hósdagur 21. juni 1990síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 96 — 21. juni 1990
Halgabók
sum jarnbrot
I fyrra parti vidgjørdi eg hugsanina um, at vit liva i teimum
seinastu døgunum og tær fyrireikingar, id gjørdar eru fyri, at
profetorð Bibliunar til eina og hvørja tid kunnu ganga út. Hesa-
ferð er tað leiklutur okkara í náttúru Guds og nakrar av teimum
forsagnum, Bíblian gevur okkum um síðstu dagarnar.
Latið okkum fara til byrj-
anina:
Í fyrsta kapittli bíbliun-
ar stendur í erindi 22:
»Gud signaði tey (djórini,
ið hann hevði skapt) og
segði: „Verðið fruktber,
takið til í tali, fyllið vatnið
í sjónum, og fuglarnir
skulu verða nógvir í tali á
jørdini!«« og vit lesa, at
Gud sá, at tað var gott.
Í erindi 26 sigur Gud:
>Vær viljum gera menn-
iskjur eftir okkara mynd,
okkum líkar, og hann
legði aftrat: >og tær skulu
ráða yvir havsins fiskum
og yvir himmalsins fugl-
um, yvir fenaðinum og
yvir ellum villdjórum á
jerðini og yvir ellum skrið-
kyktunum, sum skríða á
jørdini«.
Í erindi 28 sigur hann
við menniskjuni: >Verðið
barnrik og fjølgist og upp-
fyllið jørdina og leggi hana
undir tykkum, og ráðið
yvir havsins fiskum og yv-
ir himmalsins fuglum og
yvir fenaðinum og yvir øll-
um villdjórunum, sum rer-
ast á jerðini!< og tey fáa
allar grenar urtir til feði,
og fyrsti kappittul bíbli-
unar endar við: >Og so
varð. Og Gud sá alt tað, ið
hann hevði gjert — og tað
var ógvuliga gott. Og
kveld varð, og morgun
varð, sætta dag«.
Í eðrum kapittli stend-
ur, at >so tók Gud HARR-
IN Ádam og setti hann í
urtagarðin Eden at dýrka
hann og varðveita hann«.
Gud setti menniskjuna
á jerðina til at vera harrar
yvir henni og skapningin-
um og til at varðveita
skaparverkið.
Fallið
Lesa vit bert ein kapittul
longur, koma vit til synda-
fallið — fall menniskjunar
frá Gudi og skapara sín-
um, og tað gjerdi allan
munin. Menniskjan varð
rikin frá nærveru Guds,
men vit lesa einki um, at
hon misti sína ábyrgd fyri
tí skapta.
Men illa man hava
roynst, tí ikki skulu vit
meira enn tríggjar kapittl-
ar aftrat, fyrr enn vit lesa:
„Tá iðraði Harrin seg um
at hava skapað menniskj-
una á fold; og tað neit
hann í hjartad«.
Natúran og vit
Vit menniskju mugu sum
skjótast finna útav, at
natúran kann liva uttan
okkum, men at vit ikki
kunnu liva uttan natúr-
una.
Hin ævigi og altvald-
andi Jehova visti, hvat
hann gjørdi, tá ið hann
skapti menniskjuna til
seinast, og tað er hesin
skapningur, ið síðani tann
dag hevur misbrúkt tað
vald, ið honum varð givið.
Hóast okkum ferð eftir
ferð av skaparanum er
víst óendalig náði, so er
úrslitið í dag, at tað, ið vit
vórðu biðin um at vera
harrar og ráða yvir og at
varðveita, eru vit í dag so
ruddiliga í ferð við at eyð-
ræna og oyðileggja við
okkara ovurveiðu og
óhumsku bæði á sjógvi,
landi og í luftini — alt í
okkara endaleysu »eftir-
sókn eftir vindi<, sum
Prædikarin kallar tað.
Savnið tykkum
ikki skattir
Og vit, sum frá frelsara
heimsins fingu boðini:
>Savnið tykkum íikki
skattir á jerðini ... Nei,
savnið tykkum skattir í
Himli ..« hava so sanniliga
ikki hildi okkum aftur i
tyningini av ti skapanar-
verki, id skaparin så var so
avbera gott. Vit eiga onga
avsakan aðra enn hana, ið
okkum varð givin í hesum
sama frelsara og kunnu
bert vera standandi í
hansara náði á tí eina degi.
Annað eiga vit ikki uppi-
borið!
Føroyskt
umhvørvi
Vit hoyra av og å, at um-
hvørvid uttan um Føroyar
er tað reinasta i heimin-
um, og ikki er frítt, at vit
fetta okkum á, sum um
tað skuldi verið av okkara
ávum. Men nei! Seinasta
tíðin ber prógv um tað
øvugta. Vit eru ikki smitt-
in betri enn onnur.
Kanska heldur verri!
Geografiska steða okk-
ara ger, at dálkingin ikki
hópar seg upp uttan um
okkum, men fer avstað við
vindi og streymi og er í
mun til fólkatalið gott
(seinni partur)
ískoyti til samlaðu dálk-
ingina. Hevdu vit ligið í
einum hyli, so hevði verið
annað skil.
Fyrimunir ella
vansar
Niðursteðan má vera, at
snýr tað seg um peninga-
ligar fyrimunir, so hava
profetorðini minni týdn-
ing, men er talan um tað
mótsætta, so eru tey góð-
ur trumfur í bakhondini, tí
tey kunnu ikki vera mong,
ið halda seg vera so skrift-
lærd, at tey tora at muta
ímóti.
Nei, profetorðini um
einglarnar við plágum og
tal dýrsins hoyra trongd-
artíðini til og ikki til dag-
arnar, meðan samkoma
Guds enn er á foldum. Tað
stendur jú, at djórið sjálvt
„fær allar, bæði smáar og
stórar, bæði ríkar og fá-
tækar, bæði frælsar og
trælar til at seta sær
merki á hegru hond sína
ella á enni sitt«.
Eftir hesum kann Fer-
oya Landsstýri ikki um-
sita tal djórsins — ikki
enn í ellum førum. Ikki
uttan so, at Føroya Lands-
stýri sjålvt er djórið í
Opinberingini .....!
Nei, fyri mær eru tær um-
steður, vit liva undir og
tað, sum hendir í dag, bert
ábendingar um, at profet-
orð bíbliunar sum einki
eftir stuttari tíð kunnu
verða uppfylt — bæði hvat
viðvíkur globalari dålk-
ing, avoyding og umsiting
av tali dyrsins, men hetta
er alt goymt trongdardøg-
unum.
Men å teimum døgum
verður tað ikki við myk-
indum — tá verður dálk-
ingin ikki menniskjalig
sum í dag, men send av
Gudi, og tá ið sagt verður,
at ein triðingur av fiskin-
um doyr, so er talan um
ein triðing av tí, ið eftir er,
tá vit hava avgreitt okk-
ara part, og vit hava so
sanniliga ikki ligið á letu
liðini.
Sama verður við umsit-
ing (byrokratii) Anti-
krists. Hon verður
mangan meiri nærgang-
andi og harðrendari enn í
dag.
Síða 17
tjak og
meiningar
Vit gera lesarar okkara
varugar við, at treytin
fyri at fáa lesarabrev
upptikin undir hesum
teiginum er, at blað-
stjórnin veit, hver hev-
ur skrivað brevini.
Yvirvøld
Enn hoyrir Antikrist, dyr-
id og tal tess framtidini til,
og tíðin, ið vit liva í, eitur
framvegis >tíð nådinnar«.
Hyggja vit eftir, hvat
skriftirnar siga um mynd-
ugleikarnar, so skrivar
Paulus soleiðis til sam-
komuna í Róm: „Hvert
menniskja veri teimum
yvirveldum lýðin, sum
yvir tí eru! Tí eingin yvir-
veld er, sum ikki er frá
Gudi; tær, ið eru, eru sett-
ar av Gudi — so tann, sum
setur seg upp ímóti yvir-
veldini, stendur tí ímóti,
sum Gud hevur fyriskip-
að“ (Róm. 13,1-2).
Til Titus sigur sami
Paulus: »Minn teir (å
Kreta) á at vera stýrveld-
um og yvirráðum undir-
givnir, at vera lýdnir, at
vera til reiðar til allan góð-
an gerning«, (Tit. 3,1)
Við Timoteus staddan í
Efesus sigur Paulus: >Ég
áminni nú fyrst av ellum
um, at bønir, åkallanir,
forbønir, takkargerðir
verða hildnar fyri ellum
menniskjum, fyri kongum
og øllum, ið høgt eru sett
— fyri at vit kunnu liva
stilt og fridarligt liv i øll-
um gudsótta og siðprýði.
Hetta er Gudi, frelsara
okkara gott og tekkiligt«
(1. Tim. 1-2).
Harðir valdsharrar
Í ellum trimum ferum
skrivar Paulus til
borgarar undir tiltikna
ræðslustýri Nero keisara,
og tað sigur ikki so lítið.
Hver kundi meira enn
hann vera firtin inn á
myndugleikarnar, har
hann sat leinkjaður i
fangatyppi fyri tað, ið
hann av Gudi var sann-
førdur um var rætt. Hóast
hann ikki var samdur við
teir, setti hann seg ikki
upp ímóti men bað fyri
teimum.
Virðismiklari ognir
Latið okkum tí vera Gudi
tekkilig og ikki øsa okkum
um smálutir. Dagar koma,
tá ið P-tal djórsins verður
fullkomið. Tá eigur tað
fría atgongd til konti og
jerðiska góðs teirra trúgv-
andi, ið tá hava tikið við
mangan størri rikidømi og
ognum, sum í dag verður
gjørt teimum til reiðar
(Jóh. 14,2).
Ognir, ið gjella eru bók-
ferdar!
Knassi
Ger so væl at seta hendan sangin í blað tyg-
ara. Hann stóð í einum blað í 1915 — soleiðis
var steðan tá — skulu vit hava hesa steðu til
ungdóm okkara — hugsa tær til.
J.P.
Kroværtens Sang
„Se ind til os« — Her er til Behag
Af Drikkevarer, som nydes i Lag.
Halvvoksne Drenge og unge Mænd
Finder altid i os en »trofast Ven«.
Din Pung gøres let, din Næse rød,
Vi sælger Sygdom og Sult og Død.
Og har du Penge og Navn og Hjem
Og ønsker at skille dig af med dem,
»Se ind til os!«
„Se in til os!« Vor Whisky er god,
Den virker at djævelske Lyster slaar Rod.
Lad Prædikanter kun hænge i;
Hvad de opbygger nedriver vi.
Og af vort Øl (det bringer os Guld),
Du kan drikke ret meget, før du bli r fuld.
Din Krop beredes til Ormemad,
Din Sjæl fortabes, — men ligeglad.
„Se in til os!«
»Se ind til os!« Her er Hygge, kom!
Stands ikke længe og tænk dig om.
Vor Whisky, vort Øl og saakaldte Vin
Forvandler den bedste Mand til et Svin.
I hver lørdagaften, naar du faar betalt,
Staar vi paa Lur for at fiske alt.
Om Hustru og Børn er foruden Mad,
Det rører os ikke; vi raaber glad:
„Se ind til os!«
„Se ind til os!« Vi gør Hjernen som Hø
Og hjælper den livsglade til at dø.
Vi gør dig gammel, mens du er ung,
Vi fylder dit Glas og tømmer din Pung.
Dit Navn og din Stilling vi røver bort,
Den ærlige Mand vi forinden kort
Gør til Forbryder af værste Slag.
Vi opfostrer Slyngler hver eneste Dag;
»Se ind til os!«
„Se ind til os!« Vi lever helt flot
Paa Drankerens Penge í stort og smaat.
Vi averterer foruden Skam
Og lokker saa mange ind paa en Dram.
Og den arme Stakkel, som i Fælden gaar,
Er ofte ødelagt paa et Aar.
Om Familien sjælden faar spist sig mæt,
Det tager Kroværten ganske let.
»Se ind til os!«
(»Morgenstj.«)
Framhald av sidu 12
- At vit so fingu ein
mann útvístan og haraftrat
for- fummadu okkum vid
einum off side fyra min-
uttir fyri leiklok hoyrir við
til søguna, men fyrst og
fremst var tað vantandi
taktiskt upplegg, - eisini tá
vit vóru vorðnir 10 mans,
ið var avgerandi fyri, at
KI slapp at venda
dystinum.
Mikkjal Danielsen sig-
ur, at veikasti tátturin hjá
bretanum altíð hevur verið
tað taktiska.
- Tað gekk í 2. deild,
men hetta er ein alt ov
avgerandi veikleiki í 1.
deild, sigur Mikkjal Dan-
ielsen.
Viðurskiftini millum
venjaran og leikararnar
vóru góð frammanundan
Kl-dystinum. Men eftir
dystin leyp Gary Harris
framav og las niðuryvir
leikaramar.
- Tad hevur minkad um
virding mina fyri honum,
sigur MB-lidskiparin, ið
er harmur um gongdina í
MB.
ówh