Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-06-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. juni 1990síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 95 — 20. juni 1990 Skálkurin Um arkitektur og design LO SA NSSASORS ROS Møblar > $ Higartil hava vit bert viðgjert exteriør altso uttandura partin av arkitektur- inum, meðan interiør — innandurapart- urin eisini hevur eina viðgerð uppi- borna, tí hann er umfatandi og spenn- andi, við tað at hann er meira persón- ligur Interiør er umframt møblar og inn- búgv eisini samanspælið millum sjálva innrættingina, hvussu rúmini eru dán- að, tilfar, litir, ljós og belýsningur í ollum bygninginum so væl sum i ti ein- staka råminum. Evnið er stórt, henda greinin verður tí serliga um meblar í sethúsum okkara. Hyggja vit okkum nú um í einum vanligum sethúsum, so síggja vit eitt rættiliga blandað meblaúrval. Rúmini hava hver sín dám, tí meblarnir eru so ymiskir í stíli, ja í summum rúmum eru møblarnir eisini blandaðir so at heildar- virkanin er vorðin heilt ógreið. Hetta er ein óheppin gongd, vit eru komin inn á í okkara nútíðar keyp og tveit burtur-staðutakan til allar materi- elláftutír;vit hava kring okkum. Tankaveljandi er at síggja myndir av gomlum meblum, at t.d. egyptararnir longu fyri 4000 árum síðani, við sokall- aðum primitivum amboðum, megnaðu at skapa borð, stólar, sengur o.a. møbl- ar, so sneggar og sterkar, at vit við okk- ara nútíðar tekni kunnu evunda teim- um Tann nógv umredda ídnaðarmenn- ingin hevur ikki lært okkum stórt ann- að, enn at laga okkum eftir broyttu Stoðið sýnist ikki at vera hækkað síðani — Vid Hans Dåvid Dam og Hannis Egholm teknisku fortreytunum. Meðan fólk áð- ur fingu ein snikkara at gera sær møbl- ar, keypa vit í dag okkara verksmiðju- framleiddu meblar úr stórum møbla- handlum. Men ikki stendur væl til við úrvalin- um í hesum góðu handlum, meginpart- urin av meblunum, teir bjóða fram, er meiri órudd og húsaskorð enn brúks- lutir. Fongdir við alskyns brekum og lýtum, hver kennir ikki songina, ið ein- ans helt í 14 dagar, skápið, har hurðin datt av, stólin, sum ikki var sitandi í, tí hann var so djúpur, ella hornasofuna, sum í vavi var sum ein oyggj. Í stuttum kann meblaúrvalið koyrast í tveir bólkar, annar smartur við eini nútíðar útsjónd, leður og stál, sum í besta feri eru plagiat av rættiligum møblum, og hin nostalgiski, avspeglar eina farna tíð, kommodan hjá ommu ella borðið hjá abba, uttan heilt at vera trúgv móti upprunaliga skapinum. Fe- lags fyri báðar bólkarnar er, at tað teir umfata er fals, meblarnir eru ikki skapt- ir til ein ærligan terv. Stóru meblahandlar okkara hava als ikki lagt seg eftir at umboða góðar meblar, (tí eisini góðir meblar eru til), tað sýnist sum at bara umsetningurin pr Egyptararnir megnaðu at skapa slikar er vaksandi, eru teir fegnir. Bøtast kann um støduna við at seta krøv til okkara møblar. Teir skulu tæna einum hægri funktionellum endamåli, enn bara at skroyva upp har -teir standa, teir skulu vera snøggir å at lita, og loysnir å detaljum skulu vera gjørd- ar vid umhugsni. Hetta eru krøvini, gomlu møblarnir vóru gjørdir eftir, og ti seta vit ofta møblar 1350 ár fyri okkara tíðarrokning stóran prís á gamlar meblar, t.d. dragu- kistuna, tú kanska arvaði, sum um- framt at lúka tey funktionellu krevini eisini lýkur tey estetisku. Keypir tú slíkar meblar í dag, sum lúka hesi krevini, kosta teir helst eisini meira enn mangir aðrir, men tá eru teir eisini til um 30 ár, framvegis til gleði fyri teg ella kanska bern tíni. HDD