hósdagur 21. juni 1990síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 96 — 21. juni 1990
um at fáa EF-kommis-
iónina at ganga við til at
framleggja uppskotið fyri
Ráðið, at tað verður fult
tollfrælsi í handlinum
millum Føroyar og EF.
Men tó ikki uttan
avmarkingar og fyrivarni.
Nú spælir EF út við einum
uppskoti, sum sigur, at
fyri ávísar viðbreknar
fiskavørur, skulu
føroyingar gjalda toll, t6
bara tå nøgdirnar fara upp
upp verandi útflutning til
EF, og tá eitt av
limalondunum krevur tað.
Meirinntøka
Sostatt skulu føroyingar i
fyrstu atløgu sleppa undan
øllum tolli, eisini ti tolli,
sum er galdandi fyri åvis
fiskasløg i dag. Hetta fer i
sjålvum sær at geva
Føroyum eina
meirinntøku uppå millum
50 tll 150 mill. kr. Men
verður innlutningurin av
føroysku vøruni hægri enn
medaltalid var fyri årini
1985-87, so verður tollur
lagdur á fiskin., sum er
omanfyri verandi
útflutning.
Hetta útspæl EF's er
føroyska-danska samráð-
ingarnevndin sera 6nøgd
við, og sigur seg als ikki
kunna samráðast við
hesum sum grundarlag.
-Nevndin hevur kravt
av EF at fáa at vita, hvat
teir meina við, tá teir tosa
um viðbreknar fiskavørur.
Hon er ikki nøgd við ta
frágreiðing hon hevur
fingið higartil, sigur
Henrik Smiegelov er dani
og arbeiðir á EF-
høvudsborgini í Brussel.
Hann er við í EF-
neyndini, sum samráðist
við Føroyar
li
keldan, ið vísir á, at tað
verður áhugavert at síggja,
hvat útspæl EF fer at
koma við í Keypmanna-
havn.
Taka hædd fyri
framtidini
Føroyingar mugu hava
eina avtalu, sum tekur
hædd fyri framtíðini
eisini, og sum tí eisini
fevnir um tær meira
góðskaðu vørurnar, sum
fiskiidnadurin í Føroyum
heilt vist fer at framleida i
framtidini, tí tær geva
samfelagsliga størsta
vinningin.
-Higartil hevur okkara
útflutningurin til EF verið
í eini spennitroyggju. Vit
hava fyrst og fremst
framleitt vørur, sum ikki
hava havt so høgan toll,
og tað hevur so gjørt, at
vit í stóran mun hava latið
vera við at framleiða
dýrari og meiri góðskaðar
vørur.
Skulu vit nå til at
góðtaka eina skipan, sum
fullkomiliga setir fót fyri
royndunum at góðska
vøruna meira í Føroyum,
so er tað sum at fara úr
eini spennitroyggju og í
eina aðra sigur ein kelda,
sum hevur tilknýti til
samráðingarnar við EF.
EF vildi hava
broytingar
Tað var annars EF, sum
legði upp ul at fáa eina
nýggja avtalu við Føroyar.
Hetta tí teir uppdagaðu, at
Føroyar hava ymsar
tollsatsir við ymisk EF-
lond, og tí teir mettu tað
vera Ólógligt, at Føroyar
kunnu útflyta til Dan-
markar uttan nakran toll
yvirhøvur.
Tollskipan okkara vid
EF er frå 1974 og tóku
føroyskir og danskir
myndugleikar undir vid, at
verandi tollskipanir eru ov
ópraktiskar og ikki nóg
góðar. Men hvat víðvíkur
útflutninginum til Dan-
markar so fekk EF ikki
undirtøku fyri tí sjónar-
miðinum, tí vit hava havt
hesa skipan í ríkinum í
fleiri 100 ár.
Menn samdust so um at
gera eina heilt aðra skipan
millum Føroyar og
Danmark, og tað varð so
eisini grundarlagið undir
verandi samráðingum um
eina fríhandilsavtalu.
Tryggja EF-virkjum
eina góða avtalu
Og her stendur tað so nú.
Tveir av samráðingar-
monnum okkara eru Árni
Olafson og Trúgvi
Johansen. Tá føroyskir
blaðmenn vóru í Keyp-
mannahavn at tosa um
hesar samráðingar møttu
teir kendu føroysku
listarkvinnuni Anniku
Hoydal. Hennara ráð til
teir báðar samráðing-
rmenninar var, at teir
hóvdu at syrgja fyri, at fáa
eina góða avtalu og einki
annað
Keldur í Brussel siga, at
tað er ikki so løgid, at EF
leggur so hart út við
kravinum um, at loft skal
véra á innflutninginum
fyri serligar góðskaðar
fiskavørur.
-Tað hvílir djúpt á
samráðingarmonnunum
hjá EF at tryggja virkjum í
EF góðar umstødur
gjøgnum eitt nú tilikar
avtalur við 3. lond, og
helst skulu hesi virki hava
onkran fyrimun eisini.
Frá føroyskari síðu
hevur verið víst á, at
fiskavørurnar úr Føroyum
skulu gjalda stórar flut-
ningsútreiðslur, so tær eru
longu verri fyri í kapp-
ingini, áðrenn tær koma á
marknaðin í EF-londum.
Handil mótvegis
handli
-Vit vilja bara hava EF at
skilja, at her er talan um
eina avtalu, har tað er
handil móti handli. Vit
Síða 11
bjóða teimum tollfrælsi
fyri allar idnadarvørur, og
teir okkum fyri okkara
fiskavørur. Fyri at vit
kunnu hava ráð at keypa
Ææira idnadarvørur, mugu
teir geva okkum tollfrælsi
fyri okkara fisk. Tað er jú
tað einasta vit hava at
gjalda við fyri teirra bilar,
teirra vaskimaskinur osfr.
sigur keldan.
Stødan hjá EF í hesum
máli er so eitt sindur
ødrvisi við tað, at tá tað
verður tosað um tollfrælsi,
so er tað vanliga ikki
galdandi
landbrúksvgrur
Men í hesum
fyri fisk og
førinum,
har føroyingar bar:
fisk at handla við verður
mett frá føroyskari og
danskari síðu, at EF má
góðtaka, at talan er um
handil mótvegis handli ,
íroknað fisk.
Hevur sæð svart
út fyrr eisini
Hvussu sær so stødan
veruliga út hjá Føroyum
spurdu vit eina keldu í
Brussel:
-Oftani tá tað sær svart
út, so kemur tað kortini
uppá pláss. Partarnir
noyðast at finna eina ella
aðra loysn. Tað var EF-
kommisiónin, sum ynskti
eina aðra skipan, og
hesum hava føroyingar
tikið undir við. Men EF
hevur nógv hensyn at
taka, so tað er torført at
finna einfaldar loysnir.
Og keldan sigur víðari:
-Tað sá heldur ikki so
bjart út, tá Føroyar og EF
førdu fiskivinnusamråd-
ingar i 1977, og sama vid
Grønlandi, tå tað tók seg
úr EF og skuldi hava eina
avtalu. Tá gjørdist úrslitið
nógv betri, enn nakar
hevði roknað við, so
kanska tað fer at koma
glið á samráðingarnar
hesaferð eisini.
jan