leygardagur 1. mars 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 42 - 1. mars 2003
Vinnur TB heima-
dystin á ÍF er av sonn-
um lagt upp til gull-
dyst, tá Mjølnir kem-
ur á vitjan, hinvegin
kann ÍF við einum
sigri skapa sær bestu
fortreytirnar
KVINNUFLOGBÓLTUR
Jákup Mørk
Tríggir dystir eru á skránni
í bestu kvinnudeildini í
flogbólti. Og sum vera
man, so er størsti spenning-
urin um, hvussu tað fer at
tørvna út, tá TB og ÍF skulu
takast. Seinast liðini hittust
var í steypafinaluni, go
møguliga kann dysturin
gera, at TB nú fær sálarliga
yvirtakið, sum ÍF annars
tóktist at hava við trimum
sigrinum í landskappingini.
Á heimavølli fær TB
vanliga góðan stuðul frá
áskoðarunum, og sum støð-
an er, so kann einki annað
enn ein sigur brúkast, um
FM-gullið skal endurvinn-
ast.
Hjá ÍF nýtist eitt tap ikki
at merkja eitt farvæl til
FM-møguleikan. Í øllum
førum ikki, um talan verður
um fimm-settara. Eitt 3-1
ella 3-0 tap vil í øllum før-
um viðføra, at tær úr Fugla-
firði mugu bíða eftir,
hvussu úrslitini í hinum
dystunum hjá TB laga seg,
og tí er heldur einki at ivast
í, at eisini tær fara eftir
sigrinum.
Spennandi verður tað í
øllum førum.
Bara æran eftir
Hjá Drátti og Fleyr er bara
æran eftir at spæla um.
Hesi liðini hava einki at
gera í stríðnum um gullið í
deildini. Dráttur liggur
soleiðis fyri, at metallið er
rokið, og Fleyr hevur havt
eitt kappingarár, ið best fer
í gloymibókina ongantíð ov
skjótt.
Mjølnir kann fáa
oddasessin
Hjá Mjølni skuldi uppgáv-
an verið yvirkomulig hetta
vikuskiftið. Eftir tapið fyri
ÍF seinasta leikumfar reyk
oddasessurin tvørtur um
Leirvíksfjørð,
men
tað
kann broytast, um so er, at
TB hevur eins gott tak á ÍF
sum í steypafinaluni og
vinnur tann dystin. Endin á
kappingarárinum
hevur
sjáldan verið so spennandi
sum í ár.
Dystir um vikuskiftið
Hondbóltur
1. deild kvinnur
02.03
14.30
Neistin-StÍF
02.03
15.30
Stjørnan-VB
02.03
14.30
Tjaldur-Kyndil
1. deild menn
01.03
16.00
KÍF-H71
02.03
16.00
Neistin-StÍF
02.03
16.00
Tjaldur-Kyndil
Flogbóltur
Meistaradeild kvinnur
01.03
13.00
Fleyr-Dráttur
02.03
13.00
Mjølnir-KÍF
02.03
15.00
TB-ÍF
Meistaradeild menn
01.03
14.00
SÍ-Fleyr
02.03
15.00
Mjølnir-Fram
Sørvingar spæla
framvegis fyri sín-
um møguleika.
Vinna teir restina
av sínum dystum,
heldur spenning-
urin sær í øllum
førum fram til
seinasta leikdag
MANSFLOGBÓLTUR
FBF
Sørvingar kunnu fram-
vegis
gerast
føroya-
meistarar í meistara-
deildini, og teir spæla
fyri hesum møguleika.
Mótstøðuliðið hesaferð
er Fleyr, ið einki stig
hevur fingið higartil, og
tað skal undra almikið,
um fyrstu stigini koma
ímóti SÍ. Sørvingar eru
sterkir, serliga á heima-
vølli og liðið er sera væl
fyri júst nú.
Dysturin
millum
Mjølnir og Fram hevur
ikki tann stóra týdning-
in, nú Mjølnir ikki kann
vinna føroyameistara-
skapin. Silvurið kann
framvegis náast og tað
er nú ikki so galið hóast
alt, men dysturin verður
óiva merktur at hesum.
Hjá Fram hevur ikki
ligið so væl fyri í sein-
astuni, men liðið hevur
megnað at hótt Mjølnir í
hinum dystunum, og
kann ein góðan dag
vinna á øllum.
Vinunr StÍF útidystin
á Neistanum, er javn-
støða í oddinum, har
talan so fer at verða
um kapprenning
millum stranding-
arnar og vestmenn-
ingar
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tríggir dystir verða leiktir í
bestu mansdeildini í hond-
bólti um vikuskiftið. Fyri
oddastríðið er hin mest
spennandi av hesum helst,
tá StÍF vitjar hjá Neistan-
um. Hetta eru liðini, sum
stóðu ovast á talvuni, tá
grundspælið endaði, men í
endaspælinum hava tey tó
bæði havt trupulleikar av at
fáa spælið at koyra nóg
væl.
Ringast sær út hjá Neist-
anum, sum við greiða tap-
inum í Vestmanna seinasta
vikuskifti mest sum meld-
aði seg úr oddastríðnum, og
verður talan aftur um tap
hesaferð, er talan mest sum
um pass-meld.
Hóast spælið heldur ikki
hevur koyrt nakað serligt
hjá strandingunum, so hev-
ur úrtøkan tó verið á eini
leið. Seinasta vikuskifti var
eisini líkt til, at nakað av
flogið er komið yvir spælið
aftur, og sigast má í øllum
førum, at tað er í tøkum
tíma.
Strandingar
eru
nevnliga í løtuni tvey stig
aftan fyri oddaliðið úr
Vestmanna, sum hevur frí
hetta vikuskiftið. Tí eru als
ikki ráð at missa fleiri stig í
oddastríðnum, sum nú av
álvara tykist gerast ein
tvídystur millum StÍF og
VÍF. Men tað krevur altso,
at strandingar nú finna
taktirnar úr grundspælinum
aftur.
Bronsustríðið
Hinir báðir dystirnir verða í
Hoyvíkarhølilni og í Runa-
vík. Í Hoyvík vera tað tey
bæði heimahoyarandi lið-
ini, KÍF og H71, sum skulu
takast. Fyri bæði hesi er
galdandi, at tey við einum
sigri av álvara kunnu leggja
seg út í bronsustríðið. Ser-
stakliga kollfirðingar hava
fleiri í ár havt møguleika at
leggja seg heilt fram í
oddinum, men onkurs-
vegna hava teir sýnt ótrúlig
evni at tveita stig burtur
seinastu løturnar í einstøku
dystunum.
Var nakar í grundspælin-
um, sum tosaði um, at hoy-
víkikngar skuldu leggja seg
út í heiðursmerkjastríðið,
so varð viðkomandi helst
skýrdur sum óbøtandi opti-
mistur, ellar í ringasta føri
svakur, men tað er tó júst
tað, sum er um at henda.
Sigrar á eitt nú Neistanum
og VÍF hava ført H71 langt
burtur frá botnstøðuni, sum
liðið var í undan enda-
spælið, og fáast tvey stig
aftur hesaferð, fer av álvara
at gerast spennandi hjá
teimum.
Ein partur av orsøkini til
framgongdina er uttan iva,
at venjarin hjá liðnum, Uni
Wardum, gjørdi av at finna
harpiksið framaftur, men
hann verður so ikki við
hesaferð eftir reyða kortið,
sum hann fekk í dystinum
móti Tjaldri. Tí verður
størsti spurningurin helst,
hvussu hoyvíkingar nú fara
at skipa álopspartinum, og
um teir megna hetta nóg
væl til tess at basa kollfirð-
ingum.
Seinasti dysturin verður í
Runavík, har Tjaldur fær
vitjan av Kyndli. Seinastu
dystirnar hevur Tjaldur ver-
ið fyri nøkrum sera teprum
tapum, og einki er at ivast í,
at teir vilja gera tað eina
tonn betri, nú steypavinnar-
arnir koma á vitjan. Júst
heitið sum steypavinnarar
siga tó nakað um, hvussu
góðar dygdir Kyndils-liðið
hevur, og verða hesar funn-
ar fram í røttu løtunum, er
ilt at síggja, hvussu runa-
víkingarnir skulu steðga
teimum. Fyri Kyndil er
eisini alneyðugt við tveim-
um stigum, nú bronsu-
stríðið av álvara tykist at
harðna, so tað verður neyv-
an so, at nakar parturin tek-
ur ov lætt upp á uppgávuna
sunnudagin.
SÍ hongur í
Fyrra brakið í Trongisvági
ÍF hevur vunnið allar landskappingardystirnar ímóti TB í ár, men hinvegin vann TB steypafinaluna, so alt tykist opið undan
toppdystinum á Kambsdali
StÍF skal á beint
C
M
Y
K
30
Nr. 42 - 1. mars 2003
31
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 911,
P/F Sandá, 497 Selatrað.
Nevnd:
Farin úr nevndini: Egil
Mittún Petersen, 497
Selatrað.
Innkomin í nevndina:
Meinhard Jacobsen,
Traðarbrekka 4, 100
Tórshavn og Gunnar Mohr, J.
C. Svaboesgøta 29, 100
Tórshavn.
Skráseting Føroya tann 27.
februar 2003
Kristin Balle
_______________________
AUTO
AUTO
311234
311234
AUTO
-Dag & nátt-
Vilt tú bil hýra
- ring 311234
Nú fáast eisini
Talutíðarkkort
BENZIN
DIESEL
KIOSK
-Alt døgnið-
AUTO
311234
Føroya Tele
Kall
31