leygardagur 1. mars 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 42 - 1. mars 2003
5
4
Sosialurin Nr. 42 - 1. mars 2003
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
Klaksvík: Giggi er ein av fýra
kvinnum, sum fóru niður á
Ebeltoft Kurcenter í august
mánaði í fjør. Eftir 18 vikum
hevði hon tapt 23 kilo, og við
góðari barlast kom hon
heimaftur beint fyri jól í fjør.
– Tað er ein kampur at skula
halda seg frá at eta ov nógvan
mat, sigur Giggi, men leggur
samstundis afturat, at tað er ein
roynd fyri hana at fara út, har
nógvur og góður matur er at fáa.
Hon fegnast um, at tað finst
eitt stað, har tey kunnu fara og
fáa ta neyðugu hjálpina at koma
í gongd, og so royna at klára
restina sjálvi.
– Vit lærdu niðri at síggja
forðingar, áðrenn vit koma til
tær. Tað ræður um at vera greið-
ur yvir forðingina, áðrenn ein
kemur til tað stóra dekkaða
borðið, greiðir hon frá og saman-
ber tað við eitt nú alkoholikarar.
– Tað er ein sigur og ein stolt-
leiki at fáa møguleikan til at siga
nei takk.
Hon kom heimaftur 20.
desember í fjør, eftir at hava
verið á Ebeltoft í 18 vikur. Hon
sigur, at tað var ikki lætt at koma
heim, tí niðri vóru tær undir
eftirliti alla tíðina. Og eisini var
hetta beint undan jólunum. Men
tað var ikki so trupult, sum hon
hevði ímyndað sær. Hon mat-
gjørdi sum vanligt til øll jólini,
og sjálv helt hon seg innanfyri
tær rammurnar, sum hon hevði
fingið, meðan hon var niðri. Og
tað er seks máltíðir um dagin,
men tó ikki meira enn 1905
kaloriur.
– Heima er onki eftirlit, og
vandin fyri at detta útí aftur, um
ein kann siga tað so, er eisini
stórur. Men eg havi sett tað í
meg hesuferð, at nú skal tað
verða, og eg skal klára tað, sigur
hon sannførd á málinum. Hon
trýr meira upp á tað nú, tí tað
kennist heilt øðrvísi nú enn tær
mongu ferðirnar, hon royndi
sjálv. Tó sigur hon, at framvegis
er ikki komið heilt á mál, men
tað líður væl.
Hon hevur fingið at vita,
hvussu hon skal eta, og hvussu
nógvar kaloriur, hon kann eta
hvønn dag. Tað roynir hon at liva
eftir, og hon ansar eftir, at hon
gongur nógv og íðkar ymiskt.
Men hon sigur eisini, at um hon
fær hug at eta okkurt ósunt, so
ger hon tað.
- Tað ger bara ilt verri, at ein
roynir at halda seg burtur frá tí
ósunna. Tá er tað heldur frægari
at fáa sær eitt kakustykki ella
hvat tað skal verða, og so er tað
yvirstaðið, men so má ein eisini
taka avleiðingarnar dagin eftir, tí
tað skal av aftur, sigur hon og
smílist.
Síðani hon kom heim, hevur
hon tapt fýra kilo afturat. Men
tað gongur ikki við tí rúkandi
ferð, og tað heldur Giggi er nógv
betri.
– Á Ebeltoft lærdu vit eisini, at
tað er sera týdningarmikið at
lurta eftir sínum kroppi, og tað
sigur seg sjálvt, at kroppinum
tørvar tíð til at venja seg við eina
tílíka broyting. Og tí er tað líka
gott, at tað ikki gongur alt ov
skjótt, heldur hon.
– At tapa seg soleiðis snýr seg
ikki um at halda uppat við at eta.
Tað snýr seg nógv meira um at
broyta lívsstíl og at læra seg at
eta rætt. Eg havi etið ov nógv og
skeivt í alt ov langa tíð, og
úrslitið var hareftir, sigur Giggi.
Upptøkuroyndin
Tað var ein vinkona hjá Giggi,
sum eisini var "yvirvektig", sum
kom við hugskotinum um Ebel-
toft. Hon hevði sæð tað í einum
blaði, og Giggi helt, at tað var í
øllum førum vert eina roynd. Og
tað endaði við, at tær vóru fýra,
sum teknaðu seg til fyri umleið
tveimum árum síðani.
Í januar mánaði í fjør fingu tær
bræv sendandi frá Ebeltoft, har
ymsar treytir um, hvat tær helst
skuldu vera førar fyri, stóðu í.
Tær skuldu millum annað kunna
súkkla og ganga eitt ávíst
strekki. Og Giggi, sum tá var
byrjað at tapa seg, setti í seg, at
nú skuldi tað verða.
Hon byrjaði at ganga túrar, tá
hon hevði fingið brævið. Men
tað var eitt sera tungt tak at fara í
holt við.
Hon minnist flennandi aftur á,
at hon ta fyrstu ferðina bert
megnaði at ganga nakrar fáar
metrar.
Oman fyri Klaksvík er ein
vegur, sum gongur niðan á Háls.
Nógv fólk nýta henda vegin til
ein gongutúr, og Giggi somu-
leiðis. Men hon tók tað í smáum,
tí hon hevði ikki gingið nakað
serliga langt í langa tíð, tá hon
byrjaði.
– Eg plagdi at telja stevini,
sum eg tók so hvørt, sum eg
megnaði at koma longur og
longur niðan gjøgnum ta tungu
brekkuna niðan á sjálvan Hálsin.
Og tað var ein stórur dagur hjá
mær, tá eg so endiliga gekk allan
vegin niðan, sigur hon sigurssæl
á málinum. Maður hennara,
Finn, segði tá við hana, at hon
skuldi hugsa um, at hon hevði
gingið allan teinin við einum
eyka persóni á nakkanum.
– Hann segði, at um nakar
hevði biðið meg gingið niðan og
borið ein annan, so hevði eg
uttan iva havt sagt nei, og tað
passar eisini, sigur Giggi, sum í
veruleikanum eitur Kristin.
Hon sigur, at tað var avbera
gott at koma niður og orka at
ganga og súkkla. Hon greiðir frá,
at summi har niðri vóru so illa
fyri, at tey fingu sveittan fram av
at gera armvenjingar.
Ebeltoft til Føroyar
Giggi og hinar tríggjar fóru niður
fyrst í augustmánaði. Tann fyrsta
tíðina var sera hørð. Hon hugsaði
ferð eftir ferð um, hvat tað var
hon var farin í holt við. Og hon
hevði eisini hug at fara heim-
aftur, men hon hekk í. Hon hevði
sett sær tíggju vikur av til uppi-
haldið, men hon gjørdist beinan-
vegin varug við, tá tíðarfreistin
nærkaðist, at hon var ikki til
reiðar at fara heim.
– Allar tær ferðirnar, tá eg havi
roynt at tapa meg, hevur tað
steðgað upp, tá eg kom niður
móti teimum 100 kilo-unum. Og
tá tíggju vikur vóru farnar, var
eg beint omanfyri 100, og tí helt
eg við mær sjálvari, at um eg fór
heim tá, so fór tað ikki at ganga,
greiðir Giggi frá.
Hon varð so verandi, og tað
løgna var, at tað tók henni kortini
eitt sindur longri tíð at koma
niður um 100, hóast hon var á
Ebeltoft. Hon heldur sjálv, at tað
hevur verið ein sálarlig forðing,
sum henni tó eydnaðist at vinna
á.
Tann fjórða november 2002
steig Giggi upp á vektina, og hon
vísti 99,2 kilo.
– Tá var eitt róp og skríggj í
hølunum, kanst tú ætla. Lærarin
hjá mær var so glað mína vegna,
og eg var avbera errin av mær
sjálvari. Tað var ein persónligur
sigur fyri meg, kanska ein tann
størsti á túrinum, sigur hon glað
á málinum.
Men hon leggur afturat, at
Ebeltoft er ikki bara at tapa kilo.
Har er so nógv annað, sum ein
kann fáa hjálp við samstundis,
sum ein roynir at tapa seg. Har
kann ein broyta lívsstíl og
persónlig menning er eisini ein
stórur partur av uppihaldinum.
Har er eisini ein sálarfrøðingur,
sum tey kunnu heita á.
– Nógv viðurskifti hava verið
nokk so rótut í mínum lívi, og
nógv av teimum fekk eg góða
hjálp til at fáa skil uppá, meðan
eg var á Ebeltoft. Ein fær nógva
sálarliga føði undir einum tílík-
um uppihaldi, og tað hjálpir og
styrkir ein, og tað gevur einum
trúnna upp á, at hesuferð fer tað
veruliga at eydnast.
Giggi sigur, at tað ber illa til at
lýsa Ebeltoft stutt, tí har er so
nógv. Hon sigur tí fegin, at hon
veit, at tað koma fólk frá Ebel-
toft til Føroyar einaferð í mars
mánaði at halda kunnandi fundir
um sentrið. Og tað heldur hon er
avbera gott, tí áhugin fyri sentr-
inum í Føroyum er avbera stórur.
Hon er blivin spurd í eyst og vest
um sentrið, síðani hon kom aftur.
Spurd, um eitt tílíkt uppihald
ikki er kostnaðarmikið, svarar
Giggi, at tað heldur hon ikki.
- Eg var byrjað at fáa ymsar
trupulleikar, áðrenn eg fór niður.
Trupulleikar, sum helst høvdu
ført við sær, at eg hevði verðið
noydd at tikið heilivág av ymsum
slagi, so upp á tann hátt, so var
hetta uppihaldið helst bíligari
enn heilivágur restina av mínum
lívi, sigur Giggi, sum eisini veit
at siga frá fleiri dømum um at
fólk, sum hava verið á Ebeltoft
eru sloppin av við sjúkur so sum
sukursjúkuna og aðrar trupul-
leikar.
Ein dagur á Ebeltoft er harður.
Tey skulu upp klokkan hálvgum
átta og íðka eitt hvørt áðrenn
morgunmatin klokkan átta. Síð-
ani skulu tey aftur íðka í umleið
ein tíma, og so eina lítla millum-
máltíð. Og so aftur at arbeiða.
Tey fáa ein døgurðasteðg upp á
hálvanannan tíma og so eru tey
aftur í gongd allan dagin til
klokkan fýra, tá tey sjálvi skulu
gera mat.
Men Giggi sigur tó, at tað er
ikki so, at tað verður avgjørt fyri
tey, hvat tey skulu gera. Tað er
upp til tey sjálvi, um tey velja at
ganga ein túr, svimja ella
møguliga fara í ítrivsrúmið. Tey
skulu bara vera í gongd allan
dagin. Hvíld kunnu tey fáa sær,
tá kroppurin sigur frá.
– Eg lá sum oftast í songini
um níggju tíðina á kvøldi, men
tá var eg eisini útkoyrd, sigur
Giggi.
Fólk spyrja
Síðani Giggi kom heimaftur,
hevur hon fingið nógvar fyri-
spurningar av ymsum slag. Hon
sigur, at hon sær væl, at fólk
skoyta eftir sær, tá tey síggja
hana. Hon arbeiðir í egnum
klædnahandli, so hon kemur
dagliga í samband við nógv
ymisk fólk. Hon sigur, at hon
leggur ikki í, um fólk spyrja.
Hon heldur hinvegin, at tað er
sera stuttligt at síggja, hvussu
fólk reagera, tá tey síggja hana.
– Nógv fólk eru púra paff, tá
tey síggja meg, og tað er sera
stuttligt, sigur hon. Men hon
leggur dent á, at hon hevur ikki
mist fótafestið av øllum hesum.
Summi hava spurt hana um hon
hevur mist fótafestið, men tað
letur til, at hon er ógvuliga
jarðbundin.
– Gott nokk eri eg sjálv lætnað
nógv, og alt er vorðið munandi
lættari hjá mær at gera, men eg
eri framvegis tann sama, sum eg
altíð havi verið, sigur ein avbera
fegin Giggi Stampe at enda.
Alt er lættari nú – ikki bara eg
Størsta partin av sínum lívi hevur Giggi
Stampe úr Klaksvík verið "yvirvektig".
Fleiri ferðir hevur hon roynt at tapa tey
mongu kilo-ini, sum vóru alt ov mong í
tali. Men uttan nakað stórvegis úrslit.
Til hon í fjør byrjaði aftur av sínum
eintingum og síðani helt fram niðri á
Ebeltoft Kurcenter í Danmark. Í dag er
hon 45 kilo lættari enn fyri umleið
einum ári síðani
- Alt er lættari í dag. Bara tað at gera reint ella bukka meg niður, fellur mær munandi lættari í dag, sigur Giggi Stampe
Henda myndin er tikin av Giggi, júst sum hon av sínum eintingum byrjaði at tapa seg, áðrenn
leiðin gekk niður á Ebeltoft
Eftir at hava tveitt 45 kilo upp á umleið eitt ár, er Giggi nærum ikki til at
kenna aftur. Sjálv sigur hon, at hon er munandi broytt, tá tað kemur til
sjálvsvirðing og álit. – Men annars eri eg framvegis tann sama
C
M
Y
K
25
24