leygardagur 1. mars 2003síða 11
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 42 - 1. mars 2003
STARVSVENJING
Eirikur Lindenskov
Seinastu 14 dagarnar hevur
Mortan Seyer Vistrup verið
í starvsvenjing á Sosialin-
um.
Mortan
gongurí
10.
flokki í Eysturskúlanum í
Havn.
– Mær hevur dámað væl
á Sosialinum, og eg kundi
væl hugsað mær verði
blaðmaður, sigur Mortan.
Mortan hevur upplivað
mangt og hvat, hann hevur
verið saman við blaðfólki
og myndafólki og hevur eitt
nú fyri fyrstu ferð verið í
Løgtinginum
og
hitt
politikarar. Hann var eisini
við til samkomuna í Løg-
tinginum, tá málningurin
hjá Ingálvi av Reyni varð
avdúkaður.
Mándagin byrjar so van-
liga skúlagongdin aftur –
men Mortan kundi væl
hugsað sær at verið á
Sosialinum í tvær vikur
aftur.
STARVSVENJING
Mortan Seyer Vistrup0
Bjørn Nolsoe Reinert er í
starvsvenjing hjá Reyni
Service í Hoyvík. Bjørn er
sera glaður fyri vera har.
– Eg havi altíð verið sera
ághugavur í bilum og mo-
torum. Her uppi sleppi eg
at umvæla alt møguligt í
bilunum, og onkutíð skal
eg eisini vaska bilarnar. Eg
ætli mær kanska at vera
bilmekanikari, tá ið eg veri
stórur, tí at eg haldi, at tað
er eitt ógvuliga spennandi
arbeiði.
Á Reyni Service er ein
matstova, so tá ið Bjørn
hevur matarsteðg, kann
hann bara fara í matstovuna
at fáa sær ein bita.
Kanska í læru sum
bilmekanikari
Bjørn í ferð við at
pussa ein bil. Hann er í
starvsvening sum
bilmekanikari hjá
Reyni Service
Mortan í starvsvenjing
á Sosialinum
Tórbjørn Jacobsen
Sjálvstýrissamgongan situr á
fimta ári. Fiskiskapurin er
góður. Prísurin tað sama.
Onkrir sektorar í vinnuni eru
tó í einum aldudali, m.a. ali-
& rækjuvinnan, men soleiðis
sum kynið er vorið í kapi-
talismuni, ella rættari markn-
aðarbúskapinum, so man
vend fara at koma í sum frá-
líður. Frælsi búskapurin fylg-
ir støddfrøðiligu sinus-kurv-
unum ella sum klaksvík-ing-
urin segði: Streymtalvuni hjá
Fisher Heinesen. Tí ræður
um at medda seg inn á mið-
ásin, hvat ið samfelagsút-
reiðslunum viðvíkur, annars
halda brøkurnar ikki.
Í alra bestu tíðum hava før-
oyingar valt at liva, í súsi og
dúsi, av síni egnu uppdrift og
600 milliónum av donskum
náðismolum. Ferðin er stór.
Onkur heldur at symptomini
eru tey somu, sum fram
ímóti dystarenda í 92. Men
hetta er ikki heilt rætt. Sit-
andi samgonga hevur steðg-
að ringastu heljarfaktorun-
um. Veðhalds, - stuðuls, - &
almenni
rakstrarlánspoli-
tikkurin er søga. Hildið
verður fast um positivan
javnað í landsins húsarhalds-
kassa. Leiðslurnar í fíggjar-
stovnum landsins eru skila-
betri, og harafturat man
somikið av kvøkki framvegis
sita í hvørjum einstøkum, at
veruligt hóttafall er ikki í
væntu.
Og ímeðan basúnirnar frá
andstøðuni skapa jarðarferð-
arstemning og gráturin og
tannagríslið fara um teigar
og tún, tá standa somu menn
í ymsum høpum, líka so
ábyrgdarleysir,
og
blaða
milliardaíløgur og nýggjan
rakstur fram í ein nýggjan
dag. Her hongur lítið saman.
Neyðars rullumaður vesturi á
Mykinesgrunninum, fyrsta-
hondsvitnið til lívsins veru-
leika um hesar leiðir, ið sær
at ein og ein toskur skal
goggast inn um lúnningina
fyri at gjalda alt hetta gali-
matiasi, sum eisini landsins
kosnu menn nú einaferð
kunna finna uppá at lira av
sær.
Tað er kanska troyttandi at
hoyra hesar ávaringarnar
uppí saman aftur, men
politikarnir mega til eina og
hvørja tíð læra seg, at teir
eiga ikki rættin at skuld-
arbinda ókomin ættarlið, og
mega ómøguligt hanga ein
langan
kreditorlista
um
hálsin á teimum sum eina-
ferð skula skipa sær sína
egnu sam- & framtíð. Kre-
ditfelagslánini vóru eisini ein
partur av tí totala føroyska
kollapsinum. Tað sigst, at tað
hongur ein føroysk mynd
inni á stjóraskrivstovuni í
Nykredit. Av eini kiosk.
Donsku kreditfeløgini stóðu
til at spreingjast av pengum.
Grýttu um seg til høgru og
vinstru. Ein føroyingur bað
um at fáa tvær milliónir til
láns, til ein virkisbygning á
einum bryggjuøki. Gamaní.
Her var onki óført. Fá ár
seinri skræðnaði tjaldið.
Peningurin guvaður burtur.
Nevndin hjá Nykredit kom
til Føroya fyri at meta um
realvirðini aftanvert lánsveit-
ingarnar. Og av tí at teir
høvdu lænt einari kiosk
tvinnar milliónir, og sum nú
hevði eitt metingarvirðið á
kr. 7.000,- og hetta helst var
hitt grellasta dømið um
skilaloysi hjá fíggjarstovnin-
um, hongur hendan myndin
av kioskini og nevndini sum
ein ræðsluávaring á bróstin-
um hjá stjóranum, soleiðis at
hetta ongantíð má henda
aftur. Hevði kanska verið eitt
hugskot, at fíggjarnevnd løg-
tingsins bað um eitt tvítak av
hesi myndini, sum kundi
sligið kalt vatn í blóði á
nevndarlimunum, nú tá ið
eykajáttanir, fíggjarnevnd-
arskjøl o.s.v. fara at bólta inn
ígjøgnum apoteksdyrnar í
Niels Finsensgøtu.
Í seinastu Fregnum verður
Mahatma Gandhi endur-
givin soleiðis: "Tað er iva-
leyst av tilfeingi í heiminum,
til tørvin hjá øllum, men ikki
til egingirndina hjá øllum."
Sum fráboðað í heyst, er
landsstýrið longu farið í holt
við fyrireikingarnar av fíggj-
arlógini fyri árið 2004.
Meirilutin í fíggjarnevndini
er ein sjálvsagdur partur av
hesi gongd í byrjanini. Áðr-
enn spektrið verður breiðk-
að.
Hesin
ótraditionelli
meirilutin, sum fyri onkrum
líktist einum kommando-
bólkið, eini autonomari en-
klavu, ella eini paramiliterari
fraktión, í tíðini fyri jól, kom
kanska við neyðugu ávar-
ingini um, at nú skal táttast í,
skal ein sjálvberandi búskap-
ur hava ein tjans, soleiðis
sum málsetningurin er hjá
hesi samgonguni.
Nú ræður um at halda fast.
Ein nominellur útreiðslu-
steðgur hevði kanska verið
rætta sloganið nú ongin
væntar at inntøkurnar fara at
vaksa. Hetta hevði eisini lagt
trýst á almennu skipanina,
landsstýrismenninar, soleiðis
at neyðugu rationalisering-
arnar komu av sær sjálvum.
Best var um løgmaður, vara-
løgmaður og fíggjarmála-
ráðharrin komu fram í dagin,
og søgdu landsins borgarum
frá, at hógv og skynsemi nú
er medisinið, ið skal til,
skulla búskaparligu veður-
líkindini vera sum frægast
frameftir. At øll hesi ný-
komnu áhugaprosjektini við
tunnlum,
fótbóltshallum
o.s.v. mega vera ein partur av
teirri raðfesting, sum gjørd
er sambært samfelagsins
eginuppdrift. Alt annað er
vitloysið. Eitt nýtt økonom-
iskt ragnarrok. Samgongu-
politikkur er ikki bara ein
spurningur um atkvøður. Um
popularitet. Um at rista
breiðar álir av annans herð-
um. Um at leggja ógoldnar
rokningar eftir seg. Men
heldur ein spurningur um at
lata komandi ættarliðum
samfelagið í varveitslu í so
frægum standi sum gjørligt.
Hetta líkamikið um onkrar
næsar mega brotna á leiðini.
Allir føroyingar eru samd-
ir um, at vøksturin í almennu
útreiðslunum hevur verið alt
ov stórur hesi seinastu árini.
Tí er alneyðugt at rationali-
seringsekspertar, líkamikið
um teir eru føroyingar, týsk-
arar ella japanesar sleppa inn
á almennu røkurnar fyri at
meta um, um produktivitet-
urin stendur mát við aktuellu
peninginanýstluna. Eitt verk
sum ikki stendur í eini
áhaldandi
kappingarstøðu
hevur sambært natúrulóg
lyndi til at bólgna av sær
sjálvum. Glarið á ístrinum
harðnar, og onki rínur á tí.
Her mega aðrir bollar drýp-
ast í súpanarpottin skal rullu-
maðurin vesturi á Mykines-
grunninum hava ein livandi
tjans fyri bara at halda tørn.
Ein illkynja sjúka, sum
hevur riðið føroyska bú-
skaparpolitikkinum, sum ein
marra í nógv ár, eru hesar
vælsignaðu eykajáttaninar,
sum landstýrismenn koma
rennandi við í tíð og ótíð.
Teir hava ilt við at skilja, at
fíggjarkarmurin, sum fólk-
sins umboðsmenn á løgtingi
nú einaferð hava samtykt
sum støðið í búskaparligu
útinningini í samfelagnum,
er endaligi karmurin, sum
teir hava treytaleysa skyldu
at halda og virða. Hereftir
má og skal tað vera eitt krav,
at eykajáttanarlógirnar vera
útreiðsluneutralar.
Megna
landsstýrismenninir ikki at
disponera
yvir
tillutaða
gjaldførinum, megna teir
ikki at fáa sínar soldátar úti á
markini, at virka sambært
hesum, tá er bert eittans at
gera: At landsstýrismaðurin
stingur í sekkin og fer til hús.
Tá er hann bara ikki skikkað-
ur til at umsita sítt málsøkið.
Á íløgusíðuni kann tað als
ikki góðtakast at arbeiðstak-
arar nú sita og avgera hvussu
fólksins játtanarmyndugleik-
ar skula sita og taka sínar
avgerðir. Landssjúkrahúsið
er eitt talandi dømið um, at
disiplinin í hagreiðingini av
almennum pengum ikki er í
lagi.
Hitti fyrrverandi lands-
stýrismannin í fíggjarmálum,
Finnboga Ísakson, inni á
høvuðsjarnbreytastøðini
í
Keypmannahavn nú ein dag-
in. Tosaðu um mangt og mik-
ið. Eisini um føroyska bú-
skapin. Hugsi at vit komu
ásamt um, at skilabesta
loysnin mundi vera, at
útreiðslustøðið, á leið, varð
lagt eftir einum meðalári í
búskapinum.
Soleiðis
at
sveiggini ikki gjørdust alt ov
krøpp. Báðar vegir. Tað
munna tey flestu vera samd í.
Skula vit hugsa um ein
sjálvberandi búskap, í hesum
valskeiðnum, so má meiri
disiplinur koma í búskapar-
& fíggjarpolitikkin. Og sum
tað er fráboðað fleiri ferðir í
politiska høpinum, so skal
útinnandi valdið ikki vænta,
at fíggjarnevnd og løgting,
heldur seg til annað enn tað
sum Føroya Løgting sam-
tykti, tá ið løgtingsfíggjar-
lógin við stórum meiriluta
varð atkvødd ígjøgnum fyri
jól.
Annars er hesin spurning-
urin um sjálvberandi búskap
ein reinur bagatellur. Snýr
seg í stuttum bara um at
trýsta á nakrar vitalar knøttar
í samfelagnum, so er tann
sakin úti av verðini. Harvið
snýr politiska frælsið Føroya
seg bara um ein greiðan
politiskan vilja, ið higartil
hevur verið ið so kámur á
breddanum.
Kunna
for-
menninir í teimum báðum
stóru samgonguflokkunum
semjast um hesi meginmál,
tá er teinurin stuttur fram í
republikkina.
Alt stendir og fellir við
viljanum hjá sjálvstýrisrørsl-
uni í Føroyum. Um tað røkk-
ur ella støkkur. Nú spyrst um
tað livst.
Mortan Seyer Vistrup við telduna í fotorúminum á
Sosialinum. Honum hevur dámað væl at verið í starvsvenjing
á Sosialinum
Mynd: Jens Kristian Vang
Sláið kalt vatn í blóðið!
VIÐMERKINGAR
Nr. 42 • leygardagur • 1. mars 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Deyðamessa fyri
tjóðskaparromantikki
Bergur Hansen skrivar um tjóðskaparmentan
Lesið síðu 6 & 7
SVEIMANDI
Edvard Joensen
Hann strýkur tætt fram við egg-
ini. Havhesturin. Er bara akkurát
leysur av landi, men stýrir so frá
aftur og sveimar í fríum lofti.
Letur uppdriftina taka seg og ger
eitt kast eftir løgg. Veingirnir
púra stívir alla tíðina. Rørir teir
ikki, men fer við nógvari ferð
um næsta nasan og er burtur.
Út í stóru verð at kanna, hvat
har er at síggja. Berandi boð um
alt tað, hann sá á vegnum. Legg-
ur einki eftir seg. Uttan spurn-
ingin um, hvar hann mundi fara?
Eins og vindurin er hann. Vit
vita ikki, hvaðani hann kemur.
Vit kenna hann, meðan hann er
her. Og vit missa hann burtur
beinanveg, hann er farin. Standa
eftir og gána. Vita einki.
Men vit vita, at handan ærin,
sum liggur inni á sløttum, hon
etur. Hon verður verandi her alt
lívið. Hon hugsar ikki um annað
enn at eta. Einaferð, tá brundar-
nir eru komnir útaftur, fer hon á
ein tilvildarligan fund, og so
melur alt bara víðari. Hon fær
eina tilmáldað tíð. Gongur alt
eftir føstu ætlanini, livir hon í
eini sjey ár, um hon er soleiðis
miðal. Eru lombini betri enn so,
kann hon skava sær eitt ár aftur-
at. Kanska verður tað kortini
styttri. Vit vita ikki, men hava
ætlaninar.
Soleiðis fer hennara lív. Hon
etur stráðini. Veit, at tey eru har.
Er trygg. Fær upp í munnin og
krevur so einki meira.
Annar fýrurin er havhesturin.
Blakar seg út í tað óvissa, men
er, uttan sjálvur at vita tað, minst
líka tryggur sum ærin. Ikki fellur
spurvur til jarðar, uttan vilji er til
tess, vita vit. So mikið betur er
havhesturin vardur.
Og her sitir tú so. Hyggur út
fyri eggina. Kennir teg sum hav-
hestin, ið sveimar ein stuttan
favn frá eggini. Klárar, um hann
vil, at tríva í tey ytstu, veiku
stráini, um illa skuldi viljað til.
Ein veik trygd, um tú kølnar um
føturnar og ikki torir at fylgja
tíni ætlan og sannføring.
Tú velur at liva sum ærin. Á
tryggari grund. Her hendir einki
óvæntað. Alt gongur eftir ætlan. Eitt
lamb á hvørjum ári, og tað er so tað.
Tíbetur eru ikki øll sum ærin.
Tey velja, sum havhesturin, at
royna flogið. Tveita seg út í
luftina og sveima við uppgang-
andi vindunum fram við næsta
nasanum. Fara framvið og tekkja
nýggjan heim hinumegin. Undir
er havið. Skiftandi. Bæði í skapi
og liti. Ljóst og slætt viðhvørt.
So buldrugt og døkt. Hvat har er
undir, vita vit heldur ikki.
Vit royna at halda okkum yvir.
Hava bert avmálda tíð á flogi.
Tað vita vit.
Tað snýr seg um at tora at liva
og so heldur missa fótafestið
eina løtu. Og tað er sjálvan ov
seint at byrja. Vit hava ivaleyst
ligið nóg leingi á biti og jótrað
upp í saman. Svølgt og klíggjað
uppaftur. Etið nøkur stráð
afturat. Og so sama veg aftur.
Men vit sóu einki. Vildu einki
síggja. Upplivdu einki.
Øvundaðu havhestinum, sum
streyk so lættur framvið. Men
vildu heldur ikki viðganga tað.
Løgdu hann undir at vera
ábyrgdarleysan. Hann skuldi
heldur hugsað um at lívbjarga
sær og sínum virðiliga!
Havhesturin fekk stutta tíð.
Hann varð tikin á flogi við stong,
og høvdið snarað av. Inni í
haganum stóð ærin. Gløddi dølsk
at manninum á eggini og fór
aftur at eta. Hugdi niður í vøllin
og hevði mold millum oyruni.
Meðan havhesturin fór á
longri ferð. Elti sólina í ein
vestan. Ein nasa. Og tveir. Har
vóru fleiri afturum. Hann hevði
flogið um so nógvar ta stuttu tíð,
hann sveimaði. Men hann hevði
sæð teir og landið hinumegin
eisini. Tað hevði ærin ikki.
Á flogi móti vestri
Sveimandi fara vit gjøgnum lívið. Soleiðis meira ella minni. Summi
eru tó so jarðbundin, at tey lætta sær ongantíð rættiliga á, meðan
onnur eru sum havhesturin og altíð á flogi. Dáma best, tá
buldraligt er rundanum
C
M
Y
K
21
20