Sosialurinarkiv
Sosialurin 1990-06-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. juni 1990síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

SE SG NSS Nr. 96 — 21. juni 1990 Argja kommuna hevur keypt eina stóra hóll, sum fyrst i næstu viku kemur liðug úr Danmark. So bilig, sigur Er- land T. Jacobsen, bygdarráðs- formaður á Argjum Argja kommuna hevur leingi havt ein mann, sum hevur hildið eyguni við ele- menthøllum til sølu í Dan- mark, og sum kunnu fåast biliga. Herfyri fann hann eina, sum Argja kommuna helt vera eitt gott keyp. Høllin kemur fyrstinæstu viku vid koastara, ið Argjaa kommuna hevur leiga at flyta høllina til Føroya. Skipid leggur at å Argjum, tå tad kemur til Føroya Vid skipinum koma 864 fermetrar av høllini, id er gjørd úr betongelementum. Elementini eru sjålvandi tikin sundur, tå tey koma. Argja kommuna hevur keypt meira enn so. Høllin øll var 2000 metrar, men alt kundi ikki vera i senn i skipinum, og tí verður restin standandi eina tíð niðri. Kommunan kann lata tað standa ó keypis niðri í nøkur ár, um tað skal verða. Keypið kom so knappliga í lag, og tí hevur kommunan ikki gjørt neyðugu fyrireik- ingarnar til at seta høllina upp, men samráðingar eru í løtuni um grundstykki, ið kommunan ikki eigur sjálv. TIL AGN OG AMBOÐ Høllin skal m.a. brúkast til amboðini hjá kommununi. Høllin hevureisini frysti- og kuldaútgerð, og tí kann hon eisini nýtast sum agngoymsla. Slík hevur ikki verið, síðan íshúsið varð latið til sjósavn. Hvat høllin kostar, kann Erland T. Jacobsen, bygdar- ráðsformaður á Argjum, ikki upplýsa enn. Ikki fyrr enn kommunan hevur fing- ið allar rokningarnar fyri hell, arbeiði av at taka hana niður og flutning, og aðrar útreiðslur koma aftrat, tá hon kemur til Føroya. Hann væntar tó, at kostnaðurin verður væl niðanfyri milli- Gnina. Bygdarrådsformadurin å Argjum dugir ikki at siggja nakað galið í at innflytaeina heila høll til Føroya. Tað hava fleiri onnur gjørt, og føroyingar fáa arbeiði vid at seta høllina upp, sigur hann. randi Minnist haldaragjaldið ! BLANDISTOÐIN Á HJALLA | FRAMLEIDIR GÓÐSKUBETONG. 6 STØRRI OG SMÆRRI NØGDIR VERDA KOYRDAR TIL BRUKARAN OG UM YNSKIST KANN BETONGIÐ PUMPAST Í FORMIN. | BLANDIUPPSKRIFT EFTIR YNSKI. Tosiå við blandimeistaran, Petur Jakobsen — tlf. 13099 P/F BYGGIFELAGIÐ É. WAAGSTEIN VERKFRØDINGAR & ENTREPRENØRAR STOFFALAG 82 Dyr dýr. rað hendir so javnan, at seydur verður yvirkoyrdur, og tað hendir eisini javnan, at bilførarin sleppur sær burtur uttan at boða løgregluni og tryggingini frá skaðanum. Og tað snýr seg um pengar. Koyrir tú á ein seyð, boðar frá og biðjur tryggingina gjalda seyðin og kanska bilskaða eisini, missir tú tvey stig í bonus, ert tú ikki komin uppá 10. stig. Hvussu nógv hvgrtstigiðer, veldst um, hvat bilurin er tryggjaður fyri. Hevur bilurin ikki fingið nakran skaða, kanst tú sleppa undan at missa nakað bonus, við at tryggingin rindar hálvan seyðin. Ein hálvur seyður er eisini pengar, tí ein heilur veðrur 2500 krónur, ein ær upp til seks ár somuleiðis 2500 krónur, ær yvir seks ár 1500 krónur, eitt smálamb fram til 1. juli 750 krónur og aftaná 875 krónur. Tann, sum eigur seyð, ið verður yvirkoyrdur, fær einki endurgjald, um skaðin ikki verður fráboðaður. VALUTAKURSIR Ultimo 206 síðsta mán. Dollari .. 637,90 645,65 Pund ... 1099,25 1085,75 Markur . 380,15 381,29 Króna 105,05 105,48 Króna 98,86 99,20 Frankur . 113,09 113,07 Frankur . 18,515 18,527 Frankur . 450,75 453,10 Gyllin . .. 338,00 338,65 0,5183 0,5185 161,39 162,60 10,65 10,70 54,045 54,200 6,162 6,142 4,3350 43400 Dollari .. 544,25 548,70 Japan Yen .... 4,1400 4,2375 Irland Pund ... 1019,50 102880 Grikkaland Drakmur 3,8880 3,8900 USA Bretland V-Tyskland Svøriki Noreg Frakland Belgia Svejts Holland Italia Finnland Island Eysturríki Spania Portugal Kanada Skillingur Pesetas . Escudos POSTBOKS 1278 TELEFON 1.1290 TELEFAX 10468 Kelda: Føroya Sparikassi Síða 3 MB nýggjan venjara: Sverri Sverri Jacobsen tekur við sum venjari hjá MB eftir summar- steðgin, um partarnir koma á samt um treytirnar Eftir øllum at dóma verður tað Sverri Jacobsen, ið fer at taka um endan sum venjari hjá MB. Partarnir hava tosað saman, og havnavenjarin hevur sagt 'ja' við fyrivarni. Sverri Jacobsen fer í næstum til Danmarkar, og tá hann kemur heim aftur, fara partarnir at tosa seg til rættis. Eftir steðgin Koma MB og Sverri Jac- obsen á samt um lønar- og arbeiðsviðurskifti hansara, so tekur hann við eftir summarsteðgin. T.v.s., at MB noydist at finna aðra loysn til teir báðar dystirnar, sum eftir eru hesu megin summarsteðg- in. Gary ikki við í Klaksvík Gary Harris var ikki við í Klaksvík týskveldið. Hann metti ikki upp. Alvarsligur kurdil er eftir at dóma komin í innan- felags-samskifti: eftir ti, vit hava frætt, sigur Gary Harris, at hann onga á- heitan hevði fingið frá felagnum um at koma við, meðan Georg Magnussen, formaður í MB, sigur fyri Sosialinum, at hann heitti á Gary Harris månakvøld- ið um at koma við til Klaksvikar. Einki skrivligt, men... Enn er eingin skrivlig uppsøgn komin frå Gar, Harris, men sum skil støðuna, so tykist tað bå um pørtum givið, samarbeiðið teirra mill: er at enda komið. ówh