leygardagur 1. mars 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 42 • leygardagur • 1. mars 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Vinnur VB útidystin í
Klaksvík, er ilt at
síggja, at tær á nakran
hátt kunnu tveita
meistaraheitið burtur
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Endaspælið hjá kvinnum er
nú um at koma í helvt, og
tað er helst eingin loyna, at
sum støðan er í løtuni, so
eru VB stórfavorittar at
vinna FM. Og tað er ikki
bara grundað á stigatalv-
una.
Spælið hjá oddaliðnum
hevur fyri tað allar mesta
verið sera sannførandi í
endaspælinum. Tær hava
longu vissað sær heitið sum
steypavinnarar, og ikki
minst, so hava tær eisini ta
á pappírinum lættastu dyst-
arskránna eftir.
Í veruleikanum kann sig-
ast – hóast allir dystir sjálv-
andi eru opnir – at FM-
heitið kann blíva mest sum
avgjørt, um VB fær øll
stigini við sær, nú tær vitja
í Klaksvík. Gera tær tað, so
eru tær fýra stig framman
fyri VÍF, og so skal VB í
minsta lagi tapa tveir dystir,
samstundis sum VÍF vinnur
allar sínar dystir.
Og tað er illa hugsandi, at
VB – um so verður – fer at
tveita nógv stig burtur.
Eftirverandi dystarskráin
sigur, at VB seinnu helvt av
grundspælinum bert hevur
tveir útidystir. Nevnliga í
Vestmanna og í Runavík.
Øll hini liðini hevur VB hitt
á útivølli, og er tí talan um
heimadystir, har VB í ár
hevur sýnst mest sum
ótakiligt.
Tí er einki at ivast í, at
VB fer at leggja nógvu
orku í dystin sunnudagin.
Hinvegin er tað eisini av
alstórum
týdningi
hjá
Stjørnuni, at tær fáa nakað
burturúr. Stríðið um triðja
plássið er ógvuliga hart í
løtuni, og tí er hvørt ein-
stakt stig avgerandi í so
máta.
StÍF og Kyndil
kappast
Tveir aðrir dystir verða
eisini leiktir í kvinnudeild-
ini um vikuskiftið. Mest
spennandi av hesum er
kanska tann í Havn, har
StÍF kemur á vitjan hjá
Neistanum. Á pappírinum
er hetta í øllum førum ein
dystur, sum StÍF ikki hevur
ráð at tapa, um tær skulu
halda fast í bronsudystin-
um. Neistin hevur ikki
staðið seg nakað serligt í ár
– og als ikki í endaspælin-
um – men hinvegin hava
tær til tíðir gjørt ein vørr, so
heilt avskrivast skulu tær í
øllum førum ikki.
Tað skal Tjaldur neyvan
heldur, hóast heldur ikki
tær hava havt nakra serliga
úrtøku í ár. Enn er tó ein
lítil møguleiki at bjarga
sessinum í deildini, men so
skal talan eisini gerast um
sigur, tá Kyndil vitjar.
Kyndil skifti venjara fyri
hálvari aðru viku síðani, og
so er spurnigurin, hvørja
ávirkan hetta hevur havt á
liðið. Einki er at ivast í, at
leikara fyri leikara er Kynd-
il væl og virðiliga sterkari
enn Tjaldur, men royndirna
siga tó, at tað ikki altíð er
hetta, sum er avgerandi.
Kollektivið
skal
eisini
rigga, og tað verður kanska
týdningarmesta uppgávan
hjá nýggja Kyndils-venjar-
um hesar seinastu dystirnar
av kappingarárinum.
VB kann staðfesta
oddasessin
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v -
t
sett
sett
sett
stig
1 ÍF
17
14 -
3
46
20
26
20
2 Mjølnir 17
13 -
4
45
17
28
19
3 TB
17
13 -
4
44
15
29
18
4 Dráttur
17
7 - 10
26
38
-12
9
5 Fleyr
17
3 - 14
13
44
-31
5
6 KÍF
17
1 - 16
8
48
-40
1
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v -
t
sett
sett
sett
stig
1 ÍF
14
12 -
2
38
8
30
16
2 SÍ
14
8 -
6
26
21
5
13
3 Mjølnir 14
8 -
6
27
23
4
11
4 Fram
13
6 -
7
22
23
-1
8
5 Fleyr
13
0 - 13
1
39
-38
0
Hondbóltsstøður
1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur
stig
1 VB
5
5 - 0 - 0
448
359
89
19
2 VÍF
6
4 - 1 - 1
416
342
74
17
3 Stjørnan 5
1 - 1 - 3
367
371
-4
11
4 Kyndil
5
2 - 1 - 2
416
423
-7
11
5 StÍF
4
1 - 1 - 2
374
402
-28
9
6 Neistin 5
1 - 0 - 4
332
367
-35
7
7 Tjaldur 4
1 - 0 - 3
317
406
-89
3
1. Deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur
stig
1 VÍF
5
4 - 0 - 1
530
432
98
17
2 StÍF
4
2 - 2 - 0
454
394
60
15
3 Neistin 4
1 - 1 - 2
447
428
19
12
4 Kyndil
4
1 - 2 - 1
427
427
0
10
5 KÍF
5
1 - 2 - 2
440
471
-31
9
6 H71
5
3 - 0 - 2
436
489
-53
9
7 Tjaldur 5
0 - 1 - 4
421
514
-93
4
Máltindarnir
Kvinnur
Daiva Tuomaite
VB
136
(29)
Asta Petrauskiene
StÍF
126
(39)
Lotte Sørensen
Kyndil
122
(63)
Danijela Ercevic
Stjørnan
121
(34)
Sóley Mikkelsen
VÍF
118
(41)
Reda Kurkauskiene
VB
112
(17)
Simona Dziugyte
Neistin
112
(36)
Milica Ergic
Tjaldur
102
(20)
Lenka Ribaric
Tjaldur
85
(24)
Natasja Stamenkovic
Stjørnan
84
(5)
Alina Olaru
StÍF
76
(8)
Nicoleta Radu
VÍF
74
(1)
Jacklin Durhuus
VÍF
72
(6)
Ileana Manolescu
Kyndil
63
(9)
Laila Jespersen
VB
60
Menn
Dragisa Stojovic
Tjaldur
151
(17)
Damir Oros
KÍF
137
(26)
Sveinur Justinussen
StÍF
117
(19)
Halgir D. Olesen
H71
111
(2)
Áki Olsen
VÍF
97
(7)
Jacob Jónsson
Kyndil
95
(7)
Morgan Knezevic
Neistin
90
(21)
Ingi Olsen
VÍF
89
(20)
Áki Mørk
Neistin
83
(25)
John Zachariasen
VÍF
80
Costin Dumitrescu
StÍF
72
(14)
Niels Viggo Niclassen
H71
70
Finnur Hansson
Kyndil
68
(10)
Hans Áki Dal-Christiansen
Kyndil
67
(22)
Petur Martin Poulsen
KÍF
66
Enn er langt eftir á mál, men vinnur VB dystin í Klaksví, hava tær í øllum førum tikið eitt risafet mótvegis FM-heitinum
29
28
Nr. 42 - 1. mars 2003
Ikki bara føroyingar gleða seg til
skattalætta.
Danska pressan hevur í sein-
astuni viðgjørt spurningin um
skattalætta nógv, og høvuðsyvir-
skriftin er nú, at stríð er millum
donsku stjórnarflokkarnar
Venstre og Konservative um
skattalætta: Hvussu stórur skal
hann vera, nær skal hann fremj-
ast, hvør skal hava ágóðan,
hvussu skal hann fíggjast. (Helst
eisini, hvør skal hava heiðurin
fyri hann!) Men semja er mill-
um eygleiðarar um, at skatta-
lættin er á veg.
Gallup hevur gjørt kanning,
hvat danir halda. Gallup koyrir
danir í tríggjar næstan javnt
stórar bólkar: Ein, sum vil hava
tað almenna at veita meira
vælferð, eisini hóast tað merkir
hægri skattir. Ein, sum vil lækka
skattin, eisini hóast tað merkir
minni vælferð. Og ein, sum vil
hava skattin at lækka, og eisini
vil hava meira vælferð. Hetta
ger støðuna trupla hjá
politikarum, sum lurta eftir
veljarunum: Meiriluti er fyri at
lækka skattin, og meiriluti er
fyri fleiri almennum útreiðslum.
Fleiri orsøkir kunnu vera fyri
at geva skattalætta: At broyta
umfordeilingina, at økja virk-
semið, at økja arbeiðsútboðið,
ella bara hugsjónarligar orsøkir.
Umfordeilingin frá ríkum til
fátæk kann økjast við at geva
skattalætta til láginntøkur.
Skattalætti til háinntøkur virkar
sjálvandi øvugt og minkar um-
fordeilingina.
Vil man hava samfelagshjólini
at mala skjótari, kann skattalætti
virka við at geva fólki meira
pening at brúka. Hetta virkar
serliga tá tíðirnar er ringar. Og
tá vil skattalætti til láginntøkur
virka best, tí hjá láginntøkum
fer størri partur av einum skatta-
lætta til størri nýtslu.
Er endamálið við einum
skattalætta at økja arbeiðsút-
boðið er ikki líka einfalt. Tað er
m.a. marginalskatturin, t.e.
skatturin av seinast vunnu krón-
uni, sum ávirkar, hvussu nógv
fólk arbeiða. Men venda vit
aftur til meiningarkanningar, so
hevur ein nýggj kanning, sum
verður kunngjørd í dag, víst, at
tá veljast skal millum meira í
løn, meira frítíð ella meira til
pensjónsuppsparing, vil helvtin
av dønum hava meira frítíð, og
minni enn triði hvør vil hava
meira í løn. Tað gevur ábending
um, at ikki øll fara at arbeiða
meira, um skatturin lækkar, men
nøkur kanska tvørturímóti fara
arbeiða minni, tí meira er eftir
av bruttolønini, og harvið skulu
færri tímar til at forvinna tað
sama. Og so er ikki vist, at
avleiðingin verður tað, sum
ætlanin var.
Ideologisk argument fyri
skattalætta ganga ofta út uppá,
at pengarnir hoyra heima í
lummanum hjá fólki, sum hava
forvunnið teir, og meira
polemiskt, at fólk vita best
sjálvi, hvussu pengarnir skulu
brúkast.
Skulu vit venda aftur til
stríðið millum Venstre og Kon-
servative um skattalættan, eiga
vit kanska at byrja við sam-
gonguskjalinum. Venstre lovaði
undan seinasta vali skattestop,
sum merkir, at eingin skattaáset-
ing skuldi hækka í prosentum
ella krónum. Konservative lov-
aðu skattalætta. Endin var, at
samgonguskjalið ásetti skatte-
stop beinanvegin, og skattalætta
seinni, um ráð vóru. Og harvið
byrjaði stríðið, kann man siga.
Konservative hava teir fimtan
mánaðirnar henda stjórnin hevur
sitið, fýra ferðir megnað at fáa
skattalættar á dagsskrá í
miðlunum við ymiskum
rættiliga ítøkiligum uppskotum
um, hvussu ein skattalætti kann
fremjast og fíggjast.
Fyrst vildu teir minka
barnastyrkin í stigum og
samstundis lækka skattin, so-
leiðis at tað ikki rakti barna-
familjurnar ov hart. Venstre
hevði lovað at væl-
ferðarsamfelagið skuldi verjast,
vildi halda hetta vallyfti, og
segði nei til uppskotið hjá
Konservative.
Síðani var ætlanin hjá Kon-
servative at rokna sokallaðar
dynamiskar effektir inn og
fíggja ein skattalætta við at fólk
væntandi fingu hug at arbeiða
meira og fóru at brúka meira
pening orsakað av
skattalættanum. Hesum
sjónarmiði talaði Fogh
Rasmussen sjálvur fyri fyri tólv
árum síðani, tá hann var skatta-
ministari. Men nú segði Fogh, at
pengarnir skuldu vera í kassan-
um, áðrenn teir skuldu latast
sum skattalætti, so hann trýr
ikki longur uppá
Breckmannomics.
Seinni vildu Konservative
fremja generellar og málrættaðar
sparingar í almenna sektorinum.
Generellar sparingar ganga út
uppá, at útreiðslurnar til fyri-
siting vaksa minni enn lønar- og
prísvøksturin, men hesar verða
longu framdar og brúktar fyri
javnt og samt at økja produk-
tivitetin í almenna sektorinum..
Og Venstre svaraði um mál
rættaðar, at teir vildu hava ávíst
sparingarnar fyrst.
Og kanska var tað tað, sum í
síðstu viku fekk Konservative at
vilja minka vøksturin í sosialum
veitingum og samstundis geva
skattalætta. Teir vístu á, at upp-
hæddirnar, sum fólk fáa í
sosialum veitingum hava vaksið
skjótari enn lønin hjá teimum
sum forvinna minst. Argumentið
fyri skattalættanum var so, at
tað ikki so væl munar at arbeiða
í staðin fyri at vera
arbeiðsleysur.
Orsøkin til hesa gongd er, at
sosialu veitingarnar verða dag-
førdar ájavnt við vøksturin í
miðal lønum. At sosialar
veitingar vaksa skjótari enn
lønin hjá teimum lægstløntu má
tí merkja, at ójavnin í lønum er
vaksin. Tað hevur forrestin
eingin víst á enn!
Hetta vísir eitt áhugavert
fyribrigdi, sum kann kallast eitt
incitaments-paradoks. Ofta
verður sagt at størri spjaðing í
lønunum økir hugin at stremba
eftir at forvinna meira, t.d. at fáa
sær útbúgving. Men sum er
merkir hetta í staðin, at hjá
arbeiðsleysum munar minni at
søkja arbeiði.
Stríð um skattalætta
TELDUBRÆVIÐ
Frá: Flóvin Eidesgaard, Keypmannahavn, flovin@math.ku.dk
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Niels Arge Galán,
gittarspælari
í bólkinum 200
Kemur tú úr einum heimi við
ljóðføri?
– Ja. Vit hava altíð havt ein
kassagittar og seinni eitt klaver,
sjálvt um ongin ordiliga spældi
seriøst upp á tey. Eg gekk til
klaver sum ungur. Men so, tá ið
pápi mín hevði fingið ein
nýggjan gittar úr Spania, sum
skuldi vera lítil (gittarin), men
ikki var tað, og beiggi mín var ov
lítil at spæla uppá hann, tók eg
gittaran til mín og havi ikki slept
honum síðan. Klaverið fór, sum
vera man, í ommu sína.
Spælir tú nakað ljóðføri?
– Gittar og mandolin og munn-
harpu.
Syngur tú undir brúsuni?
– Onkuntíð – sum oftast »My
Way«, sum Elvis sang hann.
Hvat hevur tónleikur at siga fyri
teg?
– Tónleikur hevur sjálvandi nógv
at siga. Hann fyllir nógv í ger-
andisdegnum hjá mær.
Hvussu nógvar fløgur/plátur/
bond eigur tú?
– 400-500 alt íroknað.
Hvat er tín yndisfløga?
– Ongin serstøk, so eg má nevna
nakrar: Neil Young: Tonight's the
Night (faktiskt allar (næstan) hjá
Neil). Ry Cooder: Into the
Purple Valley. Led Zeppelin:
BBC Sessions.
Hvør sangur skuldi ongantíð
verið skrivaður?
– »Har er bert hin eini«. Sí
niðanfyri hví.
Hvør tónleikur fær teg í ringt
lag?
– Sangurin »Har er bert hin
eini«, har frelstir føroyingar
glaðir tralla um, hvussu øll, ið
ikki eru kristin, skulu kolast upp
í helviti í allar ævir, tá ið
dómadagur kemur... »Milliónir
skulu glatast, tra la la la la laa...«
Hvat er tann pínligasta plátan,
sum tú eigur?
– Suff. Mær dámar ikki at særa
fólk, so eg nevni hana ikki her.
Viðmerkjast kann, at hon ikki
stendur frammi. Hon er úr
Klaksvík. Tað er ein kvinna, ið
syngur. Hon liggur í tí til høvið
upprættaða fløgukøstinum, har
pínligar fløgur liggja. Hesar havi
eg aloftast ikki keypt, men fingið
í sambandi við plátufelags-
arbeiði.
Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað
átt, um tú so fekst pengar
afturfyri?
– Onga. Og um eg fekk eina
slíka, endaði hon bara í køstin-
um, so eg eri garderaður.
Hvønn sang hevði tú valt, um tú
skuldi sungið karaoke?
– Helst okkurt hjá Elvis.
Hvat er tann besti tónleikurin til
eitt hugnaligt kvøld?
– Bob Dylan kanska ella onkra
stilla hjá Neilinum.
Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra
sunnumorgun?
– Fløguna »Tonight's the Night«
hjá Neil Young.
Hvør sangur kann fáa teg út á
dansigólvið?
– Ongin sangur.
Hvat er tann fyrsti sangurin, sum
tú minnist teg dáma?
– »One Way Ticket« hjá einum
diskoorkestri, sum vistnokk æt
Eruption. Nokkso Boney M líkt.
Tað var á spolabandi. Tá var eg
fimm ár. Eisini ein sangur sum
æt »Down by the River«.
Minnist ikki, hvør spældi hann.
Babbasa tónleikur.
Hvønn sang ert tú fegnast um at
hava verið við til at gjørt ella
spælt inn?
– Tað fer nokk at vera »Country-
krist« við Mold. Annars eri eg
sera glaður fyri 200%.
Hvør sangur skal spælast til tína
jarðarferð?
– »Man with a Harmonica«
(spaghetti western-tónleikur).
Men familjan hjá mær skuldi
nokk funnið upp á okkurt
annað...
Hvat er tann besta konsertin,
sum tú hevur verið til?
– Neil Young, Roskilde í fjør.
Hann bestemmar bara... Spældi 1
1/2 tíma ov leingi.
Hvønn tónleikara hevði tú viljað
hitt?
– Neil Young aftur, men eg veit
ikki, hvat eg skuldi sagt við
hann. Eg haldi eg hevði bjóðað
honum til Føroyar at gera plátu
og at spæla grottukonsert.
C
M
Y
K
28