Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-06-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juni 1990síða 10

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nærum hvønn hósdag seinnapart hittast sakførar- ar og bankafólk i ti stóra húsinum í C. Pløyens gøtu i Havn. Øll hava tey somu øØrindi hagar: at royna at missa sum minst, tå hamarin fellur. Ikki ti, Føroya Fúta- rættur hevur als ongan hamara. Men orðini "tredje gang” hjå sorinskrivara- fulltrúanum hava somu tyngd sum hamarslag. Lagnan hjá kreditorunum er avgjørd, tá hesi orðini eru søgd. Nakrir eru lógar- tryggjaðir, nakrir hepnir, nakrir missa eitt sindur, nakrir missa hverja ferð. Tað tekur umleið eitt korter at selja eitt skip á tvingsilsuppbodi. Strik- urnar eru måladar å vøllin å fyrireikandi fundi eina viku frammanundan. Hósdagin 14. juni 1990 skuldi Fútarætturin finna seks skipum nýggjar eig- arar. Hesi vóru farmaskip- ið Atlantic Cloud (b. 1965), trolbáturin Hanna O (1960), línuskipið Niclas á Selheyggi (1988), línuskipið Morgunstjørn- an (1961), isfiskatrolarin Atlantis (1974) og ísfiska- trolarin (1961). Men bara trý blivu seld. Reiðaríið hjá Honnu O fekk síni viðurskifti við Fiskaribankan í rætt lag fyrraparun hósdagin, og bankin tók aftur kravið um tvingsilsuppboð. UMAFTUR Tann, sum eigur pengar til góðar, kann krevja nýtt uppboð, heldur hann seg kunna fáa meira burturúr. Hetta var júst tað, sum hendi við Atlantic Cloud. Trotabúgvið eftir Skála Skipasmiðju kravdi tving- silsuppboðið, men bjóð- aði ikki. Eittans boð var, 10.000 kr., frá Fossbank- anum. Hetta var verri enn so nóg mikið til at gjalda sjóveðrættarkrgvini. Tey hava fyrsta rætt og skulu hava sítt, áðrenn tann, sum hevur fyrsta veðrætt, fær. Sjovedrættarkrøv koma frå fakfeløgunum hjá teimum, sum hava i Føroyingur Ongin hamari I Hésdag seinnapart hittast sakførarar og bankafólk i Dómhúsinum. Tey eru har øll í somu ørindum. Tey skulu síggja til, at sum minst er mist, tá orðini "tredje gang" ljóða í staðin fyri hamarsslagið. Vit vóru í Fútarættinum hósdagin seinnapartin. Seks skip vórðu lýst á tvings- ilssólu hendan dagin. frá monnunum sjålvum og frá havnum. Sjóveðrættarhavar kunn- u bjóða fyri at fáa prísin upp. Ella krevja nýtt upp- boð. Hetta seinna gjørdi Fiskimannafelagið, sum vegna nakrar limir í Sjó- mannadeildini krevur 122- 000 kr. frá reiðaríinum. Fútarætturin fer at gera nýggja roynd at selja At- lantic Cloud 28. juni kl. 13.00. IKKI GRUNDARLAG Niclas á Selheyggi er framvegis skrásettur í Klaksvík. Danski Skips- kredittgrunnurin, sum kravdi hann seldan á tving- silsuppboði, tók aftur kravið, tí grundarlag var ikki fyri uppboðnum. Grunnurin eigur yvir 16 mill. kr. í skipinum. Men hann bjóðaði ikki, tí hann vil ikki eiga skip. Bara eitt boð kom, frá Den Danske Bank, sum hevur annan og fjórða veðrætt. Men 500.000 kr. var alt ov lid, helt sakførarin hjá Skipskreditt og tók aftur kravið um tvingsils- uppboð. Ongin mótmælti. Soleiðis kann eisini leikur fara. Men hvussu er so eitt "vanligt" tvingsils- uppboð í Føroya Fútarætu ein hósdag seinnapart. KAPPBJÓÐING Gamaní cr kappbjóðing á - SIIKUI i } KKI ) vanlig. Men annars er At- lantis eitt vanligt dómi. Í rættarsalinum (hendan dagin tann stórri, tí hann er tøkur) eru sakførarar, sjey ella átta, bankafólk, tíðindamenn, menn, sum hava eitthvørt ulknyti til skipid, verid vid ti kanska, og so kanska onk- ur, sum bara er komin fyri at forvitnast. Tvingsilssøl- ur eru almennar, ein og hvør sleppur inn. Full- trúin hjá sorinskrivaran- um, sum hevur Fúta- rættin, Birgit Skriver, upplýsir, hvør hevur kravt uppboðið (Kongaligi dans- ki Fiskaríbankin). Hon spyr, um eigarin er hjå- staddur (tað er hann ikki og tað er vanligt). Síðani spyr hon, hvar skipið er (í Fuglafirði) og, um alt er umborð, sum skal vera har. Nú verða sjóveðrættar- krøvini staðfest. Sakførar- ar hjå timum havnum hava krøv: Tórshavnar havn 2.053,50 kr., Vest- manna havn 4.159,50 og Klaksvikar havn 1.166,25. Sakførarin hjå Fiskimann- afelagnum krevur 100.000 kr. Sjóveðrættirnir eru 107.879. Skipið skal helst ikki fara fyri minni. Tað kostar ikki onki at órógva Fútarættin við kravi um tvingsilsuppboð. Fulltrúin spyr sakføraran hjá Fiskaríbankanum, hvørjar útreiðslurnar (pro- vision 2%, kunngerðir 1 innheintingarejóld. vaktar Fútarættinum Nr. 93 — 16. juni 1990 Ongin dómadagshýrur var í rættarsalinum hósdagin, tá grundarlagið hjá einari bygd, Haldórsvík, varð selt í Fútarættinum. Tað tók ein hálvan tíma at avgreida isfiskatrolararnar Atlantis og Føroying. Rutinuarbeiði hjá sakfórarum og bankafólki. hald) eru av einum boði upp á til dømis 2 mill. kr. Tær eru 48.050 kr. Har- afturat koma so gjøld til statskassan (1/2 % av hægsta boði - í hesum før- inum 25.050 kr.). Hesar útreiðslur rindar keyparin afturat sínum hægsta boði. So koma veðrættirnir. Teir kunnu vera nógvir, upp í 13 - 15, eru nógvar úttókur framdar og verða tær førdar fram. Realkredittstovnurin eigur fyrsta vedrætt í Atl- antis, 343.574,25 kr. So kemur Fiskaribankin vid ødrum, tridja og fjórða, tilsamans 418.756,28 kr. (oyruni koma av rentun- um, alt verður talt við í uppgerdini). "Svaruper" á næstan hverjum hósdags- fundi í Fútarættinum, landskassin, hevur fimta - níggjunda veðrætt, 354.934,70 kr. Og aftastur er Føroya Banki við fýra veðrættum, tilsamans 8.920.040 kr. Sambært bókini spyr uppboðshaldarin nú, um nakar vil hava uppboðs- treytirnar lisnar upp. Ong- in plagar at gera vart við seg og so er heldur ikki hesaferð N } Sft Aaltir Dal tað mest spennandi: boð- ini. Fyrst bjóðar Fríða Patursson, sakførari, 300.000 kr. fyri Realin og so 500.000 kr. fyri Fisk- aríbankan. Men landið eig- ur eisini pengar í skipin- um og landið roynir at keypa skip úr flotanum fyri at minka hann. So Jónfinn Thomsen, sum í dag umboðar Landsstýrið, bjóðar 700.000 kr. Fríða kemur við nýggjum boði, hesa ferð Føroya Banka, sum hon eisini umbodar i dag. Hinir bådir peningastovnarnir, hon umbodar, fåa sinar pengar kortini. Men Føroya Banki hevur ikki "ráð" til at lata landið fara við skip- inum. Hon bjóðar 800.000 kr. Og so byrjar kappbjóðingin - framman- undan er avgjørt, at lægsta yvirboð er 100.000 kr. - og 28 boð seinni eigur Føroya Banki Atlantis fyri 5,0 mill. kr. Landið fær sitt, men missir møgulig veðhald í lánunum í Fer- oya Banka. Biðið varð ikki um trygd fyri keypsprísinum. Og ongin bað um nýt uppboð. Í Føroya Banki keypti eisini Morgunstjørnuna, fyri 2.( | tyri I » mill. kr. Her lå landið eisini framvid, men gavst skjótt. Hinvegin eydnaðist at fáa Føroying úr flotanum, fyri 5,4 mill. kr. Her kappbjóðaði Jónfinn Tho- msen við stjóran í Foss- bankanum, Helga Fossá- dal. AFTANÁ Eftir eina tvingsilssølu koma vanligu spurning- arnir til sakførarar og bankastjórar: hvussu nógv misti landið hesaferð? Hvussu nógv misti tykk- ari banki? Hava tit keypara til skipið? Hvat skulu tit brúka skipið til? Er prís- urin í lagi? Onkuntíð eydnast at fáa nýtiligt svar. Men verri enn so altíð. Tað skilst, at gildi, Palleba rindar, raka ikki hann. Men lagnan hjá skipunum, seld verða í C. Pløyens gøtu, kemur fram vikur ella mánaðir eftir søluna. Og næsta hósdag fara aftur skip undir hamaran, sum ikki er til. Men hann krevst heldur ikki. Hamar- slag er eitt hugtak, ikki ein verulig hending. hd