leygardagur 1. mars 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Peter Hervik sum helt saman-
hang vera millum nýrasismu og
nýdonsku tjóðskaparkensluna,
har henda bleiv brúkt sum agn til
ymisk politisk endamál. Hervik
nevndi, at tað etniska/fólksliga
‘vit’ var ikki tað einasta ‘vit’.
Ein eigur at taka støði í, at vit
eru ymisk og ikki sum Haarder í
einum longu givnum felagsskapi.
Somu grundfatan hevði bók-
mentafrøðingurin Peter Heller
Lützen, sum tosaði fyri einari
pluralari metodu í dansktundir-
vísingini. Í nýggjastu bókini hjá
sær, Danskfagets danskhed, sigur
Heller Lützen:
Danskfagets danskhed har
siden modernismen i
litteraturen ... haft det svært
... Siden filologiens under-
gang som primær metode er
man holdt op med at tro på at
det nationale udgør en essens
og positiv værdi som læs-
ningen kan henvise til. Siden
opgøret med filologien er der
derfor stort set ikke blevet
læst nationalt. Det er derimod
blevet læst ud fra formelle,
strukturelle, psykologiske,
filosofiske, politiske,
æstetiske, kognitive og
mange andre synsvinkler.
Ingen af disse forholder sig
til det nationale. Derfor er
vores fag i dag bundet i et
metodisk og pædagogisk
paradoks: Det er defineret ud
fra en metode som ingen
udøver.
Danskfaget er i den forstand
ved at nedlægge sig selv som
dansk fag. Det er ved at blive
et internationalt kulturfag.
Og det er godt. Kun ved at
underminere forestillingen
om at der findes en fælles
kultur for indbyggere i
Danmark, kan man åbne og
efterhånden afskaffe begrebet
danskhed som pædagogisk og
dannelsesmæssigt ideal ...
Danskfagets formål er at
undergrave danskheden.
Lützen presiseraði í framløguni,
at hann tó ikki meinti, at danskt
skuldi verða ein altjóða mentan-
arlærugrein í studentaskúlum og
á lægri skúlastøði. Hann hevði
havt universitetsverðina í tonk-
um, tá hann skrivaði um danskt
sum altjóða mentanarlærugrein.
Hann helt harumframt, at tað var
eitt gott hugskot at lesa týddar
klassikarar undir liðini á donsk-
um klassikarum í studentaskúl-
unum. Á tann hátt kann danskt
gerast opið fyri øðrum mentan-
um og betur endurspegla ta støð-
ugt meira fjølmentaða samfelag-
ið, sum stóru býirnir í flestu
londum í dag eru.
Endurnýgging av lærugreinini
danskt soleiðis, at ikki einans
danskir rithøvundar verða lisnir í
fólka- og studentaskúlum (á uni-
versitetunum hevur danskt í
langa tíð hýst klassiskum evro-
peiskum og øðrum rithøvundum)
er eitt sjónarmið, sum eisini
kann kasta ljós á viðurskifti
innan lærugreinina føroyskt. Ein
føroyingur - rithøvundurin og
granskarin Hanus Kamban -
hevur verið frammi við sama
sjónarmiði um lærugreinina
føroyskt, sum hann meinar bæði
skuldi verið karmur um heims-
bókmentir og føroyskar rithøv-
undar. Og hann hevur rætt. Før-
oyskar bókmentir hava nógv gott
at bjóða, men kortini ov lítið
samanborið við flestaðrar ment-
anir, so tað er onki minni enn
alneyðugt at fáa útlendskar rit-
høvundar inn í føroysktfrá-
læruna eins væl og ikki-danskar
rithøvundar inn í dansktfrálær-
una.
Haarder harafturímóti var
nógv ímóti tí, hann fatar sum ein
veiking av danskari mentan og
bókmentum í undirvísingini.
Haarder kann kallast fólkakirkju-
liga tjóðskaparligur og er í mín-
um eygum sostatt dupultheilagur
í sínari áskoðan á danskleika
sum ein krossgiting millum
‘danska’ mentan og kristna trúar-
grundarlagið. Hvussu kann tað
vera annað enn ein trupulleiki, at
tjóðskapur liggur í leinging av
religiónini?! Hetta útihýsir øllum
øðrum enn teimum kristnu, og
ger muslimar og buddhistar, sum
eru búsitandi í Danmark til ikki-
danir. Men sakin er tann, at øll
hesi eru danir.
Sjónvarpið - ein nýggj
eindarmentan
Skúlabøkur, sangbøkur og annað
tilfar hevur lagt grund undir
ímyndingina um danskleika, hvat
er føroyskt osfr. Í Danmark
hendi hetta av álvara í gullaldar-
tíðarskeiðnum í fyrru helvt av
1800-talinum, í Føroyum gjøg-
num alla 20. øld. Hetta var/er ein
tjóðarlig byggitíð, sum vísindin
rópar Nation Building ella
tjóðarbygging.
Í seinnu helvt av 20. øld fara
stórbroytingar fram í teimum
stóru, framkomnu londunum í
Evropa. USA veitti Marshall-
hjálp, landbúnaðurin fekk trak-
torar, fólk fluttu í hópatali inn í
býirnar og mistu sostatt krops-
liga tilknýtið til tjóðskapar-
siðvenjuna og gamla felags-
skapin, sum var í smærri býum,
bóndagørðum og aðrastaðni.
Størstu býirnir fingu satellitbýir
kring seg: í Keypmannahavn t.d.
Brønshøj og Albertslund.
Men samstundis sum henda
sundurgreining fór fram, er ný-
komni og mikli atdráttarmiðilin,
sjónvarpið, við at sjóða samfe-
lagið saman og at skapa eina
nýggja eindarmentan, har øll
hyggja at tí sama. Her vóru
skúlasendingar, barnasendingar
og filmar á skránni og út móti
12-tíðini á kvøldi varð sagt
"góðanátt!" Undirskilt var, at nú
var songartíð og at ein skuldi til
arbeiðis dagin eftir. Danski
ítróttaspeakarin Gunnar ‘Nu’
Hansen - tí hann ofta brúkti
orðið nú - er vorðin ein ímynd av
hesari samtíðing - simultaniteti -
innan loftmiðlar. Áðrenn sjón-
varpið var tað útvarpið sum
hevði eina líknandi synkroni-
serandi - samtíðandi - støðu, og
tað var í hesum miðli Gunnar
"Nu" hevði sína gyltu tíð.
Tosaði við svia um hetta
evnið, og hann fortaldi, at sviar
gjørdust ørkymlaðir, tá ríkis-
sjónvarpið fór at senda á tveim-
um rásum. Ikki einans tí ein
ivaðist í, hvat var mest vert at
hyggja eftir, men eisini tí at ein
brádliga varð í einari tvístøðu,
har ein ikki kundi fáa alt við. Í
Danmark og aðrastaðni var
brotið á monopolstøðuna hjá
Danmarks Radio í 1987 - tá TV2
varð stovnað - byrjanin til endan
á loftmiðlaðu eindarmentanini.
Tjóðarmørkini kámast allastaðni
í dag burtur av sterku altjóða
fjølmiðlunum og tað er ómøgu-
ligt at endurskapa gamla sam-
leikan við kristindómi og tjóð-
skaparligari verðsligheit í einari
herligari eind, sum Haarder
droymir um. Haraftrat er at siga,
at gamla innihaldsvenda sjón-
varpið næstan er við at fara í
søguna á teimum stóru, væl-
vitjaðu rásunum. Í staðin er kom-
ið estetiserandi sjónvarp og
buldur og brak, ið ikki snýr seg
um at miðla veruleika, men um
at siga góðar søgur dygt stuðlað
av einum kunstugt voxpoppaðum
hurrá-mentaliteti. Undirhalds- og
hurrásendingar er onki galið við
í sjálvum sær, men ein merkir
hvønn veg tað gongur. Tað er
fyrst og fremst stovnsetan av
smærri mentanarrásum sum eitt
nú danska DR2, ið bjargar
sjónvarpinum frá at vera
kolldømt sum ein samfelagsliga
og mentanarliga heldur
óviðkomandi fjølmiðil.
Drotningin og fótbólts-
landsliðið sum felags-
mentan
Á rásini P1 í almenna danska
útvarpinum ringja Ráðhúsklokk-
urnar hvønn dag á middegi. Tal-
an varð fyri heilt stuttum um at
steðga hesum alkendu klokku-
sløgum her í landinum, men P1
kom á betri tankar eftir ein harð-
an lurtarastorm. Hetta er dømi
um, at tann felagsskapskensla
sum í dagsins globaliseraða
fjølmiðlamarknaði er horvin, tó
livir sum ein longsul eftir tí
farna. Ella: tær síðstu leivdirnar
av felagsskapi sum klokkusløg-
ini, kongshúsið, fótbóltslands-
liðið ímynda, vil fólkið ikki
missa. Drotningin er annars
vorðin paroderað nógv millum
danir eftir at hon í nýggjársrøðu
legði rødd til ráðhúsklokkurnar:
"DONG - DONG - DONG". Ein
ráðstevnuluttakari helt í hesum
sambandi, at parodi og speisemi
var nakað sum bant danir saman
og sostatt er eitt danskt tjóðar-
eyðkenni. Men ikki man hetta
vera eitt serstakt danskt ella
distinktivt eyðkenni fyri danska
mentan, hóast danir eru framúr
til speisemi.
6
Sosialurin Nr. 42 - 1. mars 2003
Sosialurin Nr. 42 - 1. mars 2003
7
TJÓÐSKAPARMENTAN
Bergur Hansen
Fyrri partur
Romantisk tjóðskaparmentan
Tjóðskaparmentan er ikki tað
hon hevur verið. Danski bók-
mentafrøðingurin Vilhelm And-
ersen og nógvir við honum hava
havt sínar lyrisku úthellingar um
uppgávuna hjá lærugreinini
danskt eitt nú um nativistiskt -
og ikki naivistisk - dæmdar hug-
myndir um sviar sum episkir,
danir lyriskir og normenn dra-
matiskir. Í dag verður slík sálar-
frøði hildin vera innantóm og ein
leivd frá einari tíð, tá málmark
var sinnalagsmark. Hetta var
romantisk tjóðskapartilvitan, og
hon var einaferð modernað og
hildin vera vandamikil.
Tá fyrstu donsku fólkafundir-
nir vóru hildnir á Skammels-
banken og Himmelbjerget (1839-
1844) vóru njósnarar hjástaddir.
Tjóðskaparrørslan var nýggj og
fylt við frískari megi júst sum
áðrenn og eftir 1900-talið í Før-
oyum. Ungdómurin hevði fostur-
landshugsjónina sum sítt fylking-
armerki. Umborð á sluppunum
kastaðu føroyingar sum Tróndur
Olsen sigur, bygdahamin av sær
og blivu føroyingar, á fólkafund-
um varð kollektiva dansimentan-
in kryddað við málsøkjandi og
framskygdum røðum og á teim-
um stóru handils- og fiskivinnu-
plássunum varð skaptur ein
nýggjum pallur fyri stigtakan -
ein pallur fyri einstaklingin av
bæði flirtandi og vinnuligum
slag. Ein nýggjur felagsskapur -
at vera føroyingur - varð til, og
sum tað er felagsskapinum íborið
hevði hetta euforiskar kenslur
við sær.
Blandingsmentan
Síðan tá eru føroyingar vorðnir
munin meira einstaklingar og
munin stakari eisini. Verðin er
samtíðis komin nærri gjøgnum
miðlar, vitan og ferðir, útlend-
ingar borðreiða fyri føroyingum
og Føroyar er umframt at verða
nærum heimamarknaður hjá
ymsum íslendskum fyritøkum
eisini vorðnar áhugaverdar hjá
fleirtjóða fyritøkum sum Burger
King.
Tjóðskapartíðin skapti ella
undirstrikaði mørk, sum í dag
eru vorðin kám. At vísa seg er
lætt at skilja millum føroyingar
og normenn, millum russar og
týskarar, onglendingar og belgi-
arar: ymisk mál, ymsa søgu.
Men hvørki móðurmálið ella
tjóðskaparsøgan hava longur
tann status tey hava havt. Hartil
kemur at flestu lond seinastu
áratíggjuni hava fingið nógvar
innflytarar, sum eru við at leggja
eitt grundgevingartrýst á
tjóðskaparmentan. Limirnir í
danska tónleikabólkinum
Outlandish siga, at fyri teimum
er amerikanskur og arabiskur
tónleikur danskur. Fyri nøkrum
árum síðani fortaldi ein annar
bólkur við svenskt-indiskum
tónleikarum, at tá teir spældu í
India vórðu teir hildnir at ljóða
europeiskir, og tá teir spældu í
Svøríki vórðu teir hildnir at ljóða
eysturlendskir. Hetta er mentan á
fruktagóðum marknaðarlendi.
Mentanin er kanska meira enn
nakrantíð áður vorðin blandings-
mentan, eisini nevnd kreolment-
an. Tað grør á landamørkunum.
Men hvat við tjóðskaparmentan-
ini?
Grundtvigianarin
Ráðstevnan varð hildin á Køben-
havns Universitet. Og í Danmark
ber óivað illa til at halda eina
eina ráðstevnu undir heitinum
"Hvad er så danskhed?" uttan at
Grundtvig og grundtviganarar
hava minst ein leiklut. Soleiðis
var eisini her. Millum teir
politikarar, lesandi, granskarar
sum søgdu sína hugsan um
danskleika var danski integra-
tións- og Europa-ráðharrin
Bertel Haarder. Hann førdi fram,
at fyri honum var ongin mótsetn-
ingur millum at vera grundtvigi-
anari og halda fast við fólka-
andan og so at vera evropeari.
Tjóðskaparkensla er sambært
honum - fult í tráð við Grundtvig
- ein frummegi, hon er sum
sjálvur sambindandi kærleikin.
Her heldur Haarder seg til ta
meira og minni filosofisku tolk-
ingina hjá Grundtvig av Folke-
lighed og Folkeaand umfatandi
bæði tjóðskap og lívskraft.
Kenslan av at vera danskur eigur
at fáa kenslurnar at leika í barmi.
"Byrd og blod er Folkets Grund"
sum pennur Grundtvigs sang. Vit
kenna hetta frá føroyskum føði-
landssangum: "Gloymdu ikki
ættarbandið" osfr. Vegurin til tað
universelt menniskjaliga gongur
sambært Grundtvig gjøgnum
tjóðskap, sum eisini umfatar
frælsi hjá øðrum til vera seg
sjálvi. Haarder viðgekk, at henda
kraft sum allar aðrar grundleggj-
andi kreftir kann avlagast til
nationalistiskar lærur.
Tjóðskaparkenslan er sambært
Haarder tann einasta kraftin, ið
er eftir í heimspolitikkinum eftir
at Sovjett er fallið. "Hygg eftir
Palestina", segði hann, og hann
kundi havt nevnt Føroyar í sama
andadrátti. Tjóðskaparkensla er
her ein positiv kraft, sum tað er
at hava ábyrgd av sínum egna og
vilja til at klára seg sjálvan. Av
mongum øðrum at nevna legði
Haarder eftir undirvísingarand-
anum í 1970unum, har religión
og tekstasløg vórðu viðgjørd í
tímunum uttan at tjóðskapar-
mentanin og við henni saman-
hangurin millum danskleika og
kristindóm varð tikin við. Sum
skilst tosaði ráðharrin fyri neyð-
ugum skilnaði millum ‘okkum’
og ‘hini’ - alt annað er teoretisk
universalisma, sum hann tók til.
Haarder heldur lítið um mentan-
arliga integratión, og hetta er
eftir hansara tykki heldur ikki
nakað at ynskja sær. Hann
ávaraði ímóti hugmyndini um tað
góða samfelagið; samfelagið
skuldi í staðin stremba eftir at
savna sær vísdóm og forða fyri
ágangi. Hvat tað so vil siga?
Donsk mentan og
fleirtjóðamentan
Eftir at Haarder hevði ført áhoyr-
ararnar inn í tjóðskaparhalgi-
dómin komu heilt aðrar kreftir
inn á vøllin, har ein av teimum -
lingvisturin Frans Gregersen -
samanfataði ráðstevnuna sum
eina deyðamessu fyri danskleika.
Móthugburðurin til traditio-
nellu fatan Haarders av tí danska
kom eisini frá antropologinum
Deyðamessa fyri tjóðskaparromantikki
Eftir kalda kríggið hevur kjak tikið seg upp
nógvastaðni um tjóðskaparmentan. Hvønn
leiklut hevur hon í einum fleirmentaðum
samfelag við broyttari felagsskapskenslu og
nógvum innflytarum? Er tjóðskaparmentan
fortíð? Er sterka sergreiningin við at gera
minnilutamentan og minnilutaperspektivir
til eitt tilverukor? Á einari ráðstevnu í
Keypmannahavn herfyri varð roynt at lýsa
tjóðskaparmentan. Millum umrøðuevnini
var føroysk tjóðskaparmentan
"Betragter man kultur som "det der skabes", må man
også betragte den som det der allerede er skabt.
Kulturdefinitionerne betoner gerne den ene af disse
to sider: det skabende ("kultur er genskabelse af
verden til en ny form i menneskets indre",
Grønbech) eller det skabte ("kultur er vaner",
Frisch), men det afgørende er at en kultur må
betragtes som en historisk proces, som en konflikt
mellem gammelt og nyt" (Digtere og dæmoner s.
229)
- Villy Sørensen
Tjóðskaparkenslan er sambært Haarder tann einasta kraftin, ið er eftir í heimspolitikkinum eftir at Sovjett er fallið
Bertel Haarder, europa- og
integratiónsráðharri
C
M
Y
K
27
26