leygardagur 1. mars 2003síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 42 - 1. mars 2003
Nú eri eg ein sovorðin
langhærdur, illavorðin og
gjøgnumsúrgaður
sosialistur, at tað kanska
ofta er ringt at taka meg
fyri fult, kanska serliga um
tú ert ein konservativur,
borgaraligur, høgravendur
og hampiligur politikari.
Men eg fari at royna
alíkavæl. Hetta vælvitandi
um, at flestu konservativu,
borgarligu, høgravendu og
hampiligu politikarar ikki
halda, at umhvørvið er so
týdningarmikið, at vit
noyðast at gera nakað við
dálking. Men sum sagt eg
royni alíkavæl.
Tímdi so illa at blanda
meg í tunnilskjakið;
Marius Dam keðir meg, og
legði eg meg út í eitt kjak
við hann, hevði hetta kjak
óivað kett tykkum lesarar,
so eg vildi ikki blanda
meg. Men nú havi eg verið
í holinum nakrar ferðir.
Snotuligt hol, turt og alt,
so har er ikki nakað at
klaga um.
Fyrstu ferð eg fór
ígjøgnum holið var við
bussi, hetta kostaði mær
100 kr. hvønn vegin, hetta
eru 200 kr. aftur og fram.
Seinnu ferðina eg fór
gjøgnum holið var tað við
bili; vit vóru trý í bilinum,
og vit goldu 188 kr. aftur
og fram. Tað kostaði mær
sostatt minni við bili enn
við bussi, ja, sjálvt um vit
taka bensin við í
roknistykkið, so kann tað
næstan betala seg (sum
tann langhærdi, illavorðni
og gjøgnumsúrgaði
sosialisturin eg eri, havi eg
ein bil sum brennur lítið).
Fóru vit øll trý við bussi,
hevði hetta kostað 600 kr.
aftur og fram.
Eg spurdi meg sjálvan,
hvussu kann hetta bera til?
Kring allan heimin
(kanska USA undir
George W. undantikið),
síggja fólk dálking sum
ein tann størsta
trupulleikan fyri
mannaættina. Ja, sjálvt
formaður javnaðarfloksins
segði nýliga, at dálking var
ein tann størsti trupulleikin
í framtíðini, so tað er ikki
nøkur hemmiligheit. Men
hóast hetta velur ein frá
almennari síðu, at gera
gjaldið fyri at koyra
gjøgnum ein almennan
tunnil við privatbili nógv
lægri enn við almennum
ferðasambandi.
Eg veit, at her er talan
um almenn partafeløg,
men hetta eru feløg sum
vit borgarar eiga, og tí
mugu tey eisini virka til
okkara frama og ikki
okkara undirgang. Hví
tramin kunnu vit ikki seta
prísin fyri persónbilar
hægri, kanska einar 300-
400 kr. aftur og fram, og
brúka hesa meirinntøku til
at fíggja eina bíligari buss-
koyring.
Nógv varð kjakast um,
at um prísurin var ov
høgur, so fóru fólk at lata
bilin standa, og hetta fór at
ganga útyvir fíggingina av
tunnilinum. Men hvat so?
Tað skuldi jú bara verið
gott um fólk tóku bussin
ístaðin. Um trupulleikar
standast av at hetta eru
tvey almenn partafeløg,
kunnu vit bara leggja tey
saman. Hetta eru jú
partafeløg sum hava sama
eigara.
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820,
telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Turið Kjølbro
EG MEINI TAÐ
Eg vil gjalda meira
fyri at koyra undir
Vestmannasundi
Niels Uni Dam skrivar:
TRYGGING
Eirikur Lindenskov
Í mong ár hevur Trygg-
ingarsambandið Føroyar,
seinni Tryggingarfelagið
Føroyar, bygt um í gomlu
bygningunum á Konga-
brúnni. Umframt bygn-
ingarnar, sum Tryggingin
hevur húsast í síðani 1959,
er Geilin, ella Gjaldsstov-
an, bygd av nýggjum og
tikin í nýtslu sum skriv-
stovuhøli og móttøka hjá
Tryggingarfelagnum
Føroyar.
Men tað er ikki ætlanin,
at móttøkan skal verða
verandi í Geilini, hon skal
eisini gerast av nýggjum –
har sum trappan var upp til
gomlu móttøkuna. Tann so
væl kenda gamla trappan
til gamla Hotel Føroyar er
nú í orðsins rætta týdningi
morlað sundur – við stór-
um maskinum og við
dynamitti.
Har, ið trappan varð,
verða nýggj, snotulig høli
gjørd, ið skulu hýsa mót-
tøku tryggingarfelagsins –
og tá øll umbyggingin
einaferð verður liðug,
skulu bygningarnir á
Kongabrunni hýsa øllum
virksemi tryggingarfelag-
sins í høvuðsstaðnum.
Tá ið Tryggingarsam-
bandið fór undir virki sítt
1. juli í 1940, helt felagið
til í Kristnastovu í Gong-
ini, og har var Tryggingar-
sambandið til 1. mai í
1947. Tá varð skrivstovan
flutt til hús við konga-
brúnna, nevnd »Rosen-
borg«, sum nú er partur av
stóra bygninginum – tann
parturin, sum er sunnan
fyri trappuna.
Árið eftir, neyvari tann
1. apríl í 1948, flutti
Tryggingarsambandið út í
ognina í Tinganesi,
Skansapakkhúsið, sum tað
hevði keypt frá A/S Charl-
es Mauritzen & Co. Har
vóru skrivstovurnar, til
flutt varð í húsini á Konga-
brúnni tann 15. august í
1959.
Stórar broytingar vórðu
farnar fram á Kongabrúnni
hesi árini, meðan Trygg-
ingarsambandið helt til úti
í Tinganesi. Í árunum
1948-50 var hotellið bygt
saman við Evensens hús-
um. Eisini vórðu aðrar
ognir keyptar, t. d. Portu-
gálið, ein hjallur og neyst-
ið hjá Nótafelagnum
(Nótaneystið).
Í 1950 brann allur hotell-
bygningurin (Evensens hús
við tí nýggja tilbygningin-
um) í grund. Eldurin var
ásettur. So var eisini við
Vektabúðin og Sjóbúðini í
Tinganesi um somu tíð.
Tað var eftir nýbyggingina
av hotellinum og skriv-
stovubygninginum, at flutt
varð úr Tinganesi.
Løgtingið keypti í 1957
ognina í Tinganesi til ta
nýggju landsfyrisitingina,
sum byggjast skuldi upp
við heimastýrisskipanini.
Móttøkan verður undir trappuni
Gamla trappan hjá Hotel Føroyum og Tryggingar-
sambandinum Føroyar er nú morlað sundur. Har verða
stásilig móttøkuhøli nú bygd
Tann gamla og so væl kenda trappan upp til Hotel Føroyar og Tryggingarsambandið, er nú í orðsins rætta týdningin morlað
sundur – við stórum maskinum og dynamitti. Her skal nýggja móttøka tryggingarfelagsins nú hýsast…
Mynd: Jens Kristian Vang
Bygningarnir á Kongabrúnni. Uttast til vinstru sæst bygningurin hjá Niels L. Arge, aftanfyri
síggjast bygningarnir hjá Hotel Føroyum og uttast til vinstru Rosenborg, ið eins og bygningurin
hjá Niels Arge nú er partur av stóra bygninginum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar. Myndin er
tikin áðrenn eldsbrunan 1. juni í 1950
Mynd: »Trygging í Føroyum«
Sosialurin Nr. 42 - 1. mars 2003
3
Ása undir Kletti
auk@post.olivant.fo
Eg havi sæð ljósið. Jú. Eg lúgvi
ikki. Eg havi sett grøna bil. Tími
ikki longur alt hatta stríðið við at
leita eftir parkeringsplássi, sum
ongantíð er har, tá mær tørvar
tað. Tími ikki longur at standa í
kilometurlangari bíðirøð við
ljóskurvarnar. Tími ikki longur
at standa við vegamót og
noyðast at fara til høgru, sjálvt
um eg skuldi til vinstru, tí
eingin bilur av teimum fleiri
hundrað, sum koyra framvið,
hugsar um meg og mínar
pínslufelagar í okkara Nissan,
Toyota, Fiat, Mazda og onkrum
hissini Biiii Emmm
Dobbeljúúú, sum standa so
forfjónaðir og skikkiligir
saman við mær í røðini og
bíða og bíða. Tími ikki at
skava kavan burtur av rútunum
um morgnarnar. Tími heldur ikki
at hugsa um at skifta dekk, tá
tey skulu skiftast. Og ikki um
at tala, tá grøni liturin gerst
gruggut-brúnligur og "dýrið"
skal vaskast.
Tími so yvirhøvur ikki at
gjalda vegskatt, bensin, kølara-
vesku (haldi eg, at tað
eitur) og alt hitt, tit vita, sum
hevur við bilin at gera. Nei.
Nú er liðugt. Ikki fyri tað. Eg
skal ikki gera meg betri enn
eg eri. Fari eg í svimjihylin
ein leygarmorgun við morg-
unhári og øðrum góðum,
koyri eg. Minni mest
um fjørutrøllið hjá Zaka-
ris, so tá er best at brúka
grøna bil. Tað man vera tað
tryggasta. Fyri hini! Vil ikki
geva nøkrum bilførara sín lívs
skelk í dimmalættingini. Tað
hevði verið øgiligt, um onkur lá
eftirá vegna mítt sjáldsama
morgunlook.
Taki so hjartaliga synd í
foreldrunum sum, um morgn-
arnar, noyðast at koyra børnini í
vøggustovu, barnagarð og skúla,
nú ferðslan er økt so heilt øgiligt
seinnu árini. Børnini ótolnast,
babba gerst strongdur, og
mamma situr samanbitin og
ynskir allar hinar bilarnar niður
og norð. Keðilig byrjan á
degnum.
Um vit "hálvgomlu", sum ikki
hava børn at koyra um morgnar-
nar, settu bilin ein dag um vik-
una, var betri pláss á vegunum,
færri fingu strongd, fleiri fingu
ein heilsugóðan gongutúr, vit
spardu pening, skatturin hevði
minkað, tí heilsuverkið fær
minni at gera, og eitt veldugt
pluss afturat: Vit høvdu dálkað
minni, og tað hevði frøtt okkum
og Eyðun. Ein ordans domino-
effekt av tí positiva slagnum. Og
tað er gott, vildi eg mett. Og
ímynda tær fongin bæði so og so,
um vit gjørdu hetta tvær ferðir
um vikuna.
Frá Bileftirlitinum frættist, at í
Tórshavnar Kommunu eru 9.039
akfør, sum trilla javnt og samt
kring býin. Her er alt frá prutlum
til bussar. Av hesum eru 6.603
persónbilar. Ei undur í, at tað er
trongligt. Giti, at í minsta lagi
5.000 bilar koyra í havnargøtum
millum 8 og 9 á morgni. Fimm-
túsund bilar, sum standa við
ljóskurvar og vegamót og bíða;
bilar, sum kosta uml. 120.000 kr.
í meðal, sum tilsamans kosta
EINA HÁLVA MILLIARD
PLUSS HUNDRAÐ MILLI-
ÓNIR, 600.000.000 kr. (her eru
so nógv null, at eg mátti hava
hjálp at telja tey). Og allir standa
teir hvønn dag so fittir og tolnir,
bilarnir, onkrir smædnari enn
aðrir, uttanfyri arbeiðsplássini og
á parkeringsøkjum í einum
ordans fríluftsbanka, sum ongar
rentur gevur, heldur tvørturímóti.
Hetta er vælferðarsamfelag við
lít....ella? At vit tíma.
Eg eri eisini ein vánaligur bil-
førari. Tími so øgiliga illa at
konsentrera meg um júst tað at
koyra og fari krúpandi avstað við
40 km. um tíman. Tankarnir eru
alla aðrastaðni enn á vegnum.
Skimist higar og hagar. Tað gav
at bíta, tá eg og ein vinkona fóru
ein túr norðureftir. Vit høvdu
gjørt okkum út við alskyns
góðum til matna — ætlaðu at
sessast við onkran áarløk, njóta
Guds fríu náttúru, tølandi tutlið
frá løkinum og fáa okkum ein
góðan bita. Áðrenn eg visti av,
var hon í ferð við at borðreiða
við "útfluktsmatinum" á bak-
setrinum, tí sum hon segði: Við
hetta lag verður myrkt, áðrenn
vit koma vegin fram, so eg geri
klárt á baksetrinum."
Og hvussu komi eg so vegin
fram, spyrt tú? Jú. Eg gangi. Tú
las rætt. Eg haldi endorfinuhoff
tvær ferðir um dagin. Eg gerist
"høg" av berum endorfinutreffi,
so høg, at eg gloymi, at eg bara
eri neyðars 167 cm. Deilig
kensla og so er hon lóglig og
ókeypis. Eg gangi til arbeiðis, og
eg gangi enntá ein umveg heim-
aftur. Býttislig, ha?
Eg gangi út at vitja mammu,
og eg gangi, tá eg skal onkra-
staðni um kvøldarnar. Tað er
deiligt at ganga og einki trongt!
Gott tað sama kanska, tí var
trongsul á gongubreytunum
høvdu okkara kæru býráðslimir
verið skjótir og kravt fortovsskatt.
Hitti ikki nógv á gongu-
breytini. Og tó. Onkrir "gongu-
breytarglottar" eru. Óla, mín
kæra floksfelaga frá barnaárun-
um, hitti eg javnt og samt úti við
Strond, tá eg gangi mín túr til
arbeiðis. Hugsi, at eisini hann
gongur fyri lívinum, og so man
hann hava so nógv at hugsa um
eisini. Formaður í figgjarnevnd-
ini og alt hattar har, tit vita.
Og so er tað Myrna. Hon er
sum eitt fok. Gongur so støðugt
sum stemplið í mjólkarbátinum
Sigmundi, tá hann á sinni fór
duffandi inn á Toftir. Hana hitti
eg eisini onkuntíð, tá hon strýkur
framvið við sjey míla ferð, so eg
næstan ikki nái at síggja, at tað
er hon. Myrna er eisini føst og
fús í svimjingarhylinum, tó ikki
við sama hársniði sum eg.
Hvat geri eg so, tá kavafannir-
nar liggja meturhøgar og Jan og
tey bara síggja til, at vegirnir
verða ruddaðir og gloyma okkum
dylhøvd, sum gera nakað so púra
ørligt sum at ganga, tí vit í roynd
og veru elska at ganga? Jú. Eg
havi funnið útav at brúka skøl-
ingar! Ja. Flenn tú bara. Teir
gomlu vistu, hvat teir gjørdu, tá
teir brúktu skølingar í hálu fjør-
uni og í bjørgunum. Smoyggi teir
uttan yvir kondiskógvarnar, so
tey fáu, sum síggja meg, hugsa,
at nú hevur hon mestur verið og
keypt sær einar nýggjar, ljósa-
morreyðar Nike hjá Thomas
Dam. "Sollin" er enntá stikla-
bundin, so nú kann einki halda
mær aftur. Hetta er genialt. Og
so eri eg so deiliga fjálg um
føturnar. Kanska ikki so elegant
og yndislig, men hvat leggi eg í
tað.
Tað er eisini nokkso kul at
fara frá húsum um morgnarnar
og spola fram við øllum stakk-
aladýrunum, sum standa og
frysta, meðan tey skava kava av
bilrútunum, meðan motorurin
gongur í tómgongd! Tá tey hava
skavað seg liðug, eri eg komin
hálva leið. Og eg skal ikki skav-
ast, gangi ongantíð í tómgongd,
skal bara onkuntíð til eftirlit,
skal ikki skifta dekk og missi
ikki virði. Og.........so havi eg
powerstýring. Stórt.
Ein av mínum kæru starvs-
feløgum bar ótta fyri, at jóla-
vætturin, sum var í SvF, hevði
gloymt skølingarnar eftir á radi-
atorinum inni á vesinum. Eg
skundaði mær at sissa hana og
fortelja, at eg átti teir. Eyguni
gjørdust sum tekoppar. "Tú?" Nú
bar av. "Nú er hon gingin av
vitinum," mutlaði hon fyri seg
sjálva og rysti uppgevandi við
høvdinum. "Gongur í skølingum.
Hevur nakað hoyrt so skapt."
Kanska hevði tað verið eitt
hugskot hjá Tórshavnar kommunu
at flýggja út skølingar, tá kavin
legst. So fáa vit runnar um summ-
arið og skølingar um veturin. Ja.
Ja. Hetta var bert eitt hugskot.
Men . . . eg má viðganga, at
eg ikki brúki teir á veg heimaftur
seinnapartar, nú dagarnir leingj-
ast.. Tá er ljóst, og hóast alt eri
eg eitt sindur forfeingilig. Rætt
skal vera rætt. Tá eitur tað Adi-
das, so tað munar. Ná. Eg eri
farin. Geri sum Dúgvan onkuntíð
ger um Leirvíksfjørð. Fari eyka-
túr. Vit síggjast!
Eg átti mær ein grønan bil …
C
M
Y
K
23
22