,5 prosent fleiri enn í seinastu kanning, og so stór
hevur undirtøkan fyri limaskapi ikki verið í nakrari
aðrari kanning hjá stovninum, sigur norska útvarpið.
Men kanningin vísir eisini, at tey, sum siga nei til ES-
limaskap, eru fleiri nú, enn tá spurningurin varð reistur
seinast. Nú siga 36,4 prosent nei. Í seinastu kanning var
hesin parturin 33,9 prosent. 14 prosent hava ikki tikið
støðu.
Í undanfarnum kanningum hava tey flestu av teimum
yngru verið ímóti norskum limaskapi í ES, men hetta
er broytt nú. Eftir teirri nýggju kanningini taka 46
prosent av teimum, sum eru yngri enn 30 ár, undir við
limaskapi í ES, meðan 39 prosent eru ímóti.
Fekk 11 ára fongsul
Í Haag hevur altjóða krígsbrotsmannadómstólurin
dømt fyrrverandi bosniaserbiska forsetan, Biljanu
Plavsic, ellivu ára fongsul.
Biljana Plavsic varð dømd fyri at hava framt brotsverk
ímóti mannaættini í árunum frá 1992 til 1995, tá hon
var leiðari hjá serbunum í Bosnia. Upprunaliga noktaði
hon seg seka, men í fjør broytti hon støðu og játtaði seg
seka í etniskari útreinskan av kroatum og muslimum í
Bosnia. Hon er tann fyrsti serbiski leiðarin í gamla
Jugoslavia, sum hevur viðgingið seg sekan í hesum
brotsverkinum.
Ákæruvaldið í Haag kravdi, at Biljana Plavsic skuldi
fáa millum 15 og 25 ára fongsul. meðab verjarnir hildu,
at átta ár var nóg mikið. Tað er ikki greitt, hvar tann 72
ára gamla Biljana Plavsic skal sita dómin. Í løtuni situr
hon í varðhaldi í Beograd.
Aftur ivi um Concorde
Eitt Concorde-flogfar hjá franska flogfelagnum Air
France misti ein part av velróðrinum, meðan tað var á
veg úr París til New York fyrradagin. Tað eydnaðist
kortini flogfarinum at seta seg í øllum góðum.
Fyri bert einari viku síðani noyddist eitt annað Con-
corde-flogfar hjá Air France at neyðlenda í Kanada, tí
trupulleikar vóru við motorunum, og hesir báðir tilburð-
irnir hava aftur sátt iva um, hvussu trygg hesi flogførini
eru. Tað eru bara Air France og bretska British Airways,
sum hava Concorde-flogfør, og bretska flogfelagið hevur
sagt, at tað umhugsar at taka síni fimm Concorde-flogfør
úr rutu. Air France hevur sjey slík flogfør.
Í juli í 2000 doyðu 113 fólk, tá eitt Concorde-flogfar
hjá Air France datt niður, júst sum tað var farið á flog í
Charles de Gaulle-floghavnini uttan fyri París.
Skal sita alt lívið
Ein kinesiskur dómstólur hevur sýtt fyri at viðgera eina
áheitan um at broyta dómin hjá tí politiska andstøðing-
inum Wang Biangzhang, sum er dømdur lívlanga
fongsulsrevsing fyri yvirgang.
Seinastu árini hava teir kinesisku myndugleikarnir
noytt fleiri politiskar andstøðingar í útlegd. Wang, sum
er útbúgvin lækni, er tann fyrsti politiski andstøðingur-
in í Kina, sum er dømdur fyri yvirgang. Hann er eisini
ákærdur fyri at hava njósnast fyri Taiwan.
Wang Biangzhang flutti til USA í 1982, men hansara
viðhaldsmenn siga, at hann varð rændur undir einari
vitjan í Vietnam í fjør. Tað vísti seg, at tað vóru kines-
iskir agentar, sum høvdu rænt hann, og at teir seinni
høvdu flutt hann til Kina, so hann kundi koma fyri
rættin har.
UTTAN ÚR HEIMI
Um fá ár fer oljuvinn-
an at hava størri
týdning í norsku
Finnmørkini enn
fiskivinnan, sigur
norskur samfelags-
granskari.
NOREG
Árni Joensen:
Um fá ár fara olja og gass
at hava størri týdning í
Finnmørkini
enn
tann
vanliga fiskivinnan. Tað
heldur í hvussu er samfel-
agsgranskarin Arne Rydn-
ingen.
Hann sigur, at nútímans
tøkni ger, at arbeiðsplássini
í fiskivinnuni gerast støð-
ugt færri í Finnmørkini, og
sjálvt um nýggjar fram-
leiðslur skuldu givið fiski-
vinnuni eitt skump uppeft-
ir, fer olju- og gassvirksem-
ið í Barentshavinum at fáa
størri og størri týdning.
Arne Rydningen, sum
starvast
hjá
stovninum
Norsk Samfunnsforskning,
sigur við norska útvarpið,
at myndugleikarnir eiga at
leggja størri dent á kunn-
leika, tøkni og nýskapan í
Finnmørkini, so samfelagið
har kann fáa summest burt-
ur úr oljuvinnuni í Barents-
havinum.
Hann heldur, at almennir
pengar til hetta endamálið
høvdu givið nógv av sær.
Men hann leggur afturat, at
verður hetta gjørt, eiga
myndugleikarnir ikki bert
at hugsa um fiskivinnuna.
Fiskivinnan fer at víkja fyri
oljuvinnuni
Fyrradagin varð Rowan
Williams vígdur sum tann
104.
biskuppurin
av
Canterbury.
Nýggi
biskuppurin,
sum
er
ættaður úr Wales, ber orð
fyri at hava sínar egnu
hugsanir, og hann hevur
heldur ikki dult tær. Eitt nú
hevur hann funnist at Irak-
politikkinum hjá Blair-
stjórnini.
Biskuppur ímóti kríggi
Tað er ikki óhugs-
andi, at Russland fer
at nýta sýtingarrættin
ímóti tí seinasta upp-
skotinum um Irak,
sigur russiski uttan-
ríkisráðharrin. Sam-
stundis bendir alt á,
at Hans Blix hvessir
pennin.
IRAK-KREPPAN
Árni Joensen:
Igur Ivanov segði ikki bein-
leiðis, at Russland fer at
nýta sýtingarrættin í ST-
trygdarráðnum ímóti Irak-
uppskotinum hjá USA,
Bretlandi og Spania.
Okkara áskoðan er, at alt
trygdarráðið og serliga tey
fimm føstu limalondini
eiga at standa saman. Sum
øll vita, hava tey fimm sýt-
ingarrætt, men hann skal
nýtast við skili og eigur
bert at verða nýttur, tá
heimsfriðurin er í vanda,
segði Igor Ivanov á tíðinda-
fundi í Beijing.
Russiski uttanríkisráð-
harrin vildi ikki siga, um
Russland er til reiðar at
nýta sýtingarrættin fyri at
forða einum álopi á Irak,
men eygleiðarar í Beijing
siga, at orðini hjá Ivanov
geva eina ábending um, at
Russland kanska fer at nýta
rættin, tá trygdarráðið fer at
taka støðu til uppskotið hjá
USA, Bretlandi og Spania.
Fyrradagin varð annars
kunngjørt, at Vladimir Put-
in og George W. Bush vóru
samdir um, hvussu Irak-
kreppan skal loysast, og at
semjan var komin í lag eftir
eina telefonsamrøðu teirra
millum. Tað váttaði tals-
maðurin hjá Hvítu Húsun-
um, Ari Fleischer, eisini,
men hann vildi ikki siga,
um tað eisini bar í sær, at
Russland fór ikki at nýta
sýtingarrættin í trygdar-
ráðnum.
Hvassari orðalag
Leiðarin hjá ST-vápnaeftir-
litsmonnunum, Hans Blix,
skal aftur í dag kunna lima-
londini í trygdarráðnum
um gongdina í Irak, men
longu í gjár visti bretska út-
varpið at siga, at orðalagið í
hesari frágreiðingini verður
hvassari
enn
í
teirri
seinastu.
Sambært BBC fer Hans
Blix millum annað at siga,
at samstarvshugurin hjá
iraksku myndugleikunum
er framvegis ikki nøktandi.
Og sum skilst er Blix
heldur ikki nøgdur við, at
Irak sigur seg vera sinnað
at oyðileggja tær umstríddu
rakettirnar. Hann vil síggja
tað í verki.
Russland fer kanska at nýta
sýtingarrættin
Hann er ein sjónleik-
ari av Guðs náði og
ein politisk slanga,
sum náðileyst kvalir
sínar fíggindar, og
sum samanber seg
sjálvan við frælsis-
hetjuna Simon
Bolivar
VENESUELA
Árni Joensen
Vit eru stødd í venesu-el-
anska
høvuðsstaðnum
Caracas ein sunnumorgun.
Forsetaborgin Miraflores,
sum er har eysturi í býnum,
skyggir í morgunsólini.
Kring alla borgina standa
teir servandu hermenninir,
sum hava svorið at fara í
deyðan fyri landsins for-
seta, Hugo Chavéz.
Brádliga stendur hann
har. Í reyðari skjúrtu, sum
bert er knept nakað upp,
rennibrókum
og
renni-
skóm. Hann er í sera góð-
um hýri, ja, eitt stórt bros,
allur sum hann er. Og á sín
vanliga hátt byrjar hann:
- Venesuela hevur fingið
fleiri óheftar útvarps- og
sjónvarpsstøðir, sum ikki
gera annað enn at spilla
landsins forseta út. Halda
tær ikki upp at við hesum,
taka vit sendiloyvið frá
teimum. Tey óheftu tíðinda-
fólkini halda, at tey kunnu
gera, sum teimum lystir.
Tey spæla James Bond, so
nú er tað 007 ímóti Hugo
Chavéz. Tann dystin fari eg
at vinna, sigur hann og
flennur.
Hugo Chavéz er heryvir-
maður av útbúgving. Hann
var liðugur við útbúgving-
ina í 1975. Hann kom sær
skjótt fram, og í 1992 stóð
hann á odda fyri einari
miseydnaðari kvettroynd.
Hann varð settur í fongsul,
men fekk grið tvey ár
seinni, og so byrjaði hans-
ara politiska lív.
Vinstrasinnaður
populistur
Hugo Chavéz hevur tríggjar
grundarsteinar: Bíbliuna, ta
suðuramerikansku frælsis-
hetjuna Simon Bolivar og
Karl Marx, og hendan
samanrenningin hevur gjørt
hann til tað, sum vit kunnu
kalla ein vinstrasinnaðan
populist.
- Eins og Bolivar vilja vit
skipa eitt sameint Latín-
amerika, eitt slag av einum
ES. Tað skal verða okkara
mótvekt ímóti teirri nýggju
frælslyntu
hugsjónini,
Heimsbankanum og Altjóða
Gjaldoyragrunninum. Vit
skulu endurreisa æruna hjá
latínamerikanska
heims-
partinum, sigur Chavéz.
Hann tosar, veipar við
ørmunum og herðir rødd-
ina. Tey fátæku í Venesuela,
og tey eru mong, elska
hendan mannin. Sambært
ST eru 80 prosent av teim-
um 24 milliónunum, sum
búgva í Venesuela, blóðfá-
tæk, og uttan hjálp frá tí
almenna klára tey ikki
gerandisdagin.
Tí elska tey Chavéz. Tí
flenna tey at honum, tá
hann roynir seg um gykl-
ara, flenna saman við hon-
um, tá hann leggur and-
støðuna undir líkt og ólíkt,
og atkvøða fyri honum, tá
hann biður um stuðul. Síð-
ani hann varð valdur til for-
seta í 1998 við 56 prosent-
um av atkvøðunum, hevur
hann vunnið átta fólkaat-
kvøður. Andstøðan ivast
ikki í, at hann ætlar sær at
gerast einaræðisharri.
- Andstøðan, sigur Cha-
véz við einum háðandi
tónalagi. - Tey ríku hó-
reiggja sær sum fascistar og
kvettmenn, sum arbeiða
ímóti lýðveldinum. Í tveir
mánaðir vóru tey í verk-
falli, í 60 dagar løgdu tey
landsins
týdningarmestu
inntøkukeldu, oljuvinnuna,
lamna. Men hví? Jú, tí vit
hava gjørt av at endurskipa
tað almenna oljufelagið
PDVSA, sum var vorðið
ein statur í statinum, sum
varð stýrt av yvirstættini,
sum rændi inntøkurnar frá
tí almenna og legði inn
undir seg. Men nú skulu
oljuinntøkurnar koma fólk-
inum til góðar.
Í Vensuela er tað, sum at
ein ósjónligur veggur býtir
fólkið í tvey. Annaðhvørt
tekur tú undir við Chavéz
og
hansara
bolivarisku
dreymum, ella ert tú ímóti
honum. Mong hava valt at
rýma av landinum.
Vinmaður Fidel
Eingin vesturlendskur ríkis-
leiðari hevur so gott sam-
band við kubanska leiðaran,
Fidel Castro, sum Hugo
Chavéz. Teir eru vinmenn,
góðir vinmenn, og hittast
eisini javnan sum slíkir.
Herfyri vóru foreldrini
hjá Chavéz á Kuba, har tey
vóru persónligir gestir hjá
Fidel, so tað er ikki so løg-
ið, at teir báðir hava gjørt
sáttmálar landanna millum.
Fidel fær dagliga 50.000
tunnur av olju, sum verða
seldar honum við stórum
almennum stuðuli, og aftur
fyri fær Hugo kubanskar
læknar, ítróttarleiðarar og
mentafólk í samsýning.
- Nú senda vit eisini
gomul og sjúk til Kuba, har
teir hava góð sjúkrahús. Eg
havi stóra virðing fyri
Fidel, sigur Chavéz. Hann
veit fullvæl, at hetta hóvar
ikki USA, sum eisini hevur
ta venesuelansku oljuna
fyri neyðini.
At nevna Hugo Chavéz
fyri Bush og hansara monn-
um, er sum at vísa tarvi
reytt. Tí Chavéz stuðlar
Castro, hann hevur verið í
Libya og vitjað Muammar
Gadafi, og so hevur hann
eisini hitt sjálvan Saddam
Hussein. Og so hevur hann
aftrað seg við at fordøma ta
kolombisku
uppreistrar-
rørsluna FARC, sum sam-
bært Washington er ein
yvirgangsfelagsskapur.
Tann 48 ára gamli Cha-
véz, sum er giftur tvær
ferðir og eigur fimm børn,
er hvønn sunnudag í al-
menna sjónvarpinum. Hig-
artil eru sendingarnar vorð-
nar fleiri enn 140 í tali. Alt
verður sent beinleiðis, og
Chavéz letur ikki eina løtu
fara til spillis, men tosar
uttan íhald. Hann greiðir
frá, hvat stjórnin hevur
gjørt ta seinastu vikuna,
syngur ein sang og svarar
spurningum frá fólki, sum
ringja. Av og á lesur hann
úr onkrari bók, serliga tí
nýggja lógarsavninum.
Við sær í sjónvarpið hev-
ur hann altíð einar tveir av
sínum
ráðharrum,
sum
nágreiniliga skulu greiða
frá, hvat teir havga gjørt í
fólksins tænastu ta seinastu
vikuna. At enda kemur
stjórin í almenna oljufelag-
num á skíggjan at siga
fólki, hvussu seinasta vikan
hevur hilnast, og hvussu
stórt avlopið hevur verið.
- Hetta hevur róp uppibor-
ið, sigur Chavéz og klappar.
Seks tímar varir send-
ingin. Tjóðsangurin verður
sungin, og pallljósini verða
sløkt.
(Kelda: Aftenposten)
HUGO CHAVÉZ – tann elskaði
og umstríddi gyklarin
UTTAN ÚR HEIMI
C
M
Y
K
19
18