Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-06-20, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 1990síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

TA 026 38 Nr. 95 - 20 juni 1990 Fundirnir sum vinnan hevur landsstyrid um EF-spurningin hava verið ein: PÅRO Eingin skrå. Einki skrivligt tilfar. Fundirnir innkallaðir í skundi, og úrslitið er haraftir. Hóast havt við fleiri fundir hava verið er einki komið burturúr sigur Birgir Danielsen, fiskasølustjøri, sum heldur, at EF-spurningurin ikki er handfarin í tí álvara hann átti. Birgir Danielsen, fiskasølu heldur úrslitið av kann- ingini Sosialurin hevur gjørt er åhugavert. Urslitid sannar tað hann hevur borið ótta fyri. Júst tað, at fólk vita ikki hvat málið gongur út uppá. -At fá siga ja til EF- limaskap, og ein so stórur partur sum 40% siga seg ikki vita er tekin um, at fólk óttast tí ókenda. Og so leingi EF-spurningurin er ókendur ella at fólk bert verða fylt við ósakligum argumentum verður úrslit- ið ikki ødrvisi, sigur fiska- sølustjørin, sum gevur bæði hesum, og undan- farnu landsstýrum eina stóra skyld í hesum. Spurdur um hvør átti at havt åbyrgd at upplyst i EF-spurningum sigur Bir- gir Danielsen, at tad eigur fyrst og fremst at vera landsstýrið. Politisku flokkarnir kundu eisini verið við eins og vinnan. FLEIRI FUNDIR TIL ONGA NYTTU Birgir Danielsen vísir á, at landsstýrið á fleiri fundum hevur innkalað umboð fyri ymisk vinnu- feløg - eisini Fiskasøluna - til fundar við føroysku embætisnevndina sum samrådist vid EF. -Hesir fundir skuldu brúkast til at geva sam- ráðingarnevndini góð ráð, men fundirnir kundi eins væl verið av ongum. Vit fáa onga fundarskrá, einki skrivligt úlfar og alt er merkt av tilvild og skundi. Fundirnir eru ein parodi, heldur fiskasølustjørin, sum eisini hevur sagt hetta beinleiðis við landsstýrið, uttan at hetta tó hevur givið nakað úrslit. Birgir Danielsen sigur seg fleiri ferðir hava heitt á landsstýrið um at kunna meira um EF-spurningin. Millum annað at hava eitt kunningarfólk beinleiðis í EF, men heldur ikki hetta hevur vunnið frama. Hann Birgir Danielsen ivast ikki eina løtu i, at Føroyar verða limir i EF. vísir á hvussu mikið norskir myndugleikar gera við kunningararbeiði í samband við EF. Har arbeiða ymiskir bólkar. Bæði innan tað almenna Upplýsingin um EF hevur verið saklig -men kanska ov lítil. Vita fólk ov lítið um EF hava tey sjálv? skyldina, sigur løgmadur. -Kanningin sigur mær fyrst og fremst, at ein stórur partur av fólkinum ikki hevur tikið stóðu til viðurskiftini milum Før- oyar og EF. Hetta sigur aftrur nakað um ta upp- lýsing, sum hevur verið um hesi viðurskifti, sum kanska ikki hevur verið nóg stór, sigur Jógvan Sundstin, løgmaður. Hin- vegin heldur løgmaður, at tann upplýsing, sum hevur verið frá politiskari síðu, hevur verið ógvuliga sak- lig. Spurdur um hvør hevur ábyrgdina av, at so mong siga seg ikki vita sigur løgmaður, at tað hevur almenningurin sjálvur. Hann heldur, at tey, sum hava áhuga í hesum spur- ningum, lættliga kunnu fáa teir upplýsingar, tey ynskja. Hann heldur, at almenningurin higartil hevur víst hesum málið lítlan áhuga. Løgmadur heldur, at skal nakar annar hava ábyrgdina av, at ov lítið er kunna um vidurskiftini millum Føroyar og EF eru tað fjølmiðlarnir og pol- iuski myndugleikin sum heild, m.a. landsstyrid. Løgmadur sigur, at landsstýrið hevur ætlanir at gera meira við at kunna fólk um EF-spurningar. Hann heldur eisini, at orsøkin til, at politisku flokkarnir ikki hava gjørt so ómetaliga nógv við at upplýst um EF-spurningin er, at teir eru rimiliga samdir um at vit íkki eiga at gerast limir, men at vit heldur fáa eina rímiliga góða avtalu við EF ístaðin. tór.- Jógvan Sundstein, løg- maður heldur, at politiska upplýsingin um EF hevur verið sera saklig. Síða 5 og privata vinnulívið, sum viðgera spurningin út í æsir, men so er tíverri ikki her. Tað er eingin loyna, at Birgir Danielsen er fyri føroyskum limaskapi í EF Vit spurdu hann um Før- oyar nakrantid fara at teljast millum EF-lond og um so er - nær. -At vit verda limir ivist eg ikki eina løtu i. Nær,- um tvey ella try år,- kanska fimm. tór.-