hósdagur 21. juni 1990síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
TO 8 VA |, ||—————|-—————
a
tíðindablaðið
Vælkomin!
FØROYINGAR allir, børn sum
vaksin, ynskja hennara hå-
tign Margrethu drotning og
hansara hátign Heindrikki
prinsi hjartaliga vælkomnum
til oyggjar okkara.
HÓAST skiftandi tíðir við
bæði friði og ófriði hesi
nógvu 100 árini, vit hava verið
í ríkisfeiagsskapi við Dan-
merk, í sjálvum sær kanska
hava sett treytir fyri, hvussu
ofta kongaligar vitjanir hava
verið til Føroya, mugu vit
kortini ásanna, at eingin
danskur kongur ella drotning
hevur vitjað Føroyar so tíðum
sum núverandi drotning okk-
ara Margretha ll.
FRIÐUR hevur valdað í
heimsparti okkara gil henn-
ara 19 ár sum danadrotning
og samskiftis- og ferbamøgu-
leikarnir eru batnaðir í stórum
hesi árini, men kortini er tað
neyvan hetta einsamalt, ið
ger núverandi drotning
okkara til títtasta kongaliga
gestin, føroyingar vita um.
Heldur man tað vera hennara
livandi áhugi fyri, hvussu vit í
hesum danska ríkisparti virka
og liva og tokki hennara til
oyggjar og fólk, ið fær hana
at leggja leiðina hendavegin
aftur og aftur.
RÍKISRÆTTARLIGA varð
samband okkara við Dan-
merk munandi broytt við
heimastýrislógini og víðari
broytingar á sama borðið —
um íkki skjalfestar — eru eis-
ini farnar fram í stillum í tíð
Margrethu drotningar. Og er
tað nakar á hægsta steði í
Danmørk, ið hevur skilt og tí
viðmælt hesum neyðugu
broytingum, so er tað Mar-
gretha li.
SAMA áhuga og góðu ynski
hevur hon eisini havt fyri
víðkaðu sjálvræðisynskjum
grøniendinga, sum bert eftir
10 árum við heimastýri eru
nåddir líka langt politiskt sum
føroyingar eftir góðum timti
árum undir somu skipan.
TU
Abyrgdarblaðstjóri Jan Måller
Fyritaksstjóri: Kristjan Dahi
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
EITT eru góð ynski og góði
vilji hennara hátignar, annað
eru evnini og neyðuga tíðin,
sum til skal fyri til eina og
hverja stund at vera nóg væl
kunnaður um viðurskifti okk-
ara bæði vinnuliga, sosialt,
mentunarliga og á annan
hátt, og fatan okkara av Mar-
grethu drotning er, at hon í
størri mun enn nakar av und-
angongumonnum hennara
Blaðfólk Høgni Djurhuus |
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith
Utgevari P/t Sosiakurin
Uppseting: P/t Sosiaskiin
Prent:
veruliga ger sær størsta 6
mak fyri altíð at vera kunnað
sum best um dagligu viður-
skifti og tvørleikar okkara og
sostatt eisini man hava oyggj-
arnar í huga í danska gerand-
isdegi sínum og ikki bert við
ávís høvi í útvarpi, sjónvarpi
og undan vitjan hendavegin.
LOYSINGAR- sum samrikis
fólk i Føroyum vita, hóast po-
Bústaður Argjavegur 26
P/f Pressan 1981 | Telefon
Se ———mom—-——————— meeen
110 Tórshavn
14720
Argir
11820 Teletax
litiska totan, at vit í drotning
okkara eiga ein vin, ið vil
oyggjum og fólki tað besta,
ein vin, ið greiðari enn nakar
undan henni, setir fremri
fólkanna frælsi og vælferð
enn imperialistiska niðurbind-
ing.
Í viðurskiftum okkara og
grønlendinga við danir hevur
eisini hon fylgt teirri fyri danir
sjålvsøgdu frælsiskós, sum
fyri danir kanska byrjaði við,
at Danmørk sum tað fyrsta av
gllum hjálandaveldum avtók
trælahald í Vestur-Indiu.
HESIN sami upplýsingarandi
hevur eisini sermerkt viður-
skifti seinastu donsku konga
mótvegis Føroyum, og vit
skulu ikki longur aftur í tíðina
enn til aftaná seinasta aldar-
skifti fyri at síggja, at broyt-
ingar, danakongur tá við-
mælti sjålvsvirding og sjålvs-
ræði okkara til frama, longu
tá vóru víðgongdari enn
mangir føroyingar tá kundu
ella tordu taka undir við.
VIÐ trimum borgarligum
flokkum í sitandi landsstýri
okkara, tveir teirra ramir loys-
ingarflokkar, er sjálvsagt ilt at
meta um, hvussu langt vit
koma á loysingarleið næstu
árini, men vit kunnu ivaleyst
vissa hesar báðar um, at tað
ikki verður góða drotning
okkara, sum fer at forða hes-
um ætlaða politikki teirra.
MEN meðan vit bíða, fara før-
oyingar flestir eisini framyvir
at ynskja drotning og húsi
hennara alt tað besta og
takka henni fyri, at hon aftur í
ár legði leiðina til oyggjar
okkara.
SAMSTUNDIS vóna vit, at
rikispolitisku broytingarnar,
fólkaflokkurin og tjóðveldis-
flokkurin hava í hyggju at
fremja sum skjótast, ikki fara
at roynast hennara hátign
tyngri -krossur at bera enn
teir, onkur av hesum loysing-
ermonnum nú fær at prýða
politiska verk sítt við.
K.
Postadressa: Postsmoga 76
SR
feteret mer