leygardagur 16. juni 1990síða 11
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 93 —
Hallveig Hansen
hevur tikid eina
av sinum
kvinnumyndum út
i túnið vid
Smidjuna.
22 ára gamla Hallveig
Hansen úr Fuglafirði veit,
hvussu hon skal brúka frí-
tíðina hjá sær og, vónar
hon, eisini aðrar tímar í
framtíðini.
Hon ætlar at mála.
- Mær dámar so væl at
mála, sigur hon. Og hesar
dagarnar hevur hon fram-
sýning í Smiðjuni í Lítlu-
vík. 28 málningar og
tekningar og harafturat
nakrar modellskitsur, hon
gjørdi í skúlanum í Ran-
ders.
Hallveig hevur verið í
Randers Kunstskole í tvey
ár. Hon var fyrst í tekni-
skúlanum og síðani hevur
hon ukið ty skeið, eitt år
tilsamans, í málaraskúlan-
um. Henni dámdi væl og
hon fekk nógv burturúr,
sigur hon. Men nú ætlar
hon sær víðari. Hon søkt
inn á akademiið í Árhus,
men slapp ikki. Ætlar at
royna aftur næsta ár.
Hallveig heldur, føroy-
ingar áttu at havt frammi-
hjárætt ul pláss á akadem-
unum í Danmark, ti slík
útbúgving fæst ikki her á
landi.
Dreymurin hjá henni er
eisini at gerast dekoratør-
ur, tað eru tey, sum prýða
sýnisgluggar í handlum
Men eisini tann skúlin
hevur nálareyga í durun-
um. Hon hevur tó ikki
mist vónirnar.
I FISK
Hallveig hevur búð í Dan-
mark í trý ár. Aðrenn, hon
fór niður, arbeiddi hon á
flakavirki í Fuglafirði í
tvey ár fyri at vinna sær
pening til listaskulan i
Randers. Nú ætlar hon at
vera í Føroyum í eitt år og
hetta árið ætlar hon at vera
flakakvinna.
ALTÍÐ TEKNAÐ
Hallveig sigur, at hon
n1evur altíð teknað.
- Eg teknaði altíð í
skúlabókurnar, sigur hon
brosandi. Men non er els-
ini vaksin upp við mynd-
list, pápi hennara, Hans J.
Hansen, málar og tvær
systrar, Maria og Rúna,
fáast eisini við myndlist.
Hallveig sigur, at sjálv
teknaði hon fyrr, men nú
dámar henni nógv betur at
mála.
Málningarnir á framsýn-
ingini eru allir gjørdir í ár.
Tveir hevur hon gjørt, síð-
16. juni 1990
- Mær dámar so væl at
ila
ani hon kom heim aftur
fyri stuttum. Tað sæst á
teimum, sigur hon. Ljósið
er ødrvisi enn á teimum,
hon málaði niðri.
Tá vit vóru inni á stein-
gólvinum í Smiðjuni
seinnapartin hósdagin,
hevði hon selt triggjar
málningar.
- Eg eri bilsin yvir at
hava selt so nógv, tí man
hoyrir bara um ringar tíðir
og, at fólk hava ongar
pengar.
Men prísirnir hjá henni
eru heldur ikki so høgir.
SELT NIÐRI
Hallveig sigur, at hon
hevur selt fimm ella seks
málningar í Danmark. Til
dømis hevur Langá Kunst-
forening keypt málning frá
henni. Flokkurin hjá
henni hevði framsýning
har. Annars hava myndir
hjá ungu listakvinnuni úr
Fuglafirði hingið í
bygninginum hjá verk-
frødingafelagnum Carl Bro
i Århus, i Åarstovu, før-
oyingahúsinum i Århus, á
Olavsøkuframsyningini
1989, framsyningini hjå
Lions Club, Eysturoy å
páskum og á Varmakeldu-
stevnu í fjør var hon við í
framsýningini í Fugla-
fjarðar skúla. Hon ætlar at
vera við aftur í ár.
Kanska fer hon at hava
sjålvstøduga framsýning
aftur á jólum.
- Eg tími ikki at útstilla
tað sama aftur, so tað
gongur ein tíð, áðrenn eg
havi nóg nógvar málning-
ar til eina nýggja framsýn-
ing.
Framsýningin í Smiðj-
uni er opin í dag kl. 10.00
- 18.00. í morgin kl.
14.00 - 20.00 og mån-
adagin, sum er seinasti
dagur, kl. 14.00 - 19.00.
hd
Síða 11
AÐRAR.....
Nakrar aðrar
listaframsyningar eru í
Havn hesar dagamar
heldur framsýningin
Norsk Tre" fram Få |
juni. Hetta er ein
Iramsyning, I
455.000 kr. 27 verk €
Listafólkin i
Liv Bl rp, Gur
Tor Liv M i
Gjerne og Arne Ry
Verkið á myndini, "Mil
Norðurlandahú im Tað
er sera vakurt handverk
Verkið er ul sólu
Ȍtir vi
IL AVLNU VON
1
|
Air Få j
I deildini hjá Før
x
d VK
Tinghúsvegin hevur
Eyðun av Reyni
framsýning hendan
mánaðin. Hann sýnir fram
oljumálningar
I Listaskålanum í
Gundadali eru ikki færri
enn tvær framsyningar
Onnur er úrval av ti,
Listasavn Føroya eigur
Hetta er føroysk list frå
upphavi ul dagin i dag
Hin er framsyning hjá
Helga Joensen, sum ger
listaverk og brúkslutir úr
uni. Opið er hvønn dag
kl. 15.00 - 17.00 til 5.
august. Helgi byr i
Stavanger. Han Kar
egna tøkni ul at skapa
millum annað sermerktar
og vakrar vasar